Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-04-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. apríl 1990síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— ED HA Marité komin til heiðurs og æru Ævintýrferðir Í Svenska heiminum, verður sagt. Gamla fransaskonnartin Marité siglir ikki longur við lastuini fullari av sild, sum hon gjørdi seinastu tidina hon var skråsett å Tvøroyri. Nú ger hon ævintyrferdir i svenska skergarðinum við fólki víðahvar úr heiminum Tað hevur hon nú gjørt í eini tvey ár. Tað er stórur gravgangur eftir ferða- seðlum til Marité summar- mánaðirnar. Serliga góðan tokka hava tær heilt stóru vinnufyritøkurnar i Svø- riki til skipid, sum tær, fyri ein stóran part, nýta til starvsfólkatúrar og ikki minst í samband við umboðan. # dl . i L i Í x N skergardinum við gomlu fransaskonnartini av Tvøroyri. Marité er, sum tað størsta seglskipið í Svøriki, eitt sera týdninarmikið lið í umboðanini mótvegis um- TIL SVØRIKIS Trímastraða Marité varð bygd í Fécamp í Nor- mandínum í 1921. Seinri í 20-unum varð hon seld til Danmarkar og kom nøkur år seinri til Føroya.Uttari #2 Pandil á Tvøroyri keypti hana frá A.T. í 1954. Seinasta túrin Marité gjørdi var í 1972, tá hon varð leigað til Skotlands at keypa sild. Eftir hetta lá hon fyri teym á Trongis- vágsfirði til á sumri í 1978, tá sviar fóru av stað við henni. VILDI TREYÐUGT FARA AV TVØROYRI Tað vóru annars fyrst amerikumenn, sum høvdu hug á Marité. Men hetta bleiv koritini av ongum. Fimm sviar fingu frænir av hesum skipinum, og komu til Føroya at hyggja eftir ti. Marité, sum hon í dag sær út. Nr. 47 — 3. april 1990 Sjálvir siga teir, at tað var ein syndarlig sjón at síggja Marité sum hon tá lá, men kostnaðurin var ikki tann stóri. Um 100.000 krónur fingu teir hana fyri. Men Marité vildi ikki uttan hóvasták fara úr gamla umhvgrvinum á Tvøroyri. Teir fimm sviarnir fóru við henni í juni mánað í 1978, men komnir nakrar fáar fjórðingar úr landi vóru teir varðugir við, at olja lak úr motorinum, og løgdu teir so inn aftur á Tvøroyri, har brekið varð umvælt. Umsíður komu teir so leiðina fram til Svgríkis, og so varð byjað at umvæla skipið. MASTRAR ÚR FINLANDI Ikki fyrr enn nýggju år seinri, var skipið liðugt umvælt, men tá var tað ikki at kenna aftur. Teir fimm eigararnir siga seg hava brúkt einar 100.000 arbeiðstímar úl umvæling- ina, og tað er heldur ikki smávegis av pengum, sum eru farnir í skipið.