mikudagur 12. februar 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vit kenna hann millum annað sum
HB-leikara. Hann gjørdist topp-
skorari og ársins leikari hjá 1. deild
monnum í fótbólti í farna kapp-
ingarári. Vit kenna hann eisini frá
landsliðinum, har tað gekk sera
væl hjá honum í fjør. Vit tosa
nevniliga um Andrew av Fløtum
-– Eg fór at spæla fótbólt, tá ið eg
var 7 ára gamal. Tá fór eg í 1.
flokk, og tá byrjaðu allir hinir
dreingirnir í flokkinum at spæla,
og teir spældu allir við HB, so tað
vildi eg eisini. Ein kann næstan
kalla tað bólkatrýst, flennir An-
drew.
Fyrimyndirnar hjá Andrew eru
Michel Platini,Gary Lineker og før-
oysku leikarnir Bjarni Jacobsen og
Rói Árting.
Sum flestu aðrir fótbóltsspælarar,
hevur Andrew eisini dreymin, at
koma uttanlands at spæla, men
heldur sjálvur, at hann er vorðin
ov gamal, tí feløgini vilja hava
ungar spælarar millum um 16-20
ára aldur, so møguleikin hjá An-
drew er ikki longur so stórur. Men
Andrew sigur, at hann hevði fegin
viljað upplivað ta kenslu, at spælt
við einum útlendskum liði.
– Eg haldi, at støðið í føroyskum
mansfótbólti er blivið hægri enn
tað hevur verið. Tað er ræðuliga
stórur munur á teimum fremstu
og á teimum aftastu liðunum í 1.
deild. Fyri at bøta um hetta, haldi
eg, at man burdi skorið talið á
liðum í fyrstu deild niður. Kanska
til 8 ístaðin fyri 10 lið, sigur An-
drew, sum leggur afturat, at kapp-
ingarárið í føroyskum fótbólti er
alt ov stutt. Vetrarfrítíðin er ov
lang og kappingarárið sjálvt kundi
eisini byrjað ella endað fyrr.
Andrew væntar ikki, at støðið í
føroyskum fótbólti nakrantíð verð-
ur so gott, at allir spælarar í øllum
liðunum í 1. deild kunnu liva bara
av fótbóltinum. Nakrir gera tað
longu, men tað eru ógvuliga fáir,
sum onki arbeiði hava við síðuna
av.
Nógvir spælarir fara frá liði til lið,
fyri peningsins skyld . Men An-
drew hevur altíð spælt í HB.
– Tá eg spæli, havi eg hjartað við.
Tað er týdningarmikið fyri meg,
hvat liðið er, sum eg spæli fyri.
Fleiri feløg hava givið mær góð til-
boð, men eg haldi ikki, at eg
nakrantíð fari frá HB uttan so, at
tað verður, at eitt útlendskt felag
bjóðar upp á meg. Eg eri stoltur
av at vera HB´ari, sigur Andrew.
Og hetta er kanska ikki so undar-
ligt, tí HB gjørdist jú eisini føroya-
meistari í fjør.
Tá kappingarárið í fjør var liðugt,
varð Andrew valdur til ársins leik-
ara og eisini var hann toppskorari í
1. deild.
– Trýstið verður sjálvandi størri, tí
fólk vænta meira av tær. Men ein
slíkur heiður má heldur ikki gerast
ein púta at sova á, sigur Andrew,
sum sjálvur heldur, at hann var
heppin í fjør. Men evnini eru so
upp á pláss, tað kann ein róliga
staðfesta.
Spurdur um, hvør
hansara besta upp-
living í fótbóltinum
hevur verið svarar
hann, at tað hevur
verið tá HB gjørdist
føroyameistari, og
tá Føroyar spældu
ímóti Týsklandi í
Hannover.
Hvussu leingi An-
drew ætlar at
spæla, veit hann
ikki rættiliga.
– Tað verður so
leingi eg kann og
tími, sigur Andrew, sum um hann
ikki hevði spælt fótbólt hevði
spælt tennis.
2
Sosialurin Nr. 29 - 12. februar 2003
Sosialurin Nr. 29 - 12. februar 2003
3
Tíðindablaðið Sosialurin
Postsmoga 76
100 Tórshavn
Tlf. 31 18 20
Fax 31 47 20
Teldupostur: ph_1@sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjórn:
Ingrid Bjarnastein
Solby Anna Eliasen
<ph_1> er ein partur av Sosialinum
annanhvønn mikudag. Evstamark er
á middegi fríggjadag
Lýsingar til <ph_1> skulu vera okkum
í hendi í seinasta lagi fríggjadagin
áðrenn blaðið kemur út.
Lýsingarnar skulu ikki vera størri enn
254 mm breiðar og 70 mm høgar.
Navn:
Andrew av
Fløtum
Føðingardagur:
13.06.1979
Starv:
Sølumaður hjá
Restorff’s
bryggjarí
Yndisorð:
Ordan
Hvat vildi tú verða,
tá tú vart stórur,
tá tú vart lítil?
Fótbóltsleikari
Vangamyndin:
Andrew av Fløtum
13061979
Fyri tey, sum ætla at søkja víð-
ari lesnað, tað veri seg mið-
námsskúlar, universitet ella
líknandi, er tíðin rættiliga farin
at styttast til freistin at søkja er
úti. Um miðjan mars mánaða
plaga tær fyrstu freistirnar at
vera.
