Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. februar 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 29 - 12. februar 2003 Nr. 29 - 12. februar 2003 11 Tað er bert í áliti at til ber at vaksa Hesa yvirskrift yvir røðu sína hevði Pauli Nielsen, rektari, tá 24 nýggir pedagogar seinasta fríggjadag fingu prógv á Føroya Læraraskúla PRÓVTØKA Rúna Sivertsen Rektarin vísti í røðu síni á eitt rit hjá Norðurlendska mentanarstovninum, sum sigur, at Føroyar eru tað norðurlandið, har fram- haldandi útbúgvingarskip- anin er best útbygd saman- borið við fólkatalið. - Tað hitar at lesa sovorð- ið, tí tað tykist mangan at vera so, at tað fyrst av øllum er tað, sum vit enn ikki hava megnað, sum vit føroyingar sjálvir gremja okkum um, ella ofta rætt sagt grenja um. Vit tykjast at hava lætt við at finna okkurt at ilneitast um, og ofta gloyma vit tey megnar úrslit, sum vit hava rokkið, segði Pauli Nielsen. Hann segði, at síðani 1986, tá byrjað varð við pedagogútbúgving á lær- araskúlanum, hava út við 200 næmingar fingið prógv sum pedagogar. Útbúgvingin mennast - Í hesum døgum leggur Mentamálaráðið upp til, at pedagogútbúgvingin verður endurskoðað, og tað gleða vit okkum til her á lærara- skúlanum. Eg rokni við, at tit, sum nú verða liðug, og meginparturin av teimum, sum hava gingið her á lær- araskúlanum hesi árini, útbúgvingin hevur verið, hava kensluna av, at tit hava fingið eina góða útbúgving, helt Pauli fram. - Sjálvur havi eg ta inni- ligu vón, at tann endur- skoðan, sum nú verður sett í verk, varðveitir tað besta i teirri útbúgving, sum tit hava fingið, samstundis sum ábøtur verða gjørdar, sum geva møguleika at gera útbúgvingina uppaftur bet- ur, segði hann. Fyrst av øllum vónar rektarin, at tann opinleiki, sum er í karmunum um útbúgvingina, verður varð- veittur. Tað vísir álit, og tað er bara í áliti, at gjørligt er veruliga at vaksa. Eisini bar hann fram ynski um, at læraraskúlin í framtíðini fær høvi at útbúgva so nógvar peda- gogar, at ikki verður neyð- ugt hjá fjøld av fólki at leita av landinum at fáa hesa útbúgving. Ynski um mót og góðan vilja - Skal eg halda fram í sama positiva anda, sum eg byrjaði, so er at fegnast um, at eitt sindur av peningi nú verður settur av til tess at bøta um hølisviðurskiftini á skúlanum. Tað er ein góð byrjan og vísir vilja, men meira skal til enn hetta, skal okkara læraraskúli bara fáa nakað, ið líkist teimum umstøðum, sum læraraskúlarnir nógva staðni uttanum okkum hava, vísti rektarin á. Víðari í røðu síni greiddi hann frá, at læraraskúlin hevur gott samband við pedagogútbúgvingar í hin- um norðurlondum, og tað samstarvið úteftir er ætlan- in byggja út. Eftir at hava hugleitt eitt sindur um Friedrich Frøbel, sum sigst vera faðirin at barnagørðunum, endaði Pauli Nielsen, rektari, røðu sína við hesum orðum: - Eg ynski tykkum og øll- um tykkara, ikki minst børnunum, hjartaliga til- lukku við próvnum, sum tit fáa handað í dag, og eg ynski tykkum mót og góð- an vilja at menna arbeiðs- øki tykkara í komandi tíðum.Tað er mín hjartans vón, at hetta kann verða gjørt í góðum samstarvi við Føroya Læraraskúla. - Skúli er og verður til eina og hvørja tíð tað besta, sum vit heima hjá okkum sjálvum eiga á hesum økin- um. So lítil og viðbrekin, hann er, hevur hann brúk fyri øllum góðum vilja, skal hann hava sjálvsálit at samstarva á jøvnum føti við samsvarandi útbúgvingar í heiminum uttanum okkum. Pedagogar fingið prógv Aftara rað frá vinstru: Elinborg Ljósstein, Emma Lisberg, Mai Prior, Anna Jacobsen, Oddvør Poulsen, Sunniva Sørensen, Berit Hansen, Connie