Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. februar 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 29 - 12. februar 2003 Nr. 29 - 12. februar 2003 25 VIÐMERKINGAR Bergur Wardum Viðmerking til málsvið- gerðina av fyrverandi landsstýrismanni Jørgen Niclasen vm. Í sambandi við misálit á landsstýris- mannin, Jørgen Niclasen, opnaði Fólkaflokkurin allar hurðar bæði fyri núsitandi samgongu og at skipa samgongu við anstøðuna, fyri at reinsa Jørgen fyri ákærurnar hjá kanningar- stjóranum, Turið Debes Hentze, um, at Jørgen hevði gjørt seg sekan í, uttan heimild, at seta al- mennan pening í váða vm, sum er greitt dømi um, at stýrisskipanarlógin hevur spælt fallit! Skúladømi í donskum revsirætti er um persón, sum bleiv dømdur fyri "mandatsvik og under- slæb" fyri í heimildarloysi at seta pening hjá øðrum persóni í váða. Tað er ikki Jørgen ella Fólkaflokstatikkurin, ið eigur at vera hugt at, men at sjálvari stýrisskipanarlóg- ini, sum so dyggiliga spældi fallit, og einans tí, at løgfrøðingarnir, tvs sakfør- ararnir, Bjørn av Heygum, Annfinn Vitalis Hansen og aðrir, sum løgdu navn til stýrisskipanarlógina, ikki unti løgmanni og lands- stýrismonunum sama tryggleika, sum teir sjálvur hava, tá teir verða mettir ov lættir. Munurin er, at verð- ur ein advokatur funnin ov lættur av Advokatráðnum so hevur hann møguleika at skjóta avgerðina inn fyri Landsrættin, meðan hvørki løgmaður ella nakar lands- stýrismaður hevur henda sama møguleika. Sjálvandi átti Jørgen, eins og Signar á Brúnni, at fingið henda møguleika at reinsa seg á ein virðiligan hátt, soleiðis at vit kundu sloppið undan tí sirkusi, sum fór fram, tá misálit bleiv reist á Jørgen! Annars átti persónur, sum misálit verður reist ímóti, tað verið seg frá kaningarstjóra elle fúta at verið fyribils loystur úr týðandi starvi, og fingið starvið aftur, tá viðkomandi var reinsaður. Hvar hoyrir tað heima, at maður, sum stendur undir ákæru fyri neyðtøku, ella fyri í heim- ildarloysi at hava sett al- mennan pening í váða, um- boðar føroysku tjóðina úteftir, eins og inneftir! Tað kann soleiðis sigast, at tað eru teir løgfrøðingar- nir, sum løgdu navn til stýrisskipanarlógina, sum eiga æruna av tí møguliga justismorði, sum bleiv framt ímóti Jørgeni, um tað bleiv framt eitt justismorð ! Tað, vit hava sæð, er einki annað enn, at ávísir persónar hava víst løg- mans- og landsstýris- mannastarvinum størstu vanvirðing ! Nú ein fjórðingur at av landsstýrinum eru løg- reglumenn eru Føroyar nærum vorðnar ein politi- statur, (sjálvt um hesir ikki fingu neyðugu atkvøður- nar, sum skulu til fyri at koma á ting), og løgmaður hevur kravt av tí eina lansstýrismanninum / po- litistinum, at rudda upp í Fiskimálaráðnum, so skal vera heitt á hann um bein- anvegin at fara í holt við at gjøgnumganga tvingsils- søluuppgerðirnar av teim- um fiskiførum, sum lands- kassin hevur mist pening av. Henda áheitan tekur støði í, at eg, vegna sakføraran hjá Fiskimálaráðnum og landskassanum, Poul Han- sen, bar spurning víðari til PØ-nevndina hjá Fólka- tinginum, soleiðis, at PØ- nevndin kundi stilla løg- málaráðharranum spurning um heimild hjá Føroya Banka, at mótrokna sínar annars