Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 30 - 13. februar 2003 Nr. 30 - 13. februar 2003 13 Malan Marnersdóttir Í seinastuni hava hægru útbúgvingarnar verið um- røddar í fjølmiðlunum, og tað er eyðsæð, at tað er um- ráðandi alt fyri eitt at fara undir at gera ætlanir fyri, hvussu akademiska út- búgvingarskipanin skal vera í framtíðini her á landi, um og hvussu hon eigur at verða víðkað og ment. Teir stovnarnir, sum fara ella ætla sær undir at geva akademiskar útbúgvingar og Fróðskaparsetrið mugu saman finna út av, hvussu tær nýggju akademisku út- búgvingarnar, sum eru í umbúna, kunnu koma í lag. Men fyrst má støða takast til um og hvørjar aðrar aka- demiskar útbúgvingar enn tær, sum eru í boði her á landi, tørvur er á skipa, og hvørjar tað ber til at fara at bjóða. Aftur hevur verið nevnt, at tað er undarligt at ongar hægri útbúgvingar eru í tí, sum er høvuðsinntøkukelda í landinum. Eingin ivi er um, at tørvur er á útbúgv- ingum í fiskaframleiðslu- fakum. Stutt fyri jól stóð í Dimmalætting, at Handils- skúlin hevur ætlanir um at gerast eitt universitet og geva bachelorútbúgvingar í handils og leiðslufakum. Skúlin heldur í tí sambandi, at Fróðskaparsetrið skal veita "trygd fyri akadem- iska stignum á teimum hægri útbúgvingunum" á handilsskúlanum. Uppskotini tróta ikki. Spurningurin er kanska meira, at fáa til vegar teir førleikar, sum skulu til, fyri at geva útbúgvingarnar. Um tað skulu vera akademiskar útbúgvingar, er m.a. ein spurningur um nóg góður og nóg nógvur førleiki er tøkur í landinum til at bjóða út akademiskar útbúgving- ar á øllum hesum økjum. Og hvørt hesir førleikar skulu savnast ella spjaðast út á fleiri stovnar. Fróðskaparsetrið Handilsskúlin ímyndar sær, at Fróðskaparsetrið skal "veita trygd fyri akadem- iska stignum" á handils- skúlanum. Men setrið er ikki ein myndugleiki, sum kann veita trygd og góð- kenna ymiskt. Fróðskapar- setrið er eitt universitet, sum við góðkenning frá landsstýrismanninum í mentamálum hevur mynd- ugleika til at geva ávísar akademiskar útbúgvingar. Tær akademisku útbúgv- ingarnar, sum eru í boði á Fróðskaparsetrinum, eru heimilaðar við løgtingslóg og kunngerð. Tað er við øðrum orðum landsstýr- ismaðurin í granskingar og undirvísingarmálum, sum gevur t.d. setrinum loyvi til at geva tær ávísu útbúgv- ingarnar, sum eru at fáa har. Akademiskar útbúgv- ingar og gransking Akademiskar útbúgvingar eru grund og framhalds- útbúgvingar umframt granskaraútbúgving. Tær eru eyðkendar við, at undirvísingin er grundað á gransking. Tað vil siga, at tey, sum undirvísa og hava ábyrgdina av fakunum, eru virknir granskarar og hava royndir við gransking. Før- leikin at granska kann ikki veitast og gevast við fulltrú so at siga. Útbúgvingar og granskingarpolitikkur Tað er tíð uppá at fáa eitt álvarsligt orðaskifti um, hvørjar og hvar tær aka- demisku útbúgvingarnar skulu vera. Higartil hevur Fróðskaparsetrið verið ein- asti akademiski lærustovn- urin í landinum – tað var endamálið við honum, tá ið han var stovnaður í 1965. Í útbúgvingarpolitikkálitin- um Føroyskur førleiki frá 1999 stendur, at øll hægri útbúgving og gransking í Føroyum skal savnast á Fróðskaparsetrinum í størst møguligan mun. Hvat "í størst møguligan mun" merkir, veldst m.a. um politiskan vilja: Er tann politiski viljin soleiðis, at akademiski førleikin skal spjaðast út á nýggj pinku- universitet, ella er hann so- leiðis, at akademiski før- leikin skal savnast á tí lítla universitetinum, sum vit hava? Nýggjar bachelor- útbúgvingar Ein nýggj akademisk út- búgving