Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. februar 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 29 - 12. februar 2003 Nr. 29 - 12. februar 2003 13 Málið um landsantikvarin hevur nú fingið ta óhugnaligu vend, at man vil gera embætismenn til syndabukkar. Em- bætismenn, ið bert leggja fram síni fakligu sjónarmið, skulu nú revsast fyri mistøk og ódugnasemi hjá lands- stýriskvinnuni. Sjálvandi kunnu embætismenn gera mis- tøk – hvør kann ikki tað?. Men teir eru so ikki politikarar og skulu ikki lata seg trýsta av nøkrum. Gera teir tað, vita teir, at tað er harakiri. Verður ivi sáddur í einum slíkum máli, og vit eru vitandi um, at landsstýriskvinnan í hesum føri ikki hevur virt vanligu mannagongdina men tvørtur- ímóti hevur roynt at "tvinga" embætismenn at ganga ímóti síni egnu fakligu og kvalitativu sannføring, tá eru vit langt úti. Øll tey, sum í greinum og brøvum royna at seta ljós- kastaran á nakrar embætismenn og gera teir til syndabukk, gloyma heilt amatøraktiga leiklutin hjá teirra politiska arbeiðsgevara. Hesi fólk kunnu gera seg sek í einum møguligum justitsmorði á embætismenn. Hetta málið er í veruleikanum nógv meira prinsipielt enn ávísir viðmerkjarar vilja vera við. Løgmaður umboðar landsins mest tignarliga sess, og bert hann kann steðga tí PROSESS, sum byrjaði við vrakaða føroyska umsøkjar- anum og sum nú tykist halda fram millum embætis- menninar í mentamálastýrinum. Heldur enn at taka í egnan barm, ið er harðliga tiltrongt í hesum máli aftan á t.d. amatørbrøv skrivað á heimatelduni, fer lands-stýris- kvinnan út alment og illtonkir sínar egnu embætismenn. At hesir kunnu gera faktuell mistøk er menniskjansligt, men mistøk á tí planinum eru sjáldan nóg mikið til at sekkja embætisfólk. Tað er nú upp til løgmann at avgera lagnuna hjá føroyska umsøkjaranum og helst eisini lagnuna hjá embætisfólkum, sum lítið og einki fáa gjørt sjálvi fyri at verja seg, tí tey hava tagnarskyldu og kunnu sum so ikki so lætt fara út alment og tala at sínum egna arbeiðsgevara. Tað má staðfestast, at Annlis Bjarkhamar, hóast hon ikki hevur gjørt nakað ólógligt við at fara inn í málið, kortini hevur forbrotið seg móti tí mest grundleggjandi prinsipp- inum í starvsfólkapolitikkkinum. Ætlanin við skipanini er nettupp at sleppa undan, at politikarar leggja seg út í starvssetanir. Tú skal ikki fáa eitt starv, tí tú hoyrir til ávísan flokk og tú mást heldur ikki verða útilokaður, tí ein politikari hevur horn í síðuni á tær ella tí hann hevur ókend politisk motiv og rennur ørindi fyri fólk. Uttan mun til hvørji motiv landsstýriskvinnan hevur er tað so mikið groft og umsitingarliga óbúgvið, at tað kann ikki góðtakast. Løgmaður eigur at steðga slíkum og presisera nógv meira gjølla, at landsstýrismenn eiga als einki at hava við starvssetanir á hesum støðinum at gera. Fara vit at góðtaka, at ein landsstýrismaður kann vraka faklig til- mæli, og at hann sjálvur púra óhoyrt fer inn í setanar- samrøður, so kemur alt á glið aftur, og so er støði totalt tikið undan tí annars sera skilagóða starvsfólka-politikk- inum hjá løgmanni. Tann einasti, ið kann bjarga álitið á starvsfólkapolitikkin við at statuera eitt eksempul er løgmaður sjálvur. Vit bíða. DAGSINS MEINING Sosialurin Embætismenn syndabukkar VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Abraham