týsdagur 11. februar 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 28 - 11. februar 2003
25
Klaksvíkingar mundu
missa vónina um
gullmerkini, tá teir á
heimavølli máttu lúta
fyri væl leikandi SÍ
MANSFLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Flogbóltsfepurin, sum sein-
astu vikuna hevur herjað í
Klaksvík, er kølnaður nak-
að.
Menninir hjá Mjølnir
høvdu annars av álvara
strítt seg inn í gulldystin
við sigrinum á ÍF seinasta
vikuskifti, og nú skuldu teir
staðfesta oddastøðuna, tá
SÍ kom á vitjan.
Tað gongst tó ikki altíð
eftir vild, og tað máttu
klaksvíkingarnir sanna, tí
sørvingar sýndust at vera
nógv treiskari enn so, at teir
bara løgdu seg niður.
Fyri tað mesta var annars
talan um ein sera javnan
dyst sunnudagin. Sørvingar
vístu longu í fyrsta settin-
um, at teir so avgjørt ætlaðu
sær okkurt heim við aftur,
og eftir at Mjølnir fyrst
hevði vunnið eitt sett tep-
urt, gjørdu sørvingarnir tað
sama í næsta settinum.
Eftir hetta var tað sum
um spælið hjá Mjølni fór at
hanga verri saman. Kanska
mundi ivin um egnan mátt
gera um seg, ella kanska
var tað okkurt annað, men
úrslitið kom eirindaleyst
upp á talvuna. Sørvingar
hildu nevnliga á fram við
sínum spæli, og tó at
munurin ikki var meira enn
fýra bóltar, so mundi eingin
ivast í, at hetta var uppi-
borið.
Skuldi Mjølnir venda
dystinum, so skuldi hetta
gerast í fjórða settinum,
men tað var tó skjótt, at
trupulleikar tóku seg upp.
Sørvingar hildu áfram, har
teir sleptu í triðja settinum,
og rættiliga skjótt høvdu
teir vunnið sær eitt fitt
glopp niður til klaksvík-
ingarnar.
Hetta megnaði Mjølnir
ongan tíð at tetta aftur, og
so fingu sørvingarnir helst
staðfest, at talan ikki var
um nakra sensatión, tá teir
kring jólini vunnu tvær
ferðir á rað móti Mjølni.
Alt kann henda
Nú bert tríggir dystir eru
eftir leika bar úrslitið við
sær, at gulldysturin tykist
mest sum avgjørdur, men tó
ikki meira enn so, at ÍF
hevur dystir móti øllum
trimum silvurbiðlunum, og
við einum tveimum óvænt-
aðum úrslitum her, stendur
eisini gulldysturin opin.
Eitt er tó víst, og tað er, at
silvurdysturin er víðopin.
Mjølnir og SÍ hava nú bæði
11 stig, meðan Fram á
fjórða plássinum hevur
átta. Tað hoyrir tó til søg-
una, at Fram hevur ein dyst
til góðar, og gevur hesin
fulla úrtøku, er bert tað eina
stigið á muni millum hesi
trý liðini, so ivaleyst verða
tað teir heilt smáu margi-
nalarnir, sum fara at gera
av, hvar ávíkavist silvur- og
bronsumerkini fara.
Áðrenn teir fara at hugsa
somikið langt, mugu sør-
vingarnir tó fara at fyri-
reika seg til steypafinaluna,
har ÍF tekur ímóti. Betri
upphiting enn tað sama
kundu teir neyvan fáa, og
so er spurningurin, um teir
megna at endurtaka sigurin
frá í fjør.
Eftir tryggan 3-0
sigur á Gentofte
tykist Holte nú
aftur at vera partur
av oddastríðnum í
donsku elitudeild-
ini
FLOGBÓLTSÚTISETI
Jákup Mørk
Eftir at Holte tapti teir
báðar fyrstu dystirnar í
danska elitu-endaspæl-
in-um, sá nakað svart út
hjá liðnum, sum tá
annars júst hevði vunnið
steypakappingina.
