Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. februar 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Nr. 29 - 12. februar 2003 Sosialurin Nr. 29 - 12. februar 2003 5 Útbúgvingin tekur 3 1/2 ár. Hon byrjar við einum 1/2 ári á tekniskum skúla (grundskeið), so um tú ikki hevur avgjørt frammanundan, hvat tú vilt, kanst tú fáa innlit í møbilsnikkara- snikkara- timbur- ella múrarafakið, og so velja innan 5 vikur. Um tú ikki hevur fingið læripláss, áðrenn tú byrjaði á skúlanum, skalt tú út at finna eitt, meðan tú ert á grundskeiðinum. Tað er ógvuliga trupult at finna eitt lærupláss sum møbilsnikkari, og í flestu førum eydnast tað ikki. Um tú finnur eitt, skrivar tú ein sáttmála við ein meistara, og verður har restina av lærutíðini. Um tú ikki finnur eitt lærupláss, kanst tú søkja inn undir skúlapraktikk-skipanina. Tað er har tú fært fullført útbúgvingina uttan eitt læripláss. Tað eru sjálvsagt bæði fyrimunir og vansar við SKP. Fyrimunurin er, haldi eg sjálv, at tú verður “útlænt/ur” til meistarar, sum kanska ikki hava brúk fyri einum lærlingi í trý ár , men í tveir mánaðir. So ringja teir inn til SKP og læna lærlingar. Soleiðis sleppur tú runt at síggja og uppliva ymisk verkstøð, og tú “sovnar” ikki, men mást blíva við at geva eitt “gott inntrykk”. Tú kanst eisini søkja um at koma í praktikk sjálv/ur. Eg var t.d. í Snikkaravirkinum í Rituvík í ein mánað síðsta ár. Um tú hevur møguleika kanst tú eisini fara til onnur lond. Eg havi verið á fýra ymiskum støðum, harav eitt var á Kongaliga Verkstaðnum á Amalienborg. Tað var ein fantastiskur møguleiki sum lærlingur at sleppa at arbeiða har. Umframt at vera á arbeiðsplássinum, skalt tú í skúla fýra ferðir. 10 vikur til at gera eitt skriviborð, 10 vikur til stól, 5 vikur til eitt skáp og 5 vikur til sveinastykkið, sum er ein skrivipultur. Hesi ting broytast sjálvsagt av og á, men soleiðis er skipanin júst nú. Kvota 1 Kvota eitt hevur umsóknarfreist 1. juli. Upptøkugrundarlagið á kvotu 1 er einans próvtøkutalið. Orsøkin til, at umsóknarfreistin er tann 1. juli er, at so kunnu tey, sum fáa prógv síðst í juni eisini søkja inn. Kvota 2 Kvota tvey hevur ikki miðaltal, sum upptøkugrundarlag. Har eru tað onnur viðurskifti, sum verða mett sum førleikagevandi. Tey, sum søkja inn eftir kvotu 2, eru tey, sum hava ov lágt miðaltal til eina ávísa útbúgving. Upptøkugrundarlagið verður so ein meting av tí einstaka Stig Um søkt verður eftir kvotu 2, eru tað ávís viðurskifti, sum kunnu geva tær stig, so møguleikararnir betrast fyri at sleppa inn. Tað verið seg háskúlauppihald, uttanlandauppihald, ungdómsarbeiði, viðkomandi arbeiði og so framvegis. Bara kvota 2 Nakrir lærdir háskúlar brúka bara kvotu 2 sum upptøkugrundarlag. Eitt nú journalistaháskúlin í Århus hevur bara kvotu 2, har upptøkan er ein upptakilsisroynd. Eisini tildømis tónleikavísindi. Miðaltalið telur ikki við, men tað er ein persónlig meting av tí einstaka. Pappír Kvota 2 krevur, at tú hevur pappírsarbeiðið í lagi. Kvotan krevur váttanir, tal av arbeiðstímum, eintøk av lønarseðlum og so víðari. Kvota 2 krevur tí, at tú fert í holt við at fyrireika umsóknina tíðliga. »Levnedbeskrivelse« Tá søkt verður ígjøgnum kvotu 2, verður av lærda háskúlanum kravt, at tú hevur viðheft eitt sokallað »levnedsbeskrivelse«. Tað er ein skrivlig frágreiðing um teg sjálvan og hví tú velur júst at søkja hesa útbúgvingina. Eisini frágreiðingar um, hvat tú hevur tikist við seinastu tíðina skal vera við. Standby Standby er í stuttum ein bíðilisti. Sagt verður, at skilabest er at søkja standby um tú bert søkir eina útbúgving, ella til ta útbúgvingina, sum stendur seinast á prioriteringslistanum. Orsøkin til hetta er, at um tú vilt standa standby til eina útbúgving, sum til dømis er nummar trý av fimm á tínum lista, so fara umsóknarpappírini ikki víðari, um tú ikki sleppur inn. Standby verður nýtt um tú vilt satsa upp á eina útbúgving, har tú er júst ov stuttur at sleppa inn ígjøgnum miðaltal. Kelda: Óli Wolles, lestrarvegleiðari á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy