týsdagur 11. februar 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 28 - 11. februar 2003
21
Eftir trý steypaleys ár
vann Kyndil aftur
gull, tá teir bastu StÍF
í finaluni, men tað
skuldi ein gysari av
teimum stóru til,
áðrenn hetta kundi
staðfestast
COCA-COLA KAPP-
INGIN, MENN
Jákup Mørk
Tað er sjáldan, at strand-
ingar hava havt nakra orsøk
til at iðra seg um, at teir fyri
tveimum árum síðani fingu
Marian Cirloganescu til
felagið. Rumenski málverj-
in hevur í nógvum førum
verið avgerandi á vágskál-
ini, tá javnir dystir hava
verið leiktir, og enn man
hann so ongan tíð hava
kostað
teimum
nakran
sigurin.
Ein avleiðing av hesum
var tó, at Johan Danielsen
fór at leita sær aðrar av-
bjóðingar, og leygardagin
var tað fyrst og fremst
honum at takka, at StÍF ikki
gjørdist steypavinnari.
Tað var tó ikki bert mál-
verjin, sum einsamallur
avgjørdi dystin. Tó at Johan
ígjøgnum allan dystin á
tamb hevði fleiri framúr-
skarandi bjargingar, so so
var hetta líka sum bert
kryddið í finaluni. Tí talan
var sanniliga um ein rættan
steypadyst.
Undan hesum høvdu lið-
ini fyri eini viku síðani leikt
javnleik, og tað var eisini
skjótt at staðfesta, at eingin
parturin undir nøkrum um-
støðum skuldi rokna við
nakrari lættari uppgávu
leygardagin.
Eins og í dystinum fyri
viku síðani, so legði Kyndil
hart út í verjuspælinum.
Endamálið var heilt víst at
órógva strandingarnar, so-
leiðis at hesir ikki fingu
vanliga kvika álopsspælið
at koyra, og hetta eydnaðist
eisini partvíst. Meira týdn-
ingarmikið var tó kanska,
at Kyndil samstundis hevði
hepni við at koyra eitt
hampuliga trygt álopsspæl
sjálvir. Hondbólturin hjá
StÍF er vanliga bygdur á
eina kvika verju, sum
aloftast er før fyri at tryggja
liðnum fleiri skjótálop, og
tað var greitt, at Kyndil ikki
ætlaði, at hetta skuldi
henda.
Breitt spæl
Hinvegin var heldur ikki so
ofta, at teir grønu sluppu í
mótálop, og hetta gjørdi tað
fyri stóran part neyðugt hjá
liðunum at leggja dentin á
breiddina í álopsspælinum.
Roynt varð við press-
spælið upp frá bakkinum,
soleiðis at vongspælararnir
kundu spælast leysir, og hjá
báðum pørtum hepnaðist
hetta hampuliga væl. Ikki
minst hjá Kyndli, har Heini
Bendtsen var sera tryggur í
avslutningunum.
Og sæð burtur frá hesum,
so fingu áskoðararnir eisini
nakrar av bestu bakspælar-
unum í landinum at síggja.
Costin, Sveinur og Artur
gjørdu alt tað, sum teir vóru
mentir móti kyndilsverjuni,
sum hinvegin alla tíðina
legði sera nógv fyri í roynd-
unum at steðga mótstøðuni,
og tað sama var galdandi
hinvegin, tá Jacob, Finnur
og Høgni royndu at gera sítt
til at órógva mótstøðuverj-
una.
Og so hevði Kyndil eisini
trumf við á liðnum. Jónleif
Sólsker hevði annars boðað
frá um jóltíðir, at hann fór
ikki longur at vera tøkur hjá
liðnum, men hann var mil-
lum leikararnar á liðnum,
og tað var eisini skjótt
greitt, at hann ikki var
komin, bara fyri at sita seg
til eitt heiðursmerki.
Kontant verjuspæl
Fyrri hálvleikur var alla tíð-
ina sera javnur. Strandingar
høvdu leiðsluna fyrstu lítlu
løtuna, men um miðjan
hálvleiki fekk Kyndil nakað
av ferð á, og tó at munurin
ongan tíð var heilt stórur,
hildu teir seg alla tíðina
beint frammanfyri.
Og hetta hildu teir fast
við eftir steðgin. Um nak-
að, so gjørdist verjuspæli
nú enn meira ágangandi.