er júst byrjað. Tað er bachelorútbúgvingin í sjúkrarøktarfrøði. Haraftur- at er talan er um at seta á stovn bachelorútbúgvingar, t.e. 34 ára langar grundút- búgvingar, í leiðslu um- framt lærara og pedagog- útbúgvingar. Fleiri aðrar eru hugsandi við. Tvey ár á rað hevur løg- maður í røðu sín á ólavs- søku sagt, at útbúgvingar- nar eftir miðnámsskúlarnar eiga at verða samskipaðar við Fróðskaparsetrið, og eg giti, at hann meinar við tær akademisku útbúgvingar- nar. Nú er tíðin komin, at gera okkurt, so at hann ikki fyri triðju ferð skal bera hetta fram. Stødd ella dygd? Vit eru eitt lítið, men sera ríkt land. Vit hava flaka- virki, ítróttarhallir og gras- líkisvøllir á hvørjum tanga, so hví ikki eisini universi- tet? Universitetið, sum vit hava, er eitt lítið universi- tet, sum átti at vaksið fyri at økt um dygdina og menn- ingarmøguleikarnar, so- leiðis at tað kundi verðið tann høvuðsstovnur í land- inum, sum tað átti at verið. Tað ræður ikki um at hava nógv universitet, men um at hava eitt gott og sterkt uni- versitet. Tað krevur eina ávísa stødd fyri at akademiska virksemið kann gerast ein verulig samfelagslig megi. Tað krevur ein ávísan "kritiskan massa", eitt vist tal av fólki má til á teimum akademisku økjunum, so at eitt vísindaligt orðaskifti kemur í lag, sum kann menna vísindaliga virk- semið. Sumstaðni í før- oysku granskingini er enn bert eitt fólk á hvørjum fak- øki. Fakøkini eru smá og sera spesialiserað. Vísinda- liga arbeiðið má alla tíðina fylgjast við framløgu og orðskifti um arbeiðslag og úrslit, soleiðis at ið hvussu er summi av teimum kunnu gerast til nýggjar vørur og tænastur. Hækkað útbúgvingar- stigið í landinum Virksemið á universitetum sum Fróðskaparestrinum skal vera grundað á vís- indaligt arbeiði, bæði út- búgvingarnar, sum verða givnar, og granskingin, sum fer fram har. Tað krevur ein kjarna av vísindastarvs- fólki, sum kann geva granskingargrundaðu und- irvísingina og hava á- byrgdina av, at tey, sum har- afturat lesa tímar á aka- demisku útbúgvingunum, eru før fyri tað. Eingin ivi er um, at tað er rætt at hækka útbúgvingar- stigið í landinum. Tað er tann vegin vit eru farin og skulu halda fram at fara. Men skulu fleiri akadem- iskar útbúgvingar enn tær, sum nú eru, bjóðast út, er neyðugt at tryggja, at tær veruliga eru á akademisk- um stigi. Greiða má fáast á, hvussu tann neyðugi granskingarførleikin á aka- demisku útbúgvingar- stovnunum verður rokkin, hvussu hann kann verða hildin uppi og mentur. Grundreglan er, at gansk- ingarførleiki kann ikki fáast á annan hátt enn gjøgnum vísindaligt arbeiði í verki. Fróðskaparsetrið kann ikki veita trygd fyri, at vísinda- ligur førleiki er á øðrum lærustovnum. Eftir mínum tykki hevði verið ruddiligast, um Fróð- skaparsetrið varð víðkað við teimum deildum, sum komið verður fram til eiga at vera. Í løtuni er talan um t.d. sjúkrarøktarfrøði, hand- ilsfrøði og námsfrøði. Um so skal vera, mugu ætlanir verða gjørdar fyri at byggja ein lærdan háskúla, sum hevur allar tær akademisku útbúgvingarnar um hendi. Tey lesandi eiga at hava góðar og tíðarhóskandi lestrarumstøður. Rættar- trygd teirra skal vera í lagi, tey mugu fáa bachelor og onnur prógv, sum eru javn- sett í metum og dygd. Grund ella høvuðs- greinaútbúgving Hvørt vit skulu geva aka- demiskar grundútbúgving- ar her á landi ella heldur leggja dent á at hava høv- uðsgreina, Masterstig og granskaraútbúgvingar er javnan frammi í orðaskift- inum. Fyri stuttum førdi Ás- mundur Guðjónsson sera avgjørdur fram, at Fróð- skaparsetrið ætlar "í