Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-03-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mars 1990síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Líithauen loysir nú frå. Sovjetsamveldinum 3 á Á x ; Nr. 37 — 20. mars 1990 Lithauen hevur nú savn- ast um sítt egna flagg, egnu mynt og egna for- seta. Í lithauiska útvarp- inum tjóðardagin 11. mars varð hendan yvirlýsing lisin: >Lithauiska ríkið, sum varð niðurtraðkað av útlendskari hermegi í 1940, er endurreist«. Teir 141 lmirnir i lithauiska tinginum vóru samlaðir í tinghúsinum hendan dag, flestir limir í frælsisrersluni Sajudis. Fyrsta mál á skránni var síðani samtykt einmælt: navnið á lýðveldinum varð broytt frá Lithauiska Sovjetiska Sosialistiska Lýðveldið til >Lýðveldið Lithauen«. Mong vandamål Nu Lithauen hevur tikið loysing, er greitt, at land- ið stendur frammanfyri ovurstórum búskaparlig- um og samfelagsligum vandamálum. Tað er eisini púra greitt, at tann stóri meirilutin av borgarunum í tí lítla baltiska lýð- veldinum vil heldur hava frælsi og svelta enn at vera mettur og undir ann- ara ræði. Tað vekur ans, at ungdómurin á universi- tetunum hevur vidgjørt støduna á fundum um alt landið á ein sera realist- iskan og hampiligan hátt. Studentaleiðararnir leggja dent á, at leiðin til veruligt búskaparligt frælsi verður ógvuliga tor- før, ikki minst nú tå Mikhail Gorbatjov hevur hótt vid at krevja Lithau- en eftir milliard upphædd- um sum endurgjald fyri iløgurnar, sum Sovjetsam- veldið hevur gjørt í lýð- veldinum. Hvørgin fær nakað Hesar hóttanir hava gjørt lithauarar beiskar. Teir spyrja, hvat hevði hent, um teir kravdu sjálvir endurgjald frá Sovjetsam- veldinum fyri lithauarar, sum vóru sendir til Sibiria undir Stalin, ella umrokn- aðu kostnaðin, Lithauen hevur havt av 50 ára her- seting, til pengar. Tey flestu vóna, at stjórnirnar í Vilnius og Moskva kunnu semjast um at hvergin fær nakað. Fyribils leiðari Tað vakti stóran ans ímill- um intellektuella ungdóm- in í Lithauen, tá ið Saju- ; Úr Utheimi Edvard Jonsson skrivar dis-leidarin, Vutautas Landsbergis, varð valdur landsins forseti. Tey les- andi á universitetunum meta hann bert sum ein fyribils leiðara og tey vilja heldur hava kommunista- leidaran Algirdas Bra- zauskas, ið eisini er nógv betur umtóktur millum al- menningin. Tað, sum er til hindurs fyri Brazauskas er júst hansara kommun- isma í eini tíð, tá hendan politiska ideologi hevur fáar góðar. Hóast hann er sannferdur kommunistur, er hann tann best umtókti av lithauisku leiðarunum. Í desember seinasta ár loysti hann frá móður- flokkinum í Moskva og tá ið Gorbatjov fór í eðini til Lithauen at >buka hann upp á pláss“, sum tikið varð til í fjølmidlunum, stóð hann stinnur. Fyri sítt djarva initiativ fekk hann 38 atkvødur móti 95. Fleirtalið vildi skunda undir loysingargongdina og tað fingu teir eisini stuðul til. Seinni varð tann 58 ára gamli musikk- professarin og leiðarin av Sajudis, Landsbergis, valdur sum nýggjur for- seti. Hesin intellektuelli mentamaðurin er komin í ein heilt nýggjan leiklut. I meira enn 20 ár hevur Landsbergis á sín egna hátt barst ímóti vaksadni sovjetisering av landinum við at kunna heimin við lithauisk tónaskald og onnur listafólk. Uttanveltað land Ungir lithauarar vilja fáa eitt uttanvelta Lithauen og koyra allar sovjetiskar hermenn burtur av landin- um. Teir óttast ikki fyri sovjetiskari innrás í land- ið, men vóna at verða viðurkendir og tiknir upp í Sameindu Tjóðir og aðrar altjóðastovnar. Í fyrsta umfari hava teir terv á moraiskum stuðli frá ød- rum londum. Teir siga, at vandamálini verða stór, meguliga fíggjarlig blokkada frá grannunum í eystri, vaksandi kriminali- tetur og tómir handlar. Sovjetsamveldið mink- aði við 3.9 mió. menniskj- um, tá ið nýggja lýðveldið Lithauen varð stovnað. Svar Gorbatjov til ta