mistu veðrættir í sjógvpantinum, soleiðis, at landskassans veðrættur kom í vanda ! Hetta varð gjørt í sam- band við at fáa skapt for- treytir soleiðis, at faðir han- ara, reiðarin, Aksel Hansen, kundi fáa sanerað trolara- flotan, annars fór hann og flotin hjá honum av knór- anum, og vóru teir nógvir, sum fóru av knóranum av nevndu orsøk ! At advo- katurin ikki maktaði at gera vart við seg á røttum stað, ið var, sum sakførari hjá landinum og í Fútarættin- um, komst av, at tá vildi bankin skrúva fyri tí heita vatninum, og Aksel, saman við hansara flota, vildi farið av knóranum! Hetta slag av bankvirk- semi er ikki eindømi, og havi eg sæð tað í øðrum sambandi, og sostatt kundi alt bent á, at mannagongdin er fallin aftur á ta gomlu siðvenjuna, har bankans veðrættir koma fram um landskassans, sjálvt um teir standa seinni í røðini ! Tað er nokk til at rudda upp í hjá einum lansstýrismanni í Fiskivinnumálum, hvørt einasti førleiki er, at hann er útbúgvin politistur, ella er hondplukkaður av Fólkaflokkinum til at seta kikaran fyri tað blinda eyga, som gamli Nelson gjørdi, og er tað nokk av tí slagnum av tinnsoldátum í skaranum hjá okkara fúta at taka av! PS Í samband við starvssetan- ina av landsantikvari, man fáur so munnfimur persón- ur, sum landsstýrismaðurin, Annlis Bjarkhamar, hava niðurgjørt tann fyrst inn- stillaða umsøkjaran, sum hon hevur gjørt í síni sjálv- rættvísgerðing av setanini av persóni, sum beinleiðis gav skeivar upplýsingar um seg, fyri at náa starvinum, og sjálvt tá tað kom fram, hevði hetta ongan týdning fyri hana, og avdúkar hetta, at hon ikki er egnað til sítt starv sum landsstýrismað- ur, tá ein landsstýrismaður má duga at orða seg við skili og tign. Tá kvalifiseraður um- søkjari í styttri tíðarbil hevur røkt starvið til lítar, verður vrakaður á henda hátt, og eftir, at hann var fyrst innstillaður, eigur tað at verða settur spurningur við vístan setannarpolitikk hjá hesum fullveldislands- stýri, og um hann einans tekur støði í, um hægsti førleiki fyri almennari starvssetan er, at viðkom- andi skal kunna drena / nassa mest møguligt úr grunnum í øðrum londum. Brandur Sandoy bóndi, Sandur Nú um dagarnar hevur nógv verið at hoyrt og lisið um mjólkaprísir og land- búnað yvirhøvur. Eitt nú var ein av landsins kosnu í SvF, tí at hann helt seg hava fingið eitt so sera gott hugskot, um at innflyta mjólk úr Skotlandi. Har lá prísurin á umleið 5 kr/litur. Tá mjólkin var komin til Føroya, lá prísurin á umleið 6,50-7 kr/litur. Hetta var so prísurin, sum vit komu at gjalda fyri skotska mjólk. Tað sum hesin, so annars skilagóði maður, í allari síni fáfongd gloymdi (við vilja), var at rokna flutning- in innanoyggja og vinning handilsmansins uppí litur- prísin, sum sostatt kemur at liggja áleið sama støði, sum tann føroyska mjólkin, kanska heldur lægri. Hann var tó ikki á heilt skeivari kós, tá hann tók trupulleikarnar í landbún- aðinum upp. Henda vinna hevur sanniliga stórar trupulleikar at dragast við. Fleiri fjós eru niðurbundin av skuld, og slátturlendi er samanborið við onnur lond sera lítið. Hetta, saman við stórum studningi í útland- inum gerð, at vit í Føroyum ikki klára at framleiða mjólk