Strandingar tóktust eins og
í dystinum fyri viku síðani
als ikki at trívast í kontantu
kyndilsverjuni, og spaku-
liga byrjaði Kyndil at draga
frá. At Johan so eisini byrj-
aði seinna hálvleik við eini
dupultbjarging, tá Alex-
andur fyrst skeyt brotskost,
og síðani stóð púra leysur
við returinum, mundi ikki
gera tað betri í so máta,
Dramatiskur endi
Tíggju minuttir fyri leiklok
var Kyndil framvegis á
odda við trimum málum.
Gangurin av sonevndur
klappu-køllunum,
sum
grønu áskoðaranrir høvdu
fingið til vega úr Danmkar
harðnaði alsamt, so hvørt
sum steypið kendist nærri
og nærri, men enn høvdu
strandingar ikki givið upp.
Tað mundi eisini órógva,
at Kyndil mitt í øllum fekk
eina útvísing til beinkin, tí
venjarin hevði flutt seg út
um tronga geiran framman
fyri benkirnar. Strandingar
minkaðu munin niður í eitt
mál, men tá Kyndil so aftur
sendi tvær ferðir í netið,
mundu tey flestu halda, at
nú var ballið búið. Spenn-
ingurin kom tó aftur í aftur,
tá Hans Áki fyri fyrstu ferð
í dystinum misnýtti brots-
kast. Stutt undan var eisini
brotskaststøða, har Hans
Áki í fyrsta umfari bað seg
undan at skjóta, men tá
eingin annar vildi taka
ábyrgdina, smekkaði hann
kortini til. Hesa ferð bjarg-
aði Marian tó royndini, og
tá StÍF so eisini skoraði til
25-26, stóð brádliga heilt
nógv á.
Kyndil megnaði ikki at
fáa nakað burtur úr sínum
seinasta álopið, og so fór
StÍF í kontra. Bent Djur-
huus varð sendur avstað,
men hóast hann at síggja til
varð tikin av mótleikara,
áðrenn hann fekk skotið, so
lótu dómararnir ikki við seg
koma. Málkast varð dømt,
og so var Kyndil steypa-
vinnari.
Fagnaðurin hjá teimum
grønu vildi mest sum ong-
an enda taka, og tað var
eisini skilligt. Sigursvanda
felagið hevur einki vunnið,
síðani
steypasigurin
á
grannunum fyri trimum
árum síðani, men nú stend-
ur aftur eitt nýtt steyp í
felagshúsinum,
og
so
kunnu menn aftur líta
framá, heldur enn bara at
minnast, hvussu væl tað
plagdi at ganga fyrr.
Hjá
strandingum
var
lagið sjálvsagt eitt annað.
Tvær ferðir á rað hava tað
verið teir, sum hava vunnið
finaludystin móti liðum,
sum í landskappingini hava
staðið seg betri, men hesa
ferð vórðu tað teir, sum
vóru við undirlutan móti
lægri staddum liðum.
At endin av dystinum
bleiv sum hann bleiv,
mundi heldur ikki gera
lagið betri, men um tað
kann vera nøkur troyst, so
kunnu strandingar minna
seg sjálvar á, at tríggjar av
seinastu fýra ferðunum
hava tapararnir í steypfinal-
uni vunnið FM.
Dysturin í tølum
StÍF-Kyndil 25-26 (11-12)
Støður í dystinum:
10 min 2-2
20 min 7-8
40 min 14-17
50 min 19-22
Málskjúttar
StÍF: Sveinur Justinussen
6(1), Alexandur Johansen
5(1), Artur Johansen 5,
Andre F. Danielsen 2, Bent
Djurhuus 2, Costin Dumi-
trescu 2, Jón Rasmussen 1,
Marius Joensen 1
Kyndil:
Hans Áki Dal-
Christiansen 9(5), Heini
Bendtsen 6, Jacob Jónsson
4, Jónleif Sólsker 3, Janus
Einar Sørensen 2, Høgni
Klein 1, Finnur Hansson
Brotskøst: StÍF 5, Kyndil 6
Útvísingar: StÍF 4. Kyndil
5
Dómarar úr Neistanum:
Kristian Johansen & Sámal
Hansen.
