Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-03-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mars 1990síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tiAind - - Síða 13 Vit hava sjålvi skyldina: Dalking er ein orsek til veðrið Øll tosa um veðrið, men eingin ger nakað við tað,- verður sagt. Men hetta er ikki heilt beint. Eftir øllum at dóma hava vit sjálvi eina stóra ábyrgd av illveðrinum, um ikki annað. Blaða vit á síðu 136 á føroyska ålmannakkanum siggja vit eitt yvirlit yvir vindmegi í ymiskum máti. Eftir sokallaða Beaufort- mátinum, sum var tað vanligasta í Føroyum, áð- renn farið var at rokna við sekundmetrum, er vind- megi 12 tað mesta, sum sigast kundi í orðum. Himmal og hav alt í einum roki. Ógvuliga sjáldan í Føroyum,- stendur skriva. Men er hetta longur so ógvuliga sjáldan her í Føroyum? Vit hava spurt Petur Skel Jacobsen, ved- urmannin i Vågum. -Nei, eg må vidganga, at tad er ikki so sjåldan vit máta tilika vindmegi. Men fyrr kom hetta ikki so ofta fyri, sigur Petur S. Jac- obsen og leggur aftrat, at hann, tey mongu årini hann hevur arbeitt vid at gera veðurvánir m.a. fyri havið um Føroyar, ikki minnist tey mongu og djúpu lágtrýstini, sum nú eru. TAÐ VERÐUR IVALEYST VERRI Ein vedurfrødingur segdi herfyri i bretska sjónvarpinum, at roknast kundi vid, at tað fór at verða enn meira harðfórt komandi mongu árini. Tað heldur Petur Skel Jacobsen heldur ikki vera óhugsandi. Hann heldur, at bretski serfrødingurin hevur bygt sina hugsan å dålkingina frå idnadar- londunum, sum ivaleyst er ein av orsøkunum til ill- vedrid. Idnadardålkingin hevur ta sokalladu vakstrarhús- effektina vid sær. Hetta vil aftur siga, at tað verður heitari á hesum leiðum, samstundis sum tað verður líka kalt sum nú á Norðpólagkinum. Av hes- um hitamuninum koma lágtrýstini og harvið ill- veðrið. Tá sagt verður, at ill- veðrið stendur við í mong ár enn í hvussu er, kemst av, at roknast má við, at tað tekur langa tíð, at basa dálkingini. EFTURFARANDI VEÐURTÍÐINDI? Vit spurdu eisini veður- mannin í Vágum um veðurtíðindini altíð eru eftirfarandi. -Hóast vit gera okkara besta kemur meira enn so fyri, at vit fara skeivir. Ein orsøk er, at langt er millum måtingarstødini å okkara leidum, sum vit gera okkara utlit eftir. Næstu grannar eru Hetland og Island og haraftrat eru nøkur få vedurskip. Hetta ger tað torført at meta um, hvussu veðrið fer at vera, sigur Petur Skel Jacobsen. FYRIMUNUR AT VERA Í HAVN Petur Skel Jacobsen var settur sum veðurmaður í Vágum fyribils í hálvt ár,- til 1. august. Hevur hann hug at halda fram? Ja - tad havi eg einki ímóti, tí mær dámar sera væl, men hetta er sjálvandi ein politisk avgerð. Hann sigur annars, at tað arbeiðið hann ger sum veðurmaður í Vágum, er á leið tað sama, sum hann sat við í Danmark, har hann starvaðist hjá Mete- orologist í mong ár. Hansara serliga uppgáva har var, at gera veður- tíðindi m.a. á leiðini kring Danmark, Føroyar og Grønland, eins og at veg- leiða skipaferðsluni á hesum leiðum. Spurdur um hann verður Stormávaring. Vit hava sjálvi ein part av skyldini verandi í Vágum, um hann heldur fram sigur Petur S. Jacobsen, at hógligari var at hildið til á Vedurstødini í Havn. -Har hevði eg havt alt tilfarið við hondina, og hagani kundi eg eins væl røkt tænastuna við flúg- vingini. Ein avgjørdur fyrimunur og eingin vansi, sigur Petur S. Jacobsen. NOGV RINGJA OG SPYRJA Vedurmadurin å flog- vøllinum hevur eisini annað at gera enn kanna upplýsingar um veður og tekna veðurkort. Fólk í hópatali ringja til hansara og biðja um góð ráð. Utróðramenn, fjallmenn og eisini ferðafólk, sum ætla sær við flogfarinum, men ivast í hvussu veður- líkindini eru. -Tað kemur ofta fyri, at fólk ringja úr Kastrup og spyrja hvussu líkindini eru at lenda í Vágum, og tað eru tey sera vælkomin til. Tað er millum annað tað, eg sita her til, sigur Petur Skel Jacobsen. tor.-