Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-03-27, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 1990síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

i Í Nr. 42 — 27. mars 1990 Torferari at samráðast Øll fakfelóg harmast, at løgtingid hevur avtikið prístalsviðgerðina av lónum. Miðvísur ágangur úr Tinganesi, sum ein fakfelagsformaður tekur til Tað er eitt sindur ymist, hvussu greiða stóðu fak- feløgini hava til pristals- skipanina, ið nú er tíkin av við løn. Summi eru til reiðar at fara í verkfall, um fleiri vilja verða við til tað. Onnur vita ikki rættiliga, um nakað kann gerast. Gjårkvøldid høvdu fakfeløgini fund um spurningin. Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðarafelag eru helst tey feløgini, sum eru sinnað at fara longst. Men treytin er, at feløgini standa saman øll. Aðalfundurin hjá Føroya Arbeiðarafelag fyri góðari viku síðan heimilaði stjórnini at lýsa aðalverk- fall, um feløgini standa saman. HVAT SIGA FELØGINI? Sjålvt um hini feløgini eru meira varin í sínum orðum um, hvat er at gera, eru tey øll hørm um, at lønimar ikki longur skulu fylgja pristal- inum. Sosialurin hevur tos- að við forkvinnur og for- menn í nøkrum feløgum um hetta, og vit spurdu tey eis- ini um ætlanina at seta ar- beidsrætt å stovn. Yrkisfelag Studenta- skúla- og HF-lærara, sum hevur 100 limir, dámar lítið, at lønirnar ikki longur verða pristalsvidgjørdar. Fakfeløgini åttu i felag at gjørt okkurt fyri at fåa Fakfeløgini gjørdu stóran måtmælisfund og hava annars í orði og talu gjørt vart við, at tey vilvdu varðveita prístalsskip- anina, men einki hjálpti prístalsviðgerðina aftur ella okkurt annað afturfyri. Av prinsipiellum orsøkum, sig- ur John Mortensen, formað- ur i felagnum. Ti pristals- viðgerðin av lønum var einasta váttanin um, at løntakarar høvdu rætt til realløn, sigur hann. STYTTRI SATTMALAR John Mortensen væntar, at ein avleidingin verdur, at feløgini nú fara at gera styttri sáttmálar, ella eisini mugu tey tryggja sær rættin at samráðast um lønina mitt í sáttmálaskeiðinum. Tað er so langt síðan, at Føroya Handverkarafelag heitti å landsstyrid og løg- tingið um ikki at avtaka pristalsvidgerdina av løn- um. Og felagið legði aftrat, at varð tað gjørt, mátti prís- og vinningssteðgur setast í verk samstundis. Høgni Højgaard, formaður í fel- agnum, heldur ikki verkfall vera rætta vápnið hjá fak- feløgunum at nýta fyri at fáa prístalsskipanina aftur. Men hvat kann so gerast? - Tað einasta er ikki at velja somu fólk aftur, sigur Høgni Højgaard. STØRRI KRØV - Eg havi fleiri ferðir gjørt vart við, atavleiðingin verð- ur, at samráðingarnar verða torførari, og lønarkrøvini verða stórri í framtíðini, sigur Karl Johansen, sum heldur tað vera sera óheppin gerð og gagnleys, nú prís- talið kortini var í friði. Hann vildi í gjár undan fundinum við fakfeløgini ikki siga, hvat nú er at gera, men Havnar Arbeiðsmannafelag ætlar sær at standas aman við hinum. - Tað líkist ongum at taka prístalsviðgerðina av, og dugi ikki at síggja nakra meining í ti, sigur Jórun Joensen, forkvinna í Sjúkra- systrafelag Føroya. Hatta gevur i hvussu er ikki lands- kassanum nakrar pengar og bøtir heldur ikki um bú- skaparligu stødu okkara. Men hatta var tað, ið fekk bikarið hjá fólki at flóta yvir, sigur hon. LURTA . ONGANTIÐ Klaksvíkar Arbeiðskvinnu- felag og Klaksvíkar Ar- beiðsmannafelag hava bæði mótmælt, at prístalsskipan- in er tíkin av. Fremsta grundgevingin er, at sátt- málarnir byggja á prístalið. Hanna Isaksen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnu- felag heldur lítið um orð løgmans í útvarpinum sunn- udagin, at hetta skal tryggja fólk ímóti, at lónin lækkar. Hon heldur, at landsstýrið heldur átti at úkið mótmælið frå fakfeløgunum til eftir- tektar, men tey eru so von við ikki at fáa so frægt sum Síða 3 svar úr landsstýrinum, sigur Hanna Isaksen. - Eg skilji ikki, tað skuldi vera neyðugt at taka pris- talið av, um tað hevur so lítlan tydning, sum løgmad- ur segði í útvarpinum sunnudagin, er viðmerking- in hjá Mariann Patursson, forkvinnu í Økonomafelag Føroya. Prístalsskipanin åvirkar ikki hyrurnar hjá fiski- monnum, men Føroya Fisk- imannafelag er kortini i- móti, at skipanin er tíkin av. - Vit vilja standa saman við hinum fakfeløgunum og taka undir við teirra sjónar- miðum, sigur