mikudagur 12. februar 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 29 - 12. februar 2003
Nr. 29 - 12. februar 2003
3
Tá ein vinur doyr, følist tað stundum
sum ein partur av tínum egna undir-
lendi hvørvur, og tú sjálvur ert komin
eitt stig nærri eggini.
Tað var í teimum døgum, tá vár- og
summarkvøldini altíð vóru lýggj og
still. Tað var tíðin tá fólk enn dugdu at
ganga á egnum beinum. Aftaná nátt-
urða fóru fólk at spáka sær ein túr,
heim gjøgnum býin, oman á Konga-
brúnna og niðan aftur. Heilsast, biðja
góðan dagin, práta eina løtu, og so aftur
til hús. Hans Jákup búði úti á Velba-
staðvegnum og eg í Hornabø, so hóast
vit ikki kendust, so gingu vit ofta sama
veg. Og á onkran hátt komu vit so at
práta saman. Hann gekk á preliminer
og eg í real.
Tað var eisini tann tíðin tí nýggir
línubátar komu flaggskrýddir til landa
at kalla fjúrtanda hvønn dag. Tá hendi
so nógv nýtt, tað gekk frammá móti
nýggjum tíðum. Ofta komu vit spák-
andi út eftir Hospitalsvegnum, yvir
brúnna um Rættará, framvið Poul
Müllars trøð, sum angaði av grógvandi
grasi. Longur úti varð steðgað á, vit
hugdu at nýggja stálskipinum, sum
Kjartan Mohr var farin at byggja. Hans
Jákup hevði longu verið til skips, og
visti at fortelja um tað strævna fiski-
mannalívið. Longu tá var hann sosial-
istur og tjóðveldismaður.
Eg haldi, at tað var eitt kvøldi vit
stóðu har og prátaðu um Porkening, at
hann fortaldi mær um hendingina tá
íslendski trolarin Góðanes fór á
Flesjarnar og sakk. Hann var sjálvur
við einum øðrum íslendskum trolara,
sum lá har hjá. Hans Jákup dugdu væl
og livandi at siga frá øllum tí hann har
hevði sæð, og ikki minst hoyrt. Eg
síggi hann enn fyri mær, næstan við
tárum í eygunum, tá hann fortaldi um
ta dramatisku løtu, tá Góðnes brotnaði
tvørturav, hetta lemjandi ljóðið av
stálplátum sum skrædnaðu í sjónum,
og hvussu skjótt hetta skipið so fór
undir kav. Aftaná var tigandi løtu, hann
vendi sær við og hugdi niðan á Kirkju-
børeyn, sum hetta kvøld hevði fingið
henda serliga bláreyðgylta litin av
kvøldsólini, og hann segði bara:
”Hygg, er hatta ikki flott?”
Vit fóru báðir niður at lesa í 1962, og
báðir vóru vit so hepnir at sleppa inn á
Garð at búgva. Tað varð gott uppá fleiri
mátar. Har búðu framman undan nakrir
føroyingar, sum kundu leggja okkum
lag á. Men Hans Jákup var komin at
búgva niðast, beint út móti St.
Kannikestræde, fyrsta vindeyga. Tað
kundi til tíðir vera nokkso troyttandi, tí
nógv bankaðu uppá, og eisini var tað
ofta seint. Men tað var ein góð og aktiv
tíð uppá mangar mátar hjá Hans Ják-
upi. Hann legði orku í at fáa Framan at
blíva eitt nýskapandi blað hjá føroyska
vinstravonginum. Myndin vísir um-
støðurnar at gera blað tá. Ein kassi upp
eftir enda, ein skrivimaskina, og ein
maður sum hevur nakað uppá hjarta.
Men seinni, tá maoistiskir sekter-
istar, ella hvat teir annars vóru, fóru at
gera um seg og køvdu alt skapandi
arbeiði, tá tók Hans Jákup seg burturúr.
Eg minnist einaferð hann av sínum
eintingum hevði gjørt ein marxistiskan
orðalista, sum limirnir kundu brúka í
lesiringunum, um teir hildu gagn verða
í hesum. Tá fóru ávísir persónar at
krevja atkvøðu um orð og setningar.
Tað varð honum ovboðið.
