Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 30 - 13. februar 2003 Nr. 30 - 13. februar 2003 9 Skúlabørn í Kollafirði longri dag Tá Bussleiðin í Havn var umløgd, merkti tað samstundis fyri skúlabørnini í Kolla- firði, at teirra dagur heimanífrá gjørdist munandi longri, enn hann var áðrenn jól BUSSLEIÐIN Solby A. Eliasen Í Degi og Viku týskvøldið var eitt innslag um buss- koyringina millum Kolla- fjørð, Kaldbak og Havnina. Síðani Bussleiðin í Havn varð umløgd, er dagurin hjá teimum, sum dagliga nýta hesa leiðina úr Kollafirðið vorðin munandi longri. Skúlabørnini úr Kolla- firði, sum ganga í fram- haldsdeild, ganga í Eystur- skúlanum, og tey mugu nú 25 minuttir fyrr heimanífrá um morgunin enn áðrenn jól. Dorthea Joensen, for- kvinna í skúlastýrinum í Kollafjarðar skúla sigur, at børnini í Signabø skulu sum nú er heimanífrá klokkan 6:55 og eru ikki heima aftur fyrr enn klokk- an líður ímóti hálvgum seks á kvøldi. – Tað er ein sera langur dagur hjá teimum, heldur hon. Bussurin fer av Signabø klokkan 6:55 og fer so norður í gjøgnum alla Kollafjarðar bygd, áðrenn hann fer aftur til Havnar. Hann steðgar eisini í Kald- baksbotni á vegnum. Tá skúlabørnini skulu heimaftur, er túrurin enn longri hjá teimum, tí at tá fer bussurin inn til Kald- baks eisini, síðani fer hann til Signabø og so allan veg- in norður í Sund. Hesin túr- urin varar úti við ein tíma, og tað halda bæði Dorthea Joensen, skúlastýrisfor- kvinna og Karin Hammer, skúlastóri í Kollafirði vera ov galið. – Tað er ikki tað, at vit ikki unna øðrum góða tæn- astu, men tað er vorðin ein munandi verri tænasta, tá tað kemur til skúlakoyring- ina, sigur Karin Hammer. Hon vísir eisini á, at áðrenn Bussleiðin varð boðin út, var ein skúlabussur í Kolla- firði til skúlabørnini, sum koyrdi fýra ferðir um dagin, so øll sluppu heim, tá tey vóru liðug. Eisini var tá ein lítil bussur, sum koyrdi frá Signabø til Kollafjarðar eftir skúlabørnum. Um ongi skúlabørn vóru, so varð sagt frá úr bussinum. – Eg haldi so avgjørt, at tað virkaði væl tann tíð tað var, tí samskiftið millum bussarnar var gott, sigur Karin Hammer. Hon undir- strikar, at hon ikki heldur, at tað er ov galið, at onnur hava fingið betur tænastu, men hon heldur tó, at tað er sera løgið, at ein túrur við almennu leiðini úr Havn til Kollafjarðar ella umvent, skal taka næstan ein heilan tíma. Til samanberingar kann nevnast, at tað tekur umleið hálvanannan tíma at koyra við Bygdaleiðum úr Leir- vík til Havnar. Karin Hammer sigur, at hon hevur ikki tosað við børnini um hetta. Og hon leggur afturat, at skúlin er vorðin spurdur um, hvussu tíðirnar passa við tíma- talvurnar. – Og tað gera tær so í øll- um førum her hjá okkum, sigur skúlastjórin í Kolla- fjarðar skúla, men hon heldur tó, at tænastustøðið er minkað. Umleggingin av Bussleiðini í Havn, hevur millum annað havt við sær, at skúladagar- nir hjá kollfjarðarbørnum er vorðin munandi longri FA sent Pálli á Reynatúgvu bræv um vanlukkutryggingarlóg Mikudagin sendi Før- oya Arbeiðarafelag Pálli á Reynatúgvu og teimum politisku flokkunum bræv, sum snúði seg um van- lukkutryggingarvið- urskiftini hjá arbeið- arunum VANLUKKUTRYGGING Solby A. Eliasen Í brævinum stendur millum annað, at felagið hevur frætt, at Trivnaðarmálaráð- ið hevur ætlanir um at leggja uppskot fyri tingið um nýggja vanlukkutrygg- ingarlóg ella broytingar í verandi lóg. Felagið vísir í hesum sambandi á, at limir hjá teimum koma á hvørjum ári út fyri tilburðum, har tey koma undir verandi van- lukkutryggingarlógina. Og at felagði í fleiri førum fær fráboðanir um missnøgd við hvussu vánaliga trygd verandi lóg veitir tí, sum kemur til skaða. Tí heitir Føroya Arbeiðarafelag bæði á Páll á Reynatúgvu og teir pol- itisku flokkarnar um ikki at leggja nakað lógaruppskot fyri tingið, fyrr enn part- arnir á arbeiðsmarknaðin- um hava fingið veruliga møguleika til at kunna seg um