Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 30 - 13. februar 2003 Nr. 30 - 13. februar 2003 11 TÍÐINDASKRIV Danskur høvundur skrivar sermerkta skaldsøgu, ið viðurferst í Føroyum. Det selvudslettende får er ein sermerkt og øðrvísi ævintýrfrásøgn. Við fyrsta eygnabrá kann bókin við sínum góðvarna tóna og djórum, ið tala, vera at líkna við eina barnabók. Men ævintýr eru ikki altíð fyri børn, og hvassa spei- semið og samfelagsatfinn- ingarnar í bókini snúgva sær sum heild til vaksnar lesarar. Søgugongdin í Det selvudslettende får flytur seg á heimkunnugan hátt millum gerandisveruleika og alheimin hjá fólkaævin- týrunum og fólkatrúnni í eini frásøgn við almenn- iskjaligum sálarligum me- kanismum. Ærin Miranda kennir bert lítilsvirðing fyri sær sjálv- ari. Hon heldur, at eingin dugur er í henni, og at hon ikki hevur rætt til at vera til. Tá ið Margretha II drotning av Danmørk er á vitjan í Føroyum og liggur í and- vekri, telur hon seyð fyri at sovna. Tá fær Miranda høvi til at snýkja seg inn í tanka- flog hennara. Har fær hon eyga á grøna grasið hinu- megin stikið, og grasið verður ein ímynd av teirri sjálvsvirðing, sum hon strembar eftir. Størsti mót- støðumaður hennara í hesum stríði er sjálv lang- omma hin grábeinta. Men hóast lítilsliga sjálvkenslu sýnir Miranda fleiri ferðir viljastyrki til at berjast fyri sær sjálvari og sínum rætti til at vera júst tann, sum hon er… At høvundurin hevur valt at lata søgugongdina í bókini Det selvudslettende får fara fram í Føroyum er lutvíst, tí hon er hugtikin av landi okkara, lutvíst tí hon hevur eitt ynski um at økja um áhugan fyri Føroyum í Danmørk. Høvundurin er Anne Marie Bruus, og hon hevur í fleiri ár havt stóran áhuga fyri Føroyum. Hon er út- búgvin cand.phil. í fjølsam- skifti við Københavns Uni- versitet og hevur í sam- bandi við lestur sín fleiri ferðir valt at hugsavna seg um føroysk evni. Hon hev- ur verið í lestrarørindum tvær reisir í Føroyum hevur dvølt í ein mánað hvørja ferð í sambandi við, at hon hevur granskað ávikavist føroyskt sjónvarp og før- oyskar barnabøkur. Í Dan- mørk hevur hon leingi sungið í Húsakórinum, sum vanliga venur í Føroya- húsinum í Keypmanna- havn. Eisini hevur hon við stórum áhuga dansað før- oyskan dans í dansifelag- num Fótatraðki. Anne Marie Bruus hevur áður givið út skaldsøguna H, sum er av sama tekstaslagi sum bókin, ið nú er útkom- in – Det selvudslettende får. Bókin er 175 bls. til longdar, og er komin út á Forlagnum Tellerup. Bókin fæst til keyps í bókabúðun- um og kostar kr. 248,- Í blaðnum í dag er viðmerking, ið umrøður oddagrein okkara í gjár og fyrrverandi oddagreinar. Sagt verður m.a., at Sosialurin finst at einari ungari vágskonu. Hetta er eitt dømi um, hvussu man, sum ein rættur "spindoktari", kann royna at snara einum máli frá nøkrum, sum í besta fall líkist umsitingarligum óbúnaskapi og í versta fall maktmisnýtslu, til at vera eitt mál millum ein "unga vágskonu" og "høgar embætismenn". Sosialurin finst ikki at einari ungari vágskonu, men at landstýriskvinnuni í Mentamálum. Aldurin og geografiskur uppruni er irrelevantur í hesum sambandi, men tað at skriva almenn brøv á heimateldu uttan dato, journalnummari ella bræv- høvdi í so álvarsligum máli er ikki irrelevant í hesum mál- inum, har man hevur við fólk at gera. Ávis minimumskrøv eiga at kunna verða sett fólki, ið sita í landsins hægstu sessum. Tað er stak óheppið at roynt verður at personificera mál og at komið verður við insinueringum, ið eiga at verða aftur- vístar uppá tað kraftigasta. Og