Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 30 - 13. februar 2003 Nr. 30 - 13. februar 2003 7 Tað er danska navna- lóggávan, sum ger, at føroyingar ikki sleppa at eita faðirnavn sum millum- ella eftir- navn, um teir verða skrásettir eftir dansk- ari lóg í Danmark NAVNALÓGGÁVA Edvard Joensen Tað er ikki loyvt føroyingum, sum búgva í Danmark, at doypa sínar synir við faðirnavni sum millum- ella eftirnavn. Men gentur kunnu hava - dóttir til bæði millum- og eftirnavn. Tað er ein heldur løgin søga, greiðir Machael Lerche Nielsen, á Instittut for navneforskning í Køb- enhavn, frá. Talan er um eitt fyri- brigdi í donsku navna-lóg- ini, sum er frá 1904, sigur hann. Tá var gjørt alt fyri at ganga frá gamla navna- háttinum við at brúka faðir- navnið sum eftirnavn. – Juristarnir kundu líka- sum ikki finna út av hasum við, at sonurin hevði annað eftirnavn enn faðirin. Tað gjørdist ov trupult í jurid- iskum samanhangi, heldur hann. Michael Lerche Nielsen sigur, at eftirnøvn sum Jensen og Andersen tá vórðu roknað sum vard nøvn, og tí var ikki hildið rætt, at til dømis nøvn sum Jenssøn og Anderssøn, sum líktust nógv hinum fyrru, skuldu vera loyvd. Betri var, hildu danskir myndug- leikar tá í 1904, at fólk so fingu sær nøvn sum Øster- gaard ella tílíkt. Lógin ógjøgnumførd Men so hendi tað einaferð í fimtitárunum, at ein dansk- ur prestur helt, at tað kundi verið stuttligt, um døtur hansara fingu hansra navn sum eftirnavn við datter afturút. Hann doypti tær so tað, og tað bar til, tí í 1904 høvdu teir ivaleyst ikki roknað við hesum og bert tikið hædd fyri, at fólk fóru at eita -søn til eftirnavn. Tískil ber væl til í dag hjá eini føroyskari gentu í Danmark at eita Jógvans- dóttir bæði til millum- og eftirnavn, men ikki hjá beiggjanum at eita Jógv- ansson. At føroyingar, sum koma til Danmarkar fáa trupul- leikar av navnageving, kann vera eitt lokalt mál, sigur Michael Lerche Niel- sen. Tað eru níggju stats- amt, sum hvørt í sínum lagi hevur navnaumsiting, eins og eisini miðfyrisitingin hevur navnalóg í tveimum ministerium. Bæði Kirkju- málaráðið og Løgmálaráðið umsita navnalógina, sigur hann, so tað kann hevnda, at onkur rennur seg fastan, tá tey skulu doypa síni børn. Hann váttar tað, sum Hans Jacob Joensen, biskupur, segði við Sosialin týsdagin, at føroyingar skulu ikki broyta síni nøvn, um teir eru doyptir í Før- oyum og komnir undir føroyska navnalóggávu. Heldur ikki skulu teir bara uttan víðari góðtaka í Dan- mark at koma undir danska lóg, sigur Michael Lerche Nielsen. Hann váttar skrivið frá CivilRetsDirektoratet, sum sigur, at fólk skulu metast eftir, um tey eru fastbúgv- andi ella bara hava fyribils bústað í Danmark. Er talan um fólk, sum eru fyribils, og tað kann vera í fleiri ár, um talan er um fólk undir útbúgving, kunnu tey krevja at fáa barnið doypt í Danmark við føroyskum navni. Mannagongdin er tá, at danir seta seg í samband við føroyskar navnamynd- ugleikar, um talan er um serføroyskt navn, at vita, um navnið er góðkent í Føroyum. Er tað so, er van- liga heldur eingin trupul- leiki at fáa barnið doypt eitt nú Jógvan í Danmark. Og enntá er Jógvansnavnið skrásett í danska navnalist- anum sum bæði Jegvan og Jøgvan. Men føroyingar plaga at vilja hava føroysku útgávuna við ó. Og hittir tú bara rætta fólkið, sum kennir mannagongdina til fulnar, er tað heldur eingin trupulleiki, hóast nógv dømi eru um tað øvugta, sigur Michael Lerche Niel- sen. Broyta lógina Hann sigur, at í gjár varð farið undir at endurskoða donsku navnalóggávuna. Lagt verður upp til at gera hana meira liðiliga, sigur hann. Roynt fer at