mikudagur 12. februar 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 29 - 12. februar 2003
Sosialurin Nr. 29 - 12. februar 2003
7
Aguilera hypnotiserast
Christina Aguilera hev-
ur stórar trupulleikar
við rúsdrekka.
Tað letur til, at hon
slettis ikki megnar at
stýra síni rúsdrekka-
nýtslu. Og tí hevur ein
hypnotisørur sett seg í
samband við hana og
givið henni eitt tilboð.
Og unga sangstjørnan hevur tikið av. Um tað fer at hjálpa
henni, tað kann bara tíðin vísa
topp.10/fløgur
01.
eminem: 8 mile
02.
t.a.t.u - 200 Km/h in the wrong...
03.
robbie williams - escapology
04.
ymiskt - now 2
05.
avril lavigne - let go
06.
ymiskt - re:play dance mania
07.
ymiskt - the very best of mtv...
08.
eminem - the eminem show
09.
ymiskt - big hits 2002
10.
elton john - greatest hits
topp.10/dvd
01.
sweetest thing
02.
monsters ball
03.
austin powers - goldmember
04.
minority report
05.
van the man
06.
murder by numbers
07.
bedre end beckham
08.
skulls 2
09.
mothman prophecies
10.
bad company
topp.10/cd-rom
01.
medal of honor - allied assault
02.
battlefield 1942 - road to rome
03.
age of mythology
04.
delta force - task force dagger
05.
warcraft 3
06.
roller coaster tycoon 2
07.
the sims – deluxe edition
08.
sea dogs
09.
morrowind - the elder scrolls
10.
total club manager
topp.10/video
01.
sweetest thing
02.
austin powers - gold member
03.
monsters ball
04.
showtime
05.
40 days and 40 nights
06.
men in black 2
07.
terror i høj fart
08.
the last castle
09.
out cold
10.
unfaithful
<n‡tt - n‡tt>
Aaliyah
Heiti: I Care 4 U
Skeringar: 14 + Bonus track
Plátufelag: Blackground
Records
Kelly Osbourne
Heiti: Shut up
Skeringar: 12
Plátufelag: Sony Music
t.A.T.u
Heiti: 200 km/h in the
Wrong Lane
Skeringar: 13
Plátufelag: Interscope
Records
The Best
Heiti: Air Guitar
Album in the World... Ever!!!
Dupultfløga
Skeringar: 21+22
Bólkar: Deep Purple, DAD,
Jimi Hendrix Experience, Dire
Straits, Foo Fighters, Santana,
Gary Moore, Queen,
Steppenwolf, Robbie
Williams o.s.fr
Plátufelag: Virgin Records
Austin Powers – Goldmember
Høvuðsleiklutir: Mike
Myers, Beyoncé Knowles og
Michael Caine
Longd: 91 minuttir
Prod. ár: 2002
Tá Austin Powers skal verða
gjørdur til aðalsmann av
drotningini verður pápi
hansara, tann legendariski
njósnarin, Nigel Powers,
burturflluttur av tí svaka
vísindamanninum
Goldmember. Tað gerst verri tá faðir metallið, Mefisto,
slær seg saman við Dr. Evil og MiniMe við tí einasta
endamáli at drepa Austin Powers og sjálvandi yvirtaka
verðinsharradømið...
Murder by Numbers
Høvuðsleiklutir: Sandra
Bullock
Longd: 116 minuttir
Prod. ár: 2002
Sandra Bullock hevur
ongantíð verið meira
orginal ella fangandi enn í
leiklutinum sum Cassie
Mayweather, ein
kriminalhjálpari í
drápsdeildini sum berjist
við persónligar illar andar,
meðan hon skal fylgja
sínum instinktum, tá hon skal uppklára eitt morð. Sporini
peika ein veg, men ketan av prógvum er eitt sindur ov
fullkomin. Vit síggja eisini Ryan Gosling og Michael Pitt í
leiklutunum sum tveir ríkir og forkelaðir dreingir, sum
neyvt leggja ætlanir um eitt morð og útføra tað. Og
harafturat síggja teir løgregluna hopa uppá øll tey
plantaðu sporini. Teir halda, at teir eru slopnir, men teir
hava ikki tikið fyrilit fyri Cassie Mayweather...
Bedre end Beckham
Høvuðsleiklutir:
Parminder Nagra, Keira
Knightley og Jonathan
Rhys Meyers
Longd: 98 minuttir
Prod. ár: 2002
Eitt fantastiskt
fótbóltstalent, 18 ár og í
fótbóltslandinum,
Englandi. So skuldi
grundarlagið fyri succes
verið í lagið. Men ikki fyri
Jess. Hon er nevniliga ein genta og indisk. Meðan hon
sjálv vil víga sítt lív til fótbóltin, eru foreldur hennara
meira áhugað í at fáa hana gifta, so hon kann vera ein
góð húsmamma. Betri sær tað ikki út fyri vinkonuna
Jules, sum sjálvt um hon hevur evnini, ikki fær gongd á
fótbóltskarrieruna. Tað er ikki nóg mikið at kunna sparka
ein bólt, sum Beckham. Men tær báðar vinkonurnar taka
baradagan upp og stuðla hvør aðrari – inntil tær báðar
gerast forelskaðar í fótbóltsvenjaranum Joe...
