mikudagur 12. februar 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 29 - 12. februar 2003
Nr. 29 - 12. februar 2003
7
Setanevndarin helt fast um Símun
Setanarnevndin var
ongantíð tað minsta í
iva um, at Símun V.
Arge var rætti mað-
urin at seta í starv
sum landsantikvarur
STARVSSETAN
Heri á Rógvi
Mánamorgunin fekk Annlis
Bjarkhamar eitt bræv frá
Magistarafelagnum í sam-
bandi við setanina av
nýggjum landsantikvari.
Málið hevur fingið nógva
umrøðu í fjølmiðlunum og
er vorðið eitt meira ella
minni alment mál, og tískil
valdi Magistarafelagið at
lata brævið til fjølmiðlar-
nar.
Skrivið stendur at lesa í
fullum líki á síðu 13.
Valdu Símun
Hyggja vit eitt sindur at
skrivinum frá Magistarafel-
agnum, so nýtir felagið
nøkur skjøl sum grundar-
lag, sum ikki eru komin
fram fyri almenningin áður.
Millum annað stendur so-
leiðis at lesa:
Í sínari útgreining dagfest
14. januar 2003 viðger set-
anarnevndin
tey
lýstu
krøvini til fakligan førleika,
leiðslu og samstarvsevni,
evni at starvast sjálvstøðugt
og miðvíst, at ganga nýggjar
leiðir og royna nýggjar av-
bjóðingar. Harumframt tek-
ur setanarnevndin, eftir ser-
ligum boðum frá landsstýr-
ismanninum, støði í tí per-
sónliga førleikakravinum,
sum lagt varð afturat í
donsku lýsingini, nevnliga,
»evni at leiða arbeiði á slík-
an hátt, at Føroya Fornminn-
issavn framhaldandi hevur
ein fakligan og granskingar-
ligan profil í føroyska sam-
felagnum og uttan fyri Før-
oyar«, skrivar Magistarafel-
agið í brævinum.
Somuleiðis verður nortið
við fyrstu niðurstøðuna hjá
einari samdari setanar-
nevnd:
– Hóast Símun V. Arge
ikki kendi hetta krav tá hann
søkti starvið, kemur setanar-
nevndin kortini til ta niður-
støðuna, at hann er »best
egnaður til at røkja starvið
sum landsantikvarur, sæð út
frá tí, sum starvið fevnir um
og ætlandi fer at fevna um
framyvir«. Ein samd setan-
arnevnd leggur afturat í nið-
urstøðu síni: »Eftir at hava
røtt um málið av nýggjum
og sett seg í samband við
fleiri tilvísingar, er støðan
vorðin uppaftur greiðari.
Símun V. Arge er sum heild
betri egnaður, tí hann hevur
góðar fakligar fortreytir,
hevur fleiri og meira við-
komandi leiðsluroyndir og
hevur betri persónligar egin-
leikar«, stendur at lesa í
brævinum frá Magistarafel-
agnum.
Sum tað eisini hevur ver-
ið nevnt fleiri ferðir, so
kom setanarnevndin til
somu niðurstøðu tvær ferð-
ir. Setanarnevndin viðger
starvið útfrá teirri føroysku
lýsingini, sum víkir frá
teirra donsku í tí partinum,
har tosað verður framtíðar-
leiklutin hjá Fornminnis-
savninum.
14. januar tekur setanar-
nevndin málið upp av
nýggjum við nýggjum atlit-
um, ið landsstýrismaðurin
krevur, og sum hava staðið í
donsku lýsiningini.
Hóast nýggj fyrilit er
niðurstøðan hjá setanar-
nevndini einmælt og púra
greið: Símun V. Arge er
tann best egnaði til starvið.
Seinni verður Símun V.
Arge kallaður inn til eina
nýggja samrøðu, men hetta
er við landsstýrismannin,
og Símun V. Arge sigur seg
ikki verða kunnaðan um, at
talan var um eina nýggja
setanarsamrøðu.
Sum heild er setanar-
nevndin ikki tað minsta í
iva um, at Símun V. Arge er
tann rætti til starvið, og
hann lýkur øll krøv – bæði
á donskum og føroyskum.
M.a. sigur setanarnevnd-
in í skrivi 10.. desember:
“Føroya Fornminnissavn
hevur ikki ment seg nóg
væl seinastu árini, men eftir
nevndarinnar meting, stava
hesi viðurskifti helst frá tí
ótrygd honum (t.e. Símun
V. Arge) hevur verið fyri
sum fyribilssettur leiðari,
og at ein fastari setan kann
broyta hesi viðurskifti.”
