hósdagur 13. februar 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 - 13. februar 2003
15
VIÐMERKINGAR
HÚSDJÓR
Tíðindaskriv
Reinrøktaði (DK = ren-
avlede) húsdýr, kynbøtt í
vesturheiminum, eru nú við
at beina fyri stórum parti av
teimum staðbundnu hús-
dýrasløgunum um allan
heimin. Mátin at hava hús-
dýr er eisini broyttur heilt
og fult hesi seinastu 50
árini. Nú er meira talan um
ídna heldur enn húsdýra
hald. Stóru brúkini vilja
hava dýr, sum ikki víkja
nógv frá hvørjum øðrum.
Tað hevur við sær, at lív-
frøðiliga margfeldið hjá
húsdýrunum minkar fyri
hvøn dag sum gongur.
Hettar hevur gjørt, at fólk
og myndugleikar víða um
heimin eru við at vakna, og
royna nú at bjarga teimum
staðbundnu húsdýrasløg-
unum. Í Norðurlondum
verður almenni parturin av
hesum arbeiði røkt av
sokallaðum "ílegutilfeing-
isnevndum" (DK = genres-
sourceudvalg) fyri hvørt
einstakt landið. Norrøna
Ráðharraráðið hevur stað-
fest, at tað er ábyrgdin hjá
hvørjum einstøkum landi
sær at skipa fyri, at gomlu
húsdýrasløgini ikki fara
fyri bakka. Sama ábyrgd er
áløgd londunum sambært
Rio-sáttmálanum og ST-
sáttmálanum um lívfrøði-
ligt margfeldi frá 1994.
Norðurlondini hava skipað
sítt samstarv í Nordisk
Genbank for Husdyr, NGH,
sum hevur sæti í Ås í
Noregi, sjá heimasíðuna:
www.ngh.org
Nú er støðan tann, at
sjávt tey stóru feløgini, sum
fyriskipa kynbøting av hús-
dýrum, eru við at vakna, og
hava meira og minni stað-
fest, at skulu tey bøta um
sløgini leingi framyvir og
hava møguleikan av broyta
kynbótaætlanina munandi,
er neyðugt at bjarga gomlu
húsdýrasløgunum – tí í
teimum finnast eginleikar,
sum í dag eru reinrøktaðir
burtur í teimum nýggju
sløgunum, bæði tilvitað og
ótilvitað.
Neytini:
Fyri nøkrum árum síðani
var NGH við til at fíggja
kanningar av, hvussu norð-
urlendsku neytasløgini eru
í ætt hvørt við annað. Einki
tilfar varð tá fingið til vega
úr Føroyum. Eingin í Før-
oyum visti um kanningina
fyrr enn aftaná, at hon var
gjørd. Tískil komu tey
føroysku neytini, sum tá
vóru eftir, ikki við í kann-
ingina. Tí vita vit einki um
okkara gamla neytaslag,
sum nakað var eftir av tá,
hóast alt.
Nú er enn minni - um tað
er nakað - eftir av slagnum,
og tað, sum er eftir, er enn
meira blandað.
Skal nakað munagott
gerast fyri at bjarga tí, sum
møguliga er eftir, er neyð-
ugt at fáa staðfest, hvørji
einstøk neyt hava nakað av
gamla slagnum í sær. Úr tí
tilfarinum er neyðugt at
royna at byggja stovnin
nakað uppaftur. Ivasamt er,
um tað letur seg gera, men
skal tað gerast, mugu vit
hava nógva góða fakliga
hjálp til tess.
Nú verður kanska ein
kanning gjørd fyri at finna
fram til um nakað er eftir
ella ikki.
Seyðurin:
Í 1999 var NGH við til at
fíggja
eina
tilsvarandi
kanning av seyði. Tá gjørdi
íslendska umboðið í NGH-
stýrinum, Emma Eyþórs-
dóttir, vart við, at seyðurin í
Føroyum ikki var við.
Blóðroyndir vóru tiknar av
20 seyðum í Føroyum, sum
komu við í kanningina. Tað
úrslitið verður almanna-
kunngjørt um stutta tíð.