Rosa Lamhauge, 26 ár, lærir til møbilsnikkara í Keypmannahavn Tú velur og formar tína útbúgving, men útbúgvingin formar líka nógv teg. At lýsa eitt lestrarøkið á einum uni- versiteti er sum at lýsa eitt heilt lív. Tú, møguleikarnir, inn- satsurin, løturnar og fólkini rundan um teg, er alt við til at gera teg til nakað heilt serligt, sum ongin annar er. At siga hvat ein útbúgving er, er tað sama sum at siga hvat eitt heilt menniskja er. Tað ber ikki til. Tað er fimm lang, hørð, ørkymlandi, stuttlig, sjónarvíðkandi og fordjúpandi ár, har tú fer frá blomstrandi ábyrgdarkenslu í tí smáa til endaliga ábyrgd fyri tínari framtíð restina av lívinum. Lesturin: Film- og Medievidenskab hevur sum høvuðøki film og teir audiovisuellu miðlarnar, serliga sjónvarp og internetið. Tú sær nógvar filmar, serliga fyrsta árið, skal duga filmsøgu, greinar filmar, diskuterar ymsar filmteoriir, og skrivar upp- gávur um tað. Á øðrum ári verður hugt nærri at atferðini hjá fólki í samband við miðlar, hvørjar ávirkanir og formar miðlar kunnu hava, og hvussu fólk reagera uppá tað. Síð- ani verður tann stóra uppgávan, bacholarprojektið skrivað, har tú sjálvur sleppur at velja økið tú helst vil skriva í. Oftast er stendur valið millum filmgreiningar ella miðlateoriir. Bæði árini verða eisini smærri filmar gjørdir í fakinum AV- formidling, har filmskamera verður latið í stutt tíðarskeið til at gera filmar. Á triðja ári skal eitt heilt onnur universitets- grein veljast. Í mínum føri gjørdist tað ein blanding av stjórnmálafrøði og heimsspeki. Men valið er heilt opið. Hesin møguleikin verður ofta nýttur til at finna eitt annað lestrarøkið, sum eisini kundi verið stuttligt at roynt. Tey seinastu tvey árini verða so nýtt til at fáa sær serkunnleika innan tey miðla-fakumráðini, ið hava størstan áhuga. Endin er so størsta uppgávan av teimum øllum, specialið, sum mongum hevur fingið eina heilakyknu ella tvær at kortslutta. Tað sosiala: At lesa Film og Medievidenskab er stuttligt og spennandi. Í flestu lærugreinunum verður dentur lagdur á bólkaarbeiði, so høvi er ofta til at verða saman við hinum lesandi. Tað eru ótrúliga nógvar ymsar týpur á lestnaðinum, og sjáldan fer eitt vikuskifti framvið, har veistlufelagið ikki hevur eina ella aðra løgna veistlu, har tey t.d. royna at fáa øll at lata seg í sum leikarar úr horrorfilmum. Miðalaldurin er minkaður rættuliga nógv seinastu tvey árini, og liggur nú á umleið 22 árum á fyrsta ári, har flest øll koma úr student ella HF. Tú verður ikki filmleikstjóri ella journalistur av at lesa Film- og Medievidenskab, tó tað í mongum førum ikki ger tað verri um áhugin gongur tann vegin. Mong av teimum sum lesa Film- og Medievidenskab eru komin inn á Filmskúlan, har tey lesa tey meira praktisku fakini innan film- og sjónvarps- listina. Universitetið á Amager er ein gomul fyribilsloysn, sum ikki hóvar serliga mongum. Nýtt universitet er áleiðis, men Film- og Medievidenskab flytir ikki í nýggj hølir fyrr enn um nøkur ár. Colorbar er tó savnaðardepulin fyri lesandi á Film- og Medievidenskab, har barr, pool og sofur standa. Martin Noløe Simonsen, 26 ár, lesur film- og medievidenskab í Keypmannahavn Orsøkin til, at eg valdi júst hesa útbúgvingina er m.a., at eg altíð havi verið áhugað í djórum og náttúru sum heild. Við útbúgvingini sum djóralækni hevur tú møguleika at arbeiða við hesum báðum fyribrigdum samstundis. Fyri at lesa til djóralækna er ein noyddur at flyta av landinum. Eg valdi at fara til Danmarkar; til Keypmannahavnar, har Den Kgl. Veterinær- og Landbohøjskole, sum liggur á Frederiksberg, er karmur um sjálva útbúgvingina. Skúlin er sera stórur, men samstundis sera hugnaligur við gomlum bygningum og nógvum grønum plettum kring bygningarnar. Fríggjadagin innan sjálv skúlagongdin byrjaði, var ein rundvísing fyri øll, ið nú skuldu byrja uppá djóralækna-útbúgvingina, hildin á skúlanum, har eldri lesandi vístu okkum runt á skúlanum. Henda dagin blivu vit eisini býtt upp í smærri bólkar á eini 30 næmingar, litbólkar, á henda hátt var lættari