Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 30 - 13. februar 2003 Nr. 30 - 13. februar 2003 5 Næstformaðurin í umboðsnevndini hjá SEV heldur at málið um SEV er blást og nógv upp SEV Áki Bertholdsen – Eg ætli mær at siga mína meining á fundinum. Absalon í Buð er næst- formaður í umboðsnevnd- ini hjá SEV. Men hann hevur ongar viðmerkingar til málið um trupulleikarnar hjá SEV stjóranum og stýrinum, sum formaðurin í umboðs- nevndini, Hans Tausen Olsen, nú ætlar at taka upp í umboðsnevndini. Hans Tausen Olsen hel- dur, at SEV stjórin hevur ein gegnistrupulleika, tí umframt at vera SEV stjóri, er hann eisini formaður í nevndini fyri Vágatunnilin. Og í SEV hevur hann verið við til at viðgjørt mál, sum viðvíkja Vágatunlinum. Samstundis heldur for- maðurin fyri umboðs- nevndini, at SEV stýrið hevur ein trupulleika, tí tað hevur góðkent leiklutin hjá stjóranum. Men tað skilst, at tað eru ikki øll, sum eru so heilt samd við formanninum í umboðsnevndini. Ein av teimum, sum, í hvussu so er ikki treyta- leyst, tekur undir við sjón- armiðjunum hjá Hans Tau- sen Olsen, formanninum fyri umboðsnevndini, er Absalon í Buð, sum er næstformaður í umboðs- nevndini. Hann sigur, at alment hevur hann ongar viðmerk- ingar til málið. – Eg fari at siga mína meining á fundinum, men heldur ikki fyrrenn tá. – Ongin hevur sett seg í samband við meg um nak- að sum helst og eg ætli mær ikki at siga mína meining fyrrenn á fundinum. Men hann sigur kortini so mikið sum tað, at eftir hansara tykki er hetta málið at blása ein myggjabita upp til ein heilan bláhval. Og hann heldur eisini, at handfaringin av hesum málinum hevur verið heilt skeiv. Men at útgreina hesi út- talsini nærri, vil hann ikki. Men hann fær manna- gongdina í hesum málinum illa at samsvara við poli- tikkin hjá umboðsnevndar- formanninum í øðrum mál- um. – Nakrar ferðir hevur uppskot verið frammi um at gera umboðsnevndirnar hjá SEV almennar. Men tað hevur Hans Tau- sen Olsen heilt avgjørdur verið ímóti fyri at hava tað, sum fer fram á umboðs- nevndunum fyri afturlætn- um hurðum og krógvað fyri almenninginum. – Tað fái eg illa at sam- svara við, at hann nú einsa- mallur leggur alt tilfar um stjóra og stýrið út á blik fyri almenningium, sigur Absa- lon í Buð. Men fær Hans Tausen Olsen ikki undirtøku í nevndini fyri sínum sjónar- miðjum. Eigur hann so at fara frá? Tað má standa til hann sjálvan. Eg vildi ikki mett, at nevndin fór at koyra hann frá, hóast hon ikki skuldi tikið undir við hon- um í hesum málinum, sigur Absalon í Buð. Kommunudeildin í Løgmálaráðnum góðkennir borgar- stjóraskiftið á Tvøroyri í farnu viku BORGARSTJÓRA- SKIFTIð Áki Bertholdsen Kommunudeildin í Løg- málaráðnum ger onki við borgarstjóraskiftið á Tvør- oyri í farnu viku. Tað sigur Hilmar Høg- enni, leiðari á kommunu- deildini. Hann sigur kommunu- deildin hevur fingið ymiskt tilfar um málið og eftir tí er onki grundarlag hjá komm- unudeldini at taka nøkur stig í málinum. Tað var í farnu viku, at Finnleif Guttesen, borgar- stjóri á Tvøroyri síðani kommunuvalið í 2000, boð- aði býráðnum frá, at hann vildi sleppa frá sum borgar- stjóri. Tað samtykti býráðið og valdi í sama viðfangi Kris- tin Michelsen til nýggjan borgarstjóra tey bæði árini, sum eru eftir av hesum valskeiðnum. – Vit hava kannað gerða- bókina hjá kommununi og eftir henni er onki grundar- lag at fara víðari við mál- inum, tí tað er borgarstorin sjálvur sum bað um at vera loystur úr starvi. Hilmar Høgenni sigur, at Tvøroyrar Kommuna hevur ikki fingið niðurstøðuna skrivliga enn, men tað fær hon. Lógin verjir borgarstjórar Annars stendur í komm- unulógini, at borgarstjórar eru valdir fyri alt valskeið- ið. Men hetta er fyri at verja borgarstjórarnar. – Tað verður stór ábyrgd løgd á borgarstjórarnar. Eitt nú mugu teir siga síni borg- arligu størv frá sær. Tí eru teir tryggjaðir í kommunu- lógini, so at teir ikki kunnu vera koyrdir frá uttan so, at teir misrøkja sínar skyldur ella