mikudagur 12. februar 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 29 - 12. februar 2003
Nr. 29 - 12. februar 2003
9
Tað búðu 34 fólk fleiri
í Sandavági við árs-
enda í fjør, enn árið
fyri, og væntandi fara
enn fleiri fólk at flyta
til Sandavágs, nú
undirsjóvartunnilin
er veruleiki. Skatta-
inntøkan hjá komm-
ununi var í fjør hægri
enn mett
KOMMUNUTÍÐINDI
Orð og myndir
Edvard Joensen
Sandavági: Hóast tað ikki
beinleiðis kann leggjast
undirsjóvartunlinum
til,
hevur hann ivaleyst sína
ávirkan á, at fólkatalið í
Vágum er vaksandi. Sanda-
vágur er ein av bygdunum,
har fleiri fólk hava biðið
um grundstykki, og onkur
nýggj hús eru loigu komin
upp at standa.
Í Sandavági búðu 723
fólk á nýggjárinum, sigur
Rósa Samuelsen, borgar-
stjóri í Sandavági. Tað eru
34 fók fleiri enn við árs-
enda 2001. Av hesum eru
30 tilflytarar, meðan burð-
aravlopið, munurin millum
fødd og deyð í bygdini, var
4 fólk.
Rósa Samuelsen letur
hampiliga at fíggjastøðuni
hjá kommununi. Meira er
til, enn kommunan skyldar,
so tað skuldi sum so verið í
lagi, heldur hon.
Skattainntøkan
hjá
Sandavágs
Kommunu
royndist betri í fjør, enn
væntað var við ársbyrjan.
Metingin á fíggjaætlanini
var góðar 12,9 milliónir,
meðan endaliga úrlsitið
vísti knappliga 13,5 milli-
ónir ella ein hálva millión
meira enn mett. Í ár hevur
Sandavágs Kommuna mett
at fáa góðar 12 milliónir
krónur inn í skatti. Fíggj-
arlógin
hjá
Sandavágs
Kommunu fyri árið 2003
javnvigar við reiðiliga 14,6
milliónum krónum.
Veganøvnini
Sum allar aðrar bygdir og
býir
í
landinum,
skal
Sandavágur eisini hava
gøtunøvn og nummar á
hvørt hús. Hetta verður
gjørt eftir ynski frá Post-
verkinum.
Í Sandavági hevur sitið
ein gøtunavnanevnd, sum
hevur latið frá sær sítt upp-
skot til nøvn, og er har tikið
atlitt til gomul staðarnøvn í
bygdini. Bæði vanlig stað-
arnøv og ikki minst søgulig
nøvn, sum bæði verða knýtt
at støðum og persónum.
Nevnast kunnu mætir
menn sum V.U. Hammers-
haimb og Peter Arreboe,
sum báðir hava fingið
hvønn sín veg uppkallaðan
eftir sær í Sandavági. Annar
varð føddur í bygdini, og
hin doyði har.
Sandavágs
Kommuna
hevur eisini fingið kort yvir
bygdina lagt út á internetið.
Skipanin kann síggjast á
heimasíðuni hjá Sandavágs
Kommunu, sum vísir til
skipanina
www.kort.fo.
Heimasíðan hjá Sandavágs
Kommunu eitur
www.sandavagur.fo
Landsvegurin víðari vest-
ur gjøgnum oynna, liggur
gjøgnum Sandavág, og
merkist tað eisini. Arbeitt
hevur støðugt verið við at
bøta um trygdina á hesum
vegastrekki, sigur Rósa
Samuelsen, borgarstjóri í
Sandavági.
Hon nevnir í hesum sam-
bandi, at fleiri ljós verða
sett upp inn eftir Leitinum,
sum er vegurin millum
bygdina sjálva og Giljanes,
har skúlin er. Eisini er av-
talað gjørd um kavarudding
á gonguteiginum fram við
hesum vegnum, tá brúk er
fyri tí.
At tað mangla bussskýli
fram við høvuðsvegnum,
sanna tey dagliga, sum
hvønn dag ferðast við bussi
av oynni til arbeiðis. Men
hetta verður nú bøtt um,
sigur Rósa Samuelsen, eins
og tað eisini verður arbeitt
við at betra um parker-
ingsviðurskiftini fram við
høvuðsvegnum.