Sweetest Thing
Høvuðsleiklutir: Cameron
Diaz, Christina Applegate
og Selma Blair
Longd: 87 minuttir
Prod. ár: 2002
Tríggjar av heitastu
stjørnunum í Hollywood
vísa tær, hvussu tú veruliga
skalt sláa teg leysan í
hesari perluni av einum
skemtifilmi.
Christina Walters og
veitsluglaðu vinkonur hennara, Courtney og Jane, eru
tríggjar eiggiligar singlegentur, sum elska at ganga í
býnum. Á mest ekslusiva diskotekinum í býnum hittir
Christina heilt óvæntað Peter, hennara dreymamanni.
Næsta morgun uppdagar hon, at hann er farin úr
býnum, so saman við Courtney fara tær út á eina villa
ferð fyri at finna hann. Men vegurin til tann einasta eina
inniheldur nógv yviraskilsir og upplivilsir...
<n‡tt - n‡tt>
Farvæl Frasier
Eftir at hava koyrt í 11
ár, stðegar skemtirøðin
Frasier hjá NBC nú.
Orsøkin er, at tað ikki
loysir seg fíggjarliga at
hava hana koyrandi
longur.
Partarnir eru nú
dýrkaðir upp á 30 milliónir fyri hvønn, samstundis sum
hyggjaratalið er dalandi. Tí tóku framleiðararnir avgerð um
at steðga tí áður so vælumtóktu sendirøðini.
Tom Cruise n‡ggja dámu
Tom Cruise hevur havt úr at
gera, síðani hann og Nicole
Kidman fóru frá hvørjum
øðrum. Og tað hevur ikki
bara verið innan arbeiðið.
Konufólkini hava eisini verið
fleiri í tali. Einaferð var talan
um, at tann heilt stóra skuldi
vera Penelope Cruz, men tað
var tað so ikki kortini.
Tann nýggjasta á skránni fyri
tíðina er ein modell, sum
eitur Sofia Vergara. Men
fjølmiðlar og onnur hava verið skjót at geva henni
kelinavnið Sofia Viagra.
Kiefer Sutherland ste›gar tjóvi
Sutherland svav herfyri hjá
einum vini. Hann vaknaði á
miðjari nátt av einum ella
øðrum ljóði, sum kom frá
stovuni. Hann setti sær fyri at
kanna, hvat hetta var fyri
nakað. Áðrenn hann
varnaðist nakað stóð hann
andlit til andlits við ein tjóv.
Hesin tjóvur tók beinini upp á
nakkan og ætlaði at flýggja.
Men filmstjørnan frá
sendirøðini 24 hours taklaði
hann og helt honum, meðan hann rópti á vinin og bað
hann ringja eftir løgregluni, sum løtu seinni kundi handtaka
óhepnasta tjóvin í Beverly Hills hetta kvøldið.
Kate Winslet teldugjørd
Á forsíðuni á enska mann-
fólkablaðnum GQ komandi
mánaða er ein mynd av Kate
Winslet, sum er kend frá mill-
um annað Titanic.
Tað er sum so onki løgið í tí,
men tað sum er undarligt
kortini er, at Kate so at siga
ikki er til at kenna aftur. Hon
sær nógv klænri út, hevur
hægri kinnabein, minni bringu og klænri lør eisini.
So er spurningurin hvat er hent við tí ikki so klønu Titanic
stjørnuni. Hevur verið til skurðviðgerð fyri at tapa seg ella
hevur fingið anoreksi.
Men svarið er, at Kate Winslet ella Kate ”Thinslet”, sum
hon nú verður kallað, hevur verið upp á ein digitalan slanki-
kur.
Mannfólkablaðið GQ hevur ásannað, at tey hava nýtt
teldutøkni til at fáa forsíðugentuna at síggja klænri út. Hon
er við øðrum orðum blivin ” air-brushed”, so hon sær
klænri út í andlitinum, um búkin og um lørini. Blaðið sigur,
at Winslet hevur góðtikið nýtsluna av teldutøkni, og at øll
eru nøgd við úrslitið.
Men Winslet er als ikki samd. Hon heldur slettis ikki, at
henda broytingin prýðir hana.