líka bíliga, sum onn- ur lond. Harafturat royna vit at halda lív í mjólka- framleiðsluni í útjaðaran- um, og tað kostar jú eisini. Vit klára at framleiða mjólk bíligari við at leggja fjós saman, tí tá verður framleiðslan nógv ratio- nellari, men so mugu vit gera okkum greitt, at útjað- arin verður at bera kostn- aðin. Sanering Ætlanin hjá Bjarna Djur- holm er at sanera tey fjós, sum ikki megna at gjalda skuldina, sum hevur hópað seg upp. Hetta skal tó ikki ganga út yvir festiviður- skiftini. Hetta tykist mær at vera ein hálvhjartað loysn, sum als ikki fer at bera við teir grundleggjandi trupul- leikarnar. Tá hesi fjós, sum flest øll eru yvir 20 ára gomul, eru saneraði niður í tað skuld, tey klára at bera beint nú, standa tey yvir fyri stórum íløgum, sum tey sjálvandi ikki hava ver- ið før fyri at gera tey árini, tey høvdu skuldina hang- andi yvir sær. Og so eru vit aftur í sama spori. Tey flestu av hesum fjós- um eru básafjós, sum eru sera ótíðarhóskandi og arbeiðskrevjandi, og skulu vit gera okkum vónir um at fylgja við í tíðini, so krevj- ast sera stórar íløgur, fyri at fáa hesi fjós at vera nýtulig í 20-30 ár afturat. Eg meini, at tað hevði verið mikið skilabetri at gjørt sær eina sanerings- leist, sum setti tað ófrávíki- liga krav, at fyri at sanera skuldina, skuldu fjósini lagt saman, so at ein tryggjaði sær, at hetta veruliga blivu nakrar eindir sum bóru seg. Eftir núverðandi ætlan verður als eingin trygd fyri, at hesi fjós ikki enda aftur í sama díki, sum tey hava hava verið í. Einskiljing Eg eri av teirri hugsan, at tann almenna jørðin í Før- oyum ikki eigur at verða einskild. Mær dámar væl tann leistin, sum hagartil hevur verið nýttur viðv. festaraskifti o ø, av tí at eg meti meg og aðrar, sum ein týdningarmiklan part av tí mentunnararvi, sum vit hava fingið frá teim undan- farnu, og eg haldi, at vit hava skyldu at bera hann víðari, og ikki lata Mamm- on sleppa at ráða í øllum førum. Tá tað er sagt, skal eisini sigast, at vit eiga at fáa so nógv burturúr til at lata víð- ari, sum gjørligt. Økja vit um virðið á garðinum, sum tað almenna eigur, so skulu vit sjálvandi eisini fáa tað økingina útgoldna frá tí almenna, tá vit gevast. Sum nú er, gera vit sjálvir íløgur í almenna ogn, uttan at vit síggja eitt einasta oyra aftur. Fótin í afturpartin, tá vit leggja frá okkum. Mín meining er, at vit skulu eiga sethúsini sum vit búgva í, og sum vit sjálv hava goldið fyri. Hetta er ikki so í øllum førum. Seyðhús, fjós o.a, er at meta sum rakstrargøgn á garðinum, og eiga tí eftir míni hugsan, at hoyra til garðin. Í flestu førum, er ar- beiðsdagurin hjá bóndum sera langur og likamsliga krevjandi, men lønin hevur tíverri bara verið í aftur- gongd, tey seinnu árini. Her má polittiski myndugleikin taka sær um reiggj,ásanna henda trupulleikan, og síðani gera okkurt, fyri at bøta um hesa skeivu gongd, tí vit kunnu ikki liva við, at tað bara gongur aftur á bakka hjá bóndum, tá ið tað gongur so væl í samfelag- num annars. Úrslitið av tí verður einans at, sum tíðin líður, verður ongin at hava áhuga fyri, at fáast við landbúnað longur. Og tá hava vit mist nógv. Hvat er so at gera, fyri at steðga hesi skeivu