mikudagur 12. februar 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jenis av Rana
hendurnar upp
ella buksurnar ni›ur
Tí›in nærkast:
Vel tína útbúgving
Vangamyndin:
Andrew
av Fløtum
15 ting fyri títt svøvnloysi
15
14
Nr. 29 - 12. februar 2003
Annfinnur í Skála
Fjølmiðlarnir hava fleiri
ferðir havt á máli, at lands-
stýrismaðurin fyri menta-
mál setti nýggja landsanti-
kvarin av politiskum or-
søkum, men eingin teirra
hevur so frægt sum upplýst
okkum um, hvussu henda
setanin kann tulkast po-
litiskt. Slík blaðskriving er
ósømilig.
Landsstýrismaðurin hev-
ur verið fyri hvøssum álop-
um frá mongum síðum,
harafturímóti eru tað fáir av
fjølmiðlunum, sum í álvara
hevur roynt at lýst málið frá
hennara síðu. Vit skulu
minnast til, at henni sjálv-
andi hevur verið greitt, at
hon fór at fáa ákoyringar
fyri sítt dirvi, fyri sína
sannføring. Hon – umsøkj-
ararnir og almenningurin -
hevur so sanniliga uppi-
borið, at málið, alt sum tað
er, verður alment lýst bæði
væl og virðiliga frá øllum
síðum.
Setningurin hjá setanar-
nevndini var tann einfaldi,
at velja millum tey best
skikkaðu fólkini, at kanna
eftir fakligu førleikunum
hjá umsøkjarunum.
Hvat var setanarproblem-
ið hjá landssstýrismann-
inum? Hvussu nógvar vóru
umsóknirnar? Hvussu nógv
vórðu innstillað? Vóru bara
Símun Arge og hasin danin
innstillaðir, so kann lands-
stýrismaðurin
sjálvandi
velja nummar tvey – danan,
men
instillaði
setanar-
nevndin bara eitt fólk, so
verður spurningurin, hví?
Hví fekk landsstýrismað-
urin ikki nakað val? Tá ið
Annlis Bjarkhamar bað um
nýggja innstilling, fekk hon
somu innstilling aftur í
høvdið. Har var eingin bøn.
Tað sær ikki mætari út, enn
at embætismenninir hava
sett landsstýrismanninum
knívin á barkan, kveistra
hann vanvirðisliga til viks.
Øll mannagongdin í hesum
máli er so vánalig embætis-
førsla, at ein øtast.
Var eingin raðfesting,
sum aðramáta er vanlig
mannagongd, slepst illa
undan tí illgruna, at av-
gerðin varð tikin longu
frammanundan, hvør ið
skuldi fáa starvið.
Hin umsøkjarin - allir
hinir umsøkararnir - fór
sjálvandi til setanarsam-
røðu í tí treysti, at hann og
umsókn
hansara
vórðu
viðgjørd í álvara av pro-
fessionellum fólkum. Snúði
henda samrøða seg bara um
eina eitissamrøðu, sum
skuldu fáast frá hondini, so
er
tað
átaluvert
og
ómetaliga óprofessionelt.
Vit hava sæð nakað av
C.V.’inum.
(curriculum
vitae) hjá dananum, og er
tað imponerandi. Vit hava
hinvegin einki fingið at
vitað um, hví setanar-
nevndin valdi føroyingin
framum. Vit hava heldur
einki fingið at vitað um,
hví føroyingurin er so nógv
betri fyri yrkisliga.
Tað hevði verið áhuga-
vert at sloppið at borið
saman fakligan kunnleika,
fakligar royndir og fakliga
skriving hjá hesum báðum
monnum, og soleiðis fingið
innlit í mál-ið, tí sostatt
hevði almenningurin verið
førur fyri at mett um, ann-
aðhvørt
setanar-nevndin
ella
landsstýrismaðurin
hevur borið seg skeivt at.
Løgmaður eigur i øllum
førum ikki at taka støðu í
málinum einsamallur, ið
hvussu er ikki, fyrr enn tað
er lýst út í æsir av uttan-
veltaðum stovni, til dømis
av umboðsmansstovninum.
Løgmaður hevur familju-
lim í setanarnevndini, sum
vil hava føroyingin settan í
starv, og tað vildi lands-
stýrismaðurin ikki. Tað ber
tí illa til at siga, at løgmað-
ur er gegningur í hesum
máli, tað vænti og vóni eg
framvegis, at hann hevur í
huga.