fyrstu atløgu at framleiga bache- lorar" og leggur afturat at "bachelorútbúgvingar fáast væl bíligari í øðrum lond- um". Tað kann vera, at tað er bíligari at fáa útbúgving í ørðum londum, men tað veldst kortini um hvussu roknað verður. Tað hevði sum heild verið bíligari, um vit øll fluttu burtur í onnur lond. Sumt fæst kortini bara í Føroyum, eitt nú akademiskar útbúgvingar í føroyskum viðurskiftum, máli og bókmentum, søgu, samfelagi og náttúru. Men spurningurin er, hvat annað enn tað serføroyska vit skulu granska og undirvísa í. Útbúgvingarpolitikkur snýr seg bæði um at geva so góða og nógva útbúgving sum gjørligt, og um at gera tað liviligt og fáa fólk at støðast í landinum. Nógv av teimum, sum hava fingið eina útbúgving á Fróð- skaparsetrinum høvdu ivaleyst als ikki fingið eina akademiska útbúgving, um ikki setrið var. Men tað er rætt, sum Ásmundur Guð- jónsson sigur í greinini, at tað mesta í granskingar og útbúgvingarskipanini her á landi er søguliga treytað. Í 1960 og 70’unum varð hildið rættast at byggja aka- demisku útbúgvingarnar upp niðanífrá, at gera grundútbúgvingar fyri at geva teimum ungu møgu- leika at byrja lesturin her heima. Síðani er tað vorðið soleiðis, at tað ber til at fáa fleiri heilar akademiskar útbúgvingar á setrinum. Royndir úr grannalondum okkara vísa, at tess longri tað slepst útbúgvingarliga í landinum ella landspart- inum, tess fleiri verða ver- andi og brúka útbúgving- ina, so at hon verður land- inum ella landspartinum at gagni beinleiðis. Fróð- skaparsetrið legði fyri við grundútbúgvingum, fyrst 2 ára útbúgvingum og tað tykist sum tær so líðandi allar verða 3-3 1/2 ára bachelor útbúgvingar, bachelor of arts (hugvís- indaligar) og bachelor of science (náttúruvísindalig- ar). Á hugvísindaligu deild- unum á Fróðskaparsetrin- um eru framhalds-útbúgv- ingar upp til kandidat og cand.mag.prógv, t.e. til- samans 46 ára útbúgvingar. Náttúruvísindaligu út- búgvingarnar á setrinum eru upp til bachelorstig. Eftir tað mugu studentarnir burtur at fáa sær kandidat- prógv. Tey, sum eru skikk- að, kunnu síðani koma aftur og fáa granskaraút- búgving á setrinum. Og tað hevur týdning, at tey eru byrjað á setrinum. Tað verða fleiri og fleiri ph.d.lesandi á Fróðskapar- setrinum, sum hava lokið grundútbúgvingina her. Spurningurin er, hvat hevði hent, um vit løgdu um, sum Ásmundur Guð- jónsson mælir til, og søgdu: Grundútbúgvingarnar mugu tey ungu fáa sær uttanlands, síðani kunnu tey koma higar og lesa høv- uðsgrein, Master og granskaraútbúgvingina. Kontinuiteturin, sum vit hava bygt upp, hevði ið hvussu farið fyri skeyti. Royndirnar úr Noregi og Íslandi siga, at eftir at universitetini í ávikavist Tromsø og á Akureyri fóru at virka, øktist talið av fólki við akademiskari útbúgv- ing, sum búgva og virka í landspartinum. Tað var í síni tíð hildið at vera óða- mannaverk at seta hesi universitetini á stovn! Ì Føroyum eru royndirnar tær somu: Her búleikast alt fleiri fólk, sum hava aka- demiska útbúgving, m.a. tí at tey hava fingið tær á Fróðskaparsetrinum. Undirvísing og gransking Um undirvísingin á Fróð- skaparsetrinum fer við ov nógvari tíð og tekur megi frá granskingini er eisini vert at tosa um. Meginregl- an er, at býtið eigur at vera toluliga javnt millum tær báðar arbeiðsuppgávurnar. Afturat teimum kemur, at starvsfólk og studentar á universitetum eiga at taka lut í og stíla fyri fyrisiting- ini á stovninum. Hinvegin er undirvísing sera stimbrandi fyri gransk- ing. Granskingararbeiðið fær mangan mið og kós gjøgnum undirvísingina. Tað torførasta