fríggjadagur 30. mars 1990síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ss
tíðindablaðið |
———
Sjúkrahúsverkið og framtíðin
TEY sjúku veraa tapararnir.
SOLEIÐIS sigur fyristøðumaðurin á
Landssjúkrahúsinum í samrødu við
Sosialian í gjár. Hann sipar við hesum
til tær stóru skerjingarnar á
sjúkrahúsinum, sum landsstýrið hevur
álagt leiðlsuni at fremja longu í
hesum árinum.
TAÐ er greitt, at skal hetta størsta
sjúkrahúsið í landinum veruliga spara
umleið 40 mill. kr. soleiðis, sum
samgongan hevur álagt tí, so verða
nógvir taparar.
ØLL eru vit samd um, at tað eigur at
sparast, har sparast kann. Men í
hesum førinum hevur samgongan sett
heilt órímulig sparikrøv. Tá hevði
verið betur, um tað varð gjørd ein
heildarætlan fyri alt sjúkrahúsverkið
fyri nógv ár fram. Hetta við at gera av
frá einum degi til annan at ein
stovnur sum Landssjúkrahúsið skal
spara so nógv ber als ikki til. Hetta
kunnu politikararnir rætt og slætt ikki
gera móu sjúklingum og starvfólkum
á sjúkrahúsinum. Men hetta ongan
langtidarpolitikk og -ætlan at hava
hevur júst eyðkent hetta landsstýrið, í
hvussu so er tå tað snýr seg um
okkara heilsuverk
EINAFERÐ varð ein ætlan gjørd tyri
útbygging av teimum trimum
sjúkrahúsunum. Hvar liggur hon, nú
sparitiltøkini eru sett í verk! M.a.
hevur landssjúkrahúsið stóran tørv á
nýggjari og stórri skurðstovu, nú
trystid á verandi skurðstovur veksur
alsamt. Hugsið bara um teir mongu
ferðsluskaðarnar. Tað er eingin
meining í, at okkara hóvuðssjúkrahús
ikki hevur góðar skurdstovuumstødur.
SE KT EN
TAÐ er eingin loyna, at tað fyri
nøkrum árum síðani varð gjørt eitt
slag av gerðabýti innan sjúkra-
húsverkið. Landssjúkrahúsið fekk sín
ortoped og Klaksvíkar sjúkrahús fekk
eina ortopediska skurðstovu. Við
ødrum orðum varð avgerðin at byggja
nýggja skurðstovu á Landssjúkra-
húsinum skotin langt út í framtíðina.
TAÐ eru slíkar spurningar, sum
okkara politikarar áttu at umrøtt, nú
lagt verður eftir at spara innan
sjúkrahúsverkið. Vit mugu tilrætta-
leggja eina útbygging, sum er í
samsvar við tørv og figgjarorku. Her
er heilt greitt talan um, at vit mugu
gera okkum greitt, hvat vit vilja og
orka. Í hvussu stóran mun skulu tey
smærri sjúkrahúsini útbyggjast og so
landssjúkrahúsið.
HVAT kunnu vit og hvat vilja
vit.!'Hetta eru høvudsspurningarnir.
Ætla vit at halda fram við at loyva
sjúkrahúsunum at virka sum sjálv-
støðugar eindir heldur enn at lata tær
virka sum ein samlað eind! Skulu vit
hava eitt veruligt sentralsjúkrahús her
á landi, ella skulu vit miðja ímóti at
hava trý smærri sjúkrahús og so brúka
danska ríkishospitalið sum sentral-
sjúrkahús!
HETTA eru spurningar, sum roynt
hevur verið at svara í fleiri
frágreiðingum, men sum politikarnir
altíð skúgva frá sær, tí málið er so
politiskt eymt. Eingin torir at síggja
málið frá einum landssjónarmiði.
Hugt verður at ti frá einum lokalum
sjónarmiði - m.a. út frá tí sannroynd,
at talan er um at varðveita arbeiðs-
pláss.
VIT eru noydd ul at gera okkum
greitt, hvat telur meira, at hava eitt
vælvirkandi og nútímans sjúkra-
húsverk, ið ikki er so nógv tengt at
ríkishospitalinum, ella vit skulu
varðveita verandi struktur , har taln
fyrst og fremst er um at varðveita
arbeiðspláss ávikavist í Klaksvík, á
Tvøroyri og í Havn.
TAÐ er okkara metan, at vit í størri
mun eiga at leggja okkum eftir at gera
landssjúkrahúsið til okkara sentral-
sjúkrahús soleiðis, at vit í framtíðini
skulu senda færri sjúklingar av
landinum. Tað skal tó vera sagt her, at
tað altíð fer at vera neyðugt at senda
sjúklingar til viðgerð og kanning í
Danmark, tí tað er avmarkað, hvat vit
45.000 íbúgvar kunnu krevja av
okkara sjúkrahúsverki.
TAÐ er eingin loyna, at bara at nema
við spurningin um sjúkrahúsútbygg-
ing er sum at taka um glødandi jarn.
Neyvan nakað mál í heusm landi fær
sinnini so nógv í kók sum júst
sjúkrahússpurningurin. Men fyri tað
kunnu okkara politikarar ikki alla
tíðina sleppa sær undan at taka eina
skilagóða avgerð, sum ikki bara
byggir á lokalpolitisk áhugamál.
Einaferð varð ein útbyggingarætlan gjórd fyri Landssjúkrahúsið. Hvar er hon endað!
SJÁLVANDI skal gllum trimum
sjúkrahúsunum verða lív lagað. Men
tað er uppá tíðina, at vit gera okkum
greitt, hvussu okkara samlaða
sjúkrahúsverk skal síggja út um 10-
20 og 50 ár. Tær iløgur og
útbyggingar vit skulu gera komandi
árini verða rættiliga avgerandi fyri
hesum. Latið okkum tí fáa eitt opið
og breitt tjak um útbyggingina og
ætlanina við okkara samlaða
sjúkrhúsverki heldur enn at keglast
um, hvussu vit spara eina krónu her
og eina har.
Jamú
rgdarblaðstjór: Jan Miiller Blaðfólk Høgni Djurhuus | Utgevari P'/f Sosiaturin Bústaður Argjavegur 26 | Postadressa: Postsmega 76
Fyritaksstjóri. Kristjan Dahi Randi Jacobsen | Uppseting P/f Sosialurin | Argir 110 Tórshavn |
Ljósmyndar: Kalmar Lindenskov Tórfinn Smith | Prent P'f Pressan 1981 Telefon: 11820 Teietax 14720 |
;