hervið verða tað. Sosialurin leggur dent á í sínari journalistiskari viðgerð at lýsa mál frá øllum síðum, soleiðis, sum eisini hevur verið gjørt í hesum máli. Tá fólk eru endurgivin fyri at siga, at setanin av landsantikvarinum er politisk, so merkir tað, at onnur atlit enn tey fakligu hava verið tikin. Tað er tað, málið snýr seg um. Vit er eisini glað fyri at kunna verða við til at fremja al- menna kjakið við at prenta lesarabrøv frá øllum fólkum, uttan undantak, ið hava eina meining um málið, men oddagreinin er blaðsins meinning, og hana stendur blað- stjórnin fyri. At oddagreinir ikki hava persónsnavn undir er vanligt. Tað øvuga er undantakið um allan heim. Sosialurin, Dimmalætting og nú eisini Fregnir hava ikki navn undir oddagreinunum, og kenna vit eisini hetta frá flest øllum útlendskum dagbløðum, eitt nú teimum stóru donsku dagbløðunum. Hetta merkir ikki, at hetta er eitt dulnevnt lesarabræv, tí blaðstjórin stendur fyri oddagrein- ini, ið ikki skal uppfatast sum journalistiskt tilfar. Har er ein greið meining, ið ábyrgdarblaðstjórin stendur fyri. Øll eiga at gera sær greitt, at blaðsins meining er avbyrgd frá journalistiska tilfarinum í blaðnum, í mun til eitt nú Fregnir, har man í seinastuni hevur sæð greinar um kanningarstjórafrágreiðingina hjá T D Hentze og eina analysu av Óla Breckmann, ið eingin stóð fyri. Tað er løgið, sum ávís fólk hava ein óhepnan tendens til at gera mál, ið reelt sæð snúgva seg um mannagongdir og fakliga vurdering, til persónsmál. Føroya land er so lítið, at tað er altavgerandi, at vit hava fólk í landsins hægstu sessum, ið duga at vurdera fagligt, uttan atlit til politiskan lit, familjutilknýti, atrúnað o.s.fr. Tá fólk í politiska um- hvørvinum koma við illgitingum, ið lýsa eina heldur ósunna persónsfiksering, og royna at snara málið um landsantikvarin burtur frá kjarnuni, so styrkir hetta bara meira um illgrunan um motivini aftanfyri avgerðirnar í málinum um landsantikvarin. Sosialurin vil í sínum oddagreinum til eina og hvørja tíð hava eina meining um samfelagsviðurskifti. Tað er eingin uttanfyristandandi, sum sleppur at siga okkum, hvat vit skulu meina. Hetta kann tykjast otrúligt í umhvørvum, har onnur skriva lesarabrøv fyri fólk í koordineraðum kam- panjum, men til tað er bara at siga, at tíbetur stórtrívist sjálvstøðug tankagongd enn í Føroyum. DAGSINS MEINING Sosialurin Einki meiningsmonopol í Føroyum VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Magni E. Dalsgaard Nú hevur privata og sjón- varps pressan sett sær fyri at síggja blóð í elfelagnum SEV. Sjónvarpið við in- sinuerandi tíðindum, og Dimmalætting glaðbeintir aftaná, fyri at fáa sølutølini upp. Pressan kallar seg 4. statsmaktin, ið skal eftir- ansa, at alt gongur rætt fyri seg. Jú, jú, men ein makt, krevur eisini eina ábyrgd. Ábyrgin er at lýsa málini rætt og væl. Hetta meini eg ikki at pressan hevur gjørt. Hví skal SEV eiga el-út- búnaðin í Vágatunlinum? Eigur SEV el-útbúnaðin í Kolfjarðatunlinum? Eigur SEV útbúnaðin í Leirvíks- tunlinum? Um Landsverkfrøðing- urin skal gera Norðoya- tunnilin, hvør skal so eiga el-útbúnaðin? Eg meini, at SEV hevur veitiskyldu til orku í øllum Føroyum, eisini til Kloster- boer, ið er ein útlendsk fyri- tøka, ið kemur til Føroya, tað skuldi verið álagt eini útliskari fyritøku, at skaffa streym sjálvir. Hví fer pressan ikki og kannar hesar spurningar, og gevur fólki svar? Herfyri var stóra vatn- orkuútbyggingin í Eystur- oynni liðug, tað stóð ein lítil greinastubbi á baksíðu- ni á Sosialinum, at nú var