Mikladal Um hugt verður eftir kap. 2. í Fyristingarlógini, so er greitt at bæði Andras Mortensen, limur í setanarnevndini til lands- antikvar og løgmaður, ið er mammubeiggi hansara, vóru/eru ógegnigir Kap. 2. Ógegni. § 3. Persónur, sum virkar innan almennu fyrisit- ingina, er ógegnigur um so er, at 1) viðkomandi sjálvur hevur ein serstakan per- sónligan ella fíggjar- ligan áhuga í úrslitinum av málinum, ella um- boðar ella fyrr í sama máli hevur umboðað onkran, ið hevur ein so- vorðnan áhuga, 2) hjúnarfelagin hjá við- komandi, skyld ella svágd í stígandi ella fallandi linju ella síðu- linjuni so nær sum børn hjá systkjum, ella onnur nærskyld hava ein serstakan persónligan ella fíggj- arligan áhuga í úrslit- inum av málinum ella umboðar onkran, ið hevur ein slíkan áhuga, 3) viðkomandi er við í leiðsluni ella á annan hátt hevur nært til- knýti til eitt felag, ein felagsskap ella annan privatan løgfrøðiligan persón, ið hevur ein serstakan áhuga í úrslitinum av málin- um, 4) málið viðvíkur kæru um ella innan av eftir- ansingar- ella eftir-lits- virksemi mótvegis ein- um øðrum almennum myndugleika, og við- komandi fyrr hevur ver- ið við í tí avgerðini ella til at fremja ta atgerð, sum málið viðvíkur, ella 5) tað annars eru viður- skifti, sum kunnu hugsast at vekja iva um, at viðkomandi heldur við einum av pørtunum. Hetta er sera tyngjandi fyri einmæltu innstillingina hjá setanarnevndini og løg- mann Anfinn Kallsberg, ið áðrenn setanina blandaði seg uppí málið og nú, per- sónliga, hevur sett seg til kanningarstjóra av máls- viðgerini. Fyri undirritaða er tað uttan týdning, hvør perón- urin er, ið er landsanti- kvarur, men tað hevur týdn- ing, at tann, ið fær eitt slíkt starv, er tann við besta før- leikanum. Fyrisitingarlógin er ógreið Páll Poulsen Àhugavert var í farnu viku at fylgja við setanarshow- inum hjá nýggja lands- antikvarinum. Hví Føroya Landsstýri fer útum land- oddarnar at leita eftir fólki til hetta starv er mær ein gáta? Skulu føroyingar ikki sjálvir manna tílík størv í framtíðini. Er tað politikkur tjóðveldisfloksins at út- lendingar skulu menna alla gransking og fyrisiting í Føroyum? (T.e. danir). Vit kunnu liva við at landsstýriskvendi ikki skil- ir ímillum kall- og kvenn- kyn, hvørfall og hvønnfall. Landsstýriskvinnur og menn koma og fara. Men eitt starv sum landsanti- kvarur er av nógv størri týdningi enn nakrar aspire- randi seminaristur yvirhøv- ur kann skilja. Tað ber ikki til at taka tilvildarligar út- lendingar av gøtuni bara tí teir duga at siga "grind, spik og skerpikjøt." Um tjóðveldisflokkurin ikki ruddar upp eftir sær í hesum máli, fer tað at fáa keðiligar avleiðingar fyri land og fólk. Ein botnur má finnast, tí tílíkt skilaloysi hoyrir onga- staðni heima og leiðsla floksins eigur at standa til svars í hesum máli. Skal grundlógarnevndin eisini skerast eftir hesum leisti? Mentamálastýrið, hvar er botnurin? VIÐMERKINGAR Vegna nevndina, Kate Sanderson, formaður Nevndin í Magistarafelagn- um hevur í samráð við lim okkara, Símun V. arge, við- gjørt viðurskiftini í sam- bandi við avgerð landsstýr- ismansins í mentamálum at seta ein annan í starv sum landsantikvar, heldur enn at fylgja einmæltu tilmæl- unum frá setanarnevndini. Nevndin hevur grundað sína viðgerð m.a. á tey skjølini viðvíkjandi máls- viðgerðini, ið Símun V. Arge hevur fingið innlit í frá Mentamálaráðnum. Nevndin vil við hesum gera vart við fylgjandi við- merkingar og spurningar til málið, sum tilsamans skapa grundarlag fyri, at setanin eigur at verða gjørd til einkis. 