Sum vera man, so var
hetta ikki nakað, sum
hóvaði Bárði og teim-
um, men nú tykist tað tó
vera soleiðis, at liðið er
um at koma fyri seg
aftur.
Leygardagin vitjaði
Holte í Gentofta, har
stigaleysa
heimaliðið
hevði alneyðugan tørv á
stigum, um teir skuldu
røkka
nøkrum
sum
helst, meðan Holte hin-
vegin eisini hevði tørv
sá stigum, til tess at
fylgja við í oddastríð-
num.
Og tá avtornaði, so var
eingin stórvegis ivi.
Holte vann tryggan 3-0
sigur, og vóru settúrslit-
ini somikið sannførandi
sum 21, 14 og 21 til
mótstøðuliðið.
Sjálvur sigur Bárður,
at teir hava arbeitt ógvu-
liga hart við verjuspæl-
inum seinastu tíðina, og
at hetta veruliga var nak-
að, sum gav úrslit leyg-
ardagin.
- Saman við verju-
spælinum og góðum
servitrýsti syrgdu vit
fyri, at Gentofte ongan
tíð kom veruliga inn í
dystin, og tað í sjálvum
sær
var
positivt
at
síggja. Hartil lagaði
dysturin
seg
eisini
soleiðis, at allir mans
fingu spælitíð, og tað
var bara hugaligt at
síggja,
hvussu
góð
breiddin á liðnum tykist
vera. Ikki minst nú fleiri
av føstu leikarunum
dragast við smáskaðar.
Komandi
sunnudag
fær Holte vitjan av HIK
Ålborg, og longu nú
líkist hetta einum sera
tøttum og spennandi
dysti.
Eftir at beina gull-
kósin hevur verið
heldur knortlugt
seinastu dystirnar,
gjørdu fuglfirðingar
bart, tá Fleyr vitjaði
fríggjadagin
MANSFLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Flogbólturin í Fuglafirði
hevur sum heild havt tað
gott í ár, men seinstu vikur-
nar hava tó givið nakrar
skeinur í lakkið. Eftir at teir
annars hava tókst fullkomu-
liga
einaráðandi,
hava
menninir hjá ÍF snávað
tvær ferðir seinastu vikur-
nar, otg nú bert eitt stig var
niður til Mjølnir, var av
álvara farið at sansa at.
Tí var sera umráðandi hjá
liðnum at reisa seg, tá Fleyr
vitjaði. Ikki tí. Móti Fleyr
vildi alt annað enn ein 3-0
sigur verið at rokna sum ein
sensatión, men fyri at fáa
spæligleðina aftur er ofta
tørvur á nøkrum succés-
upplivingum, og tað var
fyrst og fremst hesar, sum
tað ráddi um at fáa. Ikki
minst nú bert ein vika er
eftir til steypafinaluna.
Í posa og sekk
Og ikki kann sigast annað
enn, at fuglfirðingarnir
fingu í bæði posa og sekk.
Fleyr varð sent til hús við
einan 38 stigum býtt yvir
trý skjót sett, og tað sigur
helst tað mesta av tí, sum er
at siga um tann dystin.
Gjørdist lagið í ÍF betri
av hesum, so gjørdist tað
ikki minni gott, tá úrslitini
frá hinum dystunum frætt-
ist sunnudagin. At SÍ
megnaði at vinna dystin í
Klaksvík mundi í øllum
førum vera ein seinkað
jólagáva av teimum heilt
stóru hjá ÍF.
Teir eru nú trý stig undan
næstu liðunum, og tó at tað
enn eru tríggir dystir eftir
at leika, so skal tað vilja
meira enn illa til, um gullið
skal gleppa teimum av
hondum. Gaman í hevur ÍF
torførastu
dystarskránna
eftir av oddaliðunum, men
sum gongdin hevur veirð í
ár, so kann roknast við, at
ÍF í øllum førum fýra av
seks stigum, og gera teir
tað, so vilja teir helst leggja
vertin á, hvussu hini liðini
standa seg.