hetta liðugt, og ein á fór niður í eitt hol. Um hetta var í einum av grannalond- unum, so var stór frágreið- ing, um størsta verkfrøði- arbeiði í landsins søgu, men nei, 4. statsmaktin svevur. Eg minnist, tá SEV keypti umsitingarbygning- in, vit vóru uppringdir á teknistovuni av pressuni, at meta um hvat bygningurin var verdur. Vit roknaðu, og komu til úrslitið, at tað var eitt gott keyp, tá hugsað var um innbúgv og annað fylgdi við, og at bygning- urin var í góðum standi. Tá var blaðmaðurin firtin og segði, at tað var ikki tað hann bað um. Eg meini at pressan skyldar okkum eina gjølla frágreiðing um elveiting til Vágatunnilin, heldur enn at pressan stillar seg upp í poilitiska heppikórið um at síggja blóð. Rætting Í yvirskriftini til greinina hjá Abraham Mikladal í blaðnum í gjár var ein villa komin í yvirskriftina. Rætta yvirskriftini var: » Fyrisitingarlógin er GREIЫ. Vit biða umbera mistakið. blaðstj. 4. Statsmaktin og SEV Søgan um ta lítillátnu ærina VIÐMERKINGAR Jónas Johnsson Kollafirði Sambandsmaðurin Bárður Nielsen setti spurningin í Dimmu 8/1. Populistiskur! Tí øll svara ja sum við mjólkini hjá Leo, ið við handilsnøs er vísur í sam- hugað, tá hann setir mjólk og barnafamiljur saman. Bárður hevur tó fatur í nøkrum. Tí tað er als ikki hugaligt at arbeiða yvir og bert fáa stívan 1/3 í lumm- an. Eg síggi eisini vinning í bruttoskatti, men ásanni samstundis, at varsemi má vera ið mótvirkar galopp- erandi stættarójavnum. Ynskir Bárður teir? Hann vísti jú ikki á nakað fyrilit og nevndi onga óynskta avleiðing. Í grindahøpi eru rakstrar- róp ætlað at fáa gongd á grindina - og í politikki fyri øktum veljaratekki. Hann nevnir eitt nú ikki býtið land/kommuna? Siga vit fast býti, tá verður kommu- nala sjálvræðið skert, og siga vit valmøguleikar sjálv at áseta kommunuskattin, seta kommunurnar hann til tað mest loyvda, fyri at fáa sum mest í sín part - bæði model virka tí til sama prosent. Einki skil verður í, men bert rok. Hugleiðingar um stigmunir At progressivi skattastigin stigvíst linkast er fínt, men tað loysir ikki spurningin um trýstið á síðst vunnu krónurnar. Øll skulu vera líka fyri lógini? Lógir sund- irliðað fólkið og øll hava heldur ikki somu heilsu- ligu- ella aldursligu fyri- treytir. Men øll frísk í góð- um árum fáa heldur ikki somu kor. Niðast er eitt serliga grelt og órættvíst avgjaldsdømi. Hóast fiski- menn fáa serligan skatta- lætta, so er ørindið mítt at nevna tað ikki at avtakað hann. Eg nevni hann bert fyri at sýna lønhæddarav- gjaldið í sambandi við al- menna skattliga mismunin, ið sæst grellast við at leggja skattalættarnar hjá sjó- monnunum og eykagjøldini saman. Fiskafólk og bruttu- skattur av eykað innsatsi Tá nú skattlig sundurliðing kortini er kunnu vit venda aftur til bruttoskattin. Tað gav meining fyri fiskafólk og landspolitiskt, um ar- beiðsfólk á flakavirkum, kryvjivirkum, frystivirkum, fiskagoymslum, niðursjóv- ingarvirkum og í egningar- skúrum v.fl., kundu fingið bruttoskatt, t.d. 35% av teimum tímunum, sum eru út um t.d. 120 pr. kalend- aramánað. Onnur, sum ikki hava fast arbeiði har, kundu fingið sømdina longu frá 1. tíma upp til eitt ásett mark! Hesi onnur eru nøkur, sum antin ikki eru komin á ar- beiðsmarknaðin vegna ald- ur/brek ella eru farin av marknaðinum. Leisturin skuldi eisini verið legaliser- aður sum hjáputur til hvønn sum helst. Tvs. upp til ávís- ar t/mð, kundu øll valt at komi undir 35% skipanina av brutto, og tá fingið yvir 2/3 út, á ávísum virkjum, ið høvdu certifikatið til tess. Hetta er jú