týsdagur 11. februar 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 28 - 11. februar 2003
23
Hans Áki Dal-Christi-
ansen helt, at burtur
sæð frá stórspælið frá
Jóhan Danielsen, so
vótu tað viljin og
verjan, sum tryggjaðu
Kyndli steypasigurin
STEYPAVINNAR
Jákup Mørk
Tá Hans Áki Dal-Christi-
ansen í sættu royndini mis-
nýtti brotskast leygardagin,
mundu mong av kyndils-
viðhaldsfólkunum steðga at
anda eina løtu. Støðan var
tá 26-25, og við einum
minutti eftir er einki at ivast
í, at eitt mál tá vildi avgjørt
dystin.
Eftir dystin spurdu vit
Hans Áka, hvørjir tankar
runnu ígjøgnum høvdið, tá
hann sá, at málverjin bjarg-
aði brotskastinum, og hann
var rættiliga kontantur, tá
svarið kom.
- Fuck. Tað var tað, sum
eg hugsaði. Eg veit ikki um
óttaðist tí, men sjálvandi
visti eg, at hetta kundi
kosta okkum dystin, og tað
var so einki serligt, helt
hann.
Stutt undan hesum hevði
Hans Áki sent sítt fimta
brotskast í dystinum í netið
eftir eina støðu, har tað
mest sum tóktist, at eingin
vildi taka sær av brotskast-
inum. Leingi lá bólturi
stillur á sjey-metra strik-
una, eftir at Hans Áki hevði
biðið onkran annan taka
hesaferð, men endin gjørd-
ist so, at Hans Áki skeyt
sjálvur.
- Eg vil ikki siga, at eing-
in vildi taka. Tað er meira
so, at tá tú hevur skotið
fleiri brotskøst á rað, so er
vandi fyri, at málverjin lúrir
teg av, og tað var helst
eisini tað, sum hendi við
hasum seinsta skotinum.
Viljin og Jóhan
Tíbetur fyri Kyndil, so var
misnýtta
brotskastið
ókeypis. Hóast tað var nær
við, so helt leiðslan hjá
liðnum allan vegin, og
saman við liðfeløgunum
kundi Hans Áki fegnast um
fyrsta steypasigurin í trý ár
hjá felagnum.
Og hann var ikki í iva, tá
vit at enda bóðu hann seta
orð á, hvørjar orsøkir hann
helt vóru tær týdningar-
mestu í sigrinum.
- Stríðsviljin og verjan.
Tað er einki at ivast í. Vit
trúðu alla tíðina uppá, at
tað kundi bera til, og tað
eydnaðist okkum í stóran
mun at fanga stóru skjúttar-
nar hjá teimum. Og so var
tað eisini Johan. Hann stóð
ein fantastiskan dyst, og í
dag hevur hann so uppibor-
ið heitið sum mítt persón-
liga idol, segði ein ovurfeg-
in Kyndils liðskipari at
enda.
Vilji og verja
- Tá tú hevur skotið fleiri
brotskøst á rað, so er vandi
fyri, at málverjin lúrir teg av,
og tað var helst tað, sum
hendi, helt Hans Áki um
misnýtta brotskastið
Jóhan Danielsen vildi
sum vant ikki gera
stórvegis háva burtur
úr egna avrikinum,
men rósti heldur
viðleikarunum fyri
gott verjuspæl
STEYPAVINNARI
Jákup Mørk
»Vit eru tú, vit eru tú«
Orðini vóru ikki at fara
skeivur av, tá Jóhan Dani-
elsen kom inn í skiftirúmið
hjá Kyndli eftir dystin.
Hóast talan var um eitt satt
liðavrik, so skerst ikki burt-
ur, at framúrskarandi mál-
mansavrikið var ein týðandi
partur av hesum.
Lítillátin
Í vanligum stíli, so var tað
tó ikki egna persónin, sum
Jóhan vildi leggja dent á
eftir dystin.
- Eg skal ikki siga, at tað
ikki gekk væl, men tað er so
ikki bara mær fyri at takka.
Verjan spældi ein ótrúliga
góðan dyst, og tá er tað
munandi lættari hjá mál-
verjanum at standa væl, helt
hann, tá vit ynsktu honum
tillukku við avrikinum.