Flogbóltsúrslit:
Meistaradeild kvinnur
ÍF-Fleyr 3-0 (25-20, 25-7, 25-22)
KÍF-TB 0-3 (10-25, 20-25, 16-25)
Mjølnir-Dráttur 3-0 (25-23, 25-17, 25-14)
Meistaradeild, menn
ÍF-Fleyr 3-0 (25-8, 25-13, 25-15)
Mjølnir-SÍ 1-3 (25-23, 23-25, 21-25, 18-25)
ÍF-Fleyr 3-0 (25-8, 25-13, 25-15):
Kósin varð rættað
Holte er við
aftur
Mjølnir-SÍ 1-3 (25-23, 23-25, 21-25, 18-25):
Gullið kámaðist
Klaksvíkingar hugsaðu kanska ov nógv um gullmøguleikan, tá SÍ var á vitjan, og tá sørvingar fingu møguleikan, lótu teir ongan
tíð hendan fara frá sær
Mynd: Álvur Haraldsen
25
24
Nr. 28 - 11. februar 2003
Flogbóltsstøður
Meistaradeild, kvinnur
v
t
+/-
d
v
-
t
sett
sett
sett
stig
1 Mjølnir
16
13
-
3
43
14
29
19
2 ÍF
16
13
-
3
43
18
25
18
3 TB
16
12
-
4
41
15
26
16
4 Dráttur
16
6
-
10
23
38
-15
7
5 Fleyr
16
3
-
13
13
41
-28
5
6 KÍF
16
1
-
15
8
45
-37
1
Meistaradeild, menn
v
t
+/-
d
v
-
t
sett
sett
sett
stig
1 ÍF
13
11
-
2
35
8
27
14
2 Mjølnir
13
8
-
5
27
20
7
11
3 SÍ
13
7
-
6
23
21
2
11
4 Fram
12
6
-
6
22
20
2
8
5 Fleyr
13
0
-
13
1
39
-38
0
Mjølnir-Dráttur 3-0 (25-23, 25-17, 25-14):
Klaksvíkingar koyra á
Oddaliði úr Klaksvík
mátti stríðast eina
løtu, men tá gongd
fyrst var komin á var
einki hjá Drátti at
gera
KVINNUFLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Heimasigrar á hinum báð-
um FM-biðlunum, ÍF og
TB, hava seinastu vikurnar
flutt Mjølnir av triðja upp á
fyrsta
plássið
í
bestu
kvinnudeildini, og nú ræð-
ur fyrst og fremst um hjá
teimum at halda seg fastar á
hesum plássinum.
Sunnudagin høvdu tær
vitjan av Drátti, og á papp-
írinum var í øllum førum
einki at ivast í, at heima-
liðið var favorittur at vinna.
Dráttur hevur í ár sýnt sera
óstøðug avrik, har tær
stundum hava argað odda-
liðini, fyri síðani at fara í
kjallaran móti veikaru lið-
unum í deildini, og fyrstu
løtuna sunnudagin bendi
okkurt á, at tær væl kundu
arga Mjølnir.
Alt fyrsta settið á tamb
hildu tær sera stutt tjóður í
oddaliðnum, men tá Mjøln-
ir so kortini fekk fatur á av-
gerandi
bóltunum,
skramblaði at saman hjá
Drátti. Tey bæði næstu
settini blivu uttan stórvegis
hóvasták fingin til høldar,
og enn eru tær hjá Mjølni
soleiðis einsamallar á odda
í bestu deildini.
Um hetta fer at halda sær
alt árið, er ilt at siga, men
kortini til hetta hava tær hjá
Mjølni sjálvar. Komandi
dysturin hjá teimum verður
kanska tann, sum ger av,
hvar gullið skal fara, tá tær
vitja á Kambsdali. Undan
hesum hava tær tó eitt frí-
vikuskifti, tá steypafinalur-
nar eru á skránni, og hósk-
andi kunnu tær so nýta
hetta til at fyrireika seg til
dystirnar
móti
argastu
kappingarneytunum. So-
leiðis kann væl verða, at
Mjølnir fer at fáa okkurt
burturúr finaludystinum,
hóast tær fyri fyrstu ferð
ikki eru beinleiðis partur av
hesum.