Dalsgaard, Heri Kjelnes, Eva Klein, Tróndur Ravnsfjall, Jens Heldarskarð, Kari Petersen, Julianna á Geilagarði, Beinta Wardum, Anja Hentze, Hildur Mortensen og Hanna Nielsen Fremra rað frá vinstru: Ingvør í Haraldsstovu, Vivian Guðmundsson, Jastrid Hovland, Súsanna Eliassen, Marita Hansen og Hanna Juul Mynd Jens K. Vang Jens Heldarskarð var ein, sum seinasta fríggjadag fekk prógv sum pedagogur. Hann kom inn á gólvið á Sosialinum at biðja svigarinnu sína, Jóhonnu, sum arbeiðir í móttøkuni, hjálpa sær at knýta hosubondini. Gerda og Neli hava eisini latið seg í føroyskan búnað til æru fyri pápa sín Mynd Jens K. Vang Vivian Guðmundsson flutti vegna næm- ingarnar fram røðu. Á ein skemtiligan hátt hugleiddi hon um skúlatíðina og saman- bar hana við eina tokferð Hóast krígshóttanir og rokfiskiskap undir Føroy- um, so komu vit hertil. Vit hava nátt endastøðina á hesi longu útbúgvingar- ferð. Vit skulu nú stíga úr einum stórum og breiðum toki, sum hevur rúmað nógvar diskutiónir, avbjóð- ingar, hugsanir, upp og niður túrar, piage, látur, grát og samanhald. Vit stíga øll út við einum ryggsekki, sum er fullur av lærdómi og upplivingum. Nú, tá ið tokið er steðgað aftaná 200 km. um tíman, hyggja vit niður í rygg- sekkin við felagsuppliving- um. Um vit lata ryggsekkin upp, koma nógvar góðar løtur upp úr honum - so sum túrurin til Elduvíkar, har vit skuldu skipa fyri einum barnatiltaki fyri 100 børnum saman við Jóruni Simonsen. Sólin skein bæði oman og niðan. Øll vóru í sving. Glúpar, gummibátar og dukkusjónleikur uppi í haganum. Spøl úti á bøn- um, pylsubreyð og klovnar. Og niðri í fjøruni millum tara og klettar, varð kópa- konan sýnd fram. Ferðir í landi og ríki Ein annar væleydnaður túrur var, tá vit fóru at vitja okkara góða floksfelaga úti í Dímun. Við Norðlýsinum fóru vit avstað á miðari nátt. Tey flestu nýttu henda vakra náttartúrin, meðan onkur var noyddur at tøma sær búkin, helst fyri at fáa pláss fyri tí góða mati, sum bóndahjúnini borðreiddu við. Vit vóru væl móttikin, tá ið vit í gummibáti komu inn og skinklandi á teimum hálu klettunum royndu at fóta okkum. Í eini røð fóru vit øll grulvandi upp á oynna. Ovast uppi á oynni, sóu vit veitrandi hendur - tað vóru "luksusfrúurnar", sum høvdu valt skjótastu leið. Hvussu var at koma á oynna Dímun, kann ikki beskrivast - hóast náms- frøðiliga útbúgving - tað má upplivast! Og so til suðuroyartúrin við Hans Holm á odda. Ein sera læruríkur túrur, tá vit runnu uppi í haganum og funnu útav, at hagin var fullur av blákollum. Vit royndu eisini at læra okkum hesi ymisku fugla- nøvnini at kenna. Men eg veit ikki! Hans pástóð, at føroyingar bert kenna til "lørdags grillkylling". Og eg haldi at vit vita hvat hann meinar við. Okkara størsti og longsti túrur, var námsferðin í Danmark og Svøríki. Vit høvdu eina tætt pakk- aða spennandi skrá hvønn dag í Keypmannhavn og har umleiðir. Men tá ið vit komu til Malmø, hildu hesi svensku, sum skipaðu fyri, at vit vóru ein lærara- flokkur. Vit runnu frá skúla til skúla, og máttu vit í heilum siga teimum, at vit ikki vóru "lærarar", men "pædagógar". Ikki tí, tey hava eina góða skúlaskipan í Malmø. Okkara flokkur hevur verið ein sterkur flokkur. Vit hava verið ágrýtin og havt tað gott sosialt. Eftir protokollini at døma, er onki óregluligt farið fram. Full ferð á Tað eina árið komu aðrir bollar í suppuna. Allir lær- ararnir fóru til Grønlands í tvær vikur, og hildu vit, at tokið hjá okkum møguliga fór at seta ferðina niður, men so varð ikki. Eftir einari viku lá ein áheitan í nærum hvørjum postkassa um, at nú skuldi meira kol lempast