Setarnevndin var ongantíð
tað minsta í iva um, at
Símun V. Arge var rætti
maðurin at seta í starv sum
landsantikvarur, men
landsstýrismaðurin hevði
eina aðra áskoðan.
Mynd: Jens Kristian Vang.
Handilsskúlan nærkast universitets støðu
Føroya Handilsskúli
og Robert Gordon
University hava und-
irskrivað sáttmála,
sum formaliserar
samstarvið millum
lærustovnarnar.
Avtalan er partur av
ætlanini hjá Handils-
skúlanum at bjóða
útbúgvingar á
universitets støði
ÚTBÚGVING
Heri á Rógvi
Fríggjadagin skrivaðu Før-
oya Handilsskúli og Robert
Gordon University(RGU) í
Aberdeen undir samstarvs-
sáttmála.
Báðir
lærustovnarnir
hava samstarvað hetta sein-
asta árið við einum flokki
av fjarlesarum, sum taka
eina masterútbúgving sum
fjarlesandi á Robert Gord-
on University við nøkrum
work shops á Handilsskúl-
anum.
Ragnar
Magnussen,
stjóri fyri Føroya Handils-
skúla, sigur, at teir við hes-
ari avtaluna hava formalis-
erað samstarvið, sum teir
ongantíð hava gjørt nakran
sáttmála um.
Fyriuttan flokkin av fjar-
lesarum, so ætlar handils-
skúlin eisini at menna sítt
støði til at kunna bjóða út-
búgvingar á Universitets
støði. Sum er bjóðar hand-
ilsskúlin ávísar hægri út-
búgvingar enn miðnáms-
skúla støði, men skúlin
ætlar sær enn meira.
– Vit miðja ímóti at út-
búgva átta lærarar næstu
fýra árini við m.a. skeiðum
í Aberdeen. Vit miðja so
ímóti at kunna undirvísa
fjarlesarunum sjálvi í Før-
oyum og bjóða aðrar út-
búgvingar á bachelor støði í
møguligum samstarvi við
aðar skúlar, sigur Ragnar
Magnussen.
Handilsskúlin hevur eis-
ini samstarv við aðrar læru-
stovnar, eitt nú Handils-
háskúlan BI í Stavanger,
har ætlanin er at menna BA
útbúgvingar saman við.
Menningin av lærurunum
hjá Handilsskúlanum fer at
kosta um eina millión krón-
ur, og peningur fæst eftir
ætlan til vega frá oljufeløg-
unum í form av førleika-
menningarpeningi.
Bíða eftir svari
Magistarafelagið bíðar í løtuni eftir svari frá Annlis
Bjarkhamar, landsstýrismanni, til skrivið um setanina
av nýggjum landsantikvari, sum felagið vil hava
annulerað.
Kate Sanderson, forkvinna í Magistarafelagnum, sig-
ur, at tey fara at kanna, hvørjar møguleikar tey hava um
so er, at setanin ikki verður annulerað. Nevndin í felag-
num hevur ikki viðgjørt málið aftur, og nú verður bíðað
til svarið frá landsstýrismanninum kemur til nakað
meira verður gjørt við málið. Eftir ætlan skal fundur
vera millum Magistarafelagið og Annlis Bjarkhamar.
-HR
Ragnar Magnussen og William S. Steveliy, rektari á Robert Gordon University, skriva undir
samstarvsavtaluna, sum formaliserar samstarvið millum skúlarnar. Fyri handilsskúlan merkir
avtalan m.a., at lærarar á skúlanum fara á skeið í Aberdeen fyri at kunna undirvísa á undir-
versitets støði.
Mynd: Finnur Justinussen
Vil hava Bjarna Djurholm á fund
við suðuroyingar
Jóannes Eidesgaard
heldur, at Bjarni
Djurholm eigur at
havt almennan fund í
Suðuroy um nýggju
ferjuleguna á
Trongisvágsfirði og
um Hovstunnilin
KUNNING
Áki Bertholdsen
Suðuroy:
Í summar er
ætlanin at fara í holt við
tvær stórar útbyggingar í
Suðuroynni. Talan er í
fyrsta lagi um nýggja sam-
ferðsluhavn á Trongis-
vágsfirði og í øðrum lagi
um Hovstunnilin, sum
gongur ímillum bygdirnar
Øravík og Hov.