gera okkurt revsivert, ella aðrar ávlarsligar orsøk- ir eru fyri tí. Tað skal sostatt ikki bera til hjá einum meiriluta í einum býráðið at koyra ein borgarstjóra frá, bara tí at hesin meirilutin er mis- nøgdur um eitthvørt polit- iskt mál, ella um okkurt annað viðvíkjandi borgar- stjóranum. – Men hinvegin kunnu borgarstjórar sjálvir søkja býráðið um at verða loystir úr starvi, men so skal l bý- ráðið samtykkja at hann kann sleppa frá. Hilmar Høgenni sigur, at tað er hetta, sum er hent í hesum føri, nú tvørafólk fingu nýggjan borgarstjóra og tí ger kommunudeildin ikki meiri við málið. Ólóglig avtala Borgarstjóraskiftið á Tvør- oyri fellir merkiliga væl saman við eini avtalu, sum varð gjørd, tá ið býráðssam- gongan varð skipað eftir kommunuvalið í 2000. Tá skipaðu teir tríggir býráðslimirnir fyri javnað- arflokkin býráðssamgongu, saman við tí eina umboðn- um hjá sambandsflokkin- um og umboðnum hjá utt- anflokkalistanum. Sostatt hevði samgongan fimm bý- ráðslimir. Tveir býráðslimir endaðu í andstøðu og teir vóru um- boðið hjá tjóðveldisflokk- inum og fólkaflokkinum. Men tað stóð nógv á at skipa samgonguna, tí stríð var um at fáa borgarstjóran. Tað endaði við eini avtalu, har Finnleif Guttesen úr sambandsflokkinum skuldi vera borgarstjóri tey bæði fyrstu árini og Kristin Michelsen úr uttanflokka- listanum tey bæði seinnu árini. Men Kommunudeildin hjá løgmálaráðnum boðaði frá at tað var ólógligt at gera slíkar avtalur og eftir tað kunngjørdi býráðssam- gongan, at avtalan varð annulerað. Men nú tvey ár eru farin av býráðsskeiðnum, hendir kortini akkurát tað sama, sum upprunaliga avtalan segði. Men bæði fráfarni og ný- valdi borgarstjórin bedýra, at skiftið hevur onki við avtaluna at gera. Hilmar Høgenni hevur onga viðmerking til hetta. Tað einasta hann kann siga, er, at tað er borgarstjórin, sum hevur biðið um at verða loystur úr starvi og at tað ikki ber til at siga, at tað byggir á nakra avtalu. Men hetta málið vísir so eisini, at tá í samgongur verða skipaðar í bý- og bygdaráðum, ber í hvussu so er til at gera munnligar avtalur um at borgarstjóra- starvið skal ganga upp á skift. SEV: Hetta er at gera ein mýggjabita til ein bláhval Nýggi borgarstjórin á Tvøroyri góðkendur Absalon í Buð heldur, at málið um gegnistrupulleikarnar hjá SEV-stjóranum er handfarið púra skeivt Kommunudeildin hjá løgmálaráðnum hevur nú góðkent, at Kristin Michelsen kann taka við sum borgarstjóri á Tvøroyri Føroya Landsstýri hevur gjørt av, at ár 2003 skal vera ár teirra brekaðu. Settur er ein stýrisbólkur, sum kemur at skipa fyri tiltøkum ígjøgn- um árið, og skal hetta vera við til at varpa ljós á støðuna hjá brekaðum ÁR TEIRRA BREKAÐU Ingrid Bjarnastein Viðurskiftini hjá teimum brekaðu verða sett á dags- skránna í ár. Hetta hevur Føroya Landsstýri avgjørt. Settur er ein stýrisbólkur, sum skal skipa fyri tiltøk- um ígjøgnum árið, og verð- ur eisini pláss til einstak- lingar ella feløg at koma við uppskotum til tiltøk. – Hetta skal vera við til at varpa ljós á støðuna hjá teimum brekaðu, sigur Páll á Reynatúgvu, landsstýris- maður í almannamálum. – Vit skulu royna at fáa arbeiðsmarknaðin betri skipaðan, og um eg so má siga, at røkja sínar skyldur. Tey brekaðu skulu ikki verða eitt hjól fyri seg, men skulu vera við í tí samlaða samfelagshjólinum. Við í stýrisbólkinum, eru umboð fyri ymsar bólkar í samfelagnum. Umboð fyri MBF, Vinnuhúsið, Lands- verksfrøðingin, Almanna- ráðið, Ráð teirra brekaðu og arbeiðararnar eru við í bólkinum. – Okkara fyrsta ætlan er at fara út at ferðast kring landið. Hetta fyri at skapa áhuga og fyri at geva átak- inum gætur, sigur Kristi- anna Winther Poulsen, sum umboðar Almannaráðið. – Viðurskifti, atkomu- møguleikar og annað verð- ur sett undir lupp, og tað, at fólk við breki ikki kunnu ferðast, tí møguleikarnir eru avmarkaðir. Tað verður í mei, at stýr- isbólkurin fer út kring oyggjarnar á eina, sum kanska kann kallast eina kunningarferð. Ráðstevna