Fyri tveimum árum síð-
ani var Jóhan annars stóra
hetjan hjá strandingum, tá
teir vunnu finaludystin á
VÍF, men sjálvur helt hann
tó ikki, at hesin dysturin var
so øðrvísi enn so nógvir
aðrir. Heldur ikki hóast tal-
an var um dyst móti fyrr-
verandi liðfeløgunum.
- Sjálvandi ert tú kanska
eyka spentur til ein slíkan
dyst, men hann er tó ikki so
øgiliga ymiskur í mun til so
nógvar aðrar. Tað er meira
tað, at tá tú sum málverji
fært eina góða byrjan, og
verjan annars riggar væl, so
kemur tú rætt inn í dystin,
og so verður alt líka sum
lættari.
Og tað at hann kanska
hevði ein fyrimun við at
spæla móti fyrrverandi lið-
feløgunum, helt Jóhan ikki
hevði nakran sum helst
týdning.
- Nei, tað kundi eins væl
verið ein dystur móti VÍF
ella Tjaldri ella onkrum
heilt triðja. Mótstøðuliðið
hevur ongan týdning í so
máta. Kanska er tað heldur
øvugt, soleiðis at stranding-
arnir hava ein fyrimun, tá
teir spæla móti okkum, tí
teir kenna meg somikið
væl, helt Johan.
Og at teir framvegis bæði
kennast og eru væl, er helst
einki at ivast í. Tá vit tos-
aðu við málverjan, hevði
hann júst verið inni í skifti-
rúminum og heilsað upp á
fyrverandi
liðfelagarnar,
sum nú høvdu tapt finalu-
dyst. Einamest tí Jóhan
stóð somikið væl.
- Sjálvandi vóru teir vón-
brotnir. Tað eiga teir at
vera, men hinvegin ivist eg
ikki í, at eg eri vælkomin
innaftur, um tað skuldi
verið, segði ein fegin
steypavinnari at enda.
Liðið fekk heiðurin
- Tá tú sum málverji fært eina góða byrjan, og verjan annars riggar væl, so kemur tú rætt inn í
dystin, helt lítillætni Kyndils-málverjin eftir dystin
Mynd: Álvur Haraldsen
Gurið Mortensen
mátti eftir dystin
ásanna, at har var
ikki nógv eftir í VB
seinastu løtuna, men
nóg mikið var tað so
undir øllum
umstøðum
STEYPAVINNARI
Jákup Mørk
Sæð burtur frá at lítli Pæt-
ur var eitt sindur bangin,
tá hann stóð uppi á pallin-
um framman fyri hundrað
tals fegnum vágbingum,
so var ikki stórvegis ivi
um, at hetta var ein góður
dagur hjá Gurið Morten-
sen.
Fyri triðju ferð var hon
partur av eini steypafinalu,
og eftir at tær báðar fyrstu
ferðirnar miseydnaðust,
gekk alt loksins so, sum
tað skuldi, tá VÍF var mót-
støðuliðið leygardagin.
- Sjálv var eg bilsin av,
hvussu væl tað gekk
fyrstu løtuna. Har var alt
akkurát, sum tað skuldi
vera. Vit steðgaðu álops-
spælinum hjá teimum, og
fingu okkara egna álop at
koyra, men tað kravdi eis-
ini nógv. Seinasta partin
av dystinum var snøgt
sagt einki eftir í okkum.
Eitt skifti hevði VÍF eisini
heilt góðar møguleikar at
taka okkum, men tíbetur
misnýttu tær nakrar ferð-
irnar, samstundis sum vit
skoraðu, soleiðis at vit
fingu eitt sindur av luft,
helt Gurið Mortensen, tá
vit spurdu hana, hvussu
hon upplivdi dystin.
Okkurt mundi vera
Um restina av degnum
annars helt Gurið, at fyrst
og fremst, so skuldi hetta
feirast.
- Nú veit ikki akkurát,
hvussu tað verður, men
sum eg havi skilt á lagn-
um, so eru nøkur fólk eftir
har suðuri, og tey hava vist
nokk gjørt eitt sindur av
mati og soleiðis, segði ein
fegin mamma at enda.