Eg skal ikki nevna so nógv um
hansara akademisku karrieru, sum
onnur longu hava sagt frá, men aktivur
og produktivur var hann. Seinast eg
vitjaði hann, lá hann á hvíldarheimin-
um, eftir stóra operatión. Men hóast tað
so var lagið gott, og hann segði frá
skemtiligum søgum og tilburðum sum
altíð. Hann tosaði eisini um alt tað,
sum hann enn ikki hevði fingið av
skafti, øll hugskotini og allar planirnar.
Tað gekst tó ikki heilt sum ætlað tey
seinastu árini. Men eg fari at minnast
ein vinsælan og vitugan gjáardrong,
sum bleiv mín góði vinur.
Rolf Guttesen
Til minnis um
Hans Jákup
Hetta er tíðin tá fleiri
av teimum, sum
ganga á framhalds-
deildunum í fólka-
skúlanum eru í
starvsvenjing á teim-
um ymisku arbeiðs-
plássunum í landin-
um. Torkil H. Søren-
sen úr Vanløse er í
starvsvenjing hjá P/F
Wenzel
STARVSVENJING
Magnus Gunnarsson
Tað er heldur óvanligt, at
tey ungu velja at vera í
starvsvenjing uttanfyri sítt
egna land. Torkil H. Søren-
sen, sum gongur í 8 flokki í
Kirkebjerg Skole í Vanløse,
ynskti at koma í starvs-
venjing í Føroyum. Torkil,
ið er hálvur føroyingur,
setti fram ynski um at
sleppa at arbeiða á einari
føroyskari fyritøku. Av tí at
mammubeiggi
hansara,
Anthonius Dalsgaard, er
verkførari á bilverkstað-
num hjá P/F Wenzel í
Havn, kontaktaði skúlin
fyritøkuna, og har var einki
til hindurs fyri, at Torkil
kundi koma í starvsvenjing
hjá teimum.
Starvsvenjingin í skúl-
anum har Torkil gongur er
bert í eina viku, meðan vit í
Føroyum hava tvær vikur.
Men av tí at vetrarfrítíðin
kom beint eftir starvsvenj-
ingina, sleppur hann at ar-
beiða hjá P/F Wenzel báðar
vikurnar. Torkil fer heim
aftur komandi leygardag.
Hann er væl nøgdur við
starvsvenjingina og ar-
beiðsplássið. Tað er annar-
leiðis og ein broyting at
koma til Føroyar at arbeiða.
Spurdur um hvat hann
ætlar sær at læra til, sigur
Torkil, at sum nú er kundi
hann hugsað sær at lært til
maskinverkfrøðing,
men
hann er ungur enn, so tað
kemur tíðin at vísa.
Skúladrongur úr Vanløse
í starvsvenjing hjá P/F Wenzel
NØVN Í VIKUNI
– At hava politisk
motiv við eini
starvssetan merkir, at
tú krevur eina
starvssetan við einum
serstøkum politiskum
útviklingi fyri eygað,
og er talan um slíkt,
kann tað sjálvandi
ikki góðtakast sigur
Anfinnur Kallsberg,
løgmaður, sum ætlar
sær at kanna alt málið
um setan av lands-
antikvari
STARVSSETAN
Jan Müller
Nú málið um landsantik-
varin hevur verið til um-
røðu í Magistarafelagnum,
ið krevur, at landsstýris-
maðurin tekur setanina
aftur, og landsstýriskvinnan
kortini stendur føst við sítt
hava vit spurt Anfinn
Kallsberg, løgmaður, hvat
hann nú fer at fyritaka sær í
málinum.
Løgmaður sigur, at hann
heldur fast við sítt, at hann
vil hava øll skjøl í málinum
frá Mentamálastýrinum, tí
tað sum ein partur av tí
eftirlitsarbeiði, sum áliggur
honum sum løgmaður og
arbeiðsgevari hjá landsstýr-
ismonnum, tá eitt slíkt mál
tekur seg upp.
Uppá fyrispurning hvat
løgmaður sigur til, at lands-
stýriskvinnan stendur fast
við sína avgerð og at hon
nú fer at hyggja nærri at
embætisførsluni hjá sínum
embætisfólkum sigur løg-
maður, at tað skal í hvussu
er nógv til fyri at siga teim-
um úr starvi.