fyri eykað inn- sats!! Tað hevði verðið góður fiskivinnupolitikkur, ikki av trýsti, men av skil- vísari motivering at hjúkla um tilgongdina. Minni óvirkaður fiskur fór av landinum og fiskaarbeiði fekk eitt image sítt sett upp - og fólk sluppu undan at verðið hildin fyri spott afturfyri at arbeiða eykað! Neyðugt varð nokk, at hvørt virki eftir kendum fyritreytum søkti Fíggjar- málaráðið eftir loyvi. Politikkurin hevði hjálpt munandi at arbeitt fiska- topparnar við føroyskari arbeiðsmegi - og avmarkað útlendska. Útlendingar skulu hava somu sømdir tá fiskurin svíkir! Men vit síggja t.d. at arbeiðsgevarar í Danmark frávelja útlend- ingar, tá ið nóg mikið er av arbeiðsorku. Og føroyingar verða neyvan frægari í slíkari støðu. Onki skil er í løn- hæddaravgjaldinum Sjálvstøðug rinda 2 1/2 % eyka av hvørjari krónu, tí fyrstu og síðstu. Líkamikið um fyritøkan er stór ella einmans. Um hon forvinnur minni enn arbeiðaraløn broytir onki. Eg kenni onga grundgeving og skilji einki. Lønhæddaravgjaldið eigir at avtakast alt fyri eitt fyri privatfólk! Grundleggjandi meini eg, at politikarar eru settir at sundurliða og velja loysnir. Tað er teirra arbeiði at fyrireika tær og síðani at taka avgerðir. Teir skulu tora at siga ja og nei. Við- hvørt er ein loysn líka fyri øll og viðhvørt ikki. Mis- eydnaðar differentieringar, antin rakandi ávísar per- sónar órættvíst ella skaði- ligar fyri alt landið, eiga sjálvandi at avtakst alt fyri eitt. Er skatturin ov høgur? Heðin Mortensen Løgtingsmaður Í áravís hava vit hvørki havt fjølmiðlaábyrgdarlóg ella fjølmiðlaetiskt ráð í Før- oyum. Hesi skulu annars tryggja øllum borgarum rættvísa viðferð í fjølmiðl- unum, og samstundis seta føroysku fjølmiðlunum etisk krøv. Í øðrum londum eru óheft fjølmiðlaetisk ráð, sum borgarar kunnu venda sær til, um teir kenna seg órættvíst viðfarnar í fjøl- miðlunum. Hetta ráð tekur síðani spurningin upp til fakliga viðgerð. Men hóast føroyska lógin um kringvarp nú hevur fimm ár á baki, og hóast hon í fleiri førum vísir til eina fjølmiðlaábyrgdarlóg- in, so er margháttligi og løgni veruleikin kortini tann, at framvegis er eingin fjølmiðlaábyrgdarlóg sett í gildi fyri Føroyar. Bæði núverandi og und- anfarna landsstýri hava tosað og lovað, men fram- vegis eru vit ikki komin eitt einasta fet víðari á hesum øki. Hvørja ferð okkurt andstøðuuppskot er komið á tingborð um eina fjøl- miðlaábyrgdarlóg, kemur fjáltur á landsstýrismannin. Høgni Hoydal skundar sær ferð eftir ferð at melda út, at tingmenn mugu ikki atkvøða fyri uppskotinum, tí nú fer landsstýrið um heilt stutta tíð at gera okk- urt við málið. Undanførslur í hópatali Í mars 2000 var undanførsl- an, at tað tók so langa tíð at fáa ríkislógartilmæli sett í gildi í Føroyum, og at tí var betri at bíða, til Føroyar gjørdust fullveldi seinni sama ár. Í mars 2001 varð sagt, at nú skuldi málsøkið yvirtakast, og føroysk lóg leggjast fyri tingið í ólav- søkutingsetuni sama ár. Men hetta hevur allan vegin ígjøgnum verið tóm orð, tí framvegis er púrt einki hent! Nú hevur Sambands- flokkurin enn einaferð lagt uppskot um fjølmiðla- ábyrgdarlóg fyri tingið, og mín sann um Høgni Hoydal ikki aftur hesa ferð rennur á leistum og sigur, at nú verður málsøkið yvirtikið. Hesa ferð hevur hann boðað frá, at henda yvir- tøka skal verða "longu" í ár. Sum ikki eina ferð, danska tingmenn úr sam- gonguflokkunum aftur hesa ferð eftir floytuni hjá landsstýrismanninum, og ongum nýtist at ivast í, hvussu hesin leikurin endar. Tá uppskot Sam- bandsfloksins kemur til atkvøðugreiðslu