gongd? Jú, nógvir eru batarnir, ið gerast kunnu. Beinleiðis studningur er ein, sum eg tó ikki havi so stóra trúgv uppá letur seg gera, reint polittiskt. Ein annar møgu- leiki er, at avtaka meirvirð- isgjaldið á øllum landbún- aðarvørum, og ikki bert á mjólkini, sum Javnaðar- flokkurin ætlaði at skjóta upp. Hetta hevði hjálpt nógv um støðuna. Eisini er ein møguleiki, at lata bøndir gjalda max. 20% av inntøkuni í skatt, sum øll partafeløg gera. Hetta hevði havt við sær, at fleiri pengar høvdu verið til taks, til neyðugar íløgur á garð- inum, samstundis sum meir hevði verið í bóndans part. Fiskivinnan hevur eina skipan, sum er at 15% av inntøkuni er skattafrí, sjálvt nú tá ið best stendur til og inntøkurnar eru í topp. Hetta er teimum sera væl unt, tí at hetta vísir teimum, at tað loysir seg at gera ein eyka innsats. Hesa motivatión treingja vit so avgjørt til at fáa í landbúnaðin, á ein ella ann- an hátt. Trupulleikin hevur bara víst seg at vera vant- andi polittiskur vilji. Eftir uppskoti frá Vinnu- málastýrinum skal Jarðar- ráðið avtakast, og búnaðar- banki vera í staðin, bein- leiðis undir landsstýris- manninum. So er bert at vóna, at ein ikki skal hava ávísan politiskan lit, fyri at fáa fígging í framtíðini. Annars haldi eg, at vit skuldu sett eitt loyvisráð (koncessiónsráð), til at halda skil á, at vit ikki øll fara at leggja okkum eftir somu framleiðslu, við tí úrsliti, at ongin fær nakað at bera til. Hetta hevði gjørt sítt til, at íløgurnar í fram- tíðini høvdu verið betri gjøgnumhugsaðar. Velja vit kikaran hjá Nelson ella tignina Tað má loysa seg betur at framleiða Íslendsk bløðini skriva, at Brandur kom, sá og sigraði. Framførslan á Broad- way eydnaðist sera væl, og íslendska spælistaðið vil hava Brand aftur at vitja. TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Sunnudagin hevði Brandur Enni konsert á Broadway í Reykjavík. Frammanundan vóru tekin um, at tað kundi gerast eitt spennandi tiltak sæð við føroyskum eygum. Og soleiðis gjørdist tað eis- ini. Nógv fólk var og lurtaði eftir tvørámanninum, og serliga ungar gentur hildu seg fram at. Sjálv framførslan gekk avbera væl, og hetta fekk íslendsku bløðini at rósa føroyska sangarunum við stórum orðum mánadagin. Okkurt blaðið skrivaði, at Brandur kom, sá og sigraði. Góð ummæli Tað eru ikki bara íslending- ar, sum eru fegnir um fram- førsluna. Eisini umboðs- maðurin hjá Brandi var væl nøgdur. - Tað gekk rættiliga væl, og vit høvdu mánadagin fund við Broadway, har teir søgdu seg vilja hava Brand aftur at spæla har. So okk- urt stendur eftir, sigur Steintór Rasmussen. Samstundis sum konsertin varð hildin, kom eisini stak- fløgan Still Friends út í Ís- landi. Tað er er her, at Bran- dur syngur duett saman við íslendsku Jóhannu Guðrun. Síðani Danmark Føroyska ferðalagið í Íslandi taldi sløk 20 fólk. Tónleikar- ar, dansarar og umboð fyri danskar fjølmiðlar vóru við, og tey strandaðu øll í Íslandi í mánadagin, tí flogfarið fleyg ikki sum ætlað. Í gjár skuldu tey koma aftur til Føroya Næsta málið hjá Brandi er at koma meira fram í Danmark. Har verður ein stakfløga givin út í næstum, og seinni kemur eisini ein fløga út. Brandur sigraði C M Y K 25 24