Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. februar 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 29 - 12. februar 2003 27 TÍÐINDASKRIV Flogbóltssambandi hevur í sambandi við steypafinal- urnar leygardagin 15. februar leigað eitt serligt flogbóltsgólv til landið, sum bert verður nýtt henda eina dagin í høllini á Nabb. Hesi gólvini verða eisini nevnd Taraflex-gólv, og verða nýtt í øllum stórum altjóða kappingum. Í finaludystunum verður sjálvur vøllurin orangelitt- ur, og alt umráðið runt vøll- in verður grønt. Á henda hátt slepst undan øllum óneyðugum strikum og linjum v.m., sum eru til ampa fyri leikarar, dómarar og áskoðarar. Eitt slíkt gólv er dýrt at keypa, og tá fyrstu finalur- nar vóru leiktar fyri 3 árum síðani, var tað eitt av tíð- indafólkunum sum spurdi, nær ætlanina var at leika á tílíkum gólvi. Flogbólts- sambandi hevur kannað kostnaðin av tílíkum gólvi, og liggur hesin kostnaður um kr. 180.000 fyri eitt nýtt gólv. Í ár er tað so við vælvild frá Dansk Volleyball For- bund, at gólvið er í Før- oyum, tí leigusáttmáli er skrivaður til bert hesar báðar dystirnar. Í sambandi við at gólvið verður lagt á í høllini fríggjakvøldið, kemur ein dani at hjálpa til við hesum, soleiðis at alt verður gjørt á rættan hátt, nú hetta verður roynt á fyrsta sinni í Føroyum. Bert teir leikarar sum hava verið á føroyska landsliðnum hava roynt tílík gólv áður. - Vit eru sera spentir uppá, hvussu gólvið fer at roynast, tí hetta skuldi givið ein serligan stemning í høllini henda dagin. Rokn- ast kann við, at ljósið verð- ur betri í høllini, umframt at hetta fer at taka seg sera væl út í sjónvarpinum, sum saman við útvarpinum, fer at senda beinleiðis frá steypafinalunum, sigur Niclas Joensen, formaður í Flogbótlssambandi Føroya. - Eisini rokna vit við, at lýsingarnar runt vøllin koma nógv betri til sín rætt, og sostatt koma at síggjast betri, sigur Niclas at enda. Stórskíggi aftur í ár Aftur í ár verður uppsettur ein stjórskermur í høllini, sum verður umleið 5 * 6 metur. Á stórskerminum verður víst alt tað sum sjónvarpið sendir beinleið- is, og á henda hátt verður gjørligt at síggja allar teir avgerandi bóltarnar í slow- motion ella replay í høllini - ella um bólturin var úti ella inni !!. - Hetta gav ein serligan dám í høllini seinasta ár, og tí hava vit valt at endurtaka tiltakið í ár, sigur Magnus Tausen, frá Flogbóltssam- bandinum. - Seinasta ár var tað nakað ljóst í høllini har stórskermurin var, men hetta ætla vit at bøta um í ár, soleiðis at hyggjara- viðurskiftini vera betri, sigur Magnus. Landsstýrismaður og borgarstjóri handa Tað verður borgarstjórin í Havn, sum fer at handa steypið til kvinnunar, með- an tað verður landsstýris- maðurin í Undirvísingar- og Mentamálum Annlis Bjarkhamar, sum kemur at handa steypið til menninar. Steypið er givið av høvuðsstuðlinum hjá Flog- bóltssambandinum Føroya Sparikassa, sum eisini kemur at handa heiðurs- merkini. Enn er ov stutt frá- liðið, til at siga nakað um dygdir- nar hjá Hugo Velazqvez FÓTBÓLTUR Páll Holm Johannesen Síðan 1.lið hjá HB fór undir venjingina sein- asta mánadag, hevur ein leikari úr Paraguei vant við. Talan er um 20 ára gamla, Hugo Cesar Velazqvez, sum hevur valt at royna eydnuna í HB. Ætlanin er, at leik- arin úr Paraguei, skal venja við 1.liðnum kom- andi vikurnar, og síðani verður støða tikin, um hann skal knýtast at fe- lagnum. HB-venjarin, Frank Skytte, sigur, at tað er torført at siga nakað um dygdirnar hjá Hugo Velazqvez, tí so stutt er fráliðið. – Tað hevur verið nógvur kavi, og eisini skal ein taka hædd fyri, at hann júst er komin til landið. Hann skal venja seg við graslíkið, og tí fara komandi vikurnar at vísa, um hann er ein leikari, vit kunnu nýta, sigur