1. Starvslýsingin – mis- munur í krøvunum til persónligan førleika í Føroyum og Danmark 28. september 2002 var lýs- ing í føroysku bløðunum eftir nýggjum landsantik- vari. Eftir avtalu við Men- tamálaráðið hevði Mag- istarafelagið sæð og góð- kent hesa lýsing framman- undan í tí líki hon hevði í bløðunum. Felagið varð tó ongantíð kunnað um, at ætlanin var eisini at lýsa starvið í donskum í Magis- terbladet í Danmark, og fekk felagið heldur ikki donsku lýsingina til við- merkingar. 17. oktober 2002 stóð lýst á donskum í Magister- bladet, men nú við tveim- um ískoytum, sum ikki eru í føroyska lýsingartekstin- um. Hetta varnast vit ikki í nevndini fyrr enn hon fær málið til umrøðu eftir at setanin er framd. Hesi bæði ískoyti eru: 1) Undir yvirskriftini Personlige kvalifikations- krav varð tikið við í donsku lýsingina fylgjandi, sum ikki var í føroysku lýsing- ini: …og at lede arbejdet på en sådan måde, at institutionen fortsat har en faglig og forsknings- mæssig profil både i det færøske samfund og uden for Færøerne. 2) Undir yvirskriftini Vit kunnu bjóða/Der til- bydes, er fylgjandi munur á føroysku og donsku lýsingarnar: Eitt fakliga krevjandi starv við nógvum av- bjóðingum og samstarvi við aðrar stovnar og myndugleikar En fagligt krævende stilling med mange udfordringer og samar- bejde med andre institu- tioner på og uden for Færøerne (okkara á- herðsla). Nevndin í Magistarafelagn- um kemur til ta niðurstøðu, at munirnir eru so týðandi, at her er í veruleikanum tal- an um tvær ymiskan lýsing- ar til sama starv. Ein til føroyskar umsøkjarar og ein onnur til danskar og aðrar møguligar umsøkjar- ar. Hetta er valla íkomið av tilvild í týðingini, tí sum tað framgongur av málin- um leggur landsstýrismað- urin í mentamálum serligan dent júst á fyrra av hesum ískoytum. 2. Setanartilgongdin – skiftandi grundarlag fyri viðgerð Hesin mismunur millum føroysku og donsku lýsing- arnar hevur frá byrjanini havt við sær, at umsøkjar- arnir hava søkt starvið og fyrireikað seg til setanar- samrøður undir ymiskum fortreytum. Harumframt vísir setan- artilgongdin, at fortreytirn- ar fyri setanina eru meira og annað enn tað, sum gongur fram av starvslýs- ingunum. Tað vísir seg, at landsstýrismaðurin sjálvur arbeiðir út frá nøkrum for- treytum, sum ikki eru orð- aðar í starvslýsingunum, og sum ikki koma fram í ljósið fyrr enn eftir at avgerðin er tikin. Tær verða útgreinað- ar í brævi frá landsstýris- manninum til Símun V. Arge, tá hann fær boð um, at hann ikki hevur fingið starvið. Tað tykist eftir set- anartilgongdini at døma, sum at setanarnevndin hel- dur ikki hevur verið kunnað um, hvørjar fortreytir og framtíðarætlanir landsstýr- ismaðurin hevur havt fyri starvið. Tá ið landsstýrismaðurin tann 20. desember 2002 biðjur setanarnevndina um at útgreina sína innstilling frá 10. desember ynskir landsstýrismaðurin, at set- anin skal bera boð um, hvat Mentamálaráðið ætlar og vil við Føroya Fornminnis- savni, og hvør framtíðar uppgávan og avbjóðingin verður hjá tí komandi landsantikvarinum. Starvslýsingin, sum er