Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-03-13, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mars 1990síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

etik. Frælsi er ein áhaldandi prosess av royndum og meguleikum Tað var ein tíð, tá tað var eitt ómetaliga stórt frælsi hjá húskallinum at fáa loyvi at gifta seg og fáa fotin undir egið borð. At tað kanska kostaði meiri stríð og strev, enn at starvast sum húskallur, hevði einki at siga í mun til freina yvir at hava ábyrgdina av sínum egna, bæði tá tað gekk illa og tá tað gekk væl. Tjóðskaparrerslan saman við arbeidsevnunum og framtaksseminum hjá fólki okkara hevur verið tann drívandi megin í skapanini av Føroyum í nýggjari tíð. Meðan londini sunnanfyri okkum hava verið handilsfólk í eldir og ti dugað væl at fara við peningi, so eru tað ikki meira enn gott og væl 125 ár liðin síðani, at vit so spakuliga byrjaðu at trilva okkum fram á tí fría handils- og vinnuvegnum. Tað kann tí vera freistandi at nevna tað, sum onkur helt fyri, at vit úr einum mentalum búskaparligum sjónarmiði ikki eru heilt fullfør enn i peningasøkum. Tær góðu tíðirnar hava givið okkum afturstig, vit vórðu aftur sum barnið, ið heldur, at tað ber til at keypa allan heimin, bert tú hevur eitt kekk-hefti. Vit hava gloymt at hugsa um, at tað, sum stendur inni á kekk-konto okkara fyrst og fremst er tann fiskur, sum svimur á grunnun- um. Tað er við hesum tilfeingi eins og við innistandandi peningi. hann veksur ikki av teirri orsøk, at vit lata fleiri kekk-hefti til fleiri persónar at taka pening av somu konto. Síðani Nólsovar-Páll á sinni gjørdi tjaldrið til frælsis- fuglin, er ómetaliga nógv hent í samfelagi okkara, frá at vera tilafturskomnar eru Føroyar vorðnar eitt tað rik- asta land í heiminum. Broytingar í 1960-unum og upp til henda dag, eru so nógvar ferðir størri enn tær broyt- ingar, sum fóru fram um aldarskiftið og fyrst í hesi eldini. Vegir, tunnlar og ferjur binda landið og fólkið saman. Menningin hevur gingið við fúkandi ferð á ollum ekjum. Serliga hesi seinnu árini hevur tað verið ein sonn búskaparlig optimisma í samfelagi okkara. Peningur hevur verið í landinum sum ongantíð fyrr og vit hava havt eitt búskaparligt frælsi sum ongantíð fyrr. Frælsistuglurin tjaldrið varð til ein peningafugl. I hesum dansi um gullkálvin hoyrdist onkur tosa um tjóð- skaparligt frælsi, men nógv varð ikki lurtað eftir hesum. Fólkinum yvirhevur dámdi betur eitt persónligt livs- fræi-i, frælsi at búgva væl, frælsi at koyra í bili, frælsi at keypa sjónvarp. frælsi at hava nógv at velja í av handilsvørum, frælsi at ferðast til onnur lond. Øll hava kanska ikki kent, at tey hava havt sama peningali r 1ga frælsi sum onnur, men at flest oll hava roynt at dansa um gullkálvin eftir torimuni Teir. sum høvdu skil fyri at gera iløgur, fingu góðar dagar. Kappast varð um at geva teimum lán og landið tíðindablaðið veðhelt. Handilshúsini komu at verða í risalíki. Vit hava gjørt iløgur í stór dýr skip, bygt virki á landi, keypt last- bilar og útgerð í teirri ljósu vón um, at ongin endi var á nøkrum, at fiskigrunnarnir vóru ótemandi og at pening- urin fór áhaldandi at streyma inn í bankar, í landskassa og eisini niður í lummar okkara. Hava fólk kravt, so hava politikarar okkara sanniliga eisini verið optimistiskir útselumenn. Teir hava lovad undirsjóvartunnlar, flogvellir og hvert av sínum. So knappliga var ballið liðugt, sum snarljós á alljósum degi. Nú er rokningin fyri dansin um gullkálvin komin, og klandrast verður um, hver hevur bílagt alt tað, sum á henni stendur. Tá tað var gjørt til brúdleyp fyrr, var tann mettur at vera besti kokkur, sum dugir at tilætla so, at øll fingu nóg mikið uttan at nakað leyp av. Ov nógv hevur verið tilætlað hjá okkum hesi seinnu árini. Vit kunnu kanska í letuni taka undir við Jákupi Dahl, tá hann sigur: Lágt liggur tokan, kovandi tung, og myrkir