Frank Skytte um Hugo Velazqvez Hugo Cesar Velazqvez er áleypari, men kann eisini nýtast frammalaga á miðvøllinum. TÍÐINDASKRIV Flogbóltssambandið hevur fingið avtalu við kenda al- tjóða dómaran Birger Christensen, um at koma til Føroya at døma steypa- finalurnar leygardagin í Høllini á Nabb. Birger Christensen er bert 32 ára gamal, men hevur havt eina flúgvandi byrjan sum flogbóltsdóm- ari. Hann fekk útbúgving sum divisiónsdómari í 1993, har John Lilhauge var leiðari fyri skeiðnum, og tað var júst John sum fyri tveimum árum síðani var í Føroyum og dømdi flogbóltsfinalurnar í 2001. Birger Christensen er longu nú ein royndur harri, sum hevur dømt fleiri altjóða dystir. Hann byrjaði at døma í bestu donsku deildini í 1996, og fekk sítt altjóða dómaraprógv í 2000, og hevur hann higar- til dømt umleið 35 altjóða dystir, umframt 550 dystir í donsku kappingini. Og í ár var hann eisini 1. dómari, tá danir leiktu sína steypafinalu, og sum eisini hevði føroyska luttøka og vinnara, við tað at Bárður B. Mikkelsen leikti við Holte í hesari finaluni. Íalt hevur Birger Christ- ensen dømt 4 steypafinalur higartil - harav tríggjar sum 1. dómari, umframt at hann hevur dømt 4 DM finalur - harav 2 sum 1. dómari. Døma saman við føroyingum Í kvinnudystinum millum ÍF og TB verður tað Tumm- as Óli Mortensen, sum kemur at virka sum 2.- dómari. Tummas Óli hevur dømt í fleiri ár, og var hann eisini 2. dómari í mans- finaluni í 2001. Í mansdystinum millum ÍF og SÍ, verður tað Jan Hentze, sum skal finna floytuna fram. Jan Hentze hevur eisini dømt í fleiri ár, og hevur drúgvar royndir á økinum. Tað verður spennandi at síggja, um tað verður stór broyting í dømingini, or- sakað av, at dómarin hevur altjóða viðurkenning í mun til hvat teir bestu dómar- arnir her heima hava dømt, tí dómaraøkið er eitt evni, sum Flogbóltssambandið er farið at taka upp, og sum júst Jan Hentze er settur sum leiðari av. Jan Hentze - Spentur uppá dømingina - Tað verður spennandi at royna seg saman við einum altjóða dómara, sum hevur verið víða um og dømt altjóða dystir. Tað er jú altíð læruríkt at døma sam- an við einum, sum hevur royndir á økinum, og uttan iva fer ein at læra okkurt av hesum, sigur Jan Hentze. - Eisini verður tað spennandi at síggja, hvussu føroysku leikararnir fara at uppføra seg yvirfyri einum 1. dómara, sum teir ikki kenna frammanundan, og hetta fer uttan iva at seta sín serliga dám á finalurnar. FÓTBÓLTUR Páll Holm Johannesen Tað hava verið nógvar leysasøgur, um leikarar, ið hava verið settir í samband AB. Argja- menn fóru undir venj- ingina í seinastu viku, og higartil hava tveir nýggir leikarar verið og vant við. Talan er um Karl Leonsson og Una Mort- ensen, sum ávikavist hava umboðað B36 og HB. Báðir hava spælt einstakar dystir á besta liðnum, men hava fyri tað mesta leikt á øðrum liði hjá feløgunum. Úr AB verður sagt, at báðir leikarar ætla sær at spæla við AB í ár. Karl Leonsson, Uni Morten- sen saman við Eyðun Samuelsen eru ein kær- komin styrkur hjá argja- monnum í 2.deild í ár. Leikari úr Paraguei roynir seg í HB Nýggir leikarar í AB Altjóða dómari í steypa- finalunum 15. februar Innflutt gólv til finalurnar og stórskíggi 27 Nr. 29 mikudagur • 12. februar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Kravið hjá Neistanum og VÍF er full úrtøka, um tey framhaldandi skulu vera oddalið UPPTAKT Páll Holm Johannesen Eftir ósigurin í steypafinal- uni ímóti Kyndli leygardag- in, skulu strandingar reisa seg aftur. Teir fáa í kvøld vitjan av H71, sum rættiliga hevur bitið frá sær í enda- spælinum. Í løtuni liggur STÍF á triðja plássi í lands- kappingini, eitt stig eftir oddaliðini Neistan og VÍF. Skal sambandið við oddin varðveitast, skulu strand- ingar vinna dystin