grundarlagið undir arbeið- inum hjá setanarnevndini, lýsir uppgávurnar hjá Før- oya Fornminnissavni sam- bært galdandi lógum á økinum í dag. Starvslýsing- in gevur ongar ábendingar um, hvørjar framtíðarætl- anir landsstýrismaðurin hevur fyri Føroya Forn- minnissavn og hevur hetta heldur ikki verið grundar- lag undir samrøðuni, Sím- un V. Arge hevði við setan- arnevndina tann 22. november 2002. Í sínari útgreining dag- fest 14. januar 2003 viðger setanarnevndin tey lýstu krøvini til fakligan førleika, leiðslu og samstarvsevni, evni at starvast sjálvstøðugt og miðvíst, at ganga nýggj- ar leiðir og royna nýggjar avbjóðingar. Harumframt tekur setanarnevndin, eftir serligum boðum frá lands- stýrismanninum, støði í tí persónliga førleikakravin- um, sum lagt varð afturat í donsku lýsingini, nevnliga, »evni at leiða arbeiði á slíkan hátt, at Føroya Forn- minnissavn framhaldandi hevur ein fakligan og granskingarligan profil í føroyska samfelagnum og uttan fyri Føroyar«. Hóast Símun V. Arge ikki kendi hetta krav tá hann søkti starvið, kemur setan- arnevndin kortini til ta nið- urstøðuna, at hann er »best egnaður til at røkja starvið sum landsantikvarur, sæð út frá tí, sum starvið fevnir um og ætlandi fer at fevna um framyvir«. Ein samd setanarnevnd leggur afturat í niðurstøðu síni: »Eftir at hava røtt um málið av nýggjum og sett seg í sam- band við fleiri tilvísingar, er støðan vorðin uppaftur greiðari. Símun V. Arge er sum heild betri egnaður, tí hann hevður góðar fakligar fortreytir, hevur fleiri og meira viðkomandi leiðslu- royndir og hevur betri per- sónligar eginleikar«. Tá Símun V. Arge tann 24. januar 2003 fær munn- liga fráboðan frá aðalstjór- anum um at koma til sam- røðu við landsstýrismannin tann 29. januar 2003, fær hann ikki greitt at vita frammanundan, at talan í veruleikanum er um eina nýggja setanarsamrøðu. Undir sjálvari samrøðuni við landsstýrismannin henda dag fær Símun V. Arge heldur ikki greitt at vita, hvørja framtíðarsjónir landsstýrismaðurin sjálvur hevur fyri Føroya Forn- minnissavn. 3. Grundgevingin – óupplýstar fortreytir fyri starvið Nevndin í Magistarafelagn- um góðtekur ikki grund- gevingina hjá landsstýr- ismanninum fyri, hví Sím- un V. Arge ikki hevur fingið starvið. Símun V. Arge hevur ikki fingið at vita í grundgevingini, hví før- leikin hjá tí, ið settur er í starvið svarar betur til settu krøvini, enn førleikin hjá sær, eitt nú viðvíkjandi út- búgving, starvsroyndum, persónligum eginleikum og starvsvilja. Grundgevingin hjá lands- stýrismanninum verður sett fram í einum skrivi til Símun V. Arge, ið er ódag- fest, ikki journaliserað, ikki undirskrivað av einum em- bætismanni, og heldur ikki á alment brævpappír hjá Mentamálaráðnum. Í hesum skrivi stendur, at umframt tær fortreytir, sum eru í starvslýsingini, eru aðrar fortreytir fyri virk- seminum hjá Føroya Forn- minnissavni, sum lands- stýrismaðurin leggur stóran dent á, men sum hvørki hava verið við í starvs-lýs- ingunum, setanarsamrøð- um ella alment kunngjørdar sum framtíðarpolitikkur hjá landsstýrismanninum. Hes- ar nýggju fortreytirnar tykj- ast kortini so mikið ítøki- ligar, at spyrjast kann, hví tær fyrst koma fram í ljósið eftir at setanaravgerðin er tikin. Landsstýrismaðurin sigur í skrivinum til Símun V. Arge at Føroya Forn- minnissavn m.a. skal: – geva