er mangan at orða spurningarnar so greitt og væl, at bæði granskarin sjálvur og onnur fata teir, og í tí sambandi er undir- vísing ein frálíkur læru- meistari. Frálæruuppgávan krevur, at granskarin leggur seg eftir at miðla kunnleika sín, lærir studentarnar, hvat vísindaligt arbeiðslag er í verki og er har til at beina teimum á rætta leið. Har- afturat er eisini samanset- ingin av gransking og und- irvísing søguliga treytað. Hon var hugmyndin – vi- sjónin – hjá fyrstu uni- versitetunum. VIÐMERKINGAR Akademiskar útbúgvingar VIÐMERKINGAR Sosialurin, Annlis og teir høgu embætismenninir Sjúrður Skaale Í tveimum gløðandi odda- greinum finst Sosialurin at eini ungari vágskonu, tí hon hevur tikið nakrar »høgar embætismenn« av ræði. Men hvør førir penn- in á Sosialinum? Kann tað hugsast, at skribenturin sjálvur sat í setanarnevnd- ini. At hann sjálvur er ein av hesum »høgu embætis- monnum«? Ein landsfornfrøðingur bleiv settur - og okkurt var galið. Antin setti Annlis Bjark- hamar, landsstýrismaður, tann best skikkaða umsøkj- aran til viks. Ella noktaði setanar- nevndin at innstilla tann best skikkaða umsøkjaran. Í hesi nevnd sótu Petur Pet- ersen, aðalstjóri í Menta- málaráðnum, Jóannes Dals- gaard, deildarleiðari í Mentamálaráðnum, Poul Nolsøe, løgfrøðingafulltrúi í Mentamálaráðnum, og Andras Mortensen, sum umboðaði starvsfólkið á Føroya Fornminnissavni. Annlis heldur uppá, at hon hevur sett best skikk- aða mann í starvið. So vís er hon í síni søk, at hon heitir á tey ónøgdu um at leggja málið fyri umboðs- mannin. Setanarnevndin, sum varð tikin av ræði, er í øðini. Men tað, sum fær sinnini hjá hesum monnum í kók, tykist ikki vera at ein illa skikkað- ur maður er vorðin lands- fornfrøðingur. Tað er meira sjálvt hetta at tann unga vágskonan hevur tikið teir av ræði, sum øsir teir. Setanarnevndin fær fullan stuðul frá Arna Thor- steinsson, fyrrverandi landsfornfrøðingi. Men heldur ikki hjá honum er tað spurningurin um tær fakligu kvalifikatiónirnar, sum skapar vreiðina. Hann segði soleiðis við Sosialin hósdagin: »Tað kann fyri sovítt vera líka mikið, hvør er best skikkaður. Tað, sum er avgerandi her, er, at landsstýrismaðurin setir setanarbólkin til viks«. Við øðrum orðum: Tað eru persónar, ið telja. Ikki kvalifikatiónir. Thorsteinsson grundar sítt álop á ein pástand um, at Annlis ikki hevur »fak- ligan førleika« at taka sína avgerð. Um hetta er so, fæst bert at vita, um um- boðsmaðurin fer at kanna málið. Og tað mugu vit vóna, at hann fer. Tí antin hevur landsstýrismaðurin ella hevur setanarbólkurin gjørt okkurt skeivt. So skeivt, at antin má lands- stýrismaðurin, ella mugu embætismenn fara úr sín- um sessum. Gløðandi skribentur Stríðið um almennu mein- ingina í einum máli sum hesum, fer fyrst og fremst fram í bløðunum. Sosialurin var ógvuliga skjótur at taka støðu. Í fyrstu oddagrein, sum varð skrivað eftir at Bjarkhamar hevði boðað frá síni avgerð, gjørdi blaðið greitt, at talan var um eina »ódámliga starvsset- an«, og at landsins stýri við hesum »undirgrevur sín egna setanarpolitikk«. Men heldur ikki hjá oddagreinskrivaranum í Sosialinum vóru tað kvali- fikatiónirnar, sum taldu mest. Nei, tað var hetta at »setanarbólkurin við hægstu embætismonnunum í Mentamálaráðnum« var settur til viks. Áðrenn nakar uttanfyri- standandi rættiliga visti, hvat hetta málið snúði seg um, tók oddagreinskrivarin hjá Sosialinum altso sera harðliga til orðanna. Hann var púra vísur í síni søk. Og hann meinti effinett tað sama sum setanarbólkurin við teimum so klóku »høgu embætismonnunum«. Í