for arbeiðsins degi, av myrkri og iva er fólki sjúkt, einki álit á egnari megi. Alvagentan úr ævintýrinum hevur eisini givið okkum foroyingum nøkur ynski at velja ímillum. Og vit valdu áhaldandi at seta okkum hægri og hægri materiell mál her í lívinum. Saman við hinum vesturheiminum komu vit at verða tað mest slúkna ættarlið í soguni nakrantid. Frælsi hevur hjá okkum verið at bæði maður og kona komu út á arbeiðsmarknaðin. Tað var ein tíð, tá hetta veruliga var eitt frítt val, men tað er tað ikki longur, tí nú skulu avdráttirnir gjaldast. Vit hava øll fingið tað betri á flest ollum økjum. Men alt hevur sín prís. Eitt er vist, sum ein omma segði ein dagin, »ongin hevur longur tað, sum eitur tíð at geva børnum sínum. Tid til at taka sær av teimum, lurta eftir teimum og hava tey uppi í. Í flestu heimum er tað ein katastrofa, um eitt barn verður sjúkt, tí hver skal vera heima hjá ti«. Kanska hevur omman rætt. Tað seinasta bragdið er, at vit hava givið bornum okkara frælsi til at fara upp kl. 7 á morgni at síggja sjónvarp, har tey morgunloypt av sjónvarpsglugganum verða dyngd undir i ávirkan av ellum slagi, har tað góða føroyska, hvat tað so enn er, munar lítið. Helst er tað rætt, at tað hvorki slepst undan parabol ella felagsmarknaðinum — EF. Á europeiska megin- landinum verður nú dúgliga tosað um 1992, tað árið, tá oll tey fólk, sum búgva í EF, fáa eitt nýtt frælsi, hvor í sínum lagi at virka í tí innara marknaðinum, ið fevnir um øll lond i EF, har kunnu tey selja verur sínar uttan toll, nýta sína útbúgving, arbeiða og skapa sær egið Nr. 32 — 13. mars 1990 pe % % 2 virki og hvert av sínum. Vit teroyingar eru partar av vesturheiminum og europeisku siðmenningini. Tað hava vit altíð verið. Ber tað so á at vit ikki sleppa undan at fara upp í henda felagsskap, so er eingin ivi um, at vit koma at standa mikið sterkari sum sjálvsteðug tjóð, enn sum lítlibátur hjá dønum, ti so koma vit kanska heilt at detta burtur ímillum. Men í letuni eru vit í kreppu, stýrdari ella óstýrdari og úr eini kreppu er bert ein vegur, og tað er úr henni, tí sjálvandi hava vit álit á egnari megi. Har tað er ein vilji er ein von. Vit hava verið gyrdir í brókum fyrr. Lat okk- um tí vóna at teir ráðandi duga at velja ta rettu leiðina úr hesi kreppu. Kanska hava vit litið politikarum, vinnulívsfólki og okkum sjálvum ov nógv til í teimum góðu tíðunum, tá so ov nógv var tilætlað. Men tá frælsi er at velja, og vit ella tey, sum umboða og stýra okkum hava valt, so mugu vit eisini gjalda tann prís, sum tað kostar at mistaka seg og velja skeivt. Frælsi og framtíðarvónir hoyra saman, og í so máta er menniskjan lík staranum: Ti starin er so vorðin, at vónin er hans alt; ta stund, hon hvørvur burtur, er lívið stirt og kalt. Hin vegin má tað vera loyvt okkum, sum í ævintýrin- um at fantasera um, hvat vit hevdu kunnað fingið burtur úr sama tilfeingi og sama peningi, sum vit nú hava mist. Hugsið tykkum, at hesin peningur í staðin hevði verið nýttur í einum miðvísum tjóðskaparligum bygningsarbeiði í skapanini av foroysku tjóðini. Hugsa um tað skúlaverk, tær skúlabekur, tað sjónleikarhús, tað fornminnissavn, tær útvarpssendingar, tær før- oysku sjónvarpssendingar, tað sjónvarpshús, teir barnagarðar, tað kirkju ella tað fróðskaparsetur og hvert av sínum, sum vit kundu fingið fyri henda pening. Tað er loyvt at droyma og vóna. Gongdin hevur vist okkum, at tað er eitt mark fyri, hvussu langt vit koma, tá vit taka tað materiella fram um alt annað. Kann henda sannroyndin læra okkum at finna nýggj og betri virði í stremban okkara, so er nógv vunnið av hesum royndum okkara, tí so skal tað kennast um landið alt. tað tekur at sumra umsíðir Lat sólina skína um dalar og fjøll, gronkast lat heiðar og líðir! Ty oll í it leing ast mot lí gandi Sól, vonandi sælari tíðir Lat okkum aftur í ár ár ynskja várinum og frælsisfuglin- um tjaldrinum vælkomnum $ |