- Tað at tú hevur embæt-
ismenn sum tænastumenn
er júst fyri, at teir skulu
brúka sína fakligu kompet-
ansu uttan at skula hugsa
um, at teir kunnu verða
sagdir upp uppá null og nix.
Tí hevur tú embætismenn
so tætt upp at einum lands-
stýrismanni.
Løgmaður hevur annars í
brævi dagfest 5. ferbruar
biðið landsstýriskvinnuna
um at fáa frágreiðingina
um málið og fær hann hana
í vikuni.
Men er løgmaður vísur í,
at hann fær øll viðkomandi
skjøl og allar upplýsingar
til tess at kunna taka eina
nøktandi avgerð í málin-
um?
- Tá eg fari inn í eina
slíka sak, so er tað tí, at eg
skal hava alt á borðið. Men
eg havi ikki somu heimildir
sum eitt nú ein kanningar-
stjóri hevur. Men eg fari at
syrgja fyri at fáa tað innlit,
sum eg skal hava.
Uppá fyrispurning um
løgmaður torir at seta sjálva
samgonguna uppá spæl
kemur tað so langt í hesum
málinum sigur Anfinn
Kallsberg:
- Skal eg svara generelt
uppá handa spurningin
kann eg bara siga, at tað
verður yvirhøvur ikki hild-
ið hondina yvir nøkrum,
sum kemur fram og sum
kann skjalprógast er lógar-
brot, uttan mun til hvør
landsstýrismaðurin er. Tað
vil vera ein uppsøgn. Vit
hava fyrr hava sæð sam-
gongur rokið uppá uppsøgn
av einum landsstýrismanni.
Tann váðin er altíð. Men
tað skal undirstrikast, at tað
er ikki ólógligt ikki at
fylgja setanarpolitikkinum.
Løgmaður sigur annars,
at tað skulu ógvuliga vek-
tigar grundir til at ganga
ímóti eini einmæltari og
kvalifiseraðari innstilling,
tá eitt starv skal setast.
Tað er tí, at tú skal ikki
hava nakran iva um, at tað
liggja politisk motiv aftan-
fyri eini starvssetan.
Løgmaður leggur dent á,
at hevur tú ein setanar-
politikk, so má hann eisini
fylgjast. Verður hann ikki
tað, so er eingin grund til at
hava ein slíkan politikk.
Men tað vil løgmaður so
kortini.
Politisk setan!
Nú nógv av orðaskiftinum
hevur snúð seg um eina
politiska setan og hvat ligg-
ur í hesum spurdu vit løg-
mann, hvat hann meinar
við, tá hann brúkar vend-
ingina politisk motiv fyri
eini setan.
- At hava politisk motiv
við eini starvssetan er, at tú
krevur eina starvssetan við
einum serstøkum politisk-
um útviklingi fyri eygað.
-Hevur tú varhugan av,
at hetta liggur aftanfyri?
- Tað kann eg einki siga
um enn, tí eg veit tað ikki.
Eg havi bara sagt, at tær
vanligu mannagongdirnar
viðvíkjandi setanarpolit-
ikkinum eru ikki fylgdar í
hesum førinum. Tá tað
kemur ein einmælt innstill-
ing, so plagar hon at verða
fylgd.
- Nú hava fleiri viðmerkj-
arar í bløðunum og eisini
landsstýriskvinnan
sjálv
borið uppá mál, at setanar-
nevndin hevur ikki gjørt sítt
arbeiði gott nokk og róð
verður eisini framundir, at
fólkini í setanarnevndini
eru ikki neutral men taka
sjálv politisk atlit?
- Í seinasta lagi er tað eis-
ini landsstýrismaðurin, sum
hevur ábyrgdina av eini set-
anarnevnd. Tað man skal
hava fyri eygað er, at tú fær
eina slíka nevnd soleiðis
samansetta, at tú burtur úr
hasum
fólkunum
kann
finna tey røttu fólkini til at
seta teir røttu spurningarnar
til eitt starv, sum er lýst
leyst.
Tí vil løgmaður hava alt tilfar á sítt borð:
Vanligu mannagongdirnar eru ikki fylgdar
Brævið frá løgmanni til mentamálaráðharran
Løgmaður vil hava øll skjøl hann kann fáa í málinum um
landsantikvarin
C
M
Y
K
3
2
Sosialurini