Í tí sambandi heldur Jó-
annes Eidesgaard, formað-
ur javnaðarfloksins, at tað
hevði verið hóskandi hjá
landsstýrismanninum
at
havt ein kunnandi fund í
Suðuroynni, har hann kundi
greitt almenninginum betri
frá hesum báðum ætlanun-
um.
Í Løgtinginum í dag fer
hann at spyrja landsstýris-
mannin í samferðslumál-
um, um hann ikki heldur, at
ein slíkur fundur hevði ver-
ið hóskandi.
– Hetta eru tvey stór
verkløg og eg haldi, at í
einum
fólkaræðiligum
samfelagið hevði tað verið
hóskandi at almenningurin
slapp at síggja ætlanirnar
og slapp at gera sínar við-
merkingar og at seta spurn-
ingar, sigur Jóannes Eid-
esgaard.
Tað, sum hann serliga
heftir seg við, er staðið, har
samfersluhavnin skal vera
um um staðið, har ætlanin
er at leggja Hovstunnilin.
– Samferðsluhavnin verð-
ur løgd beint við Lítlu-
hólmar, so at tann innasti av
teimum fer undir, samstund-
is sum tað ikki fer at verða
siglandi ímillum teir longur.
Tað er ein umhvørvislig-
ur spurningur um tað er
rætt um um tað ikki hevði
borið til at flutt havnina 50
metrar longur inn fyri at
spart hendan blettin í
náttúru okkara.
– Eftirkomarar okkara
hava sama rætt sum vit at
síggja tað vakra, sum er í
natúruni og tí haldi eg, at
ætlanin eigur at verða gjøl-
liga umhugsað.
Hann sigur, at slikir al-
mennir fundir eru fyriskip-
aðir fyrr við sera góðum úr-
sliti bæði tá ið ætlanin var
at byggja nýtt Suðuroyar-
skip varð fyrireikað og tá ið
arbeiðið at byggja Teistan
varð fyrireikað.
Samstundis
eru
tað
summi sum halda, at Hovs-
tunnilin liggur nakað høgt.
Tað hevur verið ført
fram, at fer nakar at tala at
nú, fer tað bara at forkoma
allari útbyggingini?
– Hetta er ikki ábyrgdar-
full sjónarmið. Tað er
skylda mín sum Løgtings-
maður at reisa spurningar-
nar,
áðrenn
ætlanirnar
verða settar í verk. Aftaná
er ov seint.
– Og tað er púra vist, at
ætlanirnar at gera berghol og
samferðsluhavn fara ikki at
verða seinkað av hesum,
sigur Jóannes Eidesgaard.
– Ber tað ikki til at flyta samferðsluhavnina í Trongisvágsfirði 50 metrar fyri at eira
Lítluhólmunum, er ein spurningur, sum Jóannes Eidesgaard setir
– Verður niðurstøðan
hjá umboðsmannin-
um, at landsstýris-
maðurin hevur borið
seg skeivt at, eigur
Annlis Bjarkhamar at
leggja frá sær beinan-
vegin, heldur formað-
ur sambandsfloksins
LANDSANTIKVARUR
Áki Bertholdsen
– Hetta málið er so undar-
ligt, at Annlis Bjarkhamar
skyldar okkum øllum eina
forkláring.
Ikki
minst
skyldar hon Sínum Arge
eina forkláring.
Lisbeth Petersen, formað-
ur sambandsfloksins, sigur,
at hon skilir onki av tí, sum
er farið fram í sambandi við
setanina av landsantikvari.
Annars heldur hon, at tað
er sera torført at gera nakrar
tryggar niðurstøður í mál-
inum, sum tað liggur í løt-
uni, tí tingfólk og almenn-
ingur fáa ikki fult innlit í
málið og tí koma allir upp-
lýsingarnir ikki fram.
– Men eftir tí, sum hevur
verið at sæð og hoyrt, er
framferðin
hjá
Annlis
Bjarkhamar so atfinningar-
som, at tað er ein spurning-
ur um tjóðveldisflokkurin
ikki hevði staðið seg best í
longdini við at funnið ann-
að flokk at røkt starvið sum
landsstýrismaður í menta-
málum.
Hon heldur, at tað er
mangt, sum ljóðar merki-
ligt í hesum máli. Hon skil-
ir slett ikki, at teksturin í
teirri donsku lýsingini eftir
landsantikvari, ikki var
tann sami sum teksturin í
teirri føroysku lýsingini.
