Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. februar 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 29 - 12. februar 2003 Nr. 29 - 12. februar 2003 5 Skaldsligir fjakkarar á Føroyaferð Seks rithøvundar, sum eru tilnevndir til ársins norðurlendsku virðisløn í bókment- um, løgdu leiðina framvið í Norður- landahúsinum sunnudagin. Tiltakið, sum varð varpað beinleiðis í hvørja stovu, var eitt sjáld- samt høvi hjá bóka- elskarum at kunna seg við samtíðarbók- mentir, og tað eydn- aðist væl ORÐIÐ ÚR NORÐI Ingi Rasmussen Eg elski bøkur. Orðini hjá íslendska fólkasangaranum Bubba Mortens mundu tey flestu av teimum, sum vitjaðu í Norðurlandahúsinum sunnudagin, hava til felags. Hendan seinnapartin fingu føroyingar høvi at uppliva nakrar av frægastu norður- lendsku rithøvundunum. Seks av teimum tólv, sum eru í uppskoti til Norður- landavirðislønina í bók- mentum, løgdu leiðina hendanvegin at leggja sínar perlur fram. Teir lósu upp úr sínum skaldsøgum, yrk- ingum og stuttsøgum, og løtan var send beinleiðis út til alt Føroya fólk gjøgnum Útvarp Føroya. Tiltakið, ið kallast Orðið í Norði, er so mikið forkunn- ugt og gott, at tað skuldi verið nóg mikið til, at føroyingar hvørt ár senda eitt uppskot inn til virðisløn- ina, sum helst er tann størsti bókmentaheiðurin um okk- ara leiðir. Higartil hava bara tveir føroyingar, William Heinesen og Rói Partursson, fingið virðislønina. Orðið í Norði er skipað á tann hátt, at rithøvundarnir sjálvir lesa upp úr sínum verkum, men teir sleppa ikki so. Áðrenn teir hvurvu inn í skaldaheimin, setti okkara norðurlendski jour- nalistur í serflokki, Birgir Kruse, teimum viðkomandi spurningar, og tað kom hann aftur hesaferð væl frá, so at vit fingu eitt innlit í hugaheimin hjá okkara fremstu rithøvundum í dag. Føroyskur vallari Fyri at byrja við tí síðsta rithøvundinum, sum las upp: Føroyska íkastið hesa- ferð er Hanus Kamban, sum er innstillaður fyri stutt- søgusavnið »Pílagrímar«. Pílagrímar er fjórða stutt- søgusavnið hjá Hanusi, sum annars hevur brúkt stóran part av sínari skriviorku síðstu árini til ævisøgurnar um Áarstovubrøðurnar. Tá Pílagrímar komu út í 2001 vóru gingin 14 ár síð- an síðsta stuttsøgusavnið hjá Hanusi. Ein menning er hend hesi árini. Realistisku og psykologisku lýsingarnar eru víðkaðar við magiskari realismuni og fantasy. Stuttsøgurnar ganga fyri seg í árunum millum 1850 og 2000. Hanus Kamban nýtir ofta ein afturlítandi frásøgustíl. Hann byrjar í nútíðini, men ferðast síðan aftur í tíðina og setir nútíð- ina hjá høvuðspersónunum í perspektiv. Tvær góðar og sterkar stuttsøgur í savninum eru »Tann hvíti maðurin« og »Angels place«, sum Han- us Kamban vann stuttsøgu- kapping hjá Listastevnuni fyri. Føroyski pílagrímurin í ferðalagnum, sum í løtuni býr í útlegd í Keypmanna- havn, var komin til Føroya saman við fimm øðrum rit- høvundum. Orðið í norði ferðast til allar norður- lendsku høvuðsstaðirnar, har fólk fáa høvi at lýða á. Fimm fjakkarar Tann fyrsti í Norðurlanda- húsinum var danin Morten Søndergaard, sum er til- nevndur fyri yrkingasavnið »Vinci, senere«. Hann gjørdi fyrstu ferð vart við seg sum rithøvundur í 1992. Umframt fleiri yrkingasøvn skrivaði hann eisini skald- søguna »Tingenes orden« í 2000. Harumframt hevur hann eisini fingist við ný- skapandi, eksperimentar- andi útvarpsarbeiði fyri Danmarks Radio, og í hes- um sambandi