leygardagur 31. mars 1990síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sigvard Wallenberg
kendi børnini, vit sóu á
rútinum. Hann greiðir frá,
meðan vit hyggja: Hasin
fekk skurðviðgerð í gjár.
Handan doyði tvær vikur
eftir, at upptøkan varð
gjørd og so framvegis.
Men orð og myndir
siga tó ikki alt. Stødan í
kroysubýlingunum, í
slumminum, er so ræðul-
ig, at útlendingar orka ikki
at vera har longur enn eitt
korter í mesta lagi, leggur
Sigvard Wallenberg aftur-
at, tá sjónbandið er liðugt.
UTDRAG UR VAR
Hetta eru húsini í Scandinavian Village. Vilja fóroyingar stuðla verkætlanini, vera før-
oysk stadarnøvn at síggja á gótunavnaskeltunum í nýggju bygdini á Filipsoyggjunum.
ein alkristiltgur felagsskapur
heyði Sigvard Wallenberg við sær á tíðindafundin á Hotel Hafnia
eisini, at 4.335 bibliur eru býttar út á Filipsoyggjunum og 3.120
x
VOronir
mustiimar eru
at Skandinaviska Barnmissionen hevur ikki nakað átrúnaðarlist endamál, men er
I
Eisini nevndi hann, at tá felagsskapurin byrjaði á Filipsoyggjunum fyri fimm árum síðani, eydnadist honum
at bjarga 6/ børnum burtur úr vesældóminum í kroysubýlingunum fyrsta árið
Nú hava 6.700 børn fingið eina
INNLIT Í INNLIT
Limafundur
mánakvóldið
Månakvøldid 2. april kl.
19.30 hevur Føroya Blað-
mannafelag limafund i
Pætursarstovu um lógar-
uppskotið um "innlit í
almenna fyrisiting"
Jónfinn Thomsen
sakførari, sum fyri nøkr-
um árum síðani gjørdi
uppskotið, Blaðmannafel-
agið gav Landsstýrinum,
verður við á fundinum.
Blaðmannafelagið held-
ur, tað er umráðandi, mál-
ið ikki dettur burtur aftur,
nú tað er komið á ting-
borð.
Felagið gjørdi fyri nøkr-
um árum eitt lógarupp-
skot, sum varð latið
Landsstýrinum. Vilhelm
Johannesen, landsstýris-
maður í lógarmálum, ætl-
aði at leggja málið fyri
Løgtingi0. Men Atli
Dam, løgmaður, tók tað
aftur. Í vetur kom so
Lasse Klein við uppskot-
inum, sum nú, eftir fyrstu
viðgerð, er í rættarnevnd
Løgtingsins.
A limafundinum måna-
kveldið hava limir Blað-
mannafelagsins høvi til at
kunna seg vid uppskotid
av nyggjum og helst er
eisini neyðugt at endur-
skoða tað og broyta.
Ein lóg um innlit í al-
menna fyrisiting hevði
verið eitt hent amboð hjá
tíðindafólki, sum javnan
uppliva, at tað almenna
als ikki er alment, men
afturlatið gki. Øll fram-
komin lond hava lógir um
slíkt innlit. Føroyar áttu
at verið millum tey fyrstu
tilafturskomnu londini,
sum fáa slíka lóggávu.
hd
Nr. 46 — 31. mars 1990
Dynamitt í Leirvík
Í kvøld kl. 23.00 verður dansur í Bygdar-
húsinum í Leirvík. Húsið skipar sjálvt
fyri.
z
Dynamitt úr Klaksvík spælir til dansin. I
bélkinum eru Niclas Heri Frederiksen,
Emil Gunnarstein, Jógvan Ellingsgaard,
Olaf Mørkøre og Ingi Isaksen.
3.000 vóru ov fáar
Handbókin "Hvat ætlar tú?" um útbúgv-
ingarmøguleikar í Føroyum gjørdist betur
umtókt enn útgevarin, Føroya Sparikassi,
hevdi væntad. Tey 3.000 eintøkini eru
longu farin og nú verða 1.500 prentað aft-
urat. Tey koma í næstu viku.
Tørvurin á slíkari bók var stórri, enn vit
mettu, sigur Per Jacobsen, leiðari á markn-
aðardeildini hjá Sparikassanum, sum
hevur fyriskipað útgávuna í samstarvi við
LFU.
Ikki bara næmingar í 9. og 10. flokki og í
Studentaskúlunum og á HF-skeiðunum
hava sýnt bókini áhuga, men eisini fólk,
sum eru farin úr skúla. Og enntá úr Dan-
mark er spurt eftir bókini.
ANNA FRANK
AFTUR |
KOLLAFIRÐI
Í kvøld kl. 20.00 og í
morgin kl. 16.00 spæla
sandoyingar sjónleikin
Onnu Frank í Arbeiðs-
mannafelagshúsinum í
Kollafirði.
Tey spældu í Kolla-
firði seinasta vikuskift-
ið og tå var undirtøkan
so góð, at tey avgjørdu
at fara aftur.
Sýningarnar nú verða
helst tær seinastu, tí so
langt er liðið út á árið
11 sýningar hava ver-
ið, í Skálavík, Norður-
landahúsinum, Klaks-
vík og Kollafirði. Mót-
tókan hevur allastaðni
verið góð.
Frances Goodrich og
Albert Hackett hava
gjørt leikin eftir dag-
bókini hjá jødagentuni
Onnu Frank, sum í
tvey ár krógvaði seg
saman við foreldrum og
systur og ødrum jødum
á einum lofti í Amster-
dam í øðrum heimsbar-
daga.
Øssur av Steinum
hevur umsett leikin og
leikstjóri er Laura Joen-
sen.
BOLIVIA
Føroya Skúlabóka-
grunnur hevur givið út
ein bókling um Bol-
ivia, sum Elin Linden-
skov og Randi Meitil
hava lagt til rættis.
Bóklingurin viðger
hetta suðuramerikanska
landið og fólkið, har
býr, søgu tess og sam-
felagið í dag. Eisini
verður greitt frá Før-
oyskum Dagsverki,
sum verður 4. apríl til
frama fyri ein handverk-
araskúla í einari indi-
anskri bygd í Suður-
Bolivia. Bóklingurin er
fyrst og fremst ætladur
føroyskum skula
dom: i samDandit við
Dagsverkið.
Í bóklinginum er eis
ini ein ferdafråsøgt
eftir Gunnar Hoydal,
sum var f Bolivia i fjør
summar. Tær bådar,
Elin Lindenskov og
Randi Meitil, vóru eis-
ini í Bolivia í fjør.
Fotomyndir, sum tær
og Annita
Frederiksberg tóku á
teirri ferðini, eru í
bóklinginum. Hann er
32 síður og kostar
44,00 kr.
Føroyskt Dagsverk
verður komandi
mikudag, 4. apríl, í
flestu oyggjum.
Í bóklinginum
Bolivia verður gjólla
greitt frá um tiltakið og
verkætlanina, pengarnir
fara til.