gjár er so aftur ein oddagrein um málið í Sosi- alinum. Eisini hon tekur fullkomiliga treytaleyst støðu fyri embætismonnun- um, og leggur grovt og ógv- usliga eftir Bjarkhamar. Skribenturin er ræðuliga illur. Tú fært kensluna av, at hann gløðir av harmi um tey neyðars embætisfólk, »sum lítið og einki fáa gjørt sjálvi fyri at verja seg«. Tað, sum hendir á Menta- málaráðnum, kallar hann fyri eina »PROSESS«(!), sum Annlis Bjarkhamar hevur sett í verk. Hvat orðið »prosess« sip- ar til, er eingin ivi um. Men hóast skribenturin heldur tann órætt, sum fer fram, vera so ræðuligan, at hann ger hesa samanbering, so vil hann ikki hava málið lýst til fulnar. Hann vil ikki hava tað fyri umboðsmann- in, so kemur alt á borðið, og støða kann takast á upplýst- um grundarlag. Nei, her skal einki kannast. Í staðin verður heitt á løgmann um at syrgja fyri, at embætismenn hereftir fáa fult og heilt og óskert vald á hesum øki: »Løg- maður eigur at steðga slík- um og presisera nógv meira gjølla, at landsstýrismenn eiga als einki at hava við starvssetanir á hesum støð- inum at gera«, skrivar per- sónurin á Sosialinum. Hvør er persónurin Men hvør er hesin grein- skrivari, sum fyri tað fyrsta tykist standa málinum sera nær, fyri tað næsta púra treytaleyst tekur støðu fyri øðrum partinum í málinum, og fyri tað næsta ikki vil hava málið lýst til fulnar? Kann tað hugsast, at tann, sum skrivar - ella ið hvussu er førir pennin - er ein av teimum, sum plagar at skri- va oddagreinir í Sosialin? Kann tað hugsast, at greinskrivarin er sami mað- ur, sum stýrdi marathonher- ferðini hjá Sosialinum um ein annan landsstýrismann í mentamálum, nevniliga Signar á Brúnni? Kann tað við øðrum orð- um hugsast, at greinskrivar- in var limur í setanarnevnd- ini? At hann sjálvur er ein av teimum »høgu embætis- monnunum«, sum hann heldur tað vera so ódámligt at seta til viks? Er hetta orsøkin til, at Sosialurin í hesum máli straks tók neyvt somu støðu sum setanarbólkurin við teimum so klóku »høgu embætismonnunum«. Er hetta orsøkin til, at Sosial- urin nú vil hava løgmann at skera ígjøgnum til frama fyri embætismenninar, áðr- enn umboðsmaðurin hevur lýst málið til fulnar? »Embætisfólk hava tagn- arskyldu og kunnu sum so ikki so lætt fara út alment og tala at sínum egna ar- beiðsgevara«, sigur greina- skrivarin eisini. »Sum so ikki so lætt«, skrivar persónurin. Nei. Men kanska kortini? Undir dulnevni? Tann spyr, ið ikki veit. Kanska er illgrunin ógrundaður. Kanska er tað tann altíð so fullkomiliga óhefti og sakligi blaðstjórin, Jan Muller, ið sjálvur, á óheftum grundarlag, hevur analyserað seg fram til nið- urstøðurnar hjá Sosialinum. Kanska. Men her er nógv, ið tykist sera løgið. Og so leingi Sosialurin letur eitt lítið lið av fólki nýta oddagreinina til síni dulnevndu og mangan ónd- sinnaðu og perfidu lesara- brøv, hongur slíkur illgruni altíð í luftini. Teir, ið skriva, seta seg sjálvar undir ill- gruna. Føroyski toskurin eitt undur Tummas Jacobsen Hetta er yvirskrivt í Dag- blaðnum mánadagin 27. januar, og vísir Dagblaðið til útsøgn hjá canadiskum fiskifrøðingi, sum verður roknaður at vera ein hin fremsti ICES-serfrøðingur. Sami serfrøðingur sigur, at tað er ófatiligt, at heimsins fiskifrøðingar ikki streym- aðu til Føroya at kanna, hvat tað var, sum gjørdi, at toskurin kom fyri seg aftur undir Føroyum. Henda útsøgn staðfestir tað niðurstøðu, sum mangir føroyingar komu til, løg- maður okkara íroknaður, tá hann í nýggjárstalu síni á sinni segði: “Men hóast mangar dugnaligar persón- ar, høvdu vit ikki