hósdagur 13. februar 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 30 - 13. februar 2003
Johild Ziskason
1. februar 2003 endaði ein
epoka. Ein samkomustaður
fyri føroyingar ígjøgnum
nærum 30 ár mátti lúta fyri
gongdini. Hvat er hent síð-
ani tað skuldi enda so?
Skarv hevur virkað sum
ein mentunarligur miðdepil
fyri føroyingar í Keyp-
mannahavn. Her komu før-
oyingar úr øllum sam-
felagsklassum - ferðandi,
lesandi, fastbúgvandi før-
oyingar í Danmark, hand-
ilsfólk og danir við tøttum
bondum til Føroyar. Her
varð dansað til føroyskan
tónleik, borðreitt varð við
føroyskum viðskera og
serliga kjak um politik,
mentan, religión, ítrótt v.m.
Altíð endaði tað við felags-
sangi, onkur dugdi altíð at
spæla á guittara ella á har-
moniku. Stutt sagt, her livdi
og andaði hin føroyska
fólkasálin í einum fríum
skifti av sjónarmiðum. Við
tíðini komu grønlendingar
til. Teir funnu her ein fe-
lagsskap, orsakað av tí fe-
lagstilknýti teir hava saman
við føroyingum til Dan-
mark, og tað var í nógv ár,
lutvíst saman við íslending-
um, ein serligur norrønur
dámur, ið var heilt eina-
standani fyri Skarv.
Hetta gekk væl í nógv ár.
Skarv megnaði at endur-
nýggja seg við umbygging
og stílaskifti, ið nú var til
hvørja tíð. Innanhýsis-
myndin hevur skift millum
eitt slag av western-bodega
stíli yvir í eina spegilskafé,
og tey seinastu árini sum
ein meira fín barr og dansi-
stova. Hóast skiftini hevur
fólkaligheitin og hin breiði
tokkurin til øll samfelags-
løg verið sermerkið hjá
Skarv. Her kundi stórreið-
arin møta tí unga studentin-
um í Keypmannahavn, og
her kundu politikarar veru-
liga fáa fólk í talu, tí tað
fyrst og fremst var tað tjóð-
skaparliga tilknýtið, ið
hevði týdning. Tey flestu
kenna týdningin av, at møta
landsmonnum
í
øðrum
londum.
Við tíðini kykna ósemjur
seg upp bæði millum før-
oyingar innanhýsis og mill-
um føroyingar og grøn-
lendingar. Rúm og tollyndi
verður minni. Sambandið
og góðsemi millum føroy-
ingar og grønlendingar
verður avloyst av atfinn-
ingarsomum røddum, ser-
liga frá tí nýggju aðalkjarn-
uni úr Føroyum, ið ikki
heldur at Skarv er gott
nokk. Viðmerkingar sum at
"ein helst ikki vil møta
fullum grønlendingum á
Skarv" og at "føroyskur
tónleikur er ov pínligur at
spæla á einum diskuteki" er
alt meira alminduligur at
hoyra.
Tað er í hesi støðu, at
Todi Jónsson og aðrir lata
upp
dýra
náttklubban
"Jackways" á Hauser Plads,
sum eitt beinleiðis tilboð til
tey "ungu, ríku og vøkru",
og tey, ið fegin vilja verða
tað. Her verður brúkt dress-
code og her verður kraftig-
ur
skilnaður
gjørdur
millum almenningin. (Eitt
fyribrigdi ein kennur aftur
frá áttatiárunum). Her er
ikki rúm fyri "de skæve
eksistenser"
millum
føroyingar, og so serliga
ikki grønlendingum. Her
verður klárt sagt nei til ein
føroyskan/grønlendskan
felagsskap í ein so stóran
mun, at tað ber brá av
mannamuni. Tað eru nógv
dømi
uppá,
hvussu
grønlendingar eru avvístir
við eini heldur ivasamari
grundgeving.
Daniel P. Thorsteinsson
úr Vági metir í hesi støðu,
at tíðin er komin til eitt
ættarskifti.