gjørdi hann sær eisini nakrar spennandi tankar um viðurskiftini mill- um bøkur og útvarp, eitt samstarv sum sambært nógvum er forfjónað í Før- oyum. Bókmentaliga liggur nýggjasta yrkingasavn hans- ara onkustaðni millum real- ity og surrealismu. Úr Finnlandi kom Pirjo Hassinens, sum fyrraárið skrivaði skaldsøguna »Man- sikoita marraskuusa«. Á svenskum er heitið »Jord- gubbar i november«. Temat- iskt er kærleikin á skránni. Men spurningurin er, um tað nú er sannur kærleiki, tí hon flytir seg heilt út á markið til »hard core«. Hetta er sjeynda skaldsøgan hjá Pirjo, sum á ein hátt ger upp við sexistin og feminist- in Fay Weldon, ið vitjar á Listastevnuni komandi. Triði norðurlendski rit- høvundurin, sum las upp, var norðmaðurin Jørgen Norheim. Hann er tilnevnd- ur fyri skaldsøguna »Ingen er så trygg i fare«. Skald- søgan hevur lánt tittulin frá sálminum eftir Linu Sandell »Ongum er so trygt at fara«. Guds lítli barnaskari er kjarnin í bókini, sum er bor- in á einum átrúnaðarligum undirtóna. Tað fantastiska og realistiska gongur hond í hond, og bókin er rík av ný- norskum skaldskapi. Liv Køltzow er eisini norsk. Hon hevur fingist við ymiskan skaldskap, eitt nú tann ævisøguliga, har hon hevur viðgjørt Amalie Skram, sum fekk eina óvanliga góða móttøku. Hon er nú tilnevnd fyri skaldsøguna »Det avbrutte bildet«, sum av ummælar- um verður søgd at vera bæði ein flott og týdningar- mikil skaldsøga. Liv Kølt- zow er áður tilnevnd fyri bókina »Hvem har ditt an- sikt«, sum kom út í 1987. Úr útnorði kom íslending- urin Jóhann Hjálmarsson eisini hendanvegin. Hann er í uppskoti til ársins norðurlendsku bókmenta- virðisløn fyri yrkingasavnið »Hjóðleikar«, sum kom út í 2000. Hann er í sínum heimlandi kendur sum bæði kritikari og journalistur, men telist samstundis mill- um fremstu yrkjarar í Ís- landi og er millum teir mest týddu uttanlands. Bókaelskarar Umframt teir seks rithøv- undarnir í Norðurlandahús- inum, eru seks aðrir í upp- skoti. Teir eru Per Højholt úr Danmark fyri skaldsøg- una »Auricula«, Kjell Westö úr Finnlandi fyri skaldsøguna »Lang«, Ál- frún Gunlaugsdóttir úr Ís- landi fyri skaldsøguna »Yfir Ebrófljótið«, Stewe Claeson úr Svøríki fyri skaldsøguna »Rönndruvna glöder«, Eva Ström úr Svøríki fyri yrkingasavnið Revbensstädarna« og Kelly Berthelsen úr Grønlandi fyri stuttsøgusavnið »Tarn- ingup ilua« við danska heit- inum »En sjæls inderste kammer«. Føroyingar fingu ikki høvi at hitta tey hesaferð, men felags fyri øll man vera íslendski sangurin hjá Bubba Mortens við heitin- um »Eg elski bøkur«. Hann var í týðing eftir Martin Næs ógvuliga hóskandi karmurin um tiltakið í Norðurlandahúsinum. Framførdur inniliga av Sámali Ravnsfjall. Í uppskoti til Norðurlandavirðislønina í bók- mentum 2003: Danmark: Per Højholt og Morten Sønder- gaard Finnland: Pirjo Hassinen og Kjell Westö Ísland: Álfrún Gunnlaugsdóttir og Jóhann Hjálmarsson Noreg: Liv Køltzow og Jørgen Norheim Sverige: Stewe Claeson og Eva Ström Føroyar: Hanus Kamban Grønland: Kelly Berthelsen Fakta Jóhann Hjálmarsson úr Íslandi er í uppskoti til norðurlandavirðislønina í bókmentum. Umframt yrkjari er hann ummælari og journalistur á Morgunblaðnum, og ta støðuna tosaði hann um í Norðurlandahúsinum sunnudagin Mynd: Finnur Justinussen Liv Køltzov úr Noregi er tilnevnd fyri skaldsøguna »Det avbrutte bildet« Mynd: Finnur Justinussen C M Y K 5 4