verða at koma aftur til gamlan norrønan navnasið, sum júst er at geva synun- um faðirnavnið til eftir- navn. – Tað kann fyri so vítt eisini gera tað sama juridiskt í dag, hvussu fólk eita, tí alt verður teldu- skrásett og vit hava øll hvør sítt CPR nummar, so eingin trupulleiki skuldi verið at vilst í tí, at øll í somu familju ikki hava sama eftirnavn, heldur hann. – Tíðin arbeiðir fyri gomlu navnasiðunum, og vit fara vónandi at fáa eina broyting, sum fer at gera navnalógina lættari at umsita, sigur Michael Lerche Nielsen á Institut for navnforskning í Køben- havn. Men framvegis stendur eftir, vísir hann á, føroyski Ólavur Jógvansson á Grót- heyggi hevur verri sømdir í danskari navnalóggávu, enn somaliski Achmed Salim Ibn Abdullah hevur, tí Somalia er sjálvstøðugt land, meðan Føroyar hava aðra ríkisrættarliga støðu sum partur av danska kongaríkinum. Tað velst um, hvønn ein hittir, tá barnið skal skrivast inn í danska kirkjubók, um navnið verður føroyskt ella ikki NAVNALÓG Edvard Joensen Eftir greinina í týsdags- blaðnum um navna- trupulleikar í Danmark hava fleiri fólk vent sær til blaðið og sagt frá teirra upplivingum í samband við navnagávu í Danmark. Fleiri siga frá somu trupulleikum, sum hjún- ini, víst varð til í týs- dagsblaðnum høvdu. Meðan onnur eru, sum als ongar trupulleikar hava havt, hóast barnið fekk føroyskt navn. Tað váttar tað, Micha- el Lerche Nielsen á In- stitut for navneforskning sigur í grein aðrastaðni í blaðnum í dag. At tað velst um, hvussu væl ymsu embætisfólkini eru kunnað um tulking- arnar í lógini. Er tað so, at bara for- navnið er føroyskt, eitt nú Símun, er vanliga eingin trupulleiki, um eftirnavnið er til dømis Simonsen. Trupulleikin er, tá farðirnavnið kem- ur upp í sum millum- ella eftirnavn. Tó eru í ávísum førum eisini trupulleikar av fornavn- inum, sigur onkur, sum hevur vent sær til blaðið. Hinvegin hevur eisini onkur lesari vent sær til blaðið og gjørt vart við, at í Føroyum er ikki mætari. Her ber ikki altíð til at doypa børn vanlig donsk familju- nøvn, sigur hesin les- arin. Til tess sigur Anfinnur Johansen, formaður í føroysku navnanevndini, at um so er, er tað púra skeivt atborið. Tí tað skal bera til og ger tað eisini sambært føroyska navnalóggávu. Sjálvandi treytað av, at annað av foreldrunum er dani. Føroyska navnalógin sigur heilt greitt, at í teimum førum, har minst annað av foreldr- unum er ættað úr øðrum landi enn Føroym, stendur frítt at geva børnunum navn, sum vanligt er í tí landinum, haðani avvarðandi for- eldur er ættað. So er líka mikið, um talan er um danskt, spanskt ella kinesiskt navn, sigur hann. So at børn ikki sleppa at eita donsk nøvn í Før- oyum, um annað av for- eldrunum er dani, er beinleiðis í stríð við føroysku navnalógina, vísir formaðurin í før- oysku navnanevndini á. Ymisk viðgerð Danska navnalógin endurskoðað Danska navnalógin forðar fyri, at føroyskir dreingir, sum búgva í Danmark, sleppa at eita Jógvansson. Men systirin kann væl eita Jógvansdóttir sambært somu donsku navnalóg Deyðarevsing reist á løgtingi Deyðarevsing í Før- oyum er eitt álvarsmál, heldur Heðin Mortensen, løgtingsmaður, sum vil hava ríkisumboðið at svara, hví deyða- revsing í krígstíð enn ikki er tikin av í Føroyum. Brestur kríggj á í Irak, er deyðarevsing gald- andi – á pappírinum DEYÐAREVSING Ingi Rasmussen Deyðarevsingin í Føroyum er so seiglívað, at tað gongst striltið av fáa hana tikna av døgum. Hóast Løgtingið fyri meira enn einum ári síðan samtykti eitt ríkislógartil- mæli um, at hernaðarliga revsilógin frá 1937 skal set- ast úr gildi í Føroyum, so hava