Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. februar 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 29 - 12. februar 2003 23 8 Sosialurin Nr. 29 - 12. februar 2003 The Ring Í filminum The Ring finst eitt videoband, sum vísir nakrar løgnar upptøkur. Setir tú bandið í video- maskinuna og hyggur at tí, so hevur tú bert sjey dagar eftir at liva í hesi verð. Hetta er so kjarnin í filminum The Ring. Tað bæði ljóðar og er eisini løgið. Vit eru í einum súrgaðum universi, har eitt ella annað yvirna- túrligt setir dagsskránna. Ikki tí, øll onnur tekin í sól og mánað siga okkum at vit eru stødd í stórbýar USA í 21 øld. Men í hesum filminum eru myrkar kreftir. Alt byrjar við, at nakrir skulkandi frekir amerikanskir ungdómar fara at ferðast og búgva í einari hýttu, har tey brúka mestu tíðina við at hyggja at filmum. Ein av hesi filmum er (jú, tú gitti tað) hetta vemmiliga løgna band- ið, har skaðin ikki er fýrkantaði eygu, men deyðin – um sjey dag- ar. Katie, sum er ein av teimum, ið doyr av bandinum, er í familju við hørðu blaðkvinnuna Rachel og son hennara Aidan. Rachel fær skjótt frænir av, at her ruggar ikki alt rætt, og hon fer undir at kanna málið nærri. Áðrenn hon veit av hava bæði hon og sonur hennara sæð hetta løgna videobandið. Og tá eru bara sjey dagar eftir, og við lívinum sum innsatsið gerast næstu sjey dagarnir ein kapprenning móti tíðina hjá Rachel. Haldi tó ikki, at vit fara at avdúka so nógv meira um sjálva søgu- gongdina, tí hetta kann oyðileggja ov nógv av upplivingini fyri kom- andi hyggjarar. Filmurin er ein sokallaður gysari. Upprunaliga er filmurin gjørdur í Japan, har eisini ein eftirfylgjari og ein undanfilmur eru gjørdir. Sum roknast kann við, so er fleiri misprýði enn fagurtekin frá Hollywood maskinuni. Eitt nú er byrjanin av filminum út av lagi vánalig. Tvær amerikanskar teenage drotningar eggjandi lýstar við eyka upplýsinginum um, at hesir bert eru sekstan ára gamlar. Eftir hesar fyrstu tveir sekvensirnar var ikki roknað við tí nógva frá filminum, men tað gjørdist betri. Betranin er gysið fyri at takka. Filmurin gerst ein skelvandi gysuppliving, har tað er sjálvt huglagi, ið setir eitt ræðandi frámerki á áhoyraran. Hetta er veruliga frálíkt í filminum, og stendur einsamalt sum ein nóg góð orsøk til at hyggja at filminum. Søgan er tó rættiliga undarliga, og persónarnir eru lýstir sum vóru teir gjørdir úr pappír. Høvuðspersónur- in Rachel savnar allatíðina fleiri og fleiri upplýsingar, men tú fært illa fylt við, og tá hon ger veruligar niðurstøðar, so liggja tær so langt vekk frá meginásini, at tú mest av øllum situr undrandi og hyggur. Blaðkvinnan Rachel er hørð og dugir at bíta frá sær sum blað- kvinna, men tá hon er rannsókn- arferð fyri at koma nærri at gátuni um bandið, so mest sum ein rædd skúlagenta. Tað kann neyvan last- ast sjónleikaravrikinum, tí persón- urin er ógvuliga illa skrivaður. Hon skal bæði vera tann fitta mamm- an, sex súmboli og eini trý, fýra onnur. Og koma vi so illa inn at henni, so kunnu tit bara ímynda tykkum, hvussu lítið avbjóðandi hinir persónarnir eru. Sonur Rachel, Aidan, er ein