Tann
søguligi
Gamli
Skúli í Sandavági verður
enn nýttur til fyrsta og
annan flokk, og har hava
verið gjørdar rímiliga stórar
ábøtur. Og meira er eftir at
gera, sigur borgarstjórin.
Onkur leki er, so nú verður
farið undir at klæða Gamla
Skúla við timbri fyri á tann
hátt at sleppa undan lekan-
um.
Nýggja
útstykkingin
norðuri í Sørpum er um at
vera liðug, og fyrstu húsini
eru komin upp at standa, og
onkur er fluttur inn.
Sandavágs
Kommuna
hevur valt at gera alt liðugt,
áðrenn rættiliga verður
fairð undir bygging á økin-
um. Eitt nú gøtuljós og
asfaltering eru gjørd, so
fólk ikki koma til ein hurli-
vasa, tá tey flyta í nýggj
hús. Enn er tó eftir at as-
faltera sjálvar gonguteigar-
nar har norðuri og gera gøt-
ur, sum binda nýggja
býlingin saman við gomlu
bygdina, sigur borgarstjór-
in. Higartil hevur hendan
útstykkingin kostað góðar
fýra milliónir krónur.
2003
Nógv er gjørt, men meira er
eftir. Og ætlaninar fyri árið
í ár eru ikki smáar heldur.
Dagstovnurin, sum bygd-
ur verður, skal takast í brúk
í vár, og verður tað stórt
framstig á tí økinum. Vænt-
andi fara eini 12 fólk at
arbeiða á dagstovninum,
sum bæði fer at hýsa
vøggustovu-
og
barna-
garðsbørnum.
Grivið varð víða í Sanda-
vági í fjør. Kloakkir og
veitingar til bæði vatn og
streym vórðu lagdar av
nýggjum, og hetta fer at
halda fram í ár eisini, sigur
borgarstjórin.
Væntandi
verður ikki komið runt í ár
kortini.
Tann í síni tíð so nógv
umtalaði sløkkiliðsbilurin
er keyptur, og kemur vænt-
andi í ár. Nú er tað ikki
Sandavágs Kommuna, sum
einsamøll
eigur
bilin.
Sandavágur og Miðvágur
hava felags sløkkilið, og tað
er hetta liðið, sum fær bilin.
Kostnaðurin verður tó enn
meira býttur, tí umframt at
kommunurnar báðar fara at
gjalda helvtina av tí, bilurin
kostar, ber partafelagið
Vágatunnilin hina helvtina
av kostnaðinum.
Fyri nøkrum árum síðan
varð nýggj brimverja gjørd
á Sondum, og hevur hon
vart væl. Í so væl, vilja tey
halda, tí hon hevur eiisni
gjørt tað, at tað, sum skal
renna út á sjógv, steðgar á
og ger skaða á hús í granna-
lagnum.
Mataráin hevur volt nak-
að væl av vatnskaða, og
verður hetta roknað at
koma av, at frárenslið undir
brimverjuni er typt.
Neyðugt verður tí at taka
partar av brimgarðinum
upp og gera frárenslið av
nýggjum. Hetta verður
gjørt í vár og summar, sigur
Rósa Samuelsen.
Í
ár
er
Sandavágur
stevnubygd. Vestanstevnan
verður hildin í Sandavági
um miðjan juli, og vænt-
andi koma nógvir stevnu-
gestir. Umframt gestirnar
heiman av landi koma
nógvir íslendingar á vitjan í
summar. Tað eru fólk úr
vinarbýi Sandavágs á Eyst-
urlandinum, Neskaupstaði,
sum koma á vitjan í ár.
Vitjað hevur trúliga verið
millum bygdirnar í nógv ár,
og í ár hava íslendigar ætl-
að at gjørt nógv burtur úr at
fara til Føroya.
– Í Sandavági eru vit
farin undir at fyrireika
okkum til at taka í móti
øllum
gestunum,
sum
væntandi eru til bygdar í
summar, við at fríðka um
bygdina, sum vit kunnu
best, sigur Rósa Samuel-
sen, borgarstjóri í Sanda-
vági.