gransking og vís- indaligum arbeiði størri leiklut – í størri mun gerast partur av altjóða granskingarverk- ætlanum og harvið gera Føroyar sjónligar í altjóða høpi Slíkar raðfestingar hava við sær størri broytingar og avleiðingar fyri framtíðar- skipanina av savnsvirksemi í mun til verandi støðuna, sum grundað er á galdandi lógir á fornminna- og savnsøkinum í Føroyum í dag. Landsstýrimaðurin skriv- ar, at eftir gjølla at hava viðgjørt umsóknir, tilmæli, samrøður og fortreytir fyri starvinum er greitt, at úr einum heildarsjónarmiði er annar umsøkjari, sum er betur egnaður til starvið. Trupulleikin er, at heildar- sjónarmiðið hjá lands- stýrismanninum hevur týðuliga ikki verið grundar- lagið í setanartilgongdini, men kemur fyrst til sjóndar eftir at avgerðin er tikin. Símun V. Arge hevur ikki havt møguleikar at fyri- halda seg til hesi sjónar- miðini í heildarviðgerðini. Síðani ynskir nevndin at gera vart við, at Símun V. Arge hevur tey seinastu árini í fleiri tíðarskeið, til- samans 4 ár, virkað sum settur landsantikvarur. Hetta hevur verið ein sera trupul tíð fyri stovnin og setta leiðaran. Orsakirnar til hesa støðu eru í høvuðs- heitum at finna í eini vána- ligari viðferð og umsiting av stovninum hjá tí til eina og hvørja tíð sitandi lands- stýrismanni í mentamálum. Nevndin sær ikki, at leiðsluroyndirnar, Símun V. Arge hvur vunnið sær undir hesum viðurskiftum á nakran hátt eru komnar honum til góðar í heildar- viðgerðini hjá landsstýris- manninum, og ei heldur at tað alment verður roknað honum til fyrimun at hava leitt tann stovn, hann hevur søkt fast leiðarastarv á. Í hesum sambandi verður víst á niðurstøðuna hjá setanarnevndini í fyrstu innstillingini tann 10. de- sember 2002, har fylgjandi verður tikið fram: Føroya Fornminnissavn hevur ikki ment seg nóg væl seinastu árini, men eftir nevndarinnar meting, stava hesi viðurskifti helst frá tí ótrygd honum (t.e. Símun V. Arge) hevur verið fyri sum fyribilssettur leiðari, og at ein fastari setan kann broyta hesi viðurskifti. Sum fyribilssettur lands- antikvarur hevur Símun V. Arge í longri tíð og fleiri ferðir gjørt vart við sítt ynski at viðgera viðurskift- ini á fornminnissavninum saman við landsstýris- manninum í mentamálum, men uttan úrslit. Samanumtikið Grundleggjandi í enda- málsorðingini í setanar- politikki landsins er at tryggja, at viðkomandi stovnur setir umsøkjara, ið úr einum heildarsjónar- miðið er best egnaður til starvið. Útgangsstøðið fyri at gera ein heildarmeting av umsøkjarunum er, at leiðsl- an frammanundan hevur gjørt sær greitt, hvat inni- haldið í starvinum er, og hvørji krøv verða sett til tann, sum skal røkja starv- ið. Sum víst er á omanfyri, metir nevndin ikki, at politiska leiðslan í menta- málaráðnum, sum einsa- møll hevur mett um um- søkjararnar av nýggjum, frammanundan hevur gjørt sær hetta greitt. Við støði í nevndu við- merkingunum, er niður- støðan hjá nevndini í Ma- gistarafelagi Føroya, at limur okkara Símun V. Arge, ikki kann »vera vísur í, at viðgerðin/avgerðin er farin fram á rættan og rætt- vísan hátt«, soleiðis sum endamálið í setanarpoli- tikkinum er lýst. Magistarafelag Føroya krevur tí at setan landsstýr- ismansins av landsantikvari verður annullerað. Til landsstýrismannin í mentamálum Viðvíkjandi setan av landsantikvari C M Y K 13 12