fríggjadagur 30. mars 1990síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A
UT
Nr. 45 — 30. mars 1990
- -
tiAmfMomin AA
Undantakstøda
verður á Landssjúkrahúsinum í summar, tá so nógv skal sparast,
heldur Maria á Dul, fyristóðakvinna. Hon væntar, at sjúklingar nú
fara at rópa neyðarróp
Tað verður ringast fyri tey
við kroniskum sjúkum, tá
95 sengur færri verða í
summar, eingir avloysarar
og bert akutt sjúk fáa við-
gerð.
Hetta sigur Maria á Dul,
fyristødukvinna, nú leiðsl-
an hevur tikið avgerðina
um, hvussu sparast skal í
summar.
Tí sjálvandi fer tað at
merkjast, tá meira enn trið-
ingin færri sengur verða á
sjúkrahúsinum í tveir mán-
aðir.
TRIÐINGIN
FÆRRI SENGUR
Alt í alt eru 280 sengur á
Landssjúkrahúsinum. Frá
22. juni og ein mánað fram
verða 93 sengur færri, og
næsta mánaðin 97 sengur
færri.
Hetta hongur saman við,
atsummarmánaðirnar verð-
ur bara viðgerð givin teim-
um, sum gerast akutt sjúk.
Eingi fólk verða innkallað
til nakað fyri at hava so lítið
arbeiði sum gjørligt á sjúkr-
ahúsinum. Hetta er fyri at
sleppa undan avloysarum,
meðan starvsfólkini eru í
summarfrí. Og fyri at klára
seg uttan avloysarar á
skurddeildini, verða eingi
fólk innkallað til skurð-
viðgerðir heilt frá mai mán-
aði til september.
LONGUR AT BÍÐA
Hetta fer at hava við sær, at
bíðilistarnir verða nógv
longur. Nakrar mánaðir
longur. Frammanundan
bíða fólk upp til tvey ár fyri
at koma til ortopediska við-
gerð.
Men sum nevnt verður
ringast hjá fólki við kron-
iskum sjúkum. Tey við ov
høgum bl6dtrysti, vid suk-
ursjúku og við giktsjúku, ti
eingin sleppur inn ul venj-
ingar alt summarið.
Maria á Dul heldur tað
vera ilt at siga, at tað verða
nóg mikið av seingjum á
Landssjúkrahúsinum, tá 93-
97 sengur færri verða.
Verða fleiri løgd inn akutt,
mugu tey liggja á gongini.
LURTAÐU EFTIR
STARVSFOLKUM
Hon heldur eisini, at lurtað
hevur verið eftir starvs-
fólkunum. M.a. við ikki at
lata barnadeildina aftur í
vikuskiftinum og ikki nið-
urleggja nakrar deildir.
Barnadeildin merkir skerj-
ingamar á tann hátt, at
starvsfólkini verða færri, og
tað verður hildið at vera
forsvarligt, tí sjáldan eru so
nógv børn innløgd, sum
deildin er normerað til.
Starvsfólkini søgdu eisini,
at tað ber ikki til at hava
deildir opnar við altov fáum
starvsfólkum, og út frá ti
varð avgjørt at lata nakrar
deildir aftur eina tíð í
summar, meðan starvsfólk -
ini eru í summarfrí. Nar-
kosudeildin fær ein avloys-
ara, sum starvsfólkini vístu
á má koma.
ALT OV NÓGV
- Tað er neyðugt hjá okkum
at gera hesar skerjingarnar,
tí vit hava fingið boð um at
spara 37 mió. krónur, og
frægari máta finna vit ikki,
sigur Maria á Dul, sum tó er
alt annað enn fegin um
støðuna.
- Tað er í lagi at spara eitt
sindur, men hetta er alt ov
mikið, sigur Maria á Dui,
sum heldur tað ikki vera ov
nógv at siga, at Lands-
sjúkrahúsið fer í undan-
taksstóðu í summar, so
stórar eru skerjingarnar.
Tað verður ikki bara
sjúkrasystrar, sjúkrahjálp-
arar, røktarar, skrivarar og
reingerðarfólk, sum ikki fáa
nakran at arbeiða fyri seg,
meðan tey eru í frí. Næstan
eingir læknar koma heldur
sum avloysarar.