Hetta er ein krossvegur í lívi-
num hjá teimum flestu, tí tær
avgerðirnar, sum tú tekur í
dag, kunnu koma at hava
ávirkan á teg restina av lívi-
num.
Tað er tískil sera umráðandi, at
ein hugsar seg væl um, áðrenn
endaliga avgerðin verður tikin.
Skilagott er at tosa við ein ella
annan, sum kann vegleiða ein-
um í hesi týdningarmiklu av-
gerð. Sum til dømis ein lestrar-
vegleiðara.
Summi koma lættliga í gjøgn-
um hesa tíð, tí tey framman-
undan hava vitað, hvat tey vilja
lesa ella verða. Onnur hava
ómetaliga torført við at finna
útav, hvat tað skal verða, men
ongin hevur nakrantíð sagt, at
tað er lætt.
Student ella HF, universitet ella
háskúlar av ymsum slag ella
lærupláss til tey, sum ikki tíma
skúla so væl. Nógv er at velja
millum. Og ikki lætt at avgera.
Og um ein hevur ætlanir um at
fara av landinum til víðari lesn-
að er nógv ymisk ting at taka
støðu til.
Finnast skal út av, hvat ein
hevur hug til. Og valmøguleik-
arnir eru nógvir í eitt nú Dan-
mark. Ynskir ein at útbúgva
seg í Føroyum eru møguleikar-
nir meira avmarkaðir, men
treyðugt so, eru tað mong,
sum fáa teirra útbúgving her-
heima.
Men tíbetur eru øll ikki eins,
og tey eru mong í tali, sum
ynskja at fara aðrastaðni at
nema sær útbúgving og harvið
økja um teirra sjónarring.
Mong eru, sum ikki heilt vita,
hvat tey vilja verða, og tey
royna tí ymiskt fyri at finna út
av tí. Men tað er ikki altíð bara
sum at siga tað, tí tað er sum
sagt ein stór avgerð. Tað, tú
velur at verða, verður tú rest-
ina av tínum lívi, men her skal
tó leggjast afturat, at um ein
angrar tað ein hevur valt, so er
onki til hindurs fyri at steðga
og royna okkurt annað.
Eitt sum ein má finna útav, tá
ein skal aðrastaðni at lesa, er
bústaður. Men tað er ongin
loyna, at tað er sera torført at
fáa nakað at búgva í í Dan-
mark. Ferð eftir ferð hoyrir ein
um ungfólk, sum eru sloppin
inn á skúla í Danmark, men tey
hava ongastaðni at búgva.
Men sagt verður, at ein má
vera í góðari tíð við at søkja
um bústað, um ein skal gera
sær nakrar vónir um at finna
nakað at búgva í. Sjálvandi eru
summi heppin, men hepni er
ikki nakað, sum ein skal líta á,
tá tað kemur til bústað í Dan-
mark.
Um ein hevur longsul til út-
landið, so nýtist tað sjálvandi
ikki endilga at vera Danmark,
ein fer til. Føroyingar lesa
nógvastaðni runt í heiminum.
Fyri uttan Danmark er Ongland
og Skotland vælumtókt til at
nema sær útbúgving í.
<Ph_1> hevur tikið útbúgving-
ar upp í blaðnum hesuferð, og
vit hava tosað við nøkur ung,
sum eru og hava verið undir
útbúgving í Danmark. Tey
greiða frá teirra útbúgvingum
og øðrum viðurskiftum.
Vit skriva:
Hendurnar upp
ella
buksurnar niður
1.
Kall ella Føroya Tele?
-
Føroya Tele
2.
Jolly ella Coca Cola?
-
Coca Cola
3.
Rás 2 ella útvarp Føroya?
-
Rás 2
4.
Quality ella Roses?
-
Roses
5.
Siemens ella Nokia?
-
Nokia
6.
Loysing ella samband?
-
Loysing
7.
Flúgva ella sigla?
-
Flúgva
8.
Føroya Bjór ella Restorff?
-
Føroya Bjór
9.
Fótbóltur ella hondbóltur?
-
Fótbóltur
10.
Dimma ella Sosialurin?
-
Dimma
11.
Tomat ella agurk?
-
Tomat
12.
Svart ella hvítt?
-
Hvítt
13.
Pizza ella grill?
-
Grill
14.
Fløgu, band ella plátu?
-
Fløga
15.
Kaffi ella te?
-
Te
16.
Jakka ella frakka?
-
Jakka
17.
Lissir ella karalás?
-
Lissir
18.
Rock ella popp?
-
Rock
19.
Mamma ella babba?
-
Mamma
20.
MacIntosh ella PC?
-
PC
21.
Per ella Pól?
-
Per
22.
Um tú var ein bilur, hvat
slag skuldi tú so verið?
-
Eg haldi, at eg skuldi verið
ein Saab
23.
Hvør hevði sloppið at koyrt
ella hvør hevði als ikki?
- Konan hevði so avgjørt
sloppið at koyrt, men tann
sum koyrdi 200 í
Vágatunlinum hevði so
avgjørt ikki sloppið.
# 3 Jenis av Rana:
Eg havi hjY rta› vi›
C
M
Y
K
17
16