StÍF-Kyndil 25-26 (11-12):
Kyndil aftur á toppin
Talan var um sanna
steypafinalu. Til tíðir gott
spæl, og alla tíðina ein
stríðsvilji, sum lýsti úr
hvørjum einstøkum leikara
Mynd: Álvur Haraldsen
21
20
Nr. 28 - 11. februar 2003
Til tíðir vórðu meist-
ararnir úr VÍF út- og
niðurspældar, men
við einum seigum
taki gjøgnum allan
seinna hálvleik, var
kortini um reppið, at
VB enn einaferð misti
eina steypafinalu
COCA-COLA KAPP-
INGIN, KVINNUR
Jákup Mørk
Kvinnufinalan
var
ein
gysari. Einki er at ivast í tí.
Við eini fullsettari høll
vóru
karmarnir
kring
finaludystirnar á toppinum,
og so var tað upp til liðini at
skapa rest.
Stórur munur
Fyrstu longu løtuna var tó
ikki nógv, sum bendi á, at
talan skuldi gerast um eina
framúr spennandi finalu.
Undan dystinum høvdu
báðir partar á munni, at tað
fyrst og fremst ráddi um at
fáa verjupartin at koyra, og
hetta var eisni sjónliga
aðalmálið fyrstu longu løt-
una.
Tað tóktist tó skjótt
greitt, at var nøkur yvirvág,
so var tað VB, sum átti
hesa. Nakrar ferðir megn-
aðu tær at spæla seg ígjøg-
num verjuna, men mest
sum hvørja ferð rendu tær
seg bara í livandi múrin í
VÍF málinum, soleiðis at
VÍF ikki misti dystin úr
eygsjón alt fyri eitt.
Tað er tó mørk fyri,
hvussu leingi ein málverji
kann halda liði sínum í
dystinum, og sum frá leið í
dystinum, og sum frá leið
mátti eisini hon geva skarv-
in yvir.
Greiðasta
staðestingin
restina av fyrra hálvleiki
mundi vera, at VÍF ikki
longur er sterkasta liðið í
føroyskum
kvinnuhond-
bólti. Við eini framúr
sterkari verju syrgdu vág-
bingar fyri, at meistararnir
at kalla ikki fingu fótin fyri
seg. Hvat tær hjá VÍF so
enn royndu, so vórðu tær
antin steðgaðar av sterku
VB-verjuni, ella av eini væl
leikandi Davi Ylatie í mál-
inum, og hinvegin gjørdist
revsingin bara alt meira
eirindaleys.
Serstakliga
Daiva Tuomaite tóktist vera
væl uppløgd, men ikki
minst hevði tað týdning, at
VB eisini megnaði at skora
av veinginum, soleiðis at
breidd fekst í álopsspælið.
Hjá VÍF restaði hinvegin
nógv í, í mun til tað spælið,
sum hevur gjørt liðið
einaráðandi seinnu árini.
Orsakað av tøttu VB verj-
uni gekk álopsspælið sera
striltið, og títtu plássflyt-
ingarnar – sum ivaleyst
høvdu til endamáls at
órógva VB-verjuna – tókt-
ust ikki betra um saman-
hangin. At hetta ikki mundi
vera dagurin hjá VÍF sást
eisini, tá heldur ikki Sóley
Mikkelsen hevði hepni við
sínum gjøgnumbrotsroynd-
um, men ístaðin mátti
síggja mest sum hvørja ein-
astu av hesum fara send-
andi beint á VB-málverjan.
Fyri viku síðani royndi
VÍF seg eitt skifti við
mansverju ímóti VB, uttan
at hetta hepnaðist serliga
væl. At hetta eisini varð
nýtt seinastu løtuna undan
steðginum sigur helst nak-
að um, hvussu ringum
skørum VÍF var í, og somu-
leiðis at Manuela Stan at
enda ikki tóktist orka
ágangandi
VB-spælið
meira, men heldur tók sær
ein túr á beinkinum, so hon
kundi koma fyri seg aftur.
Noktaðu at gevast
Grundað á gongdina í fyrra
hálvleiki, so var ikki løgið,
um vágbingar hildu, at nú
var mest sum sloppið. Í
øllum førum mundu tey á
áskoðaraplássunum kenna
tað so, men hinvegin sýndu
leikararnir eingi tekin um
at taka tað róligt.
Heldur royndu tær fram-
vegis at koyra VÍF liðið í
senk við ágangandi spælin-
um. Men VÍF gav seg ikki.
