Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-04-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 1990síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Få 3 Tr EF REIS Nr. 48 — “4. af rit 1990 Várið nærkast, men: Kavi ver vælkomin Ikki hava kavadagarnarir verið nógvir í tali í vetur. Børnini mugu tí taka eina dag í senn. Og so var eisini í gjár, tá kavin lá langt oman í Havnina. Børnini sóu sær ein møguleika at fara út við sleðunum, tí eingin veit, hvussu leingi kavin verður liggjandi. Veðurmenn okkara vilja tó vera við, at kavin hvørvur aftur longu í dag, tí teir siga frá lýggjari veðri við sólskini. Men um hetta er tekin um. at várið nú er í nánd skulu vit einki siga um. Veðrið er jú sum vit øll vita tað - sera svikaligt. Kalmar tók kavamyndina í gjár. hesa Nýtt um Vestanstevnu Vestanstevnan í ár verður hildin í Miðvági vikuskift- ið 14. og 15. juli. Umboð fyri feløg, sum ætla at skipa fyri stevn- uni, høvdu fund månadag- in. Å hesum fundi var ein samskipanarnevnd fyri Vestanstevnuna vald. Í hana komu: Arni Jacob- sen fyri Bygdarhúsið, Árni Frederiksen fyri MB, Kaj D. Jergensen fyri Miðvágs Róðrarfelag og Johannus Ellefsen fyri Áhugafelagið hjá MB. Á tundinum varð sam- tykt, at felegini býta til- tekini = sínamillum og sjálvi hava ábyrgd fyri, at væl er fyriskipað. Mið- vágs Róðrarfelag skipar fyri kappróðrinum. Mið- vágs Róðrarfelag og MB skipa fyri tivoli. MB skip- ar fyri fótbólti og eðrum tiltøkum á stadionøkin- um. Bygdarhusid skipar fyri dansi, matsølu og meguliga einum teiti. Ahugafelagið hjá MB skipar fyri bingo og eydnuhjóli. Tey, sum ætla at skipa fyri eðrum til- tekum, t.d. metum o.g., mega venda sær til onkr- an av nevndarlimunum. Latið tey ungu útbúgva seg Í Førovum -Vilja vit tað, er eisini neyðugt at geva teimum umstødur at lívbjarga sær meðan tey lesa, sigur Javnaðarflokkurin, sum hevur skotið upp, at landsstýrið kannar fíggjarligu viðurskiftini hjá teimum lesandi í Føroyum. Á tingfundinum í gjár varð eitt uppskot frá javn- aðarflokkinum til við- gerðar um útbúgvingar- stuðulin hjá teimum lesandi. Flokkurin hevur heitt á landsstýrið um at kanna fíggjarligu viðurskiftini hjá teimum lesandi í Før- oyum, við serligum atliti til umstødurnar á arbeiðs- marknaðinum. Eisini verður landsstýrið biðið um at virka fyri, at stuðul- in til tey lesandi verður á slíkum stødi, at øll, uttan mun til inntøku, fåa høvi til útbúgving. Í viðmerkingunum sigur Javnaðarflokkurin í sam- band við at stuðulin nú er lækkaður, at hóast upp- hæddirnar í sjálvum sær, ikki sýnast so stórar, gera hesar lækkingar kortini stóran mun, ti so lítið er at taka av frammanundan. Hetta royndu tey ungu eisini at vísa á, meðan málið var fyri í tinginum, æði skrivliga og við otmælisfundum isini tu I t folk undir útbúgving, hava ikki teir somu møguleikar ar vinna sær nakad av pengum vid sidauni av sum ådur, ti umstødurnar á arbeiðs- marknaðinum eru so nógv versnaðar. Javnaðarflokkurin minn- ir eisini á, at hin føroyski parturin av stuðulsveit- ingini er alsamt minkaður, meðan hin danski parturin veksur. Flokkurin heldur ikki hetta vera í lagi og heldur tí, at skulu vit framyvir útbúgva fólk her í Føroyum, eiga tey eisini at fáa tílíkar umstødur, so tey kunnu lívbjarga sær, meðan tey lesa. tór.- VALUTAKURSIR Ultimo 3.4 síðsta mán. USA Dollari .. 649,85 646,85 Bretland Pund ... 1059,75 1062,50 V-Týskland Markur 381,70 381,95 Svoríki Króna 105,75 105,65 Noreg Króna .. 98,64 98,60 Frakland Frankur . 113,64 113,50 Belgia Frankur . 18,470 18,460 Svejts Frankur . 232,30 432,05 Holland Gyllin ... 338,95 339,08 Italia Liri ..... 0,5198 0,5179 Finnland Markur 161,74 161,65 Island Króna .. 1065 10,65 Eysturriki Skillingur 54,260 54 280 Spania Pesetas . 5,976 5,960 Portugal Escudos 4 3230 4 3200 Kanada Dollari .. 556,80 552,45 Japan Yen .... 4,0953 4 1105 Irland Pund .. . 1023,50 1021 ,85 Grikkaland Drakmur 3,9700 3,9700 Kelda: Føroya Sparikassi