Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-03-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. mars 1990síða 11

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

== Nr. 41 — 24. mars 1990 - Framúrskarandi spæl í meist- araverkinum hjá Strindberg Samanspælið millum Mikkjal Helmsdal og Vár Jacobsen er avbera gott og sterkt. Tveir Ungir, men kortini royndir og dugnaligir leikarar. Frókun Julie tvíheldur um reyða klæðið (reytt er kærleiksliturin). Hetta er ein av nógvum beinraknum sym- bolskum detaljum í leikinum. sjónini hjá Jean. Ella úr hesum heimi. Eg væntaði satt at siga at hoyra eitt skríggj uttanfyri, tá vit sótu í endamyrkrinum. Tað hevði verið ein góður endi. Gamaní, soleiðis er ikki í handritinum. Men eg haldi, Strindberg ætl aði, greivadóttirin beindi fyri sær eftir ta øgiligu jóansgkunáttina í køkin- um og songini hjá Jean Hann kallar eisini leikin "Ett naturalistiskt sorge- spel". MEISTARASTYKKI "Frøkun Julie" er ein framúr góður sjónleikur, eitt mergjað meistaraverk, sum drepur allan iva um útrúligu gávumar hjá Aug- ust Strindberg. Við kjøtøks og raki- knivi sker hann inn i sål- ina hjå ti verjuleysa å- skoðaranum, sum í hesi uppsetingini hjá lands kvinnu hansara situr í eld- inum. Í køkinum hiá greivanum verða ikki stoktir moyrir búffar, ikki kókað kryddað súpan hesa vanlukku summarnått. Strindberg borðreiðir við ræðandi kynismu, háðandi spotti og órógvandi sann- leikum. Gerið so væl, Skolið niður við beiskum øli! Hann vidger åstarhugin, hesa forbannaðu sótt, sum hevur gjørt fleiri fólk heil- avill og dripið fleiri enn tær sjúkur, vit annars ræð- ast so illa. Tað var júst Strindberg, sum segði, at synd er í menniskjunum. Hann segði hetta ikki fyri at gera seg upp. Verk hansara, eitt nú "Frékun Julie", prógva orðini. Óneyðugt er her at gera meira burtur úr sjálvum leikinum, men heldur við- gera uppsetingina í Norð- urlandahúsinum. MAKTGIRND Hetta er ein leikur um maktgirnd. Ímyndin, svørtu leðurstivlarnir hjá greivanum, standa á køks gólvinum. Tá Frøkun Jul- fg] tekur vid, sparkar harn stivlarnar um koll og vendir teimum síðani hin vegin. Klimax er rokkið, gongdin vend. Jean er tann sterki og tað er hann alla tíðina. Hann letur bara Frøkunina halda, hon kann hundsa vid honum, ti hon er greivadóttir, hann tæn- ari. Men hann stýrir gongdini. Hann hvessir rakiknívin, meðan hon roynir at lokka Kristin við til Sveits, har tey øll try Skulu byrja nýggja tilveru. Hann hvessir í somu takt, sum Frøkun Julie tosar. Tá hon gevst, gevst hann. Tú hevur fatað, at hann ætlar ikki at raka sær. Knivurin skal brúkast til annað. Hetta er ein devul sett sena, óhugnalig. Men undan henni slepst ikki Fyriboðanir hava longu verið. Minst tvær ferðir hevur Frøkun Julie nortið við kjøtøksina, sum ligg- ur har so hóttandi. Og Je- an drepur finkuna hjá henni við somu Øks. Finkan er hvít sum Frøk- un Julie. Høvundurin og leikstjórin siga tær alla tidina, hvussu leikur fer. Men tey hava teg kortini. Tú ert fangaður í hesi Stóru list. LITIRNIR Og tak so litirnar: gult og viólublátt = fals og øv- undsjúka. Eitt reytt klæði (reytt = kærleiki) liggur sum fótatraðk í seinnu helvtini. Og hvussu væl lýsur tað ikki fallið hjá greiva- dótturini, at hon vaskar andlit sítt í uppvaskivatn- inum, heilar tvær ferðir, um morgunin. Detaljur, sum siga nógv og styrkja heildarmyndina. Í leikritinum dansa og ballast tænastufólkið hjá greivanum í køkinum, meðan Frøkunin og Jean fríggja inni hjá honum. Ewa Wilhelmsson hevur bara ein leikara (Maritu Dalsgaard) ul hesa senuna og broytir hana til ein tøl andi og ørandi jóansgku- = slitið er tað sama: har hev- ur verið ball. MIKKJAL, VÅR OG MARITA Spælid er - sjålvandi - gott. Ewa Wilhelmsson man vera besti leikstjóri, virkað hevur her á landi. Mikkjal Helmsdal er framúrskarandi. Slíkir sleiklutir sum Jean, harðir, kyniskir hálsar, eru sum skaptir til hansara. Hetta staðfestir hann enn eina- ferð í "Frékun Julie". Hann er náðileysur valds- harri einu løtuna og eyð- mjúkur tænari ta næstu. Hann er høvudspersønurin í hesum leiki og hann ber tungu byrðuna uttan at hokna eitt andarhald, haldi at Luturin hjá Vár Jacob- sen er meira krevjandi, ti Frøkun Julie er ein heilt onnur í seinnu helvt (Jean er hin sami). Hon hevur fleiri streingir at stýra og fjølbroytnin i spæli henn- ara er stórri. Hon er eisini framúr góð. Vár Jacobsen spælir Frøkun Julie so- leiðis, at tú fært sam- kenslu við henni. Hon er ør, hon er eggjandi, hon er neyðarslig. Sannførandi í øllum, og tað er væl klár- að. Okkurt lítið mistak var, men heildin var sterk. Og eg haldi ikki, hon yv- irspældi nakrantíð. Hinvegin helt eg, Mar- ita Dalsgaard undirspældi leiklutin sum tann, bæði so og so, frelsta Kristin. LL rn r < KÓKIKONaN. Persónurin ikki so spennandi sum hinir báðir. Virkar næstan sum ífylla fyri at fáa dram- aid fullført. Marita lýsir av styrki og tign og rein- leika sum ein ung Kristin (í leikritinum er hon 35 år, tiggju år eldri enn Frøkun Julie og fimm år eldri enn Jean). Kanska er tað meðvitað hjá henni og leikstjóranum, at hon leggur so fáar kenslur í re- plikkirnar. Teir eru nakað lívleysir. Marita hevur ikki somu royndir í sjón- leiki sum Mikkjal og Vár, men hon dettur avgjørt ikki burturímillum. Messíana Tómasdóttir hevur gjørt leikmynd og búnar, og hon hevur valt eina heilt aðra loysn enn í Her er alt einfalt, búnyttur og litir. Vit eru síðst í 19. øld, siga klæðini okkum. Men leikurin er aktuell- ur enn í dag. Hann er klassiskur. August Strindberg er ikki svikin. Høgni Djurhuus Næstu syningar i dag kl. 19.30, i morgin kl. 16.00 og mánadagin kl. 10 20