týdningarmikil persónur fyri søguna, men hvør hann er, og hví hann uppførir seg soleiðis er mest av øll- um ómøguligt at gera sær eina hóming av. Tað hjálpir ikki upp á støðuna, at hann sum persónar minnir eitt sindur ov nógv um Ha- ley Joel í Sixth Sence. So ger tær ikki ov stór- ar vónir, áðrenn tú førkar teg inn í myrk- rið. Samanumtikið er styrkismetingin av hes- um filminum mið- skeiðis á stiðjatalvuni. Filmurin finnur sum nevnt sína størstu styrku í tí serstakliga óhugnaliga huglag- num filmurin skapar. Fyri ein amerikanskan ræðufilm liggur hesin ovarliga í røðini, og hann situr eisini í ein ávísan mun í minninum, eftir at kykmynda- myrkrið er horvið. Tíðanverri situr tú eins nógv og hugsar um ógvusligu holini í søgugongdini. Eingin fer tó alt ov illa av at síggja The Ring. 1. Telja kvistar uppi undir loftinum, um loftið, væl at merkja, er av træ 2. Ramsa allar landsstýrismenninar og floksformenninar upp í bókstavarað 3. Les føroysku orðabókina og leita eftir stavivillum 4. Telja seyðir, hestar, lomb, tjøldur, prestar, meyrur, grøs ella hvat tær nú dámar best 5. Finn uppá eina søgu, sum inniheldur burturflyting, skjótarí, biljakt og politi, sum tú síðani kanst fortelja fyri tínum arbeiðsfeløgum, at tú hevur verið úti fyri um kvøldið 6. Far upp og ger 20 armboyggingar, 12 einglahopp, 2 ryggvenjingar og 5 búkvenjingar 7. Drekk ein litur av kaffi og vita um teoriin passar, at sovnar ikki, tá ein hevur drukkið ov nógv kaffi 8. Set tónleik for frá drøn og syng við 9. Far upp og tel, hvussu nógv rís eru í einum rísposa 10. Avríma frystiboksina í kuldaskápinum 11. Finna útgingin ting í kuldaskápinum, og síðani skriva klagubrøv til framleiðararnar, har tú grenjar um, at vørurnar halda so stutt 12. Kanna um tað passar, at eitt fýrfatsljós hevur eina brennitíð uppá fimm tímar 13. Tak Skipalistan og finna útav, hvussu nógv skip hava »e« í navninum 14. Ringja til Gallup um tú kanst gera eina kanning fyri tey 15. Royn og sleik høgra alboga. Riggar tað ikki, royn so vinstra Fakta um <The Ring> leikarar: Naomi Watts o.o longd: 119 min. sta›: havnar bio, um tú ert 16 ár ella eldri 15 ting tú kanst gera tá tú ikki sovnar UTTAN ÚR HEIMI Umhugsar livandi skjøldur Í Washington vil George W. Bush, forseti vera við, at irakski starvsbróður hansara, Saddam Hussein, ætlar sær at nýta sivilfólk sum livandi skjøldur, leypa amer- ikanarar á Irak. Í einari røðu í Nashville í statinum Tennessee segði Bush, at irakar eru farnir at flyta herfólk inn í býirnar, og at Saddam Hussein á tann hátt ætlar sær at nýta fólkið í býunum sum livandi skjøldur. Bush legði aftur- at, at ætlanin hjá irakska forsetanum er broot á Geneve- sáttmálan. Talsmenn hjá Hvítu Húsunum søgdu seinni, at for- setin hevði upplýsingarnar frá fregnartænastuni CIA. Kemur ikki til Danmarkar Danska ákæruvaldið noyðist eftir øllum at døma at sleppa einum sakarmáli ímóti gamla skipsreiðaranum Anders Jensen. Donsku myndugleikarnir hava skuldsett tann 82 ára gamla reiðaran fyri at hava smuglað 6.000 tons av vápnum til fyrrverandi apartheid-stýrið í Suðurafrika. Hetta var ólógligt sambært teimum handilstiltøkum, sum