Seyðurin í Føroyum er
ikki
beinleiðis
hóttur.
Neyðugt er tó at vera á
varðhaldið, tí í ávísum øki
bendur ymiskt á, at nógv er
blandað uppí av fremm-
andum seyði. Men tað
skulu nærri kanningar til
fyri at staðfesta, at so er. –
Vit hava ikki førleikan í
landinum at gera slíkar
kanningar.
Skal seyðurin í Føroyum
nøkta part av okkara tørvi
av seyðakjøti, við teimum
krøvunum, sum framtíðar
nýtarin kemur at seta, er
neyðugt at fara undir mið-
víst kynbótaarbeiði. Og tá
er neyðugt at vita, hvussu
tað skal gerast, fyri ikki at
hótta seyðastovnin, ella at
broyta hann meira enn
ætlað.
Rossini:
Eingin alment fyriskipað
norðurlendsk ella europe-
isk samanberandi kanning
er enn gjørd við nýggjari
tøkni (DNA kanningar) at
staðfesta ættarsambandið
millum
norðurlendsku
rossastovnarnar, ella teirra
samband við rossastovnar í
t.d. Bretlandi og Norður-
evropa annars. Ein norsk
doktararitgerð frá 2001
hevur tó, við støði í DNA
kanningum, viðgjørdi ætt-
arsambandið
millum
norsku rossasløgini Fjord-
hest, Lynghest, Dølehest og
Kaldblodstraver. Harafturat
samanbar norsku rossini
við Íslandsrossið, Shet-
landsponyin og Mongolska
rossið. Tíverri var Føroyska
rossið ikki við í hesi sera
forvitnisligu kanningini.
Eldri kanningar hava víst,
at føroysku rossini tykjast
vera í ætt við ensku Ex-
moor rossini.Vónandi fær
Føroyska rossið pláss í
teirri evropeisku, ES fíggj-
aðu, verkætlanini, ið sigst
vera undir fyrireiking.
Skal føroyski rossastovn-
urin vera lívførur í longd-
ini, er avgjørt neyðugt við
tiltøkum.
Tíbetur
varð
møguligt at taka sáð undan
stórum parti av verandi
greðingastovni síðsta heyst
at frysta í sáðgoymslu (gen-
banka). Landskassin lat
góðan stuðul til tess. Men
hettar er ikki nóg mikið til
at varðveita stovnin á burð-
ardyggum støði. Neyðugt
er, at stovnurin verður væl
størri, enn hann er nú. Sum
nú er, eru bert 13 fullbúnar
ryssur og 5 ryssur millum 5
og 2 ára gamlar.
At hava nokk av frystum
sáði í tangum á Royndar-
støðini, men alt ov fáar
ryssur at ala undan, bjargar
ikki stovinum.
At økja stovin munandi
gerst ikki eftir eini løtu, og
kynbótaarbeiðið kann ikki
koma uppá tal, fyrr enn
stovnurin er minst fjórfald
so stórur, sum hann er í
dag, tvs. omanfyri 200 ross
Dunnur og gæs
"Talið av gásum í Føroyum
var í mong ár í støðugari
minking, og var í 1950-
unum komið niður á eini
2000 fuglar. Gamla sið-
venjan, at mong húski
høvdu
nakrar
dunnur
og/ella nøkur høsn, var um
hetta mundið somuleiðis
um at fána burtur.
Seinnu árini er rættulig
vend komin í, og gæs og
dunnur verða settar við
víða um sum ongantíð áður.
Útlendsk gása- og dunnu-
sløg verða samstundis alt
meira blandaði upp í upp-
runaliga
fenaðin,
og
smærru føroysku sløgini
eru nú mest sum trokaði av
rókini av meira og minni
blandaðum fuglum ella
reinum útlendskum sløg-
um!