í Tingin- um, atkvøða samgongu- tingmenn ímóti við teirri undanførslu, at Høgni Hoy- dal fer at koma við einum øðrum uppskoti seinni. Men vit kenna alt ov væl hesa søguna eftirhondini. Tað verður bara eina ferð aftrat soleiðis, at einki meira hendir, og fylgjurnar eru tær somu: Føroyski fjølmiðlaheimurin og Før- oya fólk sleppa at halda fram við ongari fjølmiðla- ábyrgdarlóg og ongum fjøl- miðlaetiskum ráði. Fyri "vanliga" føroyingin kann tað vera líkamikið, um hann verður vardur av eini lóg, sum er skrivað á føroyskum ella donskum máli, bara hann verður vardur. Men í løtuni er eingin verja at fáa, tí vit liva mitt í eini framhaldssøgu, sum ikki sær út til at fáa nakran enda. Fáa ikki arbeitt Hetta er samstundis syrgi- liga søgan um politiska at- gerðarloysi í Føroyum í dag. Vit hava eina lands- stýrissamgongu, ið forðar øllum konstruktivum og virknum politikki, tí "innan heilt stutta tíð" verður hetta ella hatta málsøkið yvir- tikið, og so kunnu vit fara til arbeiðis. Úrslitið er sólarklárt, tí hvørki samgongu- ella andstøðupolitikarar fáa arbeitt, soleiðis sum teir annars eru valdir at gera, hvussu fegnir teir annars vilja tað. So at siga alt politiskt arbeiði bíðar eftir einari ella aðrari yvirtøku, og meðan bíðað verður, er fólkavalda løgtingið fyri ein stóran part svínabundið. Kanska hevði tað hjálpt, um vit í staðin skutu upp eina politikaraábyrgdarlóg og eitt politikaraetiskt ráð. Men vita bara eftir – sjálvt tað hevði óivað skula bíðað eftir onkrari yvirtøku eisini. Fjølmiðlaábyrgdarlógin – ein skrúva uttan enda! Jógvan við Keldu Hýsið mær avrit av brævi til Strandfaraskip Landsins, Kristian Davidsen, stjóra Eg fari við hesum at gera vart við, at fráboðanarskip- anin á Farstøðini ikki virk- ar, sum hon eigur. Fríggjadagin 31. januar í ár áðrenn døgverða, varð ringt fyri meg til Far- støðina. Spurningurin var einfaldur: "Hvussu er við Snarbussinum Leirvík – Flogvøllin í morgin, tí nú er eingin sigling um Leir- víksfjørð klokkan tríkorter til nýggju". Svarið var eins einfalt: "Jú, Snarbussurin fer úr Leirvík klokkan sjey hálv- trýss". Nú eri eg føddur og upp- vaksin í Føroyum, og havi ikki havt so lítið við Strandferðsluna at gera. Var eg ivasamur áðrenn, var eg tað ikki minni, tá eg hevði fingið hasi boðini. Leygarmorgunin klokkan 7.45 var eg í Leirvík. Spurdi ein bussførara: "Hvar er Snarbussurin?. Hann svarar eitt sindur skemtingarsamur: "Hvør bussur? – Hann er givin fyri 14 døgum síðani, og eingin veit nakað". Eg hugsaði tað. Fyri mín egna kropp við góðari tíð, hevði hetta ikki so nógv uppá seg, men var hetta ein mamma við fleiri børnum - kanska í illveðri - ella ein útlendingur, sum hvørki vitsti eitt ella annað, nú einki virkar, hevði hetta komið sera illa við. At hann koyrir ella ikki, er eitt, men at fráboðanar- skipanin hjá Strandferðsl- uni, sum einki annað hevur at gera, enn at tæna sínum kundum, hoyrir hetta onga- staðni heima. – Hugsið tykkum til, hetta er í Før- oyum, sum lutíst skal liva av at tæna útlendskum ferðafólkum við "precis- sión". Hvar hetta fráboðanar- liðið er brotið veit eg ikki. Hinvegin fari eg - sum kundi - at biðja um eina frágreiðing, tí hetta er ikki fyrstu ferð, at fráboðan- arskipanin hevur svikið, og hvat ætlast at gera við hetta. Til seinast. Lat okkum siga at útlendskt ferðafólk, sum skuldi á Flogvøllin hevði fingið at vita, at ferjan sigldi um Leirvíks- fjørð kl. 8.45 leygar-morg- un. Ein tílík fráboðan, kundi ikki verið óhugsandi. Fráboðanin á Farstøðini virkar ikki nógv væl C M Y K 11 10