hósdagur 13. februar 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 • hósdagur • 13. februar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Nógv verður lagt fyri, tá
meistaradeildarliðini
hjá
kvinnum hjá ÍF og TB
bresta saman í høllini á
Hálsi leygardagin kl. 14,30.
ÍF heintar leikara heim úr
Brasil og TB heintar leikar
heim úr Danmark.
Beint eftir at ÍF hevði
tryggja sær pláss í steypa-
finaluni, fór Sóley Phil-
brow hjá ÍF til Brasilia,
men fyri at kunna leika við
fullari styrki, hava ÍF-
kvinnunar fingið Sóley
heim aftur til Føroya av
suðurhálvkúluni, soleiðis at
hon kann leika við leygar-
dagin.
Og í suðri hevur eisini
verið arbeitt seinastu tíðina
fyri at styrkja um liðið.
Juanna Joensen, sum fyrr í
ár hevur leikt við elitu-
divisiónliðnum Åbyhøj í
bestu donsku deildini, kem-
ur eisini heim til finaluna.
TB hevur fyrr í ár sett seg í
samband við Juannu, og
játtaði hon at leika við, og tí
mátti hon gevast at leika í
Danmark í byrjanini av
januar í ár.
ÍF hægri og eldri
Sum hjálagda yvirlit yvir
leikarnar sýnir, so hevur ÍF
eftir aldrinum at døma eitt
meira roynt lið, tí miðalald-
urin hjá teimum er 24,2 ár í
mun til 19,8 ár hjá TB. Elsti
leikari hjá ÍF er 35 ár og hjá
TB 28 ár, meðan ynskti
leikari hjá ÍF er 16 ár og
tann ynskti hjá TB er 15 ár.
Miðalhæddin hjá ÍF er
eisini hægri, og er miðal-
hæddin hjá teimum 173,5
cm í mun til 171,5 cm hjá
TB. Hægsti leikarin hjá ÍF
er 183 cm og lægsti 163
cm, meðan hægsti leikarin
hjá TB er 182 cm og lægsti
159 cm.
TB betri fyri í
landsdystum
Um hugt verður eftir, hvør
hevur flestar landsdystir, so
er TB væl betri fyri. Á ÍF
liðnum er tað bert Randi
Larsen, sum hevur verið á
landsliðnum, meðan tað hjá
TB eru 5 leikarar sum hava
leikt altjóða dystir við
landsliðum. Flestar dystir
hevur Gudrid Nolsøe leikt,
íalt 21, og síðani kemur
Juanna Joensen við 18 og
Svanna Nielsen við 9.
Eisini útlendsku leikararnir
hjá TB, systrarnar Marina
og Maja Popovic hava leikt
5 landsdystir í part fyri
Bosnia. So á hesum økin-
um er TB betri fyri.
Tveir útlendingar í
part
Bæði liðini hava tveir
útlendskar leikarar í part á
liðunum. TB hevur sytrarn-
ar sum eru nevndar oman-
fyri, meðan ÍF hevur Marija
Ninkov og Nikolna Alter.
Serliga tann seinna hevur
gjørt nógv um seg í lands-
kappingini í vetur, og rokn-
ast kann við, at nógv hvílir
á hennara herðum leygar-
dagin.
Tað verður eisini spenn-
andi at síggja um Maja
Popovic fer at leika sum
áleypari ella hevari í final-
uni, tí