týsdagur 11. februar 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 28 - 11. februar 2003
Steypavinnarar 2003
VB & Kyndil
Fagnaðurin var ovurstórur,
tá VB loksins hevði tryggjað
sær steypaheitið. Tvær ferðir
innan trý tey seinastu árini
hava tær tapt finaludystin,
men triðju ferð eydnaðist
Meðan VB-kvinnurnar vóru
á veg suður til stórfingna
móttøku, var Jan
Christiansen, borgarstjóri í
Havn, uppi í Ítróttarhøllini,
har hann handaði Kyndli
blómutyssi
Enn hevur hann bert verið hálvt ár í Føroyum, men leygar-
dagin fekk Aivaras Daugis fyrsta steypið sum VB-venjari, og
longu nú tykist kósin vera sett móti tí næsta
Skeggið skal vekk. Kyndils-leikararnir vóru heldur síðir um
andlitið undan dystinum, men tað hevði sína frágreiðing. Fyri
nakað síðani góvu teir tað lyfti, at teir skuldu ikki rakast, fyrr
enn liðið aftur hevði vunnið, og flestu av leikarunum høvdu
rakibløðini við niðan í høllina
Eina ferð enn út á dekkið. Jónleif Sólsker kom, sá og
sigraði í sínum seinasta dyst fyri besta mansliðið hjá
Kyndli
Steypavinnarar. Janus Einar og Hans Áki lata ongan iva vera um, hvør átti dagin
Sigursvandu kyndils-áskoðararnir hava bíðað leingi eftir steypinum. Ikki síðani steypasigurin í
2000 hevur mansliðið vunnið nakað, so fagnaðurin eftir dystin var skilligur
C
M
Y
K
26
Nr. 28 - 11. februar 2003
27
UTTAN ÚR HEIMI
Av og á
Júst sum danir hildu, at tað var eydnast teimum at
fáa tangaskipið Acushnet leyst av einum sandrivi
við oynna Samsø, tók skipið aftur botn og varð
standandi. Í gjárkvøldið var ætlanin at royna at fáa
skipið leyst aftur.
Acushnet fór á sandrivið eystan fyri Samsø
fríggjamorgunin. Skiparin ætlaði at fáa skipið leyst
við egnari megi, men tað vildu donsku myndugleik-
arnir ikki loyva honum, tí teir bóru ótta fyri, at
skipið kundi fáa skaða. Í tangunum á skipinum eru
35.000 tons av olju. Um vikuskiftið vórðu 1.700
tons pumpað umbortð í eit annað skip, og tá
eydnaðist at fáa skipið leyst. Men løtu seinni tók tað
aftur botn.
Donsku myndugleikarnir hava boðað skiparanum
frá, at skipið sleppur ikki at halda ferðina fram, fyrr
enn botnurin er kannaður. Tað skal gerast í Kalund-
borg-fjørðinum, tá skipið einaferð kemur hagar.
Burtur við tollinum
Fiskiídnaðinum í ES-londunum vantar fisk, og
ídnaðurin hevur tí biðið ES-nevndina strika tollin,
sum verður lagdur á norskan fisk, tá hann verður
fluttur á ES-marknaðin.
Tað merkir, at fiskiídnaðurin í ES tekur undir við
norsku fiskivinnuni, sum í mong ár hevur strongt á
fyri at fáa tollin strikaðan. Varastjórin í norska fiski-
ídnaðarfelagnum, Matthias Keller, sigur, at
ídnaðurin í ES-londunum hevur stóran tørv á meiri
fiski, og at ídnaðurin ætlar sær at keypa meiri fisk úr
londum, sum eru uttan fyri samveldið.
Nú Noreg, Ísland og Liktinstein samráðast við ES
um ein nýggjan sáttmála, hevur norska stjórnin
kravt, at tollurin á fiskavørum verður strikaður, og
norski samráðingarleiðarin, Bjørn T. Grydeland,
fegnast um, at norðmenn nú fáa stuðul frá fiski-
ídnaðinum í ES í hesum kravi.
Láturligt
Irakski andstøðuleiðarin Ahmed Chalabi heldur lítið
um ætlanina hjá Týsklandi, Fraklandi og Russlandi
at senda fleiri vápnaeftirlitsmenn til Irak. Ætlanin er
láturlig, sigur hann.
Chalabi sigur, at tað eru hópoyðingarvápn, sum
tryggja Saddam Hussein, forseta valdið í Irak, og tí
fer forsetin ongantíð at avdúka øll síni vápn. At
senda nakrar eftirlitsmenn afturat til Irak at leita,
gevur onga meining, sigur Ahmed Chalabi.
Chalabi er formaður í útlagna irakska felags-
skapinum Irakska Tjóðskaparkongressin, og hann
tykist vera tann av útlagnu iraksku leiðarunum, sum
hevur fingið serliga gott samband við amerikansku
stjórnina. Chalabi hevur fyrr roynt at savna allar
felagsskapirnar hjá útlagnum irakum, men uttan
úrslit. Fleiri av hinum felagsskapunum halda, at
hann ger ikki annað enn tað, sum amerikanararnir
biðja hann gera.
Heldur ikki hesaferð
Um vikuskiftið var forsetaval í Montenegro, men
valið mátti ógildast, tí valluttøkan var ov lítil. Lógin
krevur, at minst 50 prosent av veljarunum atkvøða.