at koma at kenna onkran, tí tilsamans vóru vit eini 130-140 nýggir næmingar. Hesin dagurin endaði við einum døgurða fyri litbólkunum hvør sær. Sjálv skúlagongdin byrjaði fyrsta mánadagin í september. Vit fingu eina tímatalvu nær teir ymsu fyrilestrarnir vóru hildnir og eina tímatalvu yvir nær ein hevði venjingar. Hetta var nakað torført at finna útav í fyrstuni, men tað gekk tó. Undirvísingin er býtt upp soleiðis, at fyrrapart eru fyrilestrar og venjingar seinnapartar. Tað fyrsta hálvárið, semester, eru sjey ymsar lærugreinar. Lærugreinarnar eru býttar upp soleiðis, at onkrar lærugreinar seinni í árinum komu fyri aðrar soleiðis, at vit ongantíð høvdu meira enn fimm lærugreinir um vikuna. Lærugreinarnar tað fyrsta semestrið eru sokallaðar basalar lærugreinar t.d. kemi, statistik, etik, biofysik og zoologi. Tað eru fýra próvtøkur knýttar til hetta fyrsta semestrið, har tvær av teimum liggja beint fyri jól og hinar báðar beint eftir jól. Djóralækna-útbúgvingin er normerað til 5 1/2 ár, altso 11 semester. Tey flestu leingja hetta tíðarskeiðið við 1/2-1 ár, so at útbúgvingin tilsamans varar 6-6 1/2 ár. Eftir lokna útbúgving kanst tú kalla teg candidatus medicinae veterinariae (cand.med.vet.) Rósa Waag, 25 ár Djóralækna-lesandi Tá fólk hoyra at man arbeiðir sum urtagarðsmaður, spyrja næstan øll tað sama, kann man verða tað í Føroyum, ella hvat er tað? Útbúgvingin til annlegsgartnara, ella á føroyskum-urtagarðsmaður innan lendisrøkt, tekur 3 ár 10 mánaðar og er ein vanlig lærlingaútbúgving. Um ein veit, at man hevur hug at verða urtagarðsmaður, kann man royna at finna eitt lærupláss í Føroyum, hetta er ikki altíð so lætt , men tað er bara at spyrja nóg ofta. Um tað ikki ikki er nakað pláss í Føroyum, noyðist man uttanlands at finna sær eitt lærupláss. Í lærutíðini er man 5 ferð í skúla. Tilsamans eitt ár, og tað rættiliga nógv at læra. Tú skal læra plantunøvn á donskum,latíni og so eisini royna at finna tey føroysku nøvnini, annars hevur man rokning, havatekningar, kemi, enskt, uppmáling, rokniskap og nógv annað, so av og á er tað rættiliga nógv at gera. Arbeiðið sum urtagarðsmaður er rættiliga fjølbroytt, men sjálv útbúgvingin hevur tvær rásir, ið ein skal velja ímillum aftaná umleið eitt ár í læru, og er tað nýgerð og røkt. Tað man arbeiðir við er at leggja øll sløg av flísum og steinum til at ganga og koyra á, laga garðar og múrar, gera grasplenur, blomsturbed og annars planta øll møgulig sløg av vøkstrum, eitt sindur av timburarbeiði, fella og viðlíkahald av trø buskum/runnum, stoypa garðar og eitt nú gera nýggj spælipláss, so tað er ikki so einstáttað arbeiði. Munurin á báðum rásunum er tann, at røktin arbeiðir meira við røktini av plantunum, meðan nýgerðrásin arbeiðir meira við tekning og nýgerð av havum, ella ger havan kláran til røktarfólkini, og er hetta arbeiðið ofta væl tyngri enn hitt. So um einum dámar væl at arbeiða uttandura og eisini hevur hug til at seta steinar og plantur saman til eina heild, er urtagarðsmaður eitt spennandi starv. Jákup Johansen, 29 ár, júst útbúgvin urtagar›sma›ur í Odder T‡dningarmiki› - Tá tú fyllir út umsóknarbløðini, les vegleiðingarnar væl ígjøgnum. - Minst til CPR-nummar. Føroyingar hava jú ikki danskt CPR- nummar, men tað stendur ein vegleiðing við í umsóknarbløðunum um, hvussu tú gert títt egna CPR- nummar. - Øll kopi skulu verða váttað. Antin av einum almennum myndugleika (politi, skúli ella líknandi) ella av tveimum óheftum persónum, sum skulu vátta, at øll kopi samsvara við orginalin. Persónarnir, sum skriva undir, skulu skriva fult navn, bústað og undirskrift á, og teir skulu ikki vera í familju við teg - Um søkt verður ígjøgnum kvotu 2, er neyðugt at vera í góðari tíð. Tað er nógv pappírsarbeiði burturúr. - Um søkt verður ígjøgnum kvotu 1, er umráðandi at brúka tíðina til at hugsa um, hvat man skal. Um tú gongur í skúla, so er tað týdningarmikið, at tú tíðliga byrjar at hugsa um, hvat tú ætlar tær. - Minst til at skriva títt CPR-nummar á øll kopi og viðheft skjøl. hvat skal eg ver›a??? C M Y K 19 18