Fyrsta settið argaði Dráttur
eitt sindur, men tá Mjølnir
hevði togað hetta heim,
skúgvaðu tær alla mótstøðu
til viks í næstu settunum
Mynd: Álvur Haraldsen
KÍF megnaði ongan
tíð at hótta TB, tá
liðioni hittust í Hoy-
víkarhøllini sunnu-
dagin
KVINNUFLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Eftir at hondbóltskvinnur-
nar úr Vági leygardagin
høvdu verið í Havn, har
tær ognaðu sær steypa-
vinnaraheitið fyri hetta
kappingarárið. Komandi
sunnudag fara flogbólts-
kvinnurnar av Tvøroyri at
royna at gera teimum
kynstrið eftir, men áðrenn
tær kundu hugsa somikið
langt, skuldu tær ein upp-
hitingartúr til Havnar.
Hesa ferð gekk leiðin til
Hoyvíkarhøllina, har KÍF
hevur heimavøll. KÍF hev-
ur í ár fyri fyrstu ferð roynt
seg í bestu deildini, men
tað er ígjøgnum árið vorð-
ið alsamt greiðari, at tað í
fyrsta umfari helst bert
verður talan um hetta eina
árið.
Móti føroyameistarun-
um úr TB formáddu koll-
firðingar sær heldur ikki
nakað serligt. TB var
greitt við yvirlutan frá
byrjan til enda, og vístu
snøgt sagt tann klassa-
mun, sum eigur at vera
millum topp og botn.
Heilt í topp eru tær av
Tvøroyri tó ikki, og skulu
tær koma somikið langt, er
eisini neyðugt, at tær fáa
hjálp aðra staðni frá, um-
framt at tær sjálvar skulu
vinna allar sínar dystir.
Hesa seinnu treytina
hava tey so framvegis
møguleikan at lúka, og
ivaleyst vildi tað eisini
givið sjálvsálitinum eitt
skump rætta vegin, um ÍF
verður koppað um viku-
skiftið, men tann spurn-
ingurin fer so at standa
ósvaraður í nakrar dagar
afturat.
KÍF-TB 0-3 (10-25, 20-25, 16-25):
Tryggur
TB-sigur
Fleyr fekk ikki givið
ÍF stórvegis mót-
støðu, so enn halda
tær úr Fuglafirði fast
um trýstið á Mjølni
KVINNUFLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
ÍF hevði eina hampuliga
bleyta
upphiting
til
steypafinaluna, tá tær
fríggjadagin tóku ímóti
Fleyr. Sum kunnugt hevur
Fleyr ikki havt eitt av
sínum bestu árum, og tað
var heldur stórvegis, sum
tær fingu gjørt við ÍF, sum
uttan stórvegis hóvasták
tók sær av øllum trimum
settunum.
Við sigrinum legði ÍF
seg fyribils á oddasessin,
og tó at hesin varð tikin
frá teimum bara tveir
dagar seinni, so var tað av
stórum týdningi, at tær
soleiðis
framhaldandi
hildu fast um trýstið á
Mjølnir, sum enn er
fremsta liðið. Munurin er
tó lítil, og framvegis er
tað helst so, at tað verða
innanhýsis dystirnir mill-
um fyrst og fremst hesi
bæði liðini umframt TB,
sum fara at verða av-
gernadi fyri, hvat gull-
merkini fara.
Fyrst er tó steypafinal-
an á skránni hjá ÍF. Her
hava tær ongan tíð verið
áður, men tað merkir ikki,
at tær ikki hava møguleik-
an at vinna. Tvørtur ímóti
hava tær vunnið allar
tríggjar dystirnar, sum tær
hava hitt TB í ár, og lítið
er at ivast í, at tað verða
heilt nógvir fuglfirðingar,
sum fara til Havnar
komandi vikuskiftið.
ÍF-Fleyr 3-0 (25-20, 25-7, 25-22):
Trýstið
verður
hildið
C
M
Y
K
24