leygardagur 31. mars 1990síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 46 — 31. mars 1990
HELVITI
tiðindablaðið
Á JORÐ
I 25 ára ferðaðist Sigvard
Wallenberg um heimin
um "moromann" (hansara
"gna orð). Í 55 londum
kk hann fólk at flenna
g gloyma gerandisdagin
veruleikan eina løtu.
'y kallaðu hann "tann
iropeiska Bob Hope".
Men so, ein dagin i
1977, bleiv hann frelstur.
Hann fekk kallið at fara til
Asia, meðan hann í bili
var á veg til Oslo. Onki
hópi var longur í at vera í
undirhaldsvinnun!. Hann
;skræddi allar sáttmálar,
iann hevði.
Sigvard Wallenberg
ferðast kortin! enn og ferð-
ist nógv. Men nú eru ør-
dini eini heilt onnur. Nú
yynir hann at fáa áskoð-
irar og áhoyrarar sínar at
fata gerandisdagin hjá ein
ari millión og 200.000
børnum á Filipsoyggjun-
um. Hann sigur ikki
skemtisøgur longur. Nú
sigur hann frá ræðuliga
veruleikanum hjá gølu-
børnunum í kroysubýling-
unum í tí fjarskotna
oyggjalandinum. Vit
mugu ikki gloyma hendan
veruleika eitt sekund, er
boðskapurin.
IKKI KLOVIÐ OYRA
25 åra royndir sum undir-
haldari, entertainari, eru
ikki ringasta barlastin hjå
einum prædikumanni og
einum, sum skal sannføra
onnur um sjónarmið síni.
Og ikki minst hjá tí, sum
skal biðja um pengar frá
fólki.
Sigvard Wallenberg
brikti eisini hesar gávur
sínar á einum tíðindafundi
á Hotel Hafnia tann 13.
mars. Hann var í Føroyum
í eitt samdøgur fyri at
marknadarføra nýggjastu
verkætlanina á Filips-
oyggjunum.
Hidani skuldi hann til
Afrika og Asia.
- Eg havi ikki fri ein
einasta dag fyrr enn síðst í
apríl.
Sum helviti á jórð verður sagt um
serliga ring pláss. Pláss, har neyð og
vónloysi ráða, sjúka og deyði næstan
eru vanligari enn heilsa og lív.
Svin Sigvard Wallenberg ivast
ikki i, hvar á jórð helvitið er. Hann
hevur arbeitt har í nógv ár - í
kroysubýlingunum á Filipsoyggjunum.
Har eru 1,2 milliónir gótubórn, bórn
uttan heim, uttan foreldur, uttan nakran
góðan. Annað hvórt teirra doyr, áðrenn
tað fyllir 10 ár. 25.000 børn eru
tvingað til at lata seg misbrúka kynsliga
fyri pengar, sum fara í lummarnar hjá
samvitskuleysum vaksnum. Og hesi
børn eru yngri enn sjey ár, tað yngsta,
vitað er um, var bara hálvtfjórða ár.
Hetta er helviti á jórð, sigur
Sigvard Wallenberg, 61 ár, sum við
felagsskapi sínum Skandinaviska
Barnmissionen roynir at hjálpa hesum
gøtubørnum.
Og ni er hann farin undir eina
stóra verkætlan, sum skal geva familjum
tak yvir høvdid - fyri einans 6.000 kr.
Pengarnir til húsini skulu koma úr
Norðurlondum, tí eitur ætlanin
Scandinavian Village. Vilja fóroyingar
vera við, verður eisini ein Faroese
Village, ein føroysk bygd, á
Filipsoyggjunum.
Tidindafundurin hevdi
ikki søran dåm av show-
business. Sigvard Wallen-
berg er væl skorin fyri
tunguband. Hann segøi, at
tað er vanlig vitan uttan-
lands, føroyingar lata nógv
til allar innsavningar. Før-
oyar eru eitt gott mið og
summi misbrúka hesa
gávumildi. Men sjálvandi
ikki Skandinaviska Barn-
missionen.
- Sjålvur fåi eg ikki
klovid oyra og onki fer
heldur til umsiting. Hvør
króna fer óskorin til hjålp-
ararbeiðið. Ferð mín higar
er ókeypis, eg havi fingið
ferðaseðilin frá Maerks
Air. Næstu ferð, eg komi,
flúgvi eg ókeypis við At-
lantic Airways.
Wallenberg kemur aftur
29. apríl at hitta knapp-
liga 400 føroyskar gubbar
og gummur at børnum å
Filipsoyggjunum á stórari
stevnu á Hotel Borg.
Tað lá Wallenberg nógv
á hjarta at fáa júst hetta
fram, at allur peningurin
fer óskerdur hagar, hann er
ætlaður. Eftirlitið við
pengunum er gott, tey,
sum geva, sleppa at síggja
roknskapirnar tvær ferðir
um árið, vilja tey tað.
Hvørt oyra eigur at kunna
finnast aftur har, tað
Síða 13
Sigvard Wallenberg og Ella Niclasen, sum arbeiðir fyri Skandinaviska Barnmissionen í
Føroyum.
skuldi fara. Onki vid nakr-
ari stórari og fjølmentari
umsiting, har nógvar
krónur liggja eftir, millum
gevara og móttakara.
HJÁ VÍGDÍSI OG
HÁKON
Wallenberg legði eisini
dent á, at aðrir hjálparfel-
agsskapir, eisini teir stóru,
virða arbeiðið hjá hansara
felagsskapi og viðurkenna,
tað er væl skipað og mun-
agott.
- Ongin annar torir at ar-
beiða har, sum vit arbeiða.
Og á Filipsoyggjunum er
okkara merki hægri mett
enn merkið hjá Reyða
Krossi.
Wallenberg kryddaði
hetta egna skoðsmálið við
at nevna innbjóðingar frá
íslendska forsetanum og
norska konginum.
Hjartastreingirnir fingu
eisini sitt. Hann segði
okkum tíðindamonnum,
sum hann kallaði fyri sín-
ar "kæru bróður", eins og
løgmaður eisini var "min
bror", frá syni sínum, sum
í 13 ár var rúsevnismis-
nýtari. Men eisini hann,
Thorbjørn Wallenberg,
fann Jesus og er nú forseti
fyri Scandinavian Child-
ren's Mission á Filips-
oyggjunum.
Tað ber ul at sannføra
vid væl valdum og ikki
minst væl søgdum orðum.
Men myndir rigga eisini
væl, serliga livandi mynd-
ir. Hetta veit Wallenberg
sjálvandi, professionellur
sum hann er, og tí hevði
hann við sær eitt sjón-
band, "Svongdin er ring-
ast", um gøtubørnini i
Manila. Sjónvarpstólið er
sterkur miðil og myndirn-
ar av sjúkum og løstadum
børnum vóru sterkar.
Millum annað hava nógv
teirra avskeplaðar fótur,
Teir eru brendir, børnini
leita eftir onkrum etandi í
glóðheitu ruskdungunum.
>