mikudagur 4. apríl 1990síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 48 — 4. apríl 1990
Roynt
verður at gera ser-
undirvísingina meira tíðar-
hóskandi -
er åt
mest umráðandi
uppdaga børn við
lesitrupulleikum so tidliga
sum gjørligt - skerjingarnar
innan skúlaverkið kunnu seta
kílar í hetta arbeiði.
Anna Mikkelsen, sum stóð
fyri skeiðnum fyri
føroyskum lærarum um
lesitrupulleikar hjá
børnum
Mong føroysk børn hava
lesitrupulleikar. Hetta er
ikki nakað nytt fyribrigdi,
men i dag verdur meira
gjørt fyri at uppdagad
børn vid slikum
trupulleikum so tidliga
sum gjørligt.
Fyri at bøta um und-
irvisingina av børnum vid
lesitrupulleikum og fyri at
hava eina tíðarhóskandi
skipan á hesum øki varð
herfyri skipað fyri einum
skeiði fyri lærarar kring
landið. Anna Mikkelsen,
sum er lesiráðgevi í
danska kenslumálaráðnum
var við á skeiðnum, sum
varð hildið í Havn í
døgunum 26. til 29. mars
er
Sera stórur áhugi var
fyri at koma á skeiðið og
var bert pláss fyri 40
lærarum ella umleið helvt-
ini av teimum áhugaðu
lærarunum.
Hans Eli Dahl, sum
starvast sum lesiráðgevi
hjá sernåmsfrødiligu
rådgevingini å lands-
skúlafyrisitingini sigur við
Sosialin, at tað er at
fegnast um, at áhugin er
so stórur fyri at betra um
serundirvísingina í skúl-
unum.
-Tað er gott, at tað eru
nógvir lærarar, sum hava
áhuga fyri at undirvísa
næmingum, sum hava ilt
við at læra at lesa. Hetta er
nevniliga ein stórur
trupulleiki hjá nógvum
næmingum sigur Hans
Eli, sum vísir á, at tað er
sera umrådandi at
uppdaga hesar næmingar
so tidlig sum gjørligt fyri
síðani at kunna hjálpa
teimum við lesingini í so
langa tíð, at teir kunnu
klára seg sjálvar. Tvs. at
ansast má væl eftir ikki at
sleppa næmingunum ov
tíðliga.
Tað vóru m.a. slíkir
spurningar, sum vóru
vidgjørdir á skeidnum,
sum varð hildið á lands-
midstødini fyri undirvís-
ingaramboð herfyri.
Hóast roynt verður at
nøkta tørvin á slikari
undirvising, so eru vit enn
ikki komnir å mål. Tad
visir seg, at medan stødid
næmingurin er å, tå hann
kemur í skúla í dag, er
nógv broytt í mun til fyrr,
so er undirvisingin oftani
tann sama og hetta kann
vera rættiliga óheppið
bæði fyri næming og
lærara. Tað hevur
ómetaliga nógv at siga, at
tað er samsvar millum
undirvísingina og stýðið
børnini eru á sigur Hans
Eli Dahl.
Hann vísir m.a. á, at tey
á skeiðnum tosaðu rætti-
liga nógv um royndirnar
av at skipa fyri so-
kallaðum lesiskeiðum í
undirvísingini. Ístaðin fyri
at lærari hevur serund-
irvísing fyri ngkrum
næmingum fleiri ferðir um
vikuna í hólum fyri seg,
so verður nú skipað fyri
einum intensivum lesi-
skeiði í 10-15 tímar eina
ferð um vikuna. Hetta
heldur so fram í eitt hálvt
ár. Henda skipanin hevur
verið roynd í Føroyum í
eina tíð og gevur honum
lærarunum møguleikan at
arbeida meira skipad. Tad
er so eisini ein fyrimunur
fyri bædi næmingar og
lærarar.
Uppá fyrispurning
hvussu skerjingarnar
innan skúlaverkið raka
serundirvísingina sigur
Hans Eli Dahl, at tær raka
serundirvísingina meint.
-Vit eru í ferð við at
menna hesa
undirvísingina so tað
kemur dátt við, at
skerjingarnar nú skulu
seinka hesa gongd. Tað er
jú ein syndarlig lagna
fólka koma út fyri, um tey
ikki fáa ta neyðuga
hjálpina teimum tørvar
sigur Hans Eli, sum eisini
vísir á, at skerjingarnar,
sum her raka serundir-
vísinginga í fólkaskúl-
anum samsvara illa við
tann politikk, sum
myndugleikarnir ynskja,
nevniliga at næmingar vid
eitt nú lesitrupulleikum
skulu fáa undirvísing í
vanliga fólkaskúlanum
heldur enn á specialskula.
Sambart fólkaskúla-
lógini frá 1979 so kunnu
foreldur sjálv avgera, hvar
børn teirra kunnu ganga í
Tað er sera umráðandi at
uppdaga næmingar við
lesitrupulleikum, so
tíðliga sum gjørligt
Myndin er tilvildarlig.
Kalmar foto
skúla. Hetta setir tí stór
krøv ul serundirvisingina í
vanliga fólkaskúlanum.
Tad er sernåmsfrødiliga
rådgevingin å Lands-
skúlafyrisitingini, sum
tekur sær av
serundirvísingini í
fólkaskúlanum. Her
arbeiða í dag 5 fólk, men
tað er avmarkad, hvat tey
megna, nú politikkurin er
tann, at øll serundir-
vísingin skal út í
fólkaskúlan. Fyri at betra
um støduna so varð fyri
tveimum árum síðani
skipað fyri skeiði fyri
lærarar, ið fingu prógv
sum serlærarar. Hesi
kunnu í dag arbeiða sum
serlærar í skúlunum kring
landið og eru teir so eini
bindiliðið millum Lands-
skúlafyrisiting og skúlan
jan
Lærarur úr ollum
landinum á skeiði um
serundirvising