Hann
letur
Skarv yvir til dóttrina Siri,
ið væl skilir, at okkurt nýtt
skal til. Hon hevur broytt
navnið á Skarv til tað
núverandi "Lemon", byggir
um og broytir stíl í ein
slíkan mun, at staðið meira
vendir sær til tann almindi-
liga danska almenningin.
Hennara føroyska bak-
grund avnoktar seg ikki, so
sjálvandi eru føroyingar
framhaldandi vælkomnir,
men tað verður uttan veðra
høvd, Skarv og føroyskar
myndir frá 1900 talinum á
veggunum.
Skarv gav skarvin yvir
VIÐMERKINGAR
Tilboðið frá Náttklubbanum »Jackways« hevur
havt ávirkan á 30 ára gamla samkomustað
føroyingar í Keypmannahavn, Skarv
Nr. 30 • hósdagur • 13. februar 2003 • 77. árg.
Fimtan kvinnur eru í
løtuni í holt við at
taka koyrikort til
motorsúkklu. "Tað er
sjáldsamt at hava ein
flokk, har meirilutin
av luttakarunum eru
kvinnur" sigur John
Christiansen koyri-
lærari í Havn
KOYRIFRÁLÆRA
Magnus Gunnarsson
Her hjá okkum hava tað
mest verið mannfólkini, ið
koyra á motorsúkklu, men
nú sær tað út til, at vend
kemur í. John Christiansen
koyrilærari í Havn hevur
ein flokk við 15 kvinnum,
ið ætla sær at koyra
motorsúkklu. Tað eru ikki
bert tær ungu kvinnurnar,
sum ætla sær motorsúkklu
koyrikort, tann yngsta er
fyrst í 20-unum, meðan
tann elsta er yvir 50. Tað er
ikki bara her hjá okkum, at
kvinnurnar hava fingið
áhuga fyri at koyra motor-
súkklu, men hetta er eitt rák
í fleiri londum. Ein orsøk
kann verða, at kvinnurnar
eru troyttar av at sita aftan
fyri hjá monnunum, nú
vilja tær koyra sjálvar
sleppa at koyra. John hevur
fingið sær eina Yamaha
Virago 535 motorsúkklu,
sum er væl egnað til
konufólk at koyra á.
Útbúgving sum
koyrilærari
John Christiansen er út-
búgvin skrivstovumaður.
Hann lærdi á Dimma-
lætting og arbeiddi har í 28
ár. Tey seinnu árini í leið-
andi starvi í fyritøkuni. Í
apríl 2000 fór hann at læra
til koyrilærara. Familjan
fluttu til Danmarkar, har
John fekk sær útbúgving
sum koyrilærari til persón-
bil, lastbil, buss, trailara og
motorsúkklu. Útbúgvingin
tók næstan tvey ár. Hann
arbeiddi eisini sum koyri-
lærari í Danmark, áðrenn
tey fluttu heimaftur. Hetta
gav honum góðar royndir
sum koyrilærari. "Tað er
annarleiðis at koyra í
Danmark, hóast ferðslan er
nógv, er hon í flestu førum
meira skipað enn her hjá
okkum. Har eru eisini
súkklubreytirnar at ansa
eftir. Ferðslan í Føroyum er
tøtt, og trongligt er í gøtun-
um. Í Danmark kemur tað
ofta fyri, at fólk vilja gjalda
eyka fyri at fáa serundir-
vísing. Hetta gera tey fyri at
sleppa undan at vera saman
við øðrum til teoritímar-
nar", sigur John, sum ar-
beiðir sum sjálvstøðugur
koyrilærari. Í løtuni er hann
knýttur at koyriskúlanum,
Sp/f Koyrikortið í Havn.
John Christiansen koyrilærari:
Nú vilja kvinnurnar koyra motorsúkklu
Nú vilju kvinnurnar sjálvar koyra motorsúkklu. Tær eru
troyttar av at sita aftan fyri hjá monnunum. Her tað Fríða
Berg, sum roynir Yamaha motorsúkkluna hjá John
Christiansen
Eftir at John Christiansen
hevði arbeitt á Dimma-
lætting í 28 ár, fekk hann sær
útbúgving sum koyrilærari til
persónbil, lastbil, buss,
trailara og motorsúkklu
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
19
18