Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-03-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mars 1990síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Olaf, Olaf og Olaf: inki lusk! Olaf Olsen avvisur púrasta, at leigumálið millum Postverkið og tíðindablaðið Idé Húsið hevur til endamáls at bjarga peningi hjá Føroya . j Banka. Hann avvísur somuleiðis, at måtsøgn er millum politikkin Hverki fyrrverandi hjá heilsu- og postmálaráðharranum í Tinganesi Til fyri góðari viku síðani, var Olaf Olsen nevndar- limur Føroya Banka. Sum vit søgdu í gjár, hevur hesin bankin fíggjað ein sera stóran part av ldé Húsinum. Ber húsið seg ikki, er vandi fyri, at bankin missur nógvan pening . Sum eina roynd at bóta um ringu støduna hjá fyritðkuni, hevur Birgir Andreassen, stjóri, roynt at leiga eina hædd út - 3000 fermetrar. Postverkið áhugað Starvsfólk á posthúsinum í Havn hava havt ynski um at fáa frægari 5 hólisvíðurskifti leingi Eina var Men skiftandi posunála ráðharrar hava onki gjørt við hetta. Hóast tíðirnar hava verið góðar og hóast mongdin av post alsamt er vaksin Nú eru ringar tíðir, og mongdin av posti minkar Og Postverkið skal spara fimm milliónir í ár. Vónirnar hjá starvsfól- kinum fyri, at tey fóru at fáa tað rúmligari í bræði, hava ti ikki verið stórar. - Men tað verður tað helst til koruni! Esbern Midjord og Olaf Olsen ødrumegin og Birgir Andreassen hinu- megin, hava leingi samráðst um ein leigu- sáttmála. Urslitið verður helst, at Postverkið leigar 2.000 fermetrar fyri til- samans 1,2 mió. kr. um árið Men sparingarnar... Tad hevur verið ført fram, at samljóð er ikki millum hesar ætlanir, og restina av politikki landsins. Sjúkra Olat Olsen eisini hevur undir sær í Landsstýrinum skal t. d. spara ein hóp av pengum, og hevur fingið forboð móti at keypa fleiri tól ella á annan hátt økja húsverkið sum um útreiðslurnar. Tað sama hava aðrir almennir stovnar og virki. Vit hava tí spurt Olaf Olsen, um tað ikki er ein mótsøgn millum politikkin hjá heilsu- og postmálaráðharranum - sum í báðum førum eita Olaf Olsen. Og um nakað samband er millum ta avgerð hann her tekur sum postmálaráðharri, og nevndarsessin hann til fyri góðari viku hevði í Føroya Banka. Fær Idé tað at mala runt, kemur tað jú sera væl við hjá Føroya Banka, sum hevur nógvar pengar uppá spæl Ikki nóg mikið - Eg veit væl at summi hava sera ilt við at trúgva politikarum, men hetta snýr seg hvørki um at bjarga ávísum persónum, ella pengum hjá Føroya Banka, sigur Olaf. Og her er talan um so smáar upphæddir, at tað undir Nr. 34 — 15. mars 1990 nevndarlimurin i Føroya Banka… ongum umstødum hevdi verið nóg mikið ul at bjarga fyritøkuni. Olaf sigur annars, at Eyðfinn Jacobsen, sam- skiftisstjóri, kann vátta, at tilboðið frå Idé er tað bíligasta, sum er komið inn. Fleiri tilboð eru also komin! Men hvgr annar enn Idé hevur boðið Postverkinum at leiga, vil Olaf ikki siga. - Tað er ongin orsøk til at koma fram við tí, um tað ikki verður aktuelt. Aðrir inntøku- møguleikar Men hóast ulbodi0 er bíligt, fer tað sum sagt at útreiðslurnar við 600.000 kr. Fer tað økja árligu ikki at gera tað ov trupult at spara tær fimm milljónirnar? Ju, tað hevði møguliga verið rættari at biða, sigur Olaf. Men arbeiðsfólkið Sigur, at tað er ikki verandi ...ella heilsumálaráðharrin... í hølunum i miðbýnum. Har er Ov trongt, og ov trupult hjá bilum at sleppa framat. Ynski teirri um stórri hóli er sera rímiligt. Men landsstýrismaðurin leggur samstundis dent á, at hetta ikki merkir, at Postverkið sleppur undan nøkrum sparingum. - Játtanin er samtykt, og verður ikki vaksin. Tað sum leigusáttmálin kostar, má fáast inn aftur aðra- staðni. Olaf Olsen vísir í hesum sambandi á ætlanirnar um at avtaka utbering av post leygardag, og uppskouð hjá Jóngerð Purkhús um at posthúsinini sleppa at selja rúsdrekka Verður bert ar hesum samtykt mikið ul at klára spar ingarnar Ongin valdur i stadin Olaf Olsen fór sum sagt úr nevndini i Føroya Banka ...halda postmálaráðharran bera seg skeivt at. fyri stuttum. Men ongin bleiv valdur fyri hann! Merkir hetta, at sessurin stendur og bíðar efur honum, til hann fer úr aftur landsstýrinum? - Nei. Tað merkir ikki annað enn at bankin nú fer at hava fimm nevndar-- mir. Og ti er onki Ovanligt i. Tað plagar at svinga millum fimm og sjey limir. Olaf Olsen dugir ikki at siga, um hann aftur verður nevndarlimur, tá hann fer frá sum landsstýrismaður. Men hann váttar at tað var landsstýrissessurin sum gjørdi, at hann fór frá Orsøkin var stutt og greitt at eg ikki fekk loyvi frá løgmanni til at verða standi Birgir Andreassen: Vit hava tamarhald á støduni! Stjórin hevur góðar vónir um at tað fer at eydnast at bjarga teimum 92 milliónunum, sum standa og fella við Idé Húsinum Í Idé Húsinum eru tey júst liðug at flyta út av teirri 3.000 fermetra stóru hæddini, sum ætlanin er at leiga út. Postverkið fer helst við teimum 2.000. Og eydnast at leiga hinar 1.000 út fyri sama prís, fáast 1,8 milli- ónir um árið fyri hæddina. Restin av inntøkum hjá Idé, sum er pantsett fyri 92 milliónir og hevur uml. 70 mió. læntar krónur at afturgjalda, skal so koma frá sølu. Og hóast sølan sambært Birgir vaks við 10% í '89 í mun ul í '88, so er hon nú minkandi. Eru inntøkurnar nóg stórar til at fyritgkan kann klára sínar skyldur? Birgir Andreassen og ldé Húsið fáa 1,2 mið. kr irliga, verður leigumálið > Postverkið veruleiki Men skulu tær uml. 70 mió. læntu krónurnar flurgjaldast, verður eisini neyðugt at økja søluna Fult tamarhald og bjartar vónir -Ja, vit hava fult tamarhald á støduni, sigur Birgir Andreassen. Við at minka um virksemið hava til- lagað okkum teimum viðurskiftum, galdandi eru í landinum. - Men vit eru framvegis ajour við lánum okkara, og nú útreiðslu- síðan er so nógv minkað, verður tað valla nakar trupulleiki. Og hvat søluni viðvíkur, er Birgir ikki so svart- skygdur. - Ringu tíðirnar gera, at fólk ikki ferðast so nógv. Tey fara at nýta meira tíð í heiminum - og fara tí eisini at leggja meira dent á at prýða heimið. Og har koma vit jú inn í myndina! S-S- KR 3