í ovnarnar og har- við ferðin setast uppaftur. So, tað var bara at fara aftur til verka. Í gjøgnum góðar 42 mán- aðir, hava nógv fólk verið um okkum og stuðlað okk- um, og teimum vilja vit øll- um takka. Eg kann ikki lata vera við at nevna Herluf Lützen, sum uttan himpr hevur undirhildið við sínum guitara - hvar sum helst og nær sum helst - tá vit hava havt tørv á hugnaligum løtum saman. Ein serlig tøkk til ein, sum trúfastur hevur fylgt okkum gjøgnum øll árini. Bæði gjøgnum tjúkt og tunt, svart og grátt, stórt sum smátt. Tað er eingin annar enn Rógvi Thomsen. Vegir skiljast Vit fara at sakna tykkum øll, sum hava hjálpt okkum ígjøgnum hesa læruríku tíð. Okkara vegir fara at skiljast nú. Vit fara sum pedagogar at arbeiða í eini broytingartíð, Vit skulu fyrihalda okkum til alt, sum rør seg innan okkara øki, og alt sum ávirkar okkara øki. Sjálvt um tað verður spennandi at fara út og royna seg sum nýklæktur pedagogur, so verður tað eisini ein saknur at fara frá flokkinum, lærarunum og skúlanum sum heild. Men sjálvt um vit nú fara á hvør sína perong, so vita vit, at vit hava hvønn annan at heita á. At enda fari eg at ynskja flokkinum alt tað besta. Somuleiðis ynskir flokkur- in skúlanum og lærarunum góðan byrð framyvir. Hald- ið fram við tí góða arbeið- num. Takk fyri og góða eydnu. Jarnbreytar- ferðin Tórbjørn Jacobsen fer víðari við málinum um viðurskiftini hjá fangum í Føroyum og Danmark TÍÐINDASKRIV Tórbjørn Jacobsen, sum 4. februar fekk svar frá Lene Espersen, løgmálaráðharra, uppá spurningin um viður- skiftini hjá fangum, sum hann setti henni 24. januar, fer víðari við málinum. Tórbjørn Jacobsen grundgevur soleiðis fyri hesi avgerð. »Svarið hjá Lene Esper- sen er ein staðfesting av, at munur verður gjørdur á fangum í Føroyum og Dan- mark. Sama Lene Espersen hevur fleiri ferðir í orða- skiftum við meg í fólka- tingssalinum hildið uppá, at Danmark og Føroyar eru tveir fullkomiliga javnsettir partar av tí sokallaða »rík- isfelagsskapinum«. Í hes- um sokallaða »ríkisfelags- skapi« er fonglusverk danskt málsøki. Tí kann hesin mannamunur ikki góðtakast. Tað kann heldur ikki góðtakast, at danska stjórnin – og Lene Espersen sjálv – aftur og aftur tosa um, at Føroyar og Danmark eru »javnsettir partar« í einum sokallaðum »ríkisfelagsskapi«, tá hvørt barn dugir at síggja, at hetta ikki ikki er so«. Í fyrstu atløgu verður málið reist sum munnligur fyrispurningur í fólkatings- salinum. Niðanfyri eru spurningur hjá Tórbirni Jacobsen, og svarið hjá Lene Espersen. Spm. nr. S 1566 Til justitsministeren (24/1 03) af: Tórbjørn Jacobsen (TF): »Vil ministeren tage nogen skridt med henblik på at fjerne den forskelsbehand- ling, der i dag gøres mell- em danske statsborgere, der sættes i fængsel på Færøer- ne, og danske statsborgere, der sættes i fængsel i Danmark?« Begrundelse Da redaktøren på den fær- øske avis Oyggjatíðindi, Dan Klein, blev sat i fæng- sel på Færøerne 5. juli 1996, søgte han om at få lov til at medbringe com- puter, telefon og andre kommunikationsredskaber. Dette med henblik på at kunne udgive sin avis, mens han sad i fængsel. Men han fik afslag fra alle instanser. Det eneste ar- bejdsredskab, han fik lov til at medbringe, var en skrivemaskine. Forbuddet mod at med- bringe moderne kom- munikationsredskaber er stadig gældende for danske statsborgere, der sættes i fængsel på Færøerne. Men for indsatte i Danmark er reglerne langt mere lempe- lige. Således kunne Kurt Thorsen f.eks. i B.T. den 13. september 2002 berette, at han i sin fængselscelle havde indrettet sig med et par telefoner, telefax