Og Pætur. Jú hann var
róligur aftur, og tóktist ikki
hava tað minsta ímóti at
verða avmyndaður saman
við parti av stóru hond-
bóltsfamiljuni í Vági.
Har var ikki
nógv eftir
Lítli Pætur var eitt sindur bangin, tá øll rokanin á
pallinum gekk fyri seg, men eina løtu seinni var alt gloymt,
og hann hevði einki ímóti at vera partur av myndini, tá trý
ættarlið skuldu avmyndast
Mynd: Álvur Haraldsen
23
22
Nr. 28 - 11. februar 2003
Liðskaparin hjá VB
var ongan tíð inni á
vøllinum, tá steypa-
sigurin varð tryggjað-
ur, men sjálvt tóktist
Guðrun Midjord ikki
hava nakað ímóti
hesum
STEYPAVINNARI
Jákup Mør
Tað var ein fegin Guðrun
Midjord, sum vit fingu
orðið á, tá steypasigurin var
sodnaður nakað hjá VB-
kvinnunum.
Spurd, hvussu hon kendi
tað, nú tað eftir tvær nyttu-
leysar royndir loksins eydn-
aðist at vinna steypið heim,
helt hon, at tað bara var ein
heilt deilig kensla.
- Nú eri eg komin nakað
yvir sjokkið, og tað er fant-
astiskt at vita, at vit megnaðu
tað hesaferð. Har stóð nógv
á, men tað gekk at enda.
Eitt, sum kanska var eitt
sindur serstakt við finaluni,
mundi vera, at liðskiparin
hjá VB als ikki var við á
vøllinum. Yvir høvur gjørdi
VB óvanliag fáar útskift-
ingar, men tá vit spurdu
Guðruna um hetta, var hon
skjót at siga, at tað hevði
hon so einki ímóti.
- Eg skal siga akkurát,
sum er, so vildi eg helst
sleppa frá at fara inn á
vøllin. Hatta gjørdist alt ov
spennandi. Eg hevði stein-
doy, um eg skuldi inn á
vøllin hasa seinastu løtuna,
so bæði eg og Mary sótu
sum klistraðar at stólinum.
- Vit hava jú so ofta mist
takið á dystum í líknandi
støðum, og tá munurin var
komin niður á tvey mál, iv-
aðist eg ikki í, at nú glapp
tað aftur, men tíbetur helt
leiðslan sær hesaferð.
Langt eftir á mál
Sum støðan er í løtuni, so er
einki at ivast í, at VB nú má
roknast sum favorittar til
FM. Tær hava leikt ein dyst
færri enn VÍF, hava tvey stig
fleiri, og ikki minst hava tær
nú tríggjar av fýra ferðum
bast teimum gulu.
Sjálvt er Guðrun tó ikki
so nógv fyri at rópa VB fyri
favorittar.
- Vit liggja væl fyri í
løtuni, og um væl vil til, so
kunnu vit vinna FM. Men
har er langt eftir á mál.
Longu komandi vikuskifti
hava vit truplan útidyst dyst
móti Kyndli, og vit skulu
eisini til Vestmanna, so enn
fært tú so ikki meg at siga
nakað sum helst um ta, sigur
Guðrun at enda.
Var eftir steypinum
Jónleif Sólsker kundi
endaliga boða frá, at
nú er liðugt við fyrstu
deildarhondbólti
STEYPAVINNARI
Jákup Mørk
Nógvir av áskoðarunum
mundu vera heldur bilsnir,
tá tað undan finaludystinum
var greitt, at Jónleif Sólsker
var partur av liðnum hjá
Kyndli. Royndi spælskipar-
in hevur annars als ikki
verið við á liðnum síðani
jólasteðgin, og tað ljóðaði
annars, at hann var givin á
besta liðnum, men hann
fekk so ein seinasta møgu-
leika, sum hann tók av.
- Nú er liðugt. Eg var
sum so givin longu undan
hesum, men tá eg fekk
møguleikan at vera við í
finaludystinum, so tók eg
av. Tað var ein kjansur, sum
eg ikki vildi lata fara.
Eitt er ein steypafinala.
