leygardagur 7. apríl 1990síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 51 — 7. apríl 1990
Jústinus Olsen, djóralækni:
Síða 3
Galdandi er fyri øll djór, sum verða førd til sláturs, at hóvliga má farast fram,
annars minkar kjótgóðskan og okkara umdømi út eftir versnar, segði Jústinus
Olsen á grindafundinum hóskvóldið.
Orð: Jústinus Eidesgaard
Harðligi grindaraksturin,
sum vit hava sæð seinastu
tíðina, í Havnini má
steðga. Tað dugir ikki
longur, at skjóttgangandi
bátar øsa grindina upp,
soleiðis at hon kemur við
fleiri míla ferð móti hval-
vánni. Góðskan av tvøsti
og spiki minkar og við-
ferðin av hvalinum er tá
ikki nóg human.
Steinway millum
grindamenn
Einir 200 grindamenn
vóru møttir til grinda-
fundin, sum byrådid i
Havn, saman vid grinda-
formonnunum, skipadi
fyri hóskvgldið. Fundurin
varð hildin í samkomu-
hóllini ella auluni í
Eysturskúlanum. Keddi
ein seg, so kundi ein, um
ikki annað, hugna sær við
at skoða list hjá Ingolvi
og Zacharias, ella at
hyggja eftir hvussu eitt
Steinway flygel kann
nýtast sum talaraborð, tá
grindamenn øsa seg eitt
vet.
Men tað mundu vera teir
fækstu sum keddu seg. Eg
nýti orðið teir, tí konufólk
sá eg einki. Talan var um
ein konstrukuvan fund,
har hóast ósemju fekst
nakað veruligt burturúr.
USA Dollari
-mannsbåtarnir
VALUTAKURSIR
Bretland Pund
V-Týskland Markur
Svøriki Krona
Noreg Króna
Frakland Frankur .
Belga Frankur
Sverts Frankur
Holland Gyl
Smábátar fremst
Grindaformennirnir
komu við einum uppskoti
um at steðga grindini,
áðrenn hon varð hildin til.
Hetta skuldi gerast nakað
uttanfyri molan.
- Grindin má hvíla seg.
Tað er ein sannroynd, at
ein spekt grind er lættari
at fáast við, enn ein grind
sum er uppøst, segði ein
tann navnframasti
grindaformaðurin í
Havnini seinastu árini,
Jákup Andrias Mohr, sum
í gerandisdegnum fæst
við koyriteori fram um
grindarakstrarteori.
Grindin stressað
Herfyri, í fjølmidlunum,
komi Jákup Andrias tram
við, at seinastu 20 árini
høvdu grindafólk lagt
merki til dimmar blettir í
spikinum. Hetta komst av
at grindin var stressað, og
tí setti blóð seg í spikið
Hann legði eisini tá dent
á, at tað eru seinastu 20
árini, at sokalladu speed-
bátarnir eru komnir í
grindarakstur í hópatali
Grindaformennirnir skjóta
upp, at tá grindin skal
haldast til, tá skulu for-
liggja
fremst. Hesir skulu síðan
hava nakrar smábátar aft-
urat sær, sum skulu hjálpa
til, at fáa grindina at gera
Ultimo
6.4 síðsta mé
648,30 646,8!
1063,40 1062,5
382,28 381,95
105,66 105,65
98,80 98,60
113,75 113,50
18,475 18,46
432,60 132,05
339,60 39,0£
landgongd. Teir stóru bát-
arnir skulu halda seg
uttanfyri og bert hjálpa til
við sjálvum rakstrinum.
Onki ekkolodd
Drúgvt orðaskiftið varð
um hvussu grindin skuldi
rekast. Røddir vóru
frammi um, at allir bátar
skuldu hava leysakast
umborð, men ikki var
semja um hetta. Fleiri
førdu fram, at tað var
ómgguligt at hava leysa-
kast liggjandi fast umborð
á bátunum. Og tá grinda-
boð vóru var ikki altíð so
lætt at finna egnaðar
steinar.
- Stendur tað á at finna
leysakast, so kann býráðið
seta eina byngju upp við
gróti, hon kann standa
onkunstaðni á havnagk-
inum, soleiðis at allir vita
hvar grótið er. Vit hava jú
grótbrot í býnum, so tað
skal ikki standast á at fáa
leysakast. segði Poul
Michelsen, býráðsfor-
maður.
Schønning Eysturoy,
gamal grindamaður segði,
at tað ikki var líka mikið
hvat slag av grótið sum
varð nýtt at reka grindina
við. Skotið grót fór eins
og ein pláta aftur og fram
niður gjøgnum sjógvin.
Tá var ørvisi við mala-
gróti.
Tá vit tosað um fasta-
kast, so haldi eg, at neyð-
ugt er við málaðum
malagrótið. Tá ein hópur
av hvítum malagróuið
koma niður í sjógvin í
senn sum ein múrur, tá
fæst gongd á grindina.
segði Schønning Eystur-
Oy.
Svævið hvalin
Tað tykist sum megin-
parturin av grindamonn-
unum í dag geva Jústínus
Olsen, djóralækna, rætt í,
at hvalurin líður minni,
um bert hvødusædrarnar
verða skornar av, heldur
enn at geva hvalinum
mønusting og harvið
eisini at skera hann á háls.
- Tær kanningar eg havi
gjørt vísa, at um tú skert
æðrarnar av á tí einu
liðini, so doyr hvalurin
efur 70 sekundum. Skert
tú báðu megin, doyr
hvalurin eftir 14 sekund-
um. Tað snýr seg um at
fáa blóðtrýstið á hvalinum
at falla. segði Jústinus
Olsen, djóralækni.
- Hvalurin pínist meir
um hann fær mønusting.
Tá mønan er avkvett er
einki samband millum
heilan og kroppin, men
heilin livir og hvalurin
doyr als ikki beinanvegin,
segði Jústinus Olsen.
-Tá bert æðramar verða
Grind má rekast varliga
skornar av, verður skurð-
urin nógv minni og tað
kann hjálpa til at gera
grindadrápið meira ásýn-
iligt. Serliga tá vit hugsa
um tey eygu umheimurin
hevur á okkum. sigur
hann.
- Neyðugt er bert at
gera ein skurð, okkurt um
handabakið ul longdar og
eini 15-20 sentimetrar
gjøgnum spikid og tvøst-
ið, segði Jústinus Olsen,
djóralækni.
LOPPUMARKNAÐUR
I dag kl. 09.00 byrjar
loppumarknaður á torg
inum í SMS. Flog-
bóltsfelagið Fleyr skip
ar fyri og serliga verða
klædnavørur at fáa