og en computer, der var tilsluttet internettet. Både anklagemyndighed og fængselsvæsen på Fær- øerne er dansk, og begge de omtalte personer er danske statsborgere. Eneste forskel er, at den ene er hjemme- hørende på Færøerne og dermed »færing« i henhold til hjemmestyreloven, mens den anden er hjemmehør- ende i Danmark. Denne forskelsbehandling undrer spørgeren. I en skrivelse fra landfog- eden på Færøerne dateret 2. juli 1996 skrev denne til redaktør Klein, at »Såfremt De måtte ønske at afsone i en åben anstalt i Danmark, vil Deres ønske formentlig kunne imødekommes«. Konsekvensen af dette er, at danske statsborgere på Færøerne skal rejse langt væk fra sit hjem for at få samme rettigheder som statsborgere i Danmark. Også denne forskelsbe- handling undrer spørgeren. Svar (4/2 03) Justitsministeren (Lene Espersen): I begrundelsen for spørgs- målet henvises til, at an- søgninger om tilladelse til at medbringe egen comput- er mv. under strafudståel- sen er afgjort forskelligt i to konkrete tilfælde. I det ene tilfælde udstår den dømte straffen i åbent fængsel i Danmark, og i det andet tilfælde udstod den dømte straffen i Arresthuset i Tórshavn. Direktoratet for Krimi- nalforsorgen har oplyst, at det er korrekt, at reglerne for straffuldbyrdelse, her- under reglerne om tillad- else til at medbringe egne genstande som f.eks. egen computer under strafud- ståelsen, er mere restriktive i lukkede institutioner (ar- resthuse og lukkede fæng- sler) end i åbne institu- tioner (åbne fængsler og pensioner). De forskellige regelsæt beror navnlig på nødvendige sikkerheds- mæssige hensyn. På grund af fællesskabet i arresthuset er det ikke muligt at praktisere en ordning, hvor indsatte, der er egnet til afsoning i åbent fængsel, er undergivet mindre restriktive regler med hensyn til adgangen til at medbringe egne genstande. Et væsentligt princip ved valget af afsoningsinstitu- tion er princippet om, at straffen som udgangspunkt skal udstås i nærheden af den dømtes hjemsted. For dømte, som er hjemme- hørende på Færøerne, fører dette princip til, at den dømte som udgangspunkt skal udstå straffen i Ar- resthuset i Tórshavn, som er en lukket institution og eneste afsoningsinstitution på Færøerne. Et andet væsentligt prin- cip ved valget af afsonings- institution er imidlertid, at den dømte ikke bør an- bringes under mere restrik- tive forhold end nødvend- igt. Isoleret set vil dette princip medføre, at dømte, som er hjemmehørende på Færøerne, som udgangs- punkt skal anbringes i åbent fængsel i Danmark, eftersom der ikke er åben kapacitet på Færøerne. Det bemærkes, at etablerings- udgifter ved tilvejebring- else af sådan kapacitet – med forbehold for særlige færøske forhold – skøns- mæssigt ville andrage 1,5 mio. - 2.0 mio. kr. pr. plads. Ved valg af afsonings- institutioner skal der også i relation til dømte, som er hjemmehørende på Fær- øerne, ske en afvejning af (navnlig) de to nævnte til dels modstridende prin- cipper. Denne afvejning har ført til en praksis, hvorefter domfældte med bopæl på Færøerne, som er idømt en straf af fængsel i 1 år og 6 måneder eller derunder, som udgangspunkt an- bringes i Arresthuset i Tórshavn. Såfremt disse domfældte er egnet til anbringelse i åbent fængsel og i stedet ønsker at udstå straffen i et åbent fængsel f.eks. i Jylland, vil en sådan ansøgning normalt blive imødekommet. På baggrund af denne – efter min opfattelse hen- sigtsmæssige – praksis finder jeg ikke grundlag for at tage initiativer på dette område. Føroyskir fangar í Føroyum og Danmark VIÐMERKINGAR C M Y K 11 10