ríkismyndugleikarnir ikki latið við seg koma enn. Og tað merkir í lógarinnar bókstavi, at deyðarevsing er galdandi í Føroyum, um kríggj brestir á. Hetta hevur fingið Heðin Mortensen, løgtingsmann fyri Sambandsflokkin, at reisa málið í løgtinginum sum fyrispurning til ríkis- umboðið. Hann vil hava Birgit Kleist ríkisumboð at svara løgtinginum, hví rík- islógartilmæli frá 22. des- ember 2001 um at avtaka hernaðarligu revsilógina frá 1937 ikki enn er avgreitt frá donsku ríkismyndug- leikunum. – Krígsstøða hóttir í hesum døgum allan heim, og sum partur av bæði ST og NATO eru Føroyar við í altjóða samfelagnum. So- statt kann tað verða ein tulkingarspurningur, um Føroyar um stutta tíð eru í krígsstøðu, og harvið eisini ein tulkingarspurningur, um deyðarevsing er aktivt galdandi í Føroyum. Tað er als ikki nøktandi, at deyða- revsing er galdandi í Føroy- um, og tað er heldur ikki nøktandi, at so mikið sum ivi kann vera um, at deyða- revsing møguliga er gald- andi, sigur Heðin Morten- sen í viðmerking til fyri- spurningin. Heðin Mortensen vil eis- ini hava ríkisumboðið at siga sær, um tað skyldast nakað endamál, at lógin enn ikki er tikin av, og nær hon verður tikin av. Løgtingsmaður Sam- bandsfloksins heldur ongan iva vera um, at landsstýrið hevur rykt eftir málinum, serliga nú hóttanir eru um eitt altjóða kríggj. Kortini spyr hann ríkisumboðið, hvussu ofta landsstýrið hevur heitt á ríkismyndug- leikarnar um at fáa málið avgreitt, síðan ríkislógartil- mæli varð avgreitt. Danska verjumálaráð- ið fer í næstu viku at senda málið um hernaðarligu revsilóg- ina aftur til ríkisum- boðið, so deyðarevs- ingin í Føroyum endi- liga fær banahøgg. Tað verður gjørt við, at ein nýggja donsk hernað- arlig resvilóg frá 1973 verður sett í gildi. Hesa loysn eru føroy- ingar kortini ikki glaðir fyri, tí hildið verður, at tað er óneyðugt við hernað- arligari revsilóg í Føroyum DEYÐAREVSING Ingi Rasmussen Føroyska deyðarevsingin hevur hægstu raðfesting. Tað upplýsa embætisfólk í danska verjumálaráðnum, sum í løtuni leggja síðstu hond á málið um at taka hernaðarligu revsilógina frá 1937 av í Føroyum. Í gomlu lógini eru áset- ingar um, at deyðadómur gerst aktivur í Føroyum í krígstíð. Lógin varð avloyst av eini nýggjari lóg í Dan- mark í 1973, har deyða- revsingin varð sett úr gildi, men onkursvegna vórðu Føroyar gloymdar, so gamla lógin stóð við. Løgtingið samtykti 22. desember 2001, at gamla hernaðarliga revsilógin skuldi takast av fyri Føroyar. Men hóast 15 mánaðir eru gingnir, hevur landsstýrið onki frætt aftur. Nú altjóða samfelagið umhugsar at leypa á Irak, kann tann margháttliga støðan íkoma, at deyðarevsingin gerst aktiv á føroyskari jørð. Tí hevur málið sett verjumála- ráðið í akutta støðu. Í næstu viku Mette Nøhr, deildarstjóri í verjumálaráðnum, sigur við Sosialin, at tey longu í næstu viku fara at senda málið aftur til ríkisumboðið í Føroyum. Deyðarevsingin verður avtikin við, at nýggja lógin frá 1973 verður sett í gildi í Føroyum. Síðsta greinin í lógini staðfestir so samtundis, at gamla hernað- arliga revsilógin frá 1937 verður tikin av. Ríkisumboðið skal lýsa nýggju lógina, ið sam- stundis tekur deyðarevsing- ina av. Tað er so upp til rík- isumboðið at gera av, um løgtingið fær høvið til at viðgera ta nýggju hernaðar- ligu revsilógina, áðrenn hon verður sett í gildi. Tað er ríkisumboðið, sum hevur sent ríkislógartilmæli hjá løgtinginum víðari til danskar myndugleikar. Spurd, hví tað hevur tikið so langa tíð at ganga um- bønini á møti at avtaka hernaðarligu revsilógina, svarar Mette Nøhr, at tey hava bíðað eftir svari úr