Fyribils ætlanirnar eru síð- ani at skipa fyri eini ráð- stevnu seinni í heyst. Ráð- stevnan kemur at viðgera livikor teirra brekaðu, og skal hon skipast undir so breiðum samstarvi sum møguligt. Og í desember verður skipað fyri einum pallborðsfundi. – Vit fara at gera eina 10 ára ætlan yvir, hvat skal henda. Vit vilja hava eina skipaðan politikk og eitt úr- slit, greiðir Kristianna Winther Poulsen frá. Stuðulin kemur frá lands- stýrismanninum í almanna- málum. Einstaklingar ella feløg, ið hava hug til at skipa fyri onkrum í sam- bandi við ár teirra brekaðu kunnu seta seg í samband við stýrisbólkin, sum síðani viðmælir landsstýrismann- inum, Páll á Reynatúgvu, at veita stuðul. – Viðurskiftini hjá teim- um brekaðu skulu inn á aðrar gøtur at ganga á. Tað nýtist ikki at vera tann for- maliseraði parturin av einum felagið, sum skipar fyri tiltøkum, men fólk, sum tú og eg, sigur Páll á Reynatúgvu. 1981 var ST-ár teirra brekaðu, og var hetta eisini í Føroyum. Eisini tá varð gjørd ein tíggjuáraætlan, har limirnir í stýrisbólkin- um í dag kunnu peika á úrslit, sum eru komin burturúr. – Fyrr vóru tey brekaðu ikki ein partur av samfel- agnum. Tað eru tey í dag. Tey vóru ikki sjónlig fyrr, men tað eru tey nú. Og tað er ein hugburðsbroyting, sum skal til. Til dømis tá hugsað verður um atkomi ligheit. Um ætlanirnar verða tilrættislagdar á rætt- an hátt, so nýtist tað ikki at koma at kosta nakað eyka, tí tað skal vera grundarlag- ið undir ætlanunum av fyrstan tíð, sigur Marjun Sigurðardóttir, formaður í MBF, sum í stýrisbólkinum umboðar felagið. Í dag er tað náttúrligt at tosa um tey brekaðu. Og eisini í fjølmiðlunum er tað nú nakað, sum er púra van- ligt. Til tiltøk og upplýsing eru játtaðar 300.000 krón- ur. Harumframt kemur kostnaðurin av ráðstevnuni afturat. Óbrúkt tilfeingi Umboðið fyri arbeiðsgev- ararnar, Malan Johansen, úr Vinnuhúsinum, sigur, at tað er tørvur á fleiri fólki á armbeiðsmarknaðinum, og har eru tey brekaðu eitt til- feingi, sum ikki er fult útnyttað. Tommy Petersen, sum umboðar Ráð teirra brek- aðu, í stýrisbólkinum, sig- ur, at við tað, at ein betrar um viðurskifti fyri brekað, so betrar ein eisini um við- urskiftini hjá teimum, sum ikki hava brek. – Hetta er nakað, sum kann vera til gagns fyri okkum øll. Kanska ikki í dag, men næstan øll fáa smærri brek við aldrinum, og onkur kanska eisini í einum óhappi av einum ella øðrum slag, sigur Tommy Petersen. Stýrisbólkurin fer í gongd við arbeiðið beinan- vegin. Í mei verður farið kring landið at ferðast. Stýrisbólkurin væntar, at fólk og feløg fara at vísa áhuga og skipa fyri tiltøk- um, so árið veruliga verður við til at varpa ljós á tey brekaðu. – Tey brekaðu eru so nógv. Ikki bara tey, sum sita í koyristóli ella er menning- artarnað. Tað eru eisini tey, sum hava astma ella eru ovurviðkvom. Tey, sum hava cøliaki og skulu hava matpakka við tá tey skulu í føðingardag, sigur Marjun Sigurðardóttir at enda. 2003 er ár teirra brekaðu Árið í ár er ár teirra brekaðu. Settur er ein stýrisbólkur við umboðum úr samfelagnum, sum skal skipa fyri tiltøkum. F.v. Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður í almanna- málum, Marjun Sigurðar- dóttir, forkvinna í MBF, Doris Hansen, formaður í stýrisbólkinum, Kristianna Winther Poulsen, umboð fyri Almannaráðið og Malan Johansen, umboð fyri Vinnuhúsið Mynd: Jens Kr. Vang Stýrisbólkurin, sum Páll á Reynatúgvu, lands- stýrismaður í almannamálum hevur avgjørt at seta er mannaður av: • Doris Hansen, forkvinna og umboð fyri Mentamálaráðið • Malan Johansen, umboð fyri arbeiðsgevar- arnar, Vinnuhúsið • Suni Dalsgaard, umboð fyri Landsverks- frøðingin • Marjun Sigurðardóttir, umboð fyri MBF • Tommy Petersen, umboð fyri Ráð teirra brek- aðu • Steinbjørn Jacobsen, umboð fyri Ráð teirra brekðu • Ingeborg Vinther, umboð fyri arbeiðstakar- arnar Stýrisbólkurin Stýrisbólkurin fer beinanvegin til verka. Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 5 4