Ongin roynd hevur verið
gjørd at kanna hvussu upp-
runaligi føroyski heima-
fuglurin er skildur við gása
og dunnusløg í granna-
londunum. Skulu virðis-
miklu íbygdu eginleikarnir
í "gomlu" sløgunum varð-
veitast til komandi ættarlið,
hevur tað stóran skund at
taka um endan við miðvís-
ari kynbótaætlan. "
Hundar:
Gomlu hundasløgini fóru
fyri bakka av vansketni.
Eyrriðin
Eyrriðin er ikki eitt húsdýr,
men vit mennikju hava á-
byrgdina av at hann hevur
liviumstøður.
Nógv bendur á, at før-
oyski eyrriðastovnurin hev-
ur tað alt annað enn gott. Í
støðum har áður heilt nógv
var til, er hann mest sum
útdeyður. Her er ein upp-
gáva, sum eigur at fáa eina
loysn og ongantíð ov skjótt.
Húsdýrasløg og siðmentan
Skal náttúran uppi á landi í
Føroyum gagnnýtast burð-
ardygt og vera livandi og
spennandi at ferðast í, er
avgjørt neyðugt við lívfør-
um húsdýrastovnum. Ikki
minst hevur tað nógv at
siga, at talan er um hús-
dýrasløg, sum vit eru glað
fyri, og sum vit føla eru
okkara. Tað saman er gald-
andi alla aðrar staðir.
Umfram at verða eitt
tilfeingi av arvatilfari, eru
gomlu húsdýrini ein partur
av søguni. Tað er ikki fyrr
enn nú, at tøknin er til at
greina hesa søguna, og
nógv forvitnisligt kemur
støðugt undan kavi um
hvussu
húsdýrini
hava
breitt seg runt heimin.
Føroyar eru ikki limur í
NGH, hvørki sum eygleið-
ari ella sum fullgildur lim-
ur. Vit hava heldur onga
"ílegutilfeingisnevnd".
Nógv at tí, sum hevur verið
gjørt í Føroyum, hevur ver-
ið gjørt av áhugafelags-
skapum og einstaklingum.
Landsstýrið (Vinnumála-
ráðið) var tó við til at
fíggja, at nakað av varðveit-
ingararbeiði varð gjørt í
2002, og pengar eru aftur
settir av fyri í ár. Almennir
stovnar hava eisini verið
beinasamir.
Seyðurin hevur nógv at
siga í hugaheimi hjá nógv-
um fólki í Føroyum. Tí
mugu vit ansa væl eftir,
ikki at missa eyðkennini
hann hevur við at lata til-
vildarliga
innblanding
breiða seg um alt landið. Á
sama hátt eigur at verð
farið skilagott til verka, um
farið verður undir miðvíst
kynbótaarbeiði.
Vit koma at hava trupult
við at bjarga rossastovnin-
um uttan hjálp, og vit í Før-
oyum eru slett ikki før fyri
at endurbyggja føroyska
neytslagið uttan nógva og
góða hjálp aðra staðir frá,
um tað yvirhøvur letur seg
gera.
Onnur lond eru ofta í
somu støðu sum vit, men
har eru sløgini ofta blandað
rættuliga nógv, og ofta eru
sløgini nógv.
Vit eiga at samstarva við
onnur lond, og vera virkin í
tí samarbeiðinum eftir føri-
muni. Og nú tá NGH hevur
fund í Føroyum, er høvi at
virka fyri, at Føroya verða
ein partur av NGH, á ein
ella annan hátt.
Samskipari fyri fundin-
um í Føroyum var gunnar
Bjarnason á Føroya Jarðar-
ráð.
Norðurlendskur fundur um húsdjór hildin í Føroyum
Nordisk Genbank for Husdyr, NGH hevði fund í Føroyum 8. - 10. februar
– Vit eiga at samstarva við onnur lond, og vera virkin í tí samarbeiðinum eftir førimuni. Og nú tá NGH hevur fund í Føroyum, er høvi at virka fyri, at Føroya
verða ein partur av NGH, á ein ella annan hátt, heldur Gunnar Bjarnason á Føroya Jarðarráð, sum var samskipari fyri fundinum
15
14
Nr. 30 - 13. februar 2003
C
M
Y
K
14