og gera viðmerkingar til eitt tíltíkt uppskot. Føroya Arbeiðarafelag hevur áður víst politisku flokkunum á, at tørvur er á lógarbroytingum, sum veruliga tryggja arbeiðs- fólki ímóti teimum fíggjar- ligu avleiðingunum, um tey koma út fyri vanlukkutil- burðum, sum gera, at tey verða fult ella partvíst óar- beiðsfør. Sum nevnt, so hevur felagið eisini sent brævið til allar teir politisku flokkar- nar. Har heita tey sam- stundis á allar flokkarnar um at arbeiða fyri, onki uppskot verður lagt fyri tingið ella samtykt, fyrr enn partarnir á arbeiðsmarkn- aðinum hava fingið møgu- leika til at koma við teirra sjónarmiðum og við- merkingum. Føroya Arbeiðarafelag hevur tó ikki fingið nakað svar frá landsstýrismannin- um ella teimum politisku flokkunum enn. Amerikanarar eru sannførdir um, at tann nýggja upptøkan við Osama bin Laden prógvar, at samband er millum al-Qaeda og iraksku leiðsluna YVIRGANGUR Árni Joensen: - Við ótta eygleiða vit, hvussu krossfarararnir fyri- reika seg til at fara undir eitt kríggj ímóti gamla høv- uðsstaðnum hjá muslimun- um, segði Osama bin Laden í teirri 16 minuttir longu upptøkuni, sum arab- iska sjónvarpsstøðin Al- Jazeera sendi fyrrakvøldið. Hann mælti øllum rætt- trúgvandi muslimum til at skipa fyri sjálvmorðsat- sóknum at USA og Ísrael, og hann ávaraði teir arabar- ar, sum á ein ella annan hátt hjálpa amerikanarunum í einum kríggi við Irak. Amerikanska stjórnin ivast ikki í, at tað var bin Laden, sum tosaði í upp- tøkuni, og tann viðurkendi bretski yvirgangsserfrøð- ingurin, Peter Bergen, er heldur ikki í iva um, at tað var bin Laden, sum tosaði. Amerikanska uttanríkis- ráðið sigur, at upptøkan prógvar, at samband er ímillum Al-Qaeda og iraksku leiðsluna. Tað hev- ur CIA annars avsannað fyrr, og bretsku myndug- leikarnir hava sagt, at teir hava eingi prógv fyri, at nakað samband er millum Al-Qaeda og Bagdad. International Crises Group segði í síðstu viku, at irakska leiðslan hevur einki samband við al-Qaeda. Verður kríggið við Irak veruleiki, kann bensinprísurin fara heilt upp í 24 krónur BENSINPRÍSUR Árni Joensen: Síðani amerikanska stjórn- in kom við hóttanini um at leypa á Irak, hava nógvar gitingar verið um, hvussu eitt kríggj við Irak fer at ávirka oljuprísin. Seinasta boðið er, at prísurin kann fara heilt upp í 24 krónur fyri liturin. Tað boðið kemur frá Marian Radetzki, sum er professari í tjóðarbúskapi á lærda tekniska háskúlanum í Lund í Svøríki. Sambært professaranum eru tað tvinni viðurskifti, sum kunnu gera, at oljuprísurin fer so langt upp. Annað er tað drúgva verkfallið í Venesuela, sum hevur gjørt, at heimsframleiðslan er minkað tvær milliónir tunnur um dagin. Hin or- søkin er vandin fyri kríggi við Irak og tær avleiðingar, sum eitt tílíkt kríggj kann fáa á viðurskiftini bæði í Irak og tess grannalondum. Svenski professarin væntar, at leypa amerikan- arar á Irak, fara fólk at leggja olju inn undir seg, og tað fer alt fyri eitt at fáa oljuprísin at hækka. Tað ringasta, sum kann henda, er, um eitt kríggj við Irak verður drúgvari enn væntað, tí tað kann sam- bært Marian Radetzki elva til politiskan ófrið í teimum oljuríku grannalondunum hjá Irak. - Vit kunnu ímynda okk- um, hvat hendir, um vit fáa eina politiska kollvelting í Saudiarabia, og landið fær eina víðgongda leiðslu, sum sýtir fyri at selja Vest- urheiminum olju, sigur svenski professarin. Norska oljumálaráðið umhugsar at loyva oljuleiting við Lofo- ten, men umhvørv- isverndarfelagsskapir boða frá tiltøkum, verður tað gjørt OLJULEITING Árni Joensen: Gongur tað, sum oljumála- ráðið í Oslo ætlar, verða nakrar leiðir úti fyri Lofo- ten bodnar út til oljuleiting, tá 18. útbjóðingarumfar verður í næstum. Tað hevur verið upp á tal fyrr at bjóða oljufeløgunum at leita úti fyri Lofoten, men higartil hava myndug- leikarnir aftrað seg við at gera tað, tí leiðin hevur sera stóran týdning sum vakstr- arøki