forsætismálaráðnum, um nýggja lógin kann setast í gildi. Harafturat hava tey so nógv onnur mál liggjandi, sum skulu avgreiðast, og hon ivast eisini í, um 15 mánaðir eru long tíð í hesum samanhangi. Føroyingar ímóti Spurningurin er, um tað loysir seg hjá donsku myndugleikunum at spyrja føroyingar, um nýggja hernaðarliga revsilógin skal setast í gildi í Føroyum, tí teir hava longu sagt seg vera ímóti. Landsstýrið skrivaði longu í 1992 til ríkisum- boðið, at landsstýrið á fundi 11. februar 1992 hev- ur samtykt at mæla frá, at lógin og kunngerðirnar verða settar í gildi í Føroy- um nú, tá tað í 30 ár hevur verið gjørligt at verið galdandi lóg fyriuttan. Tá landsstýrið 26. okto- ber 2001 legði uppskot fyri tingið um at avtaka hernað- arligu revsi- og rættar- gangslógina, var støðan tann sama. Í viðmerking til uppskoti skrivaði landsstýr- ismaðurin millum annað, at »hildið verður ikki, at tørv- ur er á eini hernaðarligari revsilóg fyri Føroyar«, og at landsstýrið ikki hevur broytt støðu síðan 1992. Sjónarmiðið hjá lands- stýrinum er, at viðurskiftini hjá hernaðarmyndugleik- unum í Føroyum eru nóg væl nøktað við lógarregl- unum í vanligu revsilógini og í teimum vanligu sátt- málaligu møguleikunum, sum harnaðarvaldið hevur mótvegis sínum starvs- fólkum. »Tí er neyðugt at gera eina serlóg um avtøku av hernaðarligu revsilógini frá 1937, og tað er tað, sum skotið verður upp«, skriv- aði Høgni Hoydal vegna Føroya landsstýri. Deyðarevsingin er deyðadømd Hernaðarliga revsi- lógin frá 1937, ið enn er galdandi í Føroyum, hevur m.a. hesar ásetingar: § 24. Livsstraf fuld- byrdes ved skydn- ing. § 35. Den der tjener fjenden som spion, straffes på livet. Fakta Ráðstevna um grundlóg Føroya GRUNDLÓG Ingi Rasmussen Ein altjóða ráðstevna um tað at smíða eina grundlóg verður hildin í Føroyum í døgunum 11. til 13. mars. Á ráðstevnuni, sum verður hildin í Norður- landahúsinum, vera fleiri gestir frá altjóða stovnum og lærdum háskúlum, ið hava serkunnleika í stjórnarviðurskiftum. Tað er grundlógar- nevndin, ið skipar fyri al- tjóða ráðstevnuni. Í hes- um døgum verður annars arbeitt við at manna nevndina av nýggjum. Í nevndina skulu veljast politisk umboð fyri allar flokkar á tingi, og haraft- urat skal nevnast við sam- felagsfrøðingum. Arbeið- ið í nevndini skal eisini umskipast í ávísan mun, men roknað verður við, at alt tað er fingið upp á pláss áðrenn ráðstevnuna. Grundlógarnevndin fer til verka við støði í tí ar- beiðnum, sum varð gjørt í farna valskeiði. Ráðstevnan skal viðgera fleiri evni, sum hava týdn- ing fyri grundlógarar- beiðið. Hugt verður eftir tilgongdini, ið snýr seg um hvussu arbeiðið verður skipað. Farið verður eisini ígjøgnum háttalag ella me- todu, sum viðger hvussu ein grundlóg verður skri- vað. Ymiskar stjórnarlógir í heiminum verða gjøgn- umgingnar og samanborn- ar, og munir millum stýris- skipanarlóg og stjórnarlóg verða lýstir. Harafturat verður spurt, hví ein stjórnarlóg er neyðug, og hvat hon skal brúkast til. Evnini vera skipað við fyrilestrum og orðaskifti. Harumframt vera eisini verkstovur, har til ber at kjakast meiri óformliga. Ráðstevnan er fyri inn- bodnum, men so leingi pláss er eftir kunnu áhug- að fáa pláss við at seta seg í samband við skrivstov- una hjá nevndini, ið held- ur til í løgmálaráðnum (358080). Fyrilestrar og verkstov- ur verða hildnar á før- oyskum, enskum og norð- urlendskum máli. Birgit Kleis ríkisumboð fær í næstu viku eina nýggja hern- aðarliga revsilóg á borðið, sum hon ætlandi skal lýsa fyri Føroyar. Men landsstýrið er ímóti lógini Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 7 6