At eingin avloysari kem-
ur fyri eygnalæknan og
hinar serlæknarnar merkir,
at hendir okkurt í summar,
soleiðis at fólk hava fyri
neyðini at koma ul ser-
lækna, tí hinir sjúkrahús-
læknarnir ikki kunnu hjálpa,
mugu tey niður á sjúkrahús.
KOYRA IKKI
NAKRAN UT
Sum nevnt í Sosialinum i
gjår, er ætlanin at nidur-
leggja røktardeildina á
Landssjúkrahúsinum, um
tað kortini ikki verður gjørt
beinanvegin. Miðað verður
eftir at lata deildina aftur 1.
januar næsta ár. Tað vil siga,
at eingin nýggj fólk verða
tikin inn á deildina. Maria á
Dul ger tó vart við, at
Landssjúkrahúsið ikki fer at
seta á dyr nøkur fólk, sum
ikki hava aðastaðni at fara
10 røktarsjuklingar eru á
deildini. Haraftrat hava
higartil verið tvey pláss til
umlætting, men tey verða
ikki longur.
- Hetta kemur illa við hjá
nógvum fólkum.
ONGAR
UPPSAGNIR
Soleiðis sam avgjørt er at
spara, verðaeingi starvsfólk
uppsøgd. Nøkur verða flutt
til aðrar deildir, Ld. tá A 3
verður fimm daga deild, og
tørvurin á starvsfólki har
minkar. — Starvsfólkunum
nýtist ti ikki at óttast
uppsøgn. Men nógv kenna
seg Ótrygg kortini, tí tey vita
ikki, hvussu verður í
framtíðini. Hetta eru stórar
skerjingar, og tey vita, at tað
kortini ikki ernóg mikið fyri
at koma til tað, landsstýrið
krevur, at Landssjúkrahúsið
skal spara.
SPART NOGV
Umframt at byrjað varð at
spara í reingerðini longu frá
nýggjárinum, hava tey spart
tilfar líka leingi. Maria á
Dul sigur, at starvsfólkini
hava víst sera góðan vilja til
at spara við ikki at oyðsla
við tilfari. Tað eru ikki heilt
stórar upphæddir, men alt
hjálpir. Ein floksformaður
hálpavegna speirak nú ein
dagin í sjónvarpinum, at
sjúkrahúsið sparir suttur til
småbørnini. Ræu er tað.
Bømini fáa ikki longur
ókeypis suttur, og nú brúka
tey pappírsblæur í staðin
fyri vanligar blæur. Harvið
spara tey 15.000 krónur.
Henda sparingin nervar
neyvan fólk so nógv.
Maria á Dul sigur. at tey
beinanvegin aftaná fundin
tyskvøldid kunnaðu deild-
arsjúkrasystrarnar um,
hvussu sparast skal, og hon
vil gera alt fyri at siga fólki
frá, hvørjar avleiðingarnar
verða av skerjingunum.
Maria á Dul, fyristødu-
kvinna á Landssjúkra-
húsinum: - Hetta er alt ov
nógv at skula spara
x
i
Y
VÆNTAR
MOTMÆLI
- Eg dugi ikki at síggja, vit
kunnu liva við hesum. Øll
mótmæltu harðliga í Dan-
mark, tá sjúkrahúsini skuldu
sparanógv minni. Herskulu
vit spara 15 % eftir einum
ári. Tað er alt ov nógv, ti
primera heilsurøktin verður
samstundis rakt. Nú vænti
eg, at sjúklingar og teirra
avvarðandi fara at rópa
- Vit noyðast at líða boðini
um at spara 37 mió. krónur.
Nú verður nógv skorið
niður, men vil eru neyvan
enn komin á mál, sigur
Maria á Dul
neyðarróp, sigur Maria á
Dul, fyristóðukvinna á
Landssjúkrahúsinum.
randi
IBMIKI BB BB BI 88 BB 8 BIBBI *
Griksk Musaka v
Fersken Melba
Kr. 70,-
Opið er: 77.30
er
IMBBBDIELLBE2ZMBEBLEBBBEBL#
———————————
Restaurant
la Caretta
í Vestmanna
Upplatingartilboð um vikuskiftið:
Fleiri aðrir rættir at velja í.
Undirhaldstónleikur um kvo/dið
við Flemming Petersen.
13.30
18.00— 22.00
Tif. 24610
salati og flutes
VELBAMILMILMLILIlLILEISLSSEEEEELSTEELSELELES"