Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-03-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mars 1990síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 tiðindablaðið Almennu stovnarnir Nevndarformaðurin í Feroya Banka, Poul Johannes Johansen, heitir í for- mansfrágreiðing á landspolitikarar um at ansa eftir, at landsins umsiting ikki verður ov dýr og mælir til, at hugt verður eftir, um vit hava ov stóra um- siting, og um tað fer ov nógv dupult ar beiði fram innan umsitingina, um hon ikki kundi verið gjørd einfaldari. Tá eg las greinina kom eg, satt at siga, at hugsa um flísina í bróðurs eyga og bjálkan í egnum eyga, men lat tað fara. Maðurin hevur uttan iva rætt í, at okkurt kundi verið gjert ødrvisi innan ta almennu umsitingina Hyggja vit at gongdini síðani heima stýrið varð sett á stovn, so hevur í prinsippinum sama umsitingarskipan verið galdandi inntil fyri einum 4-5 árum síðani. Grundhugsanin aftan á heimastyrislógina var at hava ein ókompliseraða umsiting annad var ikki tørvur á — og landsstýrið virkaði í stóran mun sum beinleiðis administra torur av umsitingini, har stovnsleið arar frágreiddu lands stýrismenninar í teimum einsteku mál unum beinleiðis til Umhvorvið Okkara almenna umsiting verður sum mangt annað skapt av tí umhvørvi, ið er uttan um okkum og i samfelagnum og her er hent seinastu årini. Serliga vil eg vísa á gongdina síðani nógv 1970. Samfelagið er vorðið nógv meira kompliserað og okkara viðurskifti við útheimin somuleiðis, og sum ein natúr- lig orsek av hesum er stovnatalið eisini okt Tað er altíð tungt at koma aftan á at skipa ella rationalisera eina umsiting, men hetta má gerast og best er, um hetta verður gjert áðrenn umsitingin er vorðin alt ov stór Hetta sóu teir, sum sótu i landsstyr- inum í tíðarskeiðinum frá 1970 til 1974 og varð tá fyrsta royndin gjørd til at skipa umsitingina. Okkurt bendir á, at hesir vóru ov tidliga á veg, tí arbeiðið varð steðgað og endaði í politiskum klandri, sum so mangt annað. Síðani hevur einki munagott verið gjert fyri at skipa umsitingina í Føroyum fyrr- enn í tíðarskeiðinum frá 1984-88 Fyrimyndin donsk Eftir minum tykki verður alt ov ofta drigin ein rúgva av skipanum til Fer- oya eftir danskari fyrimynd. Ístaðin fyri at tillaga okkara umsiting og skip- anir eftir teimum umsteðum, vit hava her á landi, so taka vit ofta og av- mynda danska umsiting, sum er góð og vælhóskandi til donsk viðurskifti. Eg fýlist á, at alt ov sjáldan verður hugt vestur um hav til Íslands, sum í veruleikanum hevur verið igjøgnum somu stjórnarrættarligu steðu, sum vit í dag hava og sum hevur bygt upp sína egnu umsiting. Ikki tí, at eg vil peika á íslendsku umsitingina sum eitt ógvuliga gott fyridømi, men í hvussu er er ein stórur partur av mistøkunum, sum kunnu gerast við at skipa eina umsiting, gjørdir har, og er tað nakað vit eiga at læra av, so eru tað mistøk. Í 1982 var eg við í einum arbeiði at gera eina kanning í Íslandi, sum hevði til endamáls at betra samskipanina av ymsum stovnum og samskipa keyp av amboðum og nýtslu av slíkum innan stovnar. Tá vóru í Reykjavík umleið 50 stovnar og eg øtadist vid og spurdi, hvussu teir ætlaðu at stýra hesum lítla landi við einum sovorðnum veldugum yvirbygningi, tí 50 almennar stovnar, tað ljóðaði at vera ógvuliga nógv í mín- um oyrum. Í dag hava vit i Føroyum eitt stovns- tal, ið liggur onkunstaðni millum 50 og 60. Tá eigur eftir mínum tykki onkur reyð lampa at lýsa, og meguliga er tað henda reyða lampa, ið nú lýsir hjá nevndarformanninum í Feroya Banka. Nýggjur bygnaður Í 1984 ella undir seinasta landsstýri gjørdist greitt, at umsitingin var ikki nóg væl skipað. Tað komu ov nógv smá mál til politikararnar, sum so sótu og tóku ov nógvar umsitingarligar av- gerðir. Landsstýrið metti tað tá at vera rætt at fara at hugsa um ein struktur ella ein bygnað (organisatión) fyri umsitingina. Hetta skuldi gerast á ein slíkan hátt, at hesir 50-60 stovnar- nir, smærri og sterri, skuldu setast í eitt mynstur, soleiðis at teir kundu verða nýttir sum eitt effektivt amboð til gagns fyri borgaran og til gagns fyri politikaran og soleiðis at politik- arin kundi fáa tíð til at taka sær av tí, sum hann er settur til, nevniliga at taka politiskar avgerðir, sum umsit- ingin so kann arbeiða út frá. Mær vitandi er ongantíð formliga nakar bygnaður settur upp ella teknaður, men at hetta er nú í umbún- að. , FØROYA LANDSSTÝRI ) EN Setrs {Stæ løriek sr 7 T (sær HiSDERD ) 5 | (Tae) perler (sære ) TANARÐERD MENTANARDER D T 8 Teitsi oven Ut frå ti, eg havi sæd, og ut frå teim- um diskussiónum, sum vóru i 1986-87, hugsi eg, at myndin, sum eg her visi av stovnunum, rættiliga væl lýsir, hvussu