verið komin so væl fyri okkum, um ikki Hin Almáttugi Gud hjálpti okkum!” Støðan í dag betri enn nakrantíð! Tað er mín sannføring, at Gud í Síni náði hoyrdi róp føroyinga, tá vit bóðu um fyrigeving fyri at vit høvdu verið so gramlig, og bóðu Hann um at senda fisk aftur á grunnar okkara. Jú, sanni- liga, tað er eitt stórt undur. Men spurningurin ídag er so, um vit hava lært nakað av tí stóru kreppu, sum vit vóru í. Støðan ídag er betri enn hon nakrantíð hevur verið í mínari tíð - men tað merkir ikki, at nýggjar kreppur ikki kunnu lúra hinumegin hornið. Tað er gleðiligt at fiskivinnan klárar seg so væl sum hon ger, hóast ikki øll eru líka væl fyri, eitt nú rækjuflotin. Ídag vinna menn tað, sum teir arbeiða fyri uttan al- mennan stuðul. Eg minnist hvussu studningsskipanin í 70’unum førdi til, at tað loysti seg væl at eiga skip og einki fáa, tí studningurin helt lívi í stórum skara av flotanum. Vit eiga at klára okkum sjálvi! Ein av teimum sokallaðu andaligu víkingunum, sum nú er heima hjá Harranum, segði, einaferð hann vitjaði Føroyar: “Ein hvør tjóð eigur at liva av tí tilfeingi, sum Harrin gevur!”, og eg eri sannførdur um, at hetta er grundregla Guds - eisini fyri Føroyar. Gud hevur útvegað nóg mikið av rá- evni til føroyingar, so vit kunnu liva av tí uttan stuðul frá øðrum tjóðum ella fel- agsskapum. Tí er tað ikki andaligar ævintýr útsagnir tá sagt verður, at Gud skal halda tjóð okkara uppi; tí tað hevur Hann sanniliga prógvað við toskinum. Vit mugu halda okkum til Guds orð! Men - og tað er eitt men. Vit mugu sum tjóð, virða grundreglur Guds og halda okkum til Hansara boð. Tað er byrjunarstøðið fyri at vit, sum fólk, skulu kunna liva í náði Hansara. Og her er tað at vit mugu heita á leiðarar- nar fyri landi okkara, um ikki at seta lógir í gildi, sum ganga ímóti boðum Guds s.s. fría forsturtøku, frítt porno, vígslu fyri sam- kynd o.s.fr. Eg skal ikki koma meir inn á hetta her, men eg vil taka eitt álvarsmál upp , og tað er tíðindini mannamill- um um ólógliga fiskiveiðu. Ólóglig fiskivinna máar støði undan okkum! Orðatakið sigur at sjáldan rýkur av ongum brandi, og tað kann ikki vera einki í tíðindunum um, at nakrir av bestu veiðubátum okkara í føroyska fiskiflotanum, fiska innanfyri mark, og á stongdum leiðum regluliga. Hetta eru tíðindi frá fólki sum hava verið við slíkum bátum, ella sum hava hoyrt tað frá monnum, sum hava verið við. Útfrá tí sannfør- ing, at Gud við Síni náði hevur givið okkum allan tann nógva fiskin, so er tað at máa grundarlagið fyri okkara góðu fiskitíð, at veiða fiskin ólógliga - ella við øðrum orðum - at stjala hann. Tað sigur seg sjálvt, at hetta viðførir, at Gud tekur Sína náði aftur, tí Gud kann ikki signa lógarbrot og stuldur - so gongur Hann ímóti Sær Sjálvum. Latið okkum venda við! Kæru fiskimenn - kæra før- oya fólk: latið okkum venda við og gera alt vit kunnu, fyri at hetta heldur uppat, ongantíð ov skjótt. Tí júst hetta ger, at ein kreppa liggur og lúrir. Liva vit rætt, og bera rættvísan pening inn í okkara sam- felag, so vil Gud vælsigna - og vit koma at varðveita góðar tíðir í Føroyum. Um ólóglig fiskivinna ótarnað heldur áfram, so kemur kreppan aftur fyrr ella seinni, og vit koma at liggja, so sum vit sjálvi hava reitt. Latið okkum ídag venda við. Gud sær eisini tað, sum vaktar- og bjargingartæn- astan ikki sær. Um eingin veit av ólógligum fiski- skapi, uttan teir sum gera tað, so førir tað til kreppu. Tí Gud sær, og Hann vakir yvir orði Sínum. Lyfti Hansara standa føst, við teimum treytum, sum tey hava við sær. C M Y K 13 12