altjóða samfelagið settui í verk ímóti tí illa lýdda stýrinum. Sjálvur hevur Anders Jensen búð í Cape Town í Suð- urafrika síðani 1984, og donsku myndugleikarnir hava kravt at fáa hann útflýggjaðan, so hann kundi koma fyri rættin. Men mánadagin boðaðu suðurafrikansku mynd- ugleikarnir frá, at gamli reiðarin verður ikki sendur til rættarsókn í Danmark. Tosaðu um Kekenia Hóast franski forsetin, Jacques Chirac, og russiski forsetin, Vladimir Putin, vóru á einum máli, tá tað snúði seg um Irak-kreppuna, vóru teir neyvan so samd- ir, tá Chirac fór at tosa um Kekenia, tá teir báðir hittust mánadagin. Á fundinum gjørdi Chirac vart við, at Russland eigur at viðurkenna, at kreppan í Kekenia kann ikki loysast við hermegi. Hann segði seg vóna, at tann ætlaða fólkaatkvøðan í Kekenia verður tað fyrsta stigi í einari politiskari roynd at loysa kreppuna á friðarligan hátt. Eftir ætlanini skulu kekenar á fólkaatkvøðu tann 23. mars siga sína hugsan um, hvussu landið skal stýrast í framtíðini. Tá Putin kom til París mánadagin, varð skipað fyri stórum mótmælisgongum uttan fyri russisku sendistov- una í býnum, har fólk mótmæltu russisku framferðini í Kekenia. Færri hol Ein kanning hjá danska heilsustýrinum vísir, at færri donsk børn hava hol í tonnunum nú enn fyrr. Sambært kanningini hava 61 prosent av teimum tólv ára gomlu børnunum einki hol í tonnunum. Í einari tilsvarandi kanning fyri tíggju árum síðani vóru tað 48,5 prosent av teimum tólv ára gomlu, sum ikki høvdu hol í tonnunum. Maria Malling, sum er tannlækni hjá heilsustýrinum, heldur, at børnini ansa betur eftir tonnunum nú enn fyrr. Ókeypis skúlatannlæknaskipanin hevur eisini gjørt sítt, og harafturat hevur tannkrem við fluor eisini havt sína ávirkan, heldur hon. Hóast amerikanski verjumálaráðharrin vil vera við, at Norð- urkorea hevur kjarn- orkuvápn, halda suðurkoreanar ikki, at tað er so. NORÐURKOREA Árni Joensen: Seinasta vikuskiftið vildi amerikanski verjumálaráð- harrin, Donald Rumsfeld, vera við, at Norðurkorea hevur eina ella tvær kjarn- orkubumbur, og at landið verður ført fyri at gera einar seks ella átta bumbur aftur- at um fimm mánaðir. Men tað halda suður- koreanar ikki. Suðurkore- anski forsætisráðharrin, Kim Suk-soo, segði í gjár, at tað finnast eingi prógv fyri, at Norðurkorea hevur kjarnorkuvápn. - Norðurkorea hevði longu í 1994 nóg mikið av plutonium til at gera eina ella tvær kjarnorkubumbur, men vit hava ikki eitt einasta prógv fyri, at teir nakrantíð hava gjørt nakra bumbu, segði Kim Suk-soo í einari røðu í tjóðartingin- um í Seoul. Hann legði aft- urat, at halda amerikanarar seg hava rætt, eiga teir at leggja prógvini á borðið. Suðurkoreanska stjórnin hevur mælt Bush-stjórnini til at taka upp samráðingar við Norðurkorea fyri at fáa enda á spentu støðuni. Norðurkorea hevur ikki kjarnorkuvápn Meiningakanningar í fleiri evropeiskum londum vísa, at nógv teir flestu evropearar- nir eru ímóti amer- ikansku ætlanini at leypa á Irak. IRAK-KREPPAN Árni Joensen: Hóast spanski forsætisráð- harrin, Jose Maria Aznar, var tann, sum tók stig til at skriva tað nógv umrødda stuðulsbrævið til George