ímóti H71 í kvøld. Fyri H71 ræður um at halda fast um góða spælið, liðið hevur víst seinastu vikurnar. H71 liggur í løt- uni fýra stig eftir oddalið- ini, og vinna hoyvíkingar á Skála í kvøld, so hevur H71 bráddliga samband við oddin í føroysku lands- kappingini. Neistan skal vinna Neistin fær í kvøld vitjan av Tjaldrinum í høllini á Hálsi. Skal Neistin fram- haldandi vera við í kapp- ingini um gullkrónurnar í landskappingini í ár, so er kravið ein sigur ímóti botn- liðnum úr Runavík Neistin hevur havt eitt misjavnt endaspæl. Teir taptu heldur óvæntað ímóti H71, meðan teir vunnu tepran sigur á KÍF. Neistin er favorittur undan dystin- um, og hava stórskjúttarnir, Áki Mørk og Morgan Knezevic, ein góðan dag, burdu Neistamenn fingið fulla úrtøku úr dystinum í kvøld. Tjaldursmenn hava bert leikt ein dyst í endaspælin- um. Teir taptu ímóti KÍF, og tískil fingu runavíkingar ikki bestu byrjanina á enda- spælið. Tjaldur hevur í løt- uni trý stig, og skal tað eydnast teimum at fáa sam- band við hini liðini, so skal keðiliga gongdin vendast. Seinast Tjaldur vitjaði Neistin var um reppi, at teir fóru avstað við øllum stig- unum. Skal tað eydnast Tjaldrinum at fáa stig í kvøld, so er nógv treytað av, hvussu toppskjúttin í lands- kappingini, Dragisa Stojo- vic, fer at standa seg. Grannauppger í Vestmanna Eins og hitt oddaliðið, Neistin, hevur gingið mis- javnt hjá VÍF í endaspælin- um. Teir vunnu á Kyndli, men máttu óvæntað lúta fyri hoyvíkingum næst seinasta leygardag. VÍF hevur verið nógv darvað av skaðum í enda- spælinum, so breiddin á liðnum hevur rættiliga sloppið at staðið sína roynd. Undan dystinum í kvøld er VÍF favorittur, og fyri at framhaldandi at kunna kalla seg oddalið, er kravið ein sigur á kollfirð- ingum í kvøld. KÍF liggur í løtuni í miðj- uni í 1.deild, og skal liðið fáa samband við fremstu liðini, so skulu kollfirðing- ar vinna dystin í kvøld. Hóast tað kann tykjast ein trupul uppgáva, so hevur KÍF víst í ár, at liðið kann arga oddaliðini. Eins og í hinum dystunum, mugu kollfirðingar lýta á jugo- slavarnar, Damir Oros og Mirko Milenkvic, gera ein vørr í kvøld. ROYNDARVENJING Páll Holm Johannesen Mánadagin vandi Jákup á Borg fyri fyrstu ferð við Superliga liðnum OB. Venjingin var á graslíkið, tí grasvallirnir í Danmark eru ikki í nóg góðum standi. Í viðmerking til almennu heimasíðuna hjá OB, sigur Jákup á Borg seg vera sera væl nøgdan við umstøðurn- ar í OB. Hann leggur aftur- at, at móttøkan av honum hevur einastandandi, og at hann vónar at spæla seg til ein sáttmála í felagnum. - Eg vóni, eg fari at standa meg væl komandi dagarnar, og so fáa vit at siggja, hvat spyrt burturúr, sigur Jákup á Borg í stuttari viðmerking á heimasíðuni hjá OB Ætlanin er, at Jákup skal venja við OB til hósdagin. Fríggjadagin gongur leiðin til Spania við landsliðnum. Eftir venjingarleguna í Malaga, skuldi verðið greitt, um enn ein føroying- ur verður at síggja fremstu donsku fótbóltsdeildini. Strandingar skulu reisa seg aftur Vestmenningar hava havt eitt misjavnt endaspæl, og um teir framhaldandi skulu vera oddalið, er kravið ein sigur á kollfirðingum í kvøld. Mynd: Savnsmynd Jákup væl nøgdur við umstøðurnar Jákup á Borg , sum her sæst venja í OB, sigur seg vera væl nøgdan við umstøðurnar í OB Mynd: www.ob.dk 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 2 1 - 0 - 1 434 356 78 11 2 Neistin 2 1 - 0 - 1 395 365 30 11 3 StÍF 1 0 - 1 - 0 375 323 52 10 4 Kyndil 2 0 - 1 - 1 368 373 -5 7 5 KÍF 2 1 - 0 - 1 360 383 -23 7 6 H71 2 2 - 0 - 0 360 408 -48 7 7 Tjaldur 1 0 - 0 - 1 321 405 -84 3 Dómaráseting Mikudagur 12/2 Neistin-Tjaldur I menn 20.00 Hálsi Hannis/Eyðun StÍF-H71 I menn 20.00 Skála Kári/Trúgvi VÍF-KÍF I menn 20.00 Ve Kristian/Sámal C M Y K 26