Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 30 - 13. februar 2003 Nr. 30 - 13. februar 2003 3 VALENTINDAGUR Tíðindaskriv frá Barok Klaksvík. Fríggjadagurin 14. februar er Valentin- dagur. Valentindagurin er ein romantiskur dagur, har fjálgað verður um sambandið millum kynini. Í hesum sambandi verður skipað fyri Valentin-dansi í Barok í Klaksvík, har Kristian Joensen fer at finna fram tað besta av tí besta innan romantiskan tónleik. Latið ikki Valentin dagin fara aftur við borðin- um uttan at hava vitjað í Barok. Kvinnurnar hava ókeypis atgongd heilt fram til klokkan 01.00. Dansurin varar til kl. 03.45. Leygardagin 21. februar verður 90-ára dansikvøld í Barok. Kvøldið, øll hava bíða eftir. Hetta kvøldið verður tað Martin Kjærbo, alias DJ-Cool, ið skipar fyri. Hvør minnist ikki tey kendu feitu løgini frá níti- árunum! Høvið verður aftur at hoyra hesi í Barok leygar- kvøldið 21. februar. Kunngjørt verður at okkara elskaði sonur og beiggi Tróndur Udbø Petersen Hoyvík andaðist á Landssjúkrahúsinum mánadagin 10. februar, 19 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju fríggjadagin 14. februar kl. 13.00. Vegna familjuna mamma, babba, Annika og Guðrun Tey, ið vilja minnast Trónd, kunnu í staðin fyri blómur og kransar lata KFUK í Havn eina peningagávu, konto í Føroya Sparikassa. Fjálga um sambandið millum kynini í Barok Undir tingsins tignarbitum glúskir úlvaflokkur situr slevan blonk á tøkutonnum bivar sál í skilamonnum Reisist úlvatík úr sæti klødd í skrúð og rættvíslæti lógbók so í hendur tekur her tað stendur – maður sekur Dømdur har av handahógvi dagur sum av kolamógvi Jørgen bardur ei við mýrufípu stoyttur oman Trælanípu Louis (Houmann) C M Y K 3 2