Sandavágur í vøkstri
Árið í fjør royndist hampiliga væl fíggjarliga hjá Sandavágs Kommunu. Skattainntøkan var umleið eina hálva millión hægri enn
mett, og fleiri fólk búðu í Sandavági við ársenda, enn tá árið byrjaði, sigur Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági
Trupulleikar hava verið av, a t frárenslið undir grótkastinum er typt, og vatnskaði hevur staðist
av. Í vár verður hol sett á garðin, og nýtt frárensl lagt, áðrenn grótið so verður lagt aftur
Føroyskt sjónvarp til føroyingar í Danmark
Føroya Hornið er
heitið á sending, ið
føroyingar og danir,
sum hava ávíst til-
knýtið til Føroyar eru
farnir undir við at
senda í høvuðsstaðar-
økinum
SJÓNVARP
Ingrid Bjarnastein
Sjónvarp til føroyingar bú-
sitandi í Danmark. Nú er
tað komið. Føroya Hornið
er heitið á sending, sum
nakrir føroyingar saman
við dønum, ið hava ávíst
tilknýtið til Føroya, eru
farir undir at senda.
Føroya Hornið verður
sent tvær ferðir um mánað-
an á Kanal København.
Talan er um tvær sendingar
á 27 minuttir hvør, sum
innihalda
Barnahornið,
kirkjuhornið og ymiskt til-
far, sum hevur við Føroyar
at gera.
– Vit meta, at tað eru eini
25.000
føroyingar,
ið
kunnu síggja okkara send-
ingar. Og okkara samlaða
hyggjaratal er umleið 2,5
milliónir møguligir hyggj-
arar, sigur John Rigelsen,
sum er ein av teimum, sum
ger
sendingina
Føroya
Hornið.
John er sjálvur giftur við
føroyskari konu, og er
hansara áhugi fyri land-
inum stórur.
– Vit vilja geva teimum
føroyingunum, sum búgva í
Danmark nakað at hyggja
eftir. Seinastu seks mánað-
arnar hava vit verið í Før-
oyum minst einaferð um
mánaðan og í summar ætla
vit at gera eina fasta redak-
tión her, sum kemur at ferð-
ast kring landið, greiðir
John frá.
Kostnaðarmikið
Tað er ógvuliga kostnaðar-
mikið at framleiða sjón-
varp. Vanliga kostar ein
minuttur 15.000 krónur at
senda, men í serligari av-
talu, er prísurin vorðin til
40.000 krónur um mánaðan
fyri tvær sendingar á 27
minuttir.
Føroya Hornið sæst í
høvuðsstaðarøkinum,
og
ein partur av teimum, sum
búgva á Malmö, síggja
eisini sendingina.
– Við hjálp av stuðlum
hava vit fingið stáplað
sendingina á beinini, sigur
John.
Stuðlarnir hjá sendingini
eru
Atlantic
Airways,
Smyril Line, Töting, Post-
verk Føroya, Sirri og Hotel
Hafnia, men leggur John
dent á, at tað er væl pláss
fyri fleiri stuðlum.
Sendingarnar verða send-
ar annan hvønn leygardag
og annan hvønn fríggjadag.
Leygardag verða tær sendar
fyrrapartar og fríggjadagar
um kvøldið.
– Tað, sum vit senda, eru
føroysk innsløg. Málið er
bæði føroyskt og danskt.
Skipað varð fyri tíðinda-
fundi á Hotel Hafnia týs-
dagin, og vóru har eisini
umboð fyri teir ymsu
stuðlarnar.
Føroya Hornið er heitið á
sending, sum føroyingar
saman við dønum við til-
knýtið til Føroya, gera. John
Rigelsen er framleiðari og er
hann her avmyndaður sam-
an við Kim Bay, chefteknik-
ara
Mynd: Jens Kr. Vang
Prix forsmakkur í Gøtu
Leygarkvøldið var
konsert í Gøtu við
Mary´s Baby, Bracket
og Mind´s Eye. Mary´s
Baby og Bracket
skulu vera við í triðja
innleiðandi umfari av
Prix Føroyum leygar-
kvøldið, men Mind´s
Eye hevur longu
tryggjað sær pláss í
hálvfinaluni tann 15.
mars
UMMÆLI
Ingrid Bjarnastein
Áskoðararnir, sum høvdu
leitað sær til Gøtu leygar-
kvøldið, kundu vænta sær
ein rættiligan forsmakk av
komandi Prix umfarið, tí
ikki minni enn triðingurin
av bólkunum, sum vera við
í triðja innleiðandi umfarið
fóru á pall í Losjuni í Gøtu.