mynstrið í umsitingini er, ella hvussu mynstrið fer at vera. Ut frá hesum kann ein og hver døma um, hverjir stovnar eru ov nógv, um nakað dupultarbeiði verður gjørt, um uppbýtingin er bein o.s.fr., tað skal eg ikki koma inn á í hesi greinini. Innlit og ábyrgd Tað er heilt greitt fyri tann, sum hevur eitt sindur av innliti í umsiting, at verður hetta mynstrið gjøgnumført í veruleikanum og tað er tað nógv, sum týðir uppá — so setir tað rættiliga stór krøv til allar partar, sum eru við i hesi skipan. Tað setir krev til politikar- arnar at siga okkum, hvar ábyrgdin fyri ávísum málum liggur! Hverjar av- gerðir skulu á landsstýrisborð! Hverj- ar uppgávur skulu stovnarnir loysa og mangt, mangt annað! Tað kann so vendast aftur til hetta seinni, tí her eru óivað nógv ymisk sjónarmið. Ein ódámligur óvani, sum ofta hevur verið at sæð hjá politiskum myndug- leikum — her hugsi eg bæði um log- tingið og landsstýrið — uttan mun til hverjar flokkar talan er um, er, at tá nýggjar uppgávur koma, hevur ofta verið gjørdur ein nýggjur stovnur ella ein deild, sum skal taka sær av teimum nýggju uppgávunum. Tað hevur ikki verið hugt eftir, hvat er til taks av stovnum í umsitingini, ið loysa líkn- andi mál, og um tað er onkur, sum kundi átikið sær hesa nýggju uppgáv- una, ístaðin fyri at vaða út á bláman og gera ein nýggjan stovn. Sparing og rationalisering Nú eru tíðirnar soleiðis, at veldug krov verða sett til umsitingina um at spara pening. Lat meg her gera vart við, tá tilik krov verða sett til umsitingina, so eiga vit eisini at verða greið yvir, at tað eru stovnar, sokallaðir hálval- mennir stovnar, sum eru leysir av øll- um sparikrøvum, og sum liva sítt »søta« lív, uttan at politiski myndug- leikin tykist at hava nakra ávirkan. Tá id vit tosa um sparingar og ratio- naliseringar hava vit lyndi til — hetta hendir kanska einamest í smáum sam- felogum — at fara út í eina sokallaða »primitiva rationalisering«, har vit uppsiga fólk á lægsta stigi. Vit hoyra um fyritekur, sum uppsiga kantinu- personalið, vaskifólk o.s.fr. Tað er ofta og tíverri soleiðis, at lagt verður á, har garðurin er lægstur. Henda >primitiva rationaliseringin< gevur tó bert letu- vinning, og hon er ikki nakar góður máti at loysa trupulleikarnar uppá. Hon skal sjálvsagt eisini vera, men skulu vit gera langtíðarloysnir og langtíðarrationaliseringar, so skulu vit inn í tað sum eitur strukturrationali- seringar. Hetta er tað, sum nevndarformaður- in i Føroya Banka eftirlýsir, og eri eg púra samdur við honum. Flyta fólk á høgum stødi Strukturrationalisering er, at vit broyta mynstrið í okkara organisatión- um. Vit mugu t.d. leggja deildir sam- an. Vit mugu leggja stovnar saman, ella vit býta stovnar og deildir sundur. Nr. 39 — 22. mars 1990 Stutt sagt, vit mugu broyta struk- turin. Hetta inniber, at vit ofta koma at flyta fólk á hegum steði. Tað kunnu vera deildarleiðarar, tað kunnu vera stjórar. Í vissum førum koma vit at traðka fólk á tærnar, sum sita hegt uppi í organisatiónini — og nú eru vit á einum eki, har fólk á ein hátt hava betri atgongd til politikararnar, har fólk hava betri meguleikar at spæla uppá »taka synd í< problematikkin. Tað er heilt ótrúligt, hvat flyting av persónum á høgum stødi kann innibera av trupulleikum, ja, nógv meira enn at siga einum hundrað fólkum upp á lægsta stigi. Skulagølan í Vági er eitt gott dømi um hetta. Eingin ivi er um, at skal umsitingin í Foroyum virka væl framyvir, og meguliga virka betur innanfyri somu kostnaðarætlan, sum vit hava í dag, so mugu vit inn í strukturbroytingar og taka teir vansar, sum standast av tí. Her er ikki altíð neyðugt at siga fólki upp, men heldur at flyta fólk til aðrar deildir ella stovnar. Tað skuldi ikki verið so trupult, tí tá sendir tú ikki fólk út í svartasta arbeiðsloysi. Læra av íslendingum Vit hyggja ofta eftir Íslandi, tá talan er um stovnsrekt innan fiskastovnar, men eg vil mæla feroysku politikarun- um til at seta seg meira inn í, hvussu íslendingar hava stovnsrekt av teirra statsligu stovnum og tey mistek, ið har eru gjørd. Stovnar gera dupult ar- beiði, og har, sum her hjá okkum, eru stovnshevdingar, sum sita í sínum egna kongaríki og hava ikki tann sam- felagsliga sjónarringin, sum krevjast má av eini stovnsleiðslu. Samanumtikið má sigast, at tað er beint,. at vit taka spurningarnar um umsitingina upp til viðgerðar, og at teir verða lýstir í eini sterri fram- tíðarmynd. Umsitingin av samfelagnum er eing- in lett uppgáva, heldur hevur hon nógvar tverleikar við sær, men vit kunnu ikki byggja eina umsiting upp á sama hátt, sum í teimum stóru londun- um. Tað eru vit ikki førir fyri og hava heldur ikki ráð til. 15/3-1990 Thomas Arabo