Men hvat um Kyndil skal
spæla ein avgerandi dyst í
FM-stríðnum
um
tveir
mánaðir. Kundi tú so eisini
hugsað tær at rætt eina
hjálpandi hond?
- Nei. Nú er liðugt. Og so
kann eg leggja afturat, at
megna teir at koma í eina
støðu, har talan verður um
avgerandi dyst um tveir
mánaðir, so klára teir nokk
eisini at spæla tann dystin
uttan meg.
Nú hann gevst á besta
Kyndils-liðnum er einki at
ivast í, at Jónleif framyvir
fer at fáa nakað betri stund-
ir til familjuna, men hóast
hetta, so ætlar hann sær
ikki heilt at gevast við
hondbóltinum.
- Vit hava jú eisini aðru
deild, og har rokni eg við,
at eg fara at spæla framyvir.
Har venja vit bara einar
tvær ferðir um vikuna og
spæla dyst, so tað man
nokk fara at ganga.
Einasti spurningurin í so
máta man helst vera, hvar
Jónleif fer at spæla á næst
besta liðnum. Í steypafinal-
uni slapp hann í øllum før-
um eisini at royna seg sum
strikuspælari eitt lítið skifti,
men hetta roknaði hann tó
ikki við, skuldi vera nakað
varandi stað.
- Wislander hevur altíð
verið mín stóra fyrimynd,
og hann endaði so striku-
spælari, eftir at hann annars
var spælskipari, so hvør
veit. Neit tað verður nokk
ikki har, at tit koma at
síggja meg. Eg havi bara
ætlanir um at halda fram
sum miðspælari, sigur hann
flennandi at enda.
Nú er liðugt
Hvussu fegin tey enn eru um gullmerkini hjá Jónleif, so munnu Karin og Jógvan helst gleðast
um, at Jónleif helst fer at fáa betri stundir til heimið framyvir. Umframt tey bæði telur húskið
eisini Andreas, sum ikki er við á myndini
Mynd: Álvur Haraldsen
Bent Djurhuus var
ikki í iva um, at hann
átti brotskast fram
móti dystarenda, men
hóast hetta, so helt
hann, at hann og lið-
felagarnir bert kundu
takka sær sjálvum
fyri, at talan ikki
gjørdist um triðja
steypasigurin á rað
SILVURMERKIÐ
Jákup Mørk
Tað var ein vónbrotin Bent
Djurhuss, sum Sosialurin
fekk fatur á eftir finaludyst-
in. Sjey sekdun fyri leiklok
var hann einsamallur ávegis
Kyndils-málinum, og sjálv-
ur ivaðist hann ikki, at talan
var um brotskast.
- Tað er so einki at ivast í.
Maðurin kemur aftan ífrá og
skræðir meg niður. Eg fái
gott nokk skotið, men eg eri
fullkomuliga úti av balansu,
so her er einki at ivast í.
Sjálvir skuldina
Hóast keðiligu støðuna við
dytarlok, so helt Bent tó
ikki, at nøkur orsøk var at
geva dómarunum ábyrgdina
fyri, at dysturin varð taptur.
- Nei, tað kann mann ikki
siga. Sjálvandi kenni eg meg
snýttan í hasum førinum,
men hinvegin er so nógv
annað, sum vit gera galið, og
tá nyttar tað einki at flyta
ábyrgdina aðra staðni. Hatta
er tó ein støða, sum íkemur
minni enn 10 sekund fyri
leiklok, so tað er náttúrligt,
at fokus verður sett á
akkurát hasa støðuna.
FM er eftir
Fýra tey seinastu árini er
tríggjar ferðir hent, at tap-
ararnir í steypafinaluni
hava vunnið FM-heitið. Tá
vit nevna hetta fyri Bent, er
hann skjótur av svara, at í
so máta var tapið kanska
ikki so galið.
- Nú hava vit í øllum
førum bara eitt at hugsa um,
og vit liggja eisini hampu-
liga væl fyri. Nú mugu vit tó
fyrst og fremst fáa hetta
vónbrotið úr høvdinum, og
longu mikudagin hava vit
dyst móti H71, so tað eru
ikki ráð at hanga við
høvdinum. Men í dag er tað
í øllum førum hart, segði
Bent Djurhuus at enda.
Straffi
C
M
Y
K
22