Men hon heldur, at tað er
sáddur so stórur ivi um
hesa starvssetanina, at hetta
ber ikki til at liva við.
– Og nú er eisini ivi sádd-
ur um antin setanarnevndin
hevur gjørt sítt arbeiðið á
fullgóðan hátt og tað kunnu
vit heldur ikki liva við,
leggur hon afturat.
– Í øllum førum er tað
greitt, at føroyski umsøkj-
arin var skikkaður til starv-
ið og tí er tað óskiljandi, at
ein annar varð settur.
Sjálvsagt fyri
umboðsmannin
Men formaður sambands-
floksins sigur, at málið er
so ógreitt, at tað eigur at
vera kannað til botns.
Og hon heldur, at hetta er
eitt sjálvsagt mál at leggja
fyri løgtingsins umboðs-
mann.
– Umboðsmaðurin kann
fáa allar upplýsdingar fram
og koma til eina endaliga
niðurstøðu í málinum sum
byggir á fult innlit í málið.
Og hon staðfestir eisini,
at kemur umboðsmaðurin
til eina niðurstøðu, sum
gongur Annlis Bjarkhamar
ímóti, eigur hon at leggja
frá sær beinanvegin.
Hon minnist eisini hvat
fór fram, tá ið Jørgen Nicla-
sen mátti leggja frá sær fyri
kortum.
– Hann mátti frá, tí hann
hevði ikki borið seg at sum
hann átti, hóast onki revsi-
vert var var farið fram.
Bara tað, at ivi varð sáddur
um embætisførslu hansara,
var nóg mikið til at hann
varð feldur, eisini av tjóð-
veldisflokkinum.
Men um Annlis Bjark-
hamar heldur ikki hevur
borið seg at, sum hon átti,
vita vit ikki, fyrrenn ein ná-
greinilig kanning er gjørd
og tí eigur málið at verða
lagt fyri umboðsmannin.
– Ikki fyrrenn hann er
komin til eitt úrslit, ber til
hjá okkum øðrum at taka
eina haldgóða niðurstøðu.
– Men merkiligt, tað er
málið og Annlis Bjarkham-
ar skyldar okkum øllum,
ikki minst tí vrakaða um-
søkjaranum, at at full
greiða fæst a tí, leggur hon
afturat.
Javnaðarflokkurin
tekur onga støðu til
málið um setanina av
landsantikvari, fyrr-
enn løgmaður hevur
tikið sína avgerð
LANDSANTIKV-
ARURIN
Áki Bertholdsen
– Vit eiga at lata tey, sum
eru beinleiðis uppi í mál-
inum taka gera sínar nið-
urstøður fyrst.
Jóannes
Eidesgaard,
formaður javnaðarfloks-
ins í andstøðu, heldur ikki
at tað er rætt av honum at
draga samanum málið um
setanina av landsantikvari
og at gera nakrar niður-
støður enn.
– Fyribils situr javnað-
arflokkurin og bíðar eftir,
hvat úrslit partarnir, sum
eru beinleiðis uppi í mál-
inum, koma til.
Løgmaður er fyrsti eft-
irlitsmyndugleiki
hjá
landsstýrisfólkunum og
hann hevur avgjørdur
boðað frá, at hann fer at
kanna málið til botns. Og
hann hevur boðað frá, at
hann fer at taka eina
skjóta avgerð.
– Og fyrrenn hann hev-
ur tikið eina støðu, fer
javnaðarflokkurin ikki at
leggja seg út í málið. Hvat
flokkurin fer at gera
seinni, veldst hinvegin
um, hvat úrslit Løgmaður
og partarnir, sum annars
eru beinleiðis uppi´i mál-
inum, koma til, sigur Jò-
annes Eidesgaard.
Bíða eftir
løgmanni
Javnaðarflokkurin bíðar eftir, hvat Løgmaður fer at gera í
málinum um setanina av landsantikvari. Tá ið Løgmans-
ins niðurstøða er greið, fer flokkurin at taka støðu
Løgtingsins Umboðsmaður eigur at kanna Annlis
Bjarkhamar
–Málið um setanina av
landsantikvari eigur at verða
kannað til botns, tað skyldar
Annlis Bjarkhamar okkum
øllum, ikki minst Símun
Arge, sum hon vrakaði. Tí
eigur málið at verða lagt fyri
Løgtingsins Umboðsmann,
sigur Lisbeth Petersen,
formaður sambandsfloksins
C
M
Y
K
7
6