Við alla tíðina hart arbeið-
andi Sóley Mikkelsen sum
primus-motori byrjaðu tær
spakuliga at koma inn aftur
í dystin. VB, sum undan
hesum hevði mest sum
jagstrað VÍF runt á vøllin-
um,
gjørdist
brádliga
jagstraða liðið, og tað var
sjónligt, at hetta ikki var
nakað, sum hóvaði teimum
serliga væl.
Spakuliga tók VÍF seg
inn á VB, sum alt meria
sjónligt kendu seg kroystar.
Time-out varð tikið, so-
leiðis at venjarin aftur
kundi fáa skil á leikararnar,
men fyrstu løtuna tóktist
heldur ikki hetta at hjálpa
nakað stórvegis. Tíggju
minuttir fyri leiklok var
munurin minkaður niður í
eitt mál, og so mundu sjálvt
mest svartskygdu vest-
menningarnir kenna roykin
av sigrinum, meðan vág-
bingarnir í høllini gjørdust
alt meira fámæltir.
Og so var av álvara
spenningur aftur í dystin-
um. VB gjørdi við tveimum
fylgjandi málum ein sein-
asta vørr at skræða seg
leyst aftur, men VÍF tóktist
framvegis vera liðið, sum
hevði flestu kreftinar eftir.
Trýstið á VB var øgiligt.
Áskoðararnir í høllini sótu
mest sum á nálum, meðan
VÍF aftur togaði eitt mál
fyri og annað eftir inn á
VB.
Kanska helt onkur, at
VÍF fekk fekk mønusting-
in, tá Daiva skeyt sítt níggj-
unda mál í dystinum til 19-
17, men við einum minutti
eftir setti VÍF setinasta
spurtin inn. Nicoleta mink-
aði aftur um munin, og tá
VB so ikki fekk nyttu úr
seinasta álopinum, stóð av
álvara á gomlum nøglum.
VÍF setti skjótálop í gongd,
og tó at Nicolina hevði
fleiri møguleikar at av-
levera bóltin, so endaði alt í
einum ruðulleika, har VÍF
bert fekk tríggja-metra
kast, og so var liðugt. Eitt
dramatiskt eftirspæl var
eisini, tá Reda Kurkaskiene
fekk ein snudd í andlitið í
seinatu skotroyndini hjá
VÍF, men tíbetur var hetta
ikki so ógvusligt, sum líkt
var til, og eftir eina lítla
pentu var hon eisini klár til
at fagnast saman við lið-
feløgunum.
VB er steypavinnari. Tað
var hart, og móti endanum
vóru tað helst bert sekund-
ini, sum skiltu VÍF frá í
minsta lagi einum javnleiki,
men tað kann alt vera tað
sama. Steypavinnarar eru
tær.
Dysturin í tølum
VB-VÍF 19-18 (12-5)
Støður í dystinum:
10 min 4-1
20 min 8-3
40 min 14-7
50 min 16-15
Málskjúttar:
VB: Daiva Tuomaite 9(4),
Gurið Mortensen 4, Reda
Kurkaskiene 4, Rannvá
Augustinussen 1, Laila
Jespersen
VÍF: Sóley Mikkelsen 6(2),
Nicoleta Radu 5(2), Jacklin
Durhuus 3, Alis Høghamar
2, Nicolina Eyðbjørnsdóttir
Brotskøst: VB 6, VÍF 5
Útvísingar: VB 2, VÍF 5
Dómarar úr Kyndli: Hannis
Wardum & Eyùn Sam-
uelsen. Løgdu eina greiða
linju beinanvegin, og hildu
hesa ígjøgnum allan dystin.
VB-VÍF 19-18 (12-5):
So fekk VB steypið
Tað var fyrst og fremst í verjupartinum, at VB vann dystin. Fyrra hálvleik slapp VÍF snøgt sagt ikki framat málinum, og tó at orkan var um at ganga undan
seinastu løtuna, so megnaðu vágbingarnir at halda fast
Mynd: Álvur Haraldsen
Og so tustu tey inn á vøllin. Vágbingarnir á áskoðaraplássinum mundu sita á nálum seinasta
góða korterið, og tí var tað ein sonn forloysing, tá seinasta bríkslið endiliga ljóðaði
C
M
Y
K
20