Í Sosialinum vevur og
vevur Arni Thorsteinsson,
gamli
landsantikvarurin,
firtin um valið hjá lands-
stýrismanninum.
Hann
hevur púrt einki upp á
hjartað. Hann sigur millum
annað bart út, at hann
kennir ikki mannin, men í
sama andadrátti nevnir
hann, at valið er politiskt.
Slíkur hugburður er hvørki
serliga kritiskur ella aka-
demiskur. Her er tokki til
føroyingin, og tað er í lagi,
men hvar er tokkin til
stovnin?
Kjarnin í hesum máli er,
at sjálvandi eigur tað fólkið
at verða sett, sum hevur
frægasta førleikan, og sum
kann
geva
fornminnis-
savninum nýggjan íblástur.
Nógv bendir á, at tað hevur
stovnurin
harðliga
fyri
neyðini.
Setanarkreppan - setanarnevndin og landsstýrismaðurin
VIÐMERKINGAR
Kenneth Rasmussen
form. Unga Sjálvstýri
At tað hevur eydnast Bush
og hansara harkaliði at
venda amerikansku vreiðini
frá Osama Bin Laden til
Saddam Hussein er eitt av
mest ótrúligu gandakynstr-
unum í søguni. Tað skrivar
ein heimskendur franskur
rithøvundur um miðan jan-
uar. Hann sigur víðari, at
tann sleiski átrúnaðarligi
undirtónin, sum Bush brúk-
ar í sínum royndum at sann-
føra sínar landsmenn um, at
tað er rætt at senda
amerikanskar unglingar í
kríggj, er tað mest skelk-
andi av øllum.
At George W. Bush ikki
dugir nóg væl frambera
boðskapin til fáa stuðul frá
ST og frá sínum sameindu
til krígsætlanirnar er ikki so
løgið. Hann er nevniliga
tann minst klóki ameri-
kanski forsetin seinastu 50
árini. Hetta vísir ein kann-
ing hjá Lovenstein Institute
of Scranton í Pennsylvania,
sum hevur kannað vitbýtis-
talið ella intelligenskvo-
tientin hjá Bush forseta í
fýra mánaðir. Í frágreiðing-
ini eru teir tólv ameri-
kansku forsetarnir seinastu
50 árini vigaðir. Tølini
byggja á útbúgvingarúrslit,
tilfar, sum forsetarnir hava
skrivað uttan hjálp frá em-
bætisfólki, evni at tosa
greitt og skilligt og fleiri
aðrar sálarfrøðiligar tættir.
Hesi tøl vóru síðan sett inn
í Swanson/Crain-vitbýtis-
skipanina. Ein partur av
kanningini, sum rættiliga
togaði skeiva vegin hjá
Bush yngra, var orðatil-
feingi; 6500 orð hjá Bush
og í miðal 11000 hjá hinum
forsetunum.
Sostatt: 50 min. við Óla B.
Hvussu stórt orðatilfeingi
hjá Óla Breckmann er, er
mær vitandi enn ikki kann-
að, men Óli hevði nokk
ligið væl yvir miðal hjá
amerikansku forsetunum.
Tað løgna er bara, at Óli B.
sigur líka lítið við skili í
sum George W., ella kanska
minni. Í sendingini Sostatt í
seinastu viku, royndi Óli B.
við sínum vanliga mono-
tona orðafloymi at greiða
okkum frá, hvussu neyðugt
tað var hjá amerikansku
stjórnini at fáa stuðul til eitt
kríggj móti Irak. Og mín
sann um tað ikki eydnaðist
Óla, m.a. við at røra eitt
sindur av átrúnaði uppí
orðavavsturin og soleiðis
spæla uppá innastu kensl-
urnar í føroyinginum, júst
sum Bush ger í USA, at
venda føroyska meirilutan-
um móti kríggi til ein
meiriluta fyri kríggi. Men
tá hevði hann eisini havt
orðið í 50 minuttir.
At standa og siga at
Saddam Hussein er ein
hóttan móti USA, øllum
vesturheiminum og okkara
kristnu lívsáskoðan er tað
reina møsn. Maðurin er ein
snævurskygdur superego-
istur, sum heldur seg vera
leiðara fyri allan arabiska
heimin. Hann er eina-
ræðisharri í einum fátøkum
landi, har fólki líður svára
neyð. Irakiski herurin var
fullkomiliga lagdur í oyði
fyri 12 árum síðan og er tí
eingin hóttan. Enn finnast
ongi prógv fyri at Irak
hevur nøkur hópoyðingar-
vápn, og um so er, eru tey
neyvan før fyri at raka
USA.