W. Bush, forseta, hava spaniumenn eina heilt aðra uppfatan av Irak-kreppuni enn teirra stjórnarleiðari. Tí ongastaðni í Evropa er mótstøðan ímóti amerik- ansku ætlanini at leypa á Irak størri enn júst í Spania. Ikki tí, danski forsætisráð- harrin, Anders Fogh Ras- mussen, sum eisini skrivaði undir stuðulsbrævið, fær heldur ikki undirtøku frá sínum fólki í hesum máli. Tað sæst í einari mein- ingakanning um, hvat fólk í fleiri evropeiskum londum halda um amerikansku ætl- anina at avvápna Irak við einum hernaðarátaki. Í Spania siga heili 91 prosent, at tey eru ímóti kríggi við Irak, í Eysturríki siga 85 prosent tað sama, og í Svøríki og Luxenbourg hava 81 prosent somu støðu. Av teimum spurdu í Danmark svaraðu 79 pros- ent, at tey eru ímóti amerik- ansku álopsætlanini, í Finn- landi søgdu 78 prosent tað sama, í Írlandi 77 prosent og í Portugal 72 prosent. Meiningakanningin vísir eisini, at franski forsetin og franska stjórnin fáa dygga undirtøku frá fólkinum í stríðnum ímóti álopsætlan- ini hjá amerikansku stjórn- ini. 73 prosent av teimum spurdu í Fraklandi siga, at tey eru ímóti ætlanini. Týski samveldiskanslar- in, Gerhard Schrøder, kann eisini ekkaleysur halda fram við sínari mótstøðu ímóti álopsætlanini, tí har eru 70 prosent ímóti ætlan- ini hjá Bush-stjórnini. Meiningakanningin, sum BBC hevur gjørt, avdúkar, at mótstøðan ímóti kríggi við Irak er eisini stór í Eysturevropa, sjálvt um trygdarráðið hjá ST skuldi tikið undir við einum hern- aðarátaki ímóti Irak. Í Rumenia siga 38 prosent, at tey høvdu góðtikið eitt álop á Irak, sum ST samtykkir tað. Í Bulgaria siga 28 pros- ent tað sama, í Russlandi 23 prosent og í Estlandi 20 prosent. Tað eru bara bretar, sum taka undir við amerikansku álopsætlanini. 62 prosent av teimum spurdu í Bretlandi halda tað vera rætt at avvápna Irak við hermegi, sjálvt um eitt ella fleiri av teimum føstu limalondunum í ST- trygdarráðnum skuldu nýtt sýtingarrættin. USA størri hóttan enn Irak Meiningakanningin avdúk- ar eisini, at triði hvør breti heldur USA vera eina størri hóttan ímóti heimsfriðinum enn Irak. 32 prosent av teimum spurdu í Bretlandi siga, at USA er tann størsta hóttanin ímóti heimsfriðin- um, meðan 27 prosent halda, at Irak er tann størsta hóttanin ímóti friðinum. Onnur 27 prosent halda, at Norðurkorea er tann størsta hóttanin. Kanningin vísir eisini, at bretski stjórnarflokkurin hevur mist nógvar veljarar orsakað av stuðlinum hjá stjórnini og serliga Tony Blair, forsætisráðharra til amerikansku álopsætlan- ina. Í dag siga 35 prosent av bretsku veljarunum, at tey høvdu valt arbeiðaraflokk- in, var parlamentsval nú, og so lítla undirtøku hevur flokkurin ikki havt í meiri enn tíggju ár. Samstundis siga 34 prosent, at tey høvdu valt konservativa andstøðuflokkin, var val nú. Sambært kanningini trúgva bara seks prosent av týskarunum George W. Bush, forseta, tá hann sigur, at tað er neyðugt at leypa á Irak fyri at varðveita friðin. Evropearar vilja ikki hava kríggj Jacques Chirac og Vladimir Putin kunnu brosa, tí sambært stórari meiningakanning taka evropearar undir við teimum í spurninginum um álop á Irak. C M Y K 23 22