hjá fiski. Umhvørvisverndarfelags skapurin Bellona sigur, at hann fer at stríðast av øllum alvi ímóti møguligari olju- leiting við Lofoten. Felags- skapurin sigur, at økið er alt ov viðkvæmt, til at tað er ráðiligt at loyva oljuleiting har. Í oljuídnaðinum fegnast tey harafturímóti um ætlan- ina hjá oljumálaráðnum, tí leitingin fer at geva nógv arbeiðspláss. Víst verður á, at nógv arbeiðsfólk í olju- vinnuni hava mist arbeiði, tí leitingin í norskum øki hevur verið munandi minni í seinastuni enn undanfarin ár. Biðja bretar um hjálp Norðurkoreansku myndugleikarnir hava nú vent sær til stjórnina í London við áheitan um at skipa so fyri, at norðurkoreanar og amerikanarar kunnu setast við samráðingarborðið at loysa ósemjuna um ta norður- koreansku kjarnorkuverkætlanina. Norðurkoreanska stjórnin er ikki sørt ørkymlað av, at amerikanarar sýta fyri at samráðast um ósemj- una, men samstundis ávara myndugleikarnir í Pyongyang um, at landið fer at svara øllum amerik- anskum álopum. Talsmaðurin hjá norðurkoreanska uttanríkisráðnum segði í gjár, at Norðurkorea fer at svara aftur, um amerikanarar fara so mikið sum ein millimetur inn um norðurkoreanskt mark, sama um tað er á landi, á sjónum ella í luftini. ES hevur seinastu dagarnar roynt at fáa semju millum Norðurkorea og USA. Uttanríkispolitiski samskiparin, Javier Solana, hevur júst verið í Suðurkorea og kunnað seg um viðurskiftini. Slapp at sigla Oljutangaskipið »Acushnet«, sum fór á eitt sandriv eystan fyri donsku oynna Samsø seinasta fríggjadag, slapp fyrradagin at halda leiðina fram. Týsdagin eydnaðist tað at fáa skipið leyst, eftir at tað hevði tikið botn fyri aðru ferð, men sjóferðslu- stýrið vildi ikki lata skipið sigla, fyrr enn kavarar høvdu verið niðri og kannað botnin á tí. Tær kann- ingarnar vórðu gjørdar týsdagin, men har var einki at síggja. Tí slapp »Acushnet« at halda leiðina fram. Sambært sjóferðslustýrinum hevði skipið bert fingið nakrar skeinur á botnin. »Acushnet« hevði 35.000 tons av olju í tangunum, tá tað rendi á sandrivið, men nakað av olju varð punpað umborð í eitt annað skip fyri at gera tað lætt- ari at fáa skipið leyst. Smádrongur í fongsli Ein seks ára gamal smádrongur í Zambia, sum er ákærdur fyri at hava myrt eina trý ára gamla gentu, er settur í fongsul. Drongurin varð tikin tann 30. juni í fjør. Tá var hann bara fimm ára gamal. Síðani hava myndugleik- arnir flutt hann úr einum fongsli í annað, og nýliga varð hann fluttir til Mukobeko-fongslið einar 200 kilometrar norðan fyri høvuðsstaðin Lusaka. Hetta sigst vera eitt fongsul, haðani tað er at kalla ógjørligt at flýggja. Mannarættindafelagsskapir hava mótmælt, at ein fimm ára gamal smádrongur verður settur í fongsul. Sambært zambiskari lóg kunnu børn yvgri enn átta ár ikki ábyrgjast fyri tað, tey hava gjørt, men í hes- um føri heldur ákæruvaldið uppá, at drongurin skal verða sitandi í varðhaldi. Zambiski ráðharrin í barnamálum, Gladys Nyirongo, hevur eisini mót- mælt viðferðini, sum drongurin hevur fingið, men higartil uttan úrslit. Drap vaktarmannin Ein rættiliga vanligur handilsstuldur í Stockholm fyrrakvøldið endaði við morði. Vaktarmenninir í einum vøruhúsi í miðbýnum í Stockholm sóu, at ein maður stjól ein pakka av svínakjøti í einum kølidiski. Tríggir vaktarmenn fóru aftan á manninum, tá hann fór úr handlinum, og á einum parkeringsøki steðgaðu teir honum. Áðrenn vaktarmenninar fingu stundir at umhugsa seg, stakk tjóvurin ein av vaktarmonnunum í bringuna við ein- um knívi. Tann 21 ára gamli vaktarmaðurin varð alt fyri eitt fluttur á sjúkrahús, men seinni um kvøldið doyði hann. Síðani hevur løgreglan leitað eftir drápsmann- inum, men enn er hann ikki funnin. Bensinprísurin kann fara upp í 24 krónur Al-Qaeda fer at hjálpa Irak Ætla at loyva oljuleiting við Lofoten Eitt kríggj við Irak kann trýsta bensinprísin heilt upp í 24 krónur fyri liturin C M Y K 9 8