Tað kundi verið líkt til, at
stórsta óeydnan hjá Sad-
dam Hussein er, at hann
situr á heimsins næststørstu
oljukeldu
eftir
Saudi
Arabia. Bush vil hava fatur
í oljuni, og teir, sum hjálpa
honum fáa nakrar dropar
burturav.
Vónandi fara Týskland,
Frakland og Rusland at
standa fast við sína støðu
um at USA ikki eigur at
leypa á Irak, fyrr enn ein
ST-samtykt um hetta fyri-
liggur. Loypur USA á uttan
at ST hevur funnið prógv
fyri at Irak hevur hópoyð-
ingarvápn, kann Óli Breck-
mann aftur fara at tosa um
hóttan móti USA, øllum
vesturheiminum og kristnu
lívsáskoðanini. Tí tá hevur
USA fest eld í stóru Mið-
eystur-krúttunnuna,
og
hvørjar fylgjur tað kann
hava, kann ongin ímynda
sær.
Annars sær IQ-listin hjá
amerikansku forsetunum
seinastu 50 árini soleiðis út:
• 147 Franklin D. Roose-
velt (D)
• 132 Harry Truman (D)
• 122 Dwight D. Eisen-
hower (R)
• 174 John F. Kennedy (D)
• 126 Lyndon B. Johnson
(D)
• 155 Richard M. Nixon
(R)
• 121 Gerald Ford (R)
• 175 James E. Carter (D)
• 105 Ronald Reagan (R)
• 099 George HW Bush
(R)
• 182 William J. Clinton
(D)
• 091 George W. Bush (R)
George W., Óli B. og lítið sigandi orðatilfeingi
Niels Midjord
Í sendingini Sostatt miku-
dagin í síðstu viku, har
kjakast var um hvørt U.S.A.
átti at leypa á Irak ella ikki,
ringdi ein lurtari inn og
takkaði Óla Breckmann
fyri hansara støðu. Óli
endaði sítt svar nakað
soleiðis:”Tann, íð signar
Ísrael, verður sjálvur sign-
aður. Tann, íð bannar Ísrael,
verður sjálvur bannaður”.
Eg haldi ikki, at hetta eigur
at standa ósvarað, tí hetta er
ein útsøgn av tí slagnum,
sum tú fært ringa sam-
vitsku av, og sum fær teg at
kenna teg noyddan at kopla
vit og skil frá.
Ísrael og Irak kunnu sam-
anberast á tann hátt, at bæði
londini eru samansett av
fleiri ymiskum fólkabólk-
um. Summir stuðla stjørn-
ini í landinum, aðrir vilja
hava nýggja stjørn og upp-
aftur aðrir stríðast fyri
sjálvstýri. Saddam Hussein
bumbar sínar uppreistrar-
sinnaðu teknar, og tað er
forkastiligt. Ariel Sharon
ger tað sama við sínar, og
tað er líka so forkastiligt.
Og sjálvt um Sharon er
valdur á demokratiskum
væli, so er tað ivasamt, um
Ísrael longur kann kallast
eitt
demokratiskt
land.
Demokratiið er eyðkent av
trý-býttum valdi: Lóggev-
andi-, innandi- og dømandi
valdinum. Tí er ein stjørn,
sum likviderar sínar egnu
teknar uttan rættargongd og
dóm ikki demokratisk. Í
flestu demokratisku grund-
lógum er ein høvuðsreglan,
at ognarrætturin kann ikki
skúgvast til viks. Ein stjórn,
sum við fríðum vilja leggur
ognirnar hjá sínum egnu
teknum í oyði, er ikki
demokratisk.
Hugsi ikki heldur, at
Várharra vælsignar hetta, tí
tað samsvarar ikki við tað,
sum vit hava lært . Haldi
eisini at tað kann skynast á
fylgjunum av hesum poli-
tikkinum, at hansara sign-
ing ikki fylgir við. Tí haldi
eg ikki at Ísraelsvinir eiga
at signa hendan atburðin
hjá ísraelsku stjørnini, og
eg haldi, at teir gera Ísrael
eina bjarnatænastu, um teir
gera tað.
Nakrar viðmerkingar til senndingina Sostatt mikudagin í síðstu viku
C
M
Y
K
14