Losjan í Gøtu er ikki so
rúmlig, so skjótt fyltist.
Heilt fitt av fólkið hevði
leitað sær til Gøtu hetta
kvøldið, og veðrið var av tí
besta.
Vegna tekniskar trupul-
leikar var konsertin eitt
sindur seinkað, men hetta
forðaði ikki fyrsat bólkin-
um, Mary´s Baby, at leggja
í vaðið um hálvgum ellivu
tíðina.
Mary´s Baby verður við í
triðja innleiðandi umfari til
Prix Føroyar komandi leyg-
arkvøld. Bólkurin legði út
við einum instrumentalum
lagi. Tónleikarnar kenna vit
aftur frá bólkinum Mary-
gold, sum var við í Prix
Føroyum, fyri tveimum ár-
um síðani. Nýggju andlitini
í bólkinum er keyboard-
spælarin og sangarindan.
Báðar konufólk, og er hetta
nakað heilt serligt í Prix
høpi.
Mary´s Baby spældi ein
blanding av Cranberries-
Kent tónleiki. Sangarindan,
Olivia Mikkelsen, minti
ikki sørt um forsangar-
innuna í írska bólkinum
The Cranberries, Deloris
O’Riordan. Bólkurin var
væl samanspældur, og bæði
sást og hoyrdist tað, at tón-
leikararnir hava spælt sam-
an í eina góða tíð nú.
Tað einasta, sum kanska
var til at fílast á er, at harða
gittarljóðið ofta hevði hug
til at doyva vøkru forsang-
ararøddina, og kundi tað til
tíðir
tykjast
ikki
sørt
ørkymlandi.
Mind´s Eye rokkaði
Annar bólkurin á palli hetta
kvøldið var ungu eysturoy-
ar bólkurin, Bracket. Teir
spæla harðan andaligan
tónleik. Sangari í bólkinum
er Andrias Højgaard, sum
gjørdist nummar tvey til
ársins songrødd í 2001.
Gittarleikaran kenna vit
millum annað eisini frá I
Am, og er hann Arni Zach-
ariassen. Eisini Bracket
verður við í triðja innleið-
andi umfari í Fuglafirði
leygardagin.
Bracket megnaðu ikki
eins væl og Mary´s Baby
sína uppgávu. Røddin sveik
sangaran av og á, eins og
ljóðið viðhvørt kundi tykj-
ast eitt sindur ov hart.
Gittarleikarin megnaði tó
at fullføra sína uppgávu til
fulnar. Allir sangirnir høvdu
langar gittarsolo´ir, har Arni
veruliga slapp at royna seg,
og prógvaði hann, at gáv-
urnar eru uppá pláss.
Seinasti bólkurin á pall-
inum hetta kvøldið fær
besta ummæli. Mind´s Eye,
sum tók øll á bóli í øðrum
umfari av Prix Føroyum,
var komin úr Klaksvík fyri
at spæla.
Tað fyrsta bólkurin gjørdi
var at fáa øll at reisa seg
upp, so eitt sindur av lívi
kundi koma í Losjuna. Og
tóku áskoðararnir eisini
væl undir við bólkinum, tí
salurin kókaði so skjótt
bólkurin fór í gongd.
Vælsamanspældir
og
ongir
feilireyðmerktu
klaksvíksbólkin. Stílurin,
sum er yvir í Korn-Linkin
Park, fall áhoyrarunum væl
í oyrað, og ta einu løtuna
var ikki nógv annað at
síggja enn hár, sum varð
rist upp og niður at síggja.
Mind´s Eye var bólkurin,
sum kom best frá síni
uppgávu hetta kvøldið.
Onkur vildi vera við, at
tónleikurin teir spældu, er
framtíðin í føroyskum tón-
leiki. Men staðfestast kann
í øllum førum, at Mind´s
Eye hevur fingið eitt væl
uppiborið pláss í hálv-
finaluni í Prix Føroyum.
Hvat teir tá hava at bjóða,
er bara at bíða eftir.
Mind´s Eye rokkaði í Losjuni
í Gøtu leygarkvøldið, tá tónl-
eikasamtakið Grót skipaði
fyri konsert. Bracket og
Mary´s Baby vóru eisni á
palli hetta kvøldið
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
9
8