Óli Jacobsen, sum skýrir avtøkuna av prístalslógini saman við ødrum tiltókunum fyri mið- vísan ágang úr Tinganesi. HVOR ER FYRI ARBEIÐSRÆTTI? Jógvan Sundstein, løgmad- ur, segði í útvarpinum sunn- udagin, og tað hevur eisini staðið í Fjúrtanda, at fleiri fakfeløg eru fyri at seta arbeiðsrætt á stovn í Før- oyum. Sosialurin royndi i gjår at finna fram til "fleiri feløg”, sum skulu vera fyri ar- beiðsrætti, men tað eydn- aðist ikki. Einasta felag, ið ikki beinleiðis sigur seg vera ímóti, og sum Sosi- alurin hevur tosað við, er Føroya Handverkarafelag. - Í prinsippinum eru vit ikki = beinleiðis ímóti arbeidsrætu, sum kundi viðgjórt twætur milum okkum og meistararnar, sigur Høgni Højgaard. Hann heldur eisini, atð kundi verið hent at havt ein rætt, sum kundi tíkið skjótar avgerðir. Í staðin fyri nú tey mugu bíða 3-4 ár at fáa avgreitt mál sum innkrev- jingar og uppsagnir. Høgni Højgaard heldur tað vera skeivt av fakfeløgunum bara at siga kortani til ar- beiðsrætt uttan at koma við Framhald á síðu 4 ATA heldur ikki rætt, tá fólk siga, at cinhvør loysn er betur enn eingin loysn. Tað eru skílagóðar loysnir, sum eru betri enn ongin loysn. Dagblaðið Dagblaðið brúkar odda- grein sína fríggjadagin uppá nógv umrødda råvørubyti. Blaðið tekur undir við hesum býti, sum samgonguflokkarnir hava skotið upp. Tað vísir á, at flestu lond, sum Føroya vanliga verða sammett við, hava hildið seg noydd at ganga inn undir ein- hverja kvotaskipan. Ber til at útinna ráfiskabýtið í verki reint fyrisitingarliga, er at ansa eftir, at nóg mikið av smidleika verður við hesum býti, og at einki virki verður við skerdan lut óforskylt. Blaðið heldur tað verða sera spennandi, at menn nú sleppa at royna eina uppbodssøluskipan og vísir annars á, at tað er lívsneyðugt, at tveir teir seinastu månadirnir i årinum verda fritiknir fyri råvørubyti, soleiðis at einki virki noyðist at leggja stilt og senda fólk til hús, tí kvotan er upp- brúkt, og bátarnir noyðast at sigla aðrastaðni við fiski fyri jól. Dagblaðið heldur eisini, at fyrimunir eru vid råvørubytinum, eitt nú hevði tað gjørt eina upphøggingarskipan lættari at sett i verk og hevdi tað tynt út í okkara veiðuflota. Vit fingu eisini stórri kapping millum bátar og virki um dygdargóða fiskavøru. Dagblaðið skrivar at enda, at tað er spell, at vit skulu seta eina reguleraða skipan í verk, men vit sleppa neyvan uttan um tað, men vísir rávgrubýtið seg ikki at vera ein gongd leið, so eiga vit at sleppa okkum av við hesum skipan aftur. ——— Mimmoalættina — Aftur ein donsk oddagrein í Dimmalættingini. Hesa- ferð undir heitinum: "Uden alternativ". Hon snýr seg um hetta at skipa fyri verkfalli. Blaðið vísir fyrst á, at í øllum demokratiskum londum er tað ein sjálv- sagdur rættur at kunna seta verkfall í gildi. Fyri annað heimskríggj, tá tað var ósemja millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, hevði henda oftani við sær verkfall, men síðani prístalið kom í gildi gekst betur at sleppa undan slíkum verkføllum. Blaðið vísir á gongdina í Pólandi, hár ein einstakur maður var upprunin til stórar broytingar í samfelagnum. Hesin åvaradi ímóti lemjandi verkføllum, sum bara kundu gera búskaparligu støduna hjá landinum verri. Júst tað sama er galdandi fyri okkara búskap í løtuni, um so er at arbeidarafeløgini gera ávara av hóttanum sínum um aðalverkfall - júst um somu tíð, sum løgtingid roynir at betra um búskapin. Verður eitt aðalverkfall sett í gildi nú fer tað at hava við sær, at endur- reisingin av samfelagnum steðgar upp, og hetta fer at gera ilt verrri serliga hjá arbeiðsmonnum og fiski- monnum. Og Dimman víðari: -Det er muligvis uklogt af det nuværende styre, at det ikki í forngdens omfang søgte kontakt med skrivar arbejdssammenslutningen s ledelse vedrørende den del af det økonomiske genrejsningsprogram, som anses for nødvendigt til genopbygningen af den økonomiske ligevægt, men til undskyldning tjener, at netop den største arbejdersammansltutnings leder allerede på forhånd i taler og artikler har afsløret sig som fanatisk tilhænger af det Sosial- demokrati, som har hovedansvaret for, at den hjemlige økonomi er gaact saa grundigt rabundus som ingensinde før - til skade først og fremmest for den færøske arbejderklasse skrivar Dimmalætting m.a. í leiðaranum leygardagin.