– Broytingarnar eru alt ov umfatandi. Eg síggi ikki og
ynski heldur ikki at síggja soleiðis út. Eg havi ikki tapt 15
kilo. Eg eri fullkomuliga tann sama, sum tá eg var til Oscar-
handanina í mars í fjør, sigur hon. Tann enska sjónleikar-
kvinnan hevur tapt seg nógv, síðani hon átti dóttrina Mia,
sum í dag er tvey ára gomul, men samstundis hevur hon
eisini verið ein av teimum størstu mótstøðufólkunum fyri tí
anoreksilíknandi kvinnu-fyrimyndini og hysterinum um allar
slankikurar, sum er í Hollywood.
– Kvinnur halda bara, at tær eru sexutar, tá tær eru ordi-
liga klænar, og tað skilji eg slettis ikki, sigur hon.
Clooney yvirhálar Beckham
George Clooney hevur væl
og virðiliga yvirhálað
fótbóltstjørnuna David
Beckham úr Manchester
United. Beckham var í fjør
front figurur fyri eini lýsing
fyri Police sólbrillur, har hann
kundi fara 30 milliónir ríkari
avstað aftur sambært
sáttmálanum.
Nú hevur George Clooney fingið fatur á sáttmálanum, og
harvið er Beckham vekk. Brillufyritøkan metir Clooney at
vera munandi meira áhugaverdan enn Beckham er.
Tá Meg Ryan fekk hug at gera fimleik
Ein kvinna kann sagtans lata sum
um hon fær eina orgasmu. Tað vísti
Meg Ryan í filminum ” When Harry
met Sally ”. Men at vera væl fyri
og at kroppurin er í góðari venjing,
tað kann ein ikki filma seg til.
Tað má Meg hava verið komin í
tankar um, meðan hon spákaði til
hús frá eini vakurleikaklinikk í Beverly Hills.
Tí har mitt á gongubreytini byrja hon, sum eisini íðkar
yoga, at gera fimleik. Frammanfyri øllum teimum bilsnu,
sum gingu framvið tveitti 41 ára gamla Meg Ryan seg út í
rørslur fyri víðarikomin. Hon vísti seg enntá at vera í standi
til at knekka seg so nógv, at høvdið kom niður til føturnir.
Anastacia kann framvegis
vísa sín barm
29 ára gamla
sangarindan Anastacia
fer framhaldandi at
kunna leggja sín barm
til flottar
lýsingarmyndir, hóast
fleiri óndartaðir
krabbameinssvullar eru
funnir í hennara
bróstum. Teir
vandamiklu svullarnir
vórðu staðfestir so tíðliga, at Anastacia eftir øllum at døma
fer at sleppa við eini minni skurðviðgerð og stráluviðgerð.
Tað verður eftir øllum at døma ikki neyðugt at taka bróstini,
men so skal tað eydnast at skera svullirnar burtur.
– Læknin hjá mær helt fast við, at eg átti at fingið eina
mammografi, sum liður í einari rutinukanning, sjálvt um eg
helt tað var óneyðugt, sigur Anastacia.
– Hann eigur lívið í mær. Og mínir fjepparir skulu ikki vera
ørkymlaðir. Eg eri ein ”figthari!”
Avril er varin vi› pengapunginum
18 ára gamla kanadiska
sangarinnan Avril Lavigne, sum
eftir minni enn einum ári er vorðin
heimskend, gongur ikki runt og
spillir nógva pening sín. Mamma
og pápi Avril siga nevniliga, at hon
er sera ansin, tá tað kemur til
pengar.
“Hon hevur altíð ansað væl eftir
sínum pengum,” sigur mamma
Avril. Pápi Avril greiðir frá, at einaferð hann hevði verið við
dóttur síni hjá einum bilseljara, hevði hann til stuttleikar
spurt hana, um hon hevði hug at fáa ein convertible bil.
Avril var blivin óð og segði: “Babba, eg vil bara hava ein
brúktan jeep”.
Í mars fer Avril Lavigne á konsertferð í Evropa, og fer
vældámda sangarinnan í summar á sína fyrstu konsertferð í
Norður Amerika.
Shakira vil hava fri›
Shakira hevur gjørt vart við
sína ónøgd um, at USA ætlar
at leypa á Irak. Hon heldur
tað bara vera ein kapping
um vald. Hon samanber
kríggið við eitt talvspæl og
heldur, at tað bert eru tveir
leiðarar í einum vandamikl-
um spæli. “Teir vilja bara
spæla meir og meir, men tað
er ikki altíð, at fólkið hevur
somu áskoðan sum leiðarar-
nir”, sigur Shakira.
“Bumburnar detta ikki á
pappfigurar. Tær raka fólk.
Tað eru verulig fólk, sum doyggja,” sigur Shakira, og tekur
eisini sítt egna land sum dømi. “Eg komi úr Kolumbia, sum
er eitt land, ið hevur verið rakt av harðskapi í meir enn 40
ár. Eg havi sæð avleiðingarnar av kríggi, og teir sálarligu
trupulleikarnir kríggj elvir til í samfelagnum. Eg haldi ikki, at
vit nakrantíð eru til reiðar til kríggj.”
C
M
Y
K
21
20