Tað er aðru ferð, at hetta hendir. Tann 22.
desember var eisini forsetaval í Montenegro, men tá
noyddust myndugleikarnir at ógilda valið og at
royna eina ferð afturat. Tað varð so gjørt um
vikuskiftið, men úrslitið var einki frægari. Hesaferð
vóru 47,1 prosent av veljarunum á vali, og úrslitið
kann tí ikki nýtast.
Á valinum tann 22. desember fekk Filip Vujanovic
heili 84 prosent av atkvøðunum, men tað hjálpti
kortini ikki. Í Serbia hava myndugleikarnir sama
trupulleika. Har hava fólæk valt forseta tvær reisur í
seinastuni, og hóast Vojislav Kostunica hevur fingið
flestar atkvøður báðar ferðirnar, er hann ikki valdur,
tí ov fá fólk hava verið á vali.
Ísraelski forsætisráð-
harrin, Ariel Sharon,
sigur, at hann fer at
gera tað, sum gerast
kann fyri at fáa Yasser
Arafat beindan burt-
ur
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
Samstundis sum ameri-
kanarar fyrireika seg til at
reka irakska forsetan, Sad-
dam Hussein, frá, hevur
ísraelski forsætisráðharrin,
Ariel Sharon, kunngjørt, at
hann ætlar sær at geva
palestinska
leiðaranum,
Yasser Arafat, somu lagnu.
- Tann nýggja stjórnin
fær eina trupla uppgávu, og
tað er bardagin ímóti yvir-
gangi og leiðaranum hjá
palestinsku
sjálvsstýris-
myndugleikunum,
segði
Sharon um vikuskiftið.
Hann legði afturat, at fáa
palestinar
eina
nýggja
leiðslu, fer tað at bera til at
tosa um frið við teir.
Ísraelska blaðið Yediot
Aharonot skrivaði í gjár, at
amerikanski
forsetin,
George W. Bush, tekur
undir við ætlanini hjá Shar-
on. Teir báðir eru á einum
máli um, at fyrst skal
Saddam Hussein fáast burt-
ur, og at síðani eigur Arafat
tørn, skrivaði blaðið.
- Vit fara at reka Arafat
burtur, og amerikanarar
hava sagt, at teir taka undir
við tí. Hvítu Húsini meta
ikki Arafat øðrvísi enn
Saddam Hussein. Hvør er
verri enn annar, skrivaði
Yediot Aharonot frá tí, sum
blaðið kallar týðandi ís-
raelskar keldur.
Ísraelskir og amerikansk-
ir embætismenn hava leingi
sagt, at Arafat eigur at fara
frá, men hesum kravi hava
teir palestinsku sjálvstýris-
myndugleikarnir víst aftur.
Teir vísa á, at tað pale-
stinska fólkið hevur valt
Arafat til leiðara, og at tað
eru einans palestinar, sum
kunnu gera av, hvør skal
vera teirra leiðari.
Fleiri fyrrverandi
yvirmenn í ameri-
kansku fregnartæn-
astuni ávara Bush-
stjórnina ímóti at
fara í kríggj við Irak.
Teir siga, at eitt tílíkt
kríggj fer at gera
gjónna millum Vest-
urheimin og tann
islamska heimin upp-
aftur breiðari, og at
tað fer at økja vandan
fyri yvirgangi
IRAK-KREPPAN
Árni Joensen
Fyrrverandi
CIA-yvir-
menninir
vísa
á
eina
frágreiðing, sum leiðslan í
fregnartænastuni handaði
Bush-stjórnini
seinasta
heyst.
Í
frágreiðingini
mælti CIA frá at leypa á
Irak.
Í frágreiðingini var mill-
um annað ein meininga-
kanning, har 10.000 mus-
limar í níggju londum
høvdu fingið ymsar spurn-
ingar. Niðurstøðan hjá CIA
var, at amerikanska stjórnin
ger ov lítið við at kanna,
hví víðgongdir muslimar
skipa fyri yvirgangi, og
fregnartænastan
ávaraði
um, at eitt álop á Irak fer at
skapa
gróðrarbotn
fyri
nýggjum yvirgangsfelags-
skapum.
Teir fyrrverandi CIA-
yvirmenninir halda lítið um
próvtilfarið, sum Colin
Powell, uttanríkisráðharri
legði fyri ST-trygdarráðið í
síðstu viku. Teir undrast á,
at USA tvíheldur um sam-
tykt nummar 1441 um Irak,
meðan Bush-stjórnin als
ikki nevnir allar hinar ST-
samtyktirnar,
sum
ikki
verða hildnar.
Teir bera eisini ótta fyri,
hvat Saddam Hussein fer at
gera, leypa amerikanarar á
Irak.
- Tað kann væl henda, at
hann fer at hevna álopið við
at hjálpa víðgongdum is-
lamskum yvirgangs-monn-
um at søkja at málum í
USA, og tað er als ikki
óhugsandi, at yvirgangs-
menninir fara at nýta hóp-
oyðingarvápn
í
hesum
álopunum, skriva fyrrver-
andi CIA-yvirmenninir.
- Vit kenna okkum sann-
førdar um, at eitt álop á
Irak fer at bera í sær, at
ungir menn í hópatali fara
at bjóða seg fram sum
yvirgangsmenn,
skriva
CIA-yvirmenninir.
Fyrst Saddam, so Arafat
CIA-yvirmenn ávara
ímóti kríggi
Seinastu dagarnar hava túsundtals irakar gingið mótmælisgongu ímóti amerikansku
álopsætlanini. Flestu mótmælisfólkini bóru vápn sum hendan kvinnan, ið hevði ein
granatvarpara
27