ivingarsomu jubileums- gávuna kann verða ein rokning uppá 70 milliardir krónur. Hetta svarar til upphæddina av iløgum, sum Sovjet hevur gjørt i Lithauen, sigur Gorba- tjov. Nýggi leiðarin í Lithauen, Landsbergis, sigur hinvegin, at hann lættliga kann koma við mótkravi uppá umleið somu upphædd fyri skeiv- leikarnar og skerdu inn- tøkumøguleikarnar, sum miðstýrdi planbuskapurin førdi vid sær fyri Lithau- en. Spurningurin er, hvussu vildi Lithauen havt klárað seg, hevði Stalin ikki >stolið< landið frá tess egnu íbúgvum. Svarið er helst tað, at har hevði verið ein blómandi fíggjarbúskapur, tí allar tær neyðugu fortreytirnar eru til staðar, ikki minst tann, at fólkini eru dugna- lig og vilja fáa loyvi at standa á egnum beinum. Endurreising Landið var eitt av teimum Sovjetlýðveldunum, ið hevði tann hægsta livifót- in. Nú verður lagt upp til kalt kriggj millum endur- reista lýðveldið og restina av Sovjetsamveldinum. Loysingin týðir neyvan uppá, at Lithauen beinan- vegin tekur seg burtur úr Sovjetsamveldinum. I sjålvstødisyvirlysingini verður ikki sagt, at landið tekur seg burtur úr sam- veldinum. Ístaðin verður sagt, at tað frælsa lýð- veldið, Stalin knústi í 1940, verður endurreist við tess fyrri rættindum og skyldum. Tá ið valið var hildið í februar til lithauiska ting- ið, sum enn eitur Ovasta sovjettin, kom hann fyrst av ålvara upp i politiska stríðið. Sum leiðarin av loysingarrersluni var hann útvaldur til at taka upp bardagan móti sovjet- iska ræðinum. Frá 1918 til 1940 var Lithauen ein suverenur statur. Síðani blivu bæði Lithauen, Letland og Est- land offur fyri loyniavtalu millum Stalin og Hitler. Danmark viðurkendi Lithauen í 1921 og hevur tíðindablaðið ongantíð sum eitt nú Svø- ríki vidurkent Lithauen sum part av Sovjetsam- veldinum. Kronologiska gongdin Gongdin seinasta år hev- ur i høvudsheitum verið hendan: 23. august 1989 mynd- aði uml. ein miljón menn- iskju eina ketu hond í hond gjøgnum tey trý baltisku lýðveldini. 22. sept. 1989 góðkendi lithauiska tingið eina lóg um fíggjarligt sjálvstýri. 7. des. 1989 tók tingið úr gildi tann leiðandi leik- lutin hjá kommunista- flokkinum. 20. des. 1989 loysti lithauiski kommunista- flokkurin frá Moskva. 7. febr. 1990 samtykti tingið, at annekseringin av Lithauen í 1940 va ólóglig. 11. mars. Lithauen loys- ir frá Sovjetsamveldinum. Nógv vænta nú eitt út- spæl frá hinum báðum baltisku lýðveldunum. Men sjálvsteðisstremban- in fer neyvan at enda har uttan so at Moskva steðg- ar upploysn samveldisins við hermegi. Næsti aspi- rantur til sjálvsteðu er Gorgia, har loysing longu er á skránni. Sostatt brak- ar í ellum Sovjetsamveld- etj.- inum frá Kaukasus í vestri til Pamir-fjellini í eystri og til Mongolia sunnanfyri og sibirisku fólkaslegini norðanfyri. V4-dráttur nr. 835, tann 17. mars 1990 Tølini: 15 - 93 - 42 - 78 - 40 - 68 - 80 - 7 - 74 - 72 - 51 - 99 - 98 - 16 - 65 - 33. Vinningur: 97.920,- kr. Vinnarar: Tveir vinnarar; annar av Skåla og hin ur Skålavik. TELEFONOPERATØR TIL FLYVESTATION TORSHAVN Telefonoperatør søges til varetagelse af opgaver i forbindelse med vor omstilling på Sornfelli mandag — fredag i tiden 0745 — 1545 fra 01. maj 1990. Arbejdsområde: — Betjening af flyvestationens omstillingsbord. — Betjening af flyvestationens bilradio. — Betjening af panel for elektriske dør-/ sluse- systemer. Kvalifikationer: — Rutine i betjening af omstillingsbord. — Gode sprogkundskaber i færøsk, dansk og engelsk. Aflønning: | henhold til gældende overenskomst mellen Staten og HK. Ansøgning: Skriftlig ansøgning indeholdende oplysninger om alder, uddannelse og tidligere og nuværen- de beskæftigelse, stilet til Flyvestation Tórs- havn, Postboks 217, FR-110 Tórshavn, inden 02. april 1990. Nærmere oplysninger kan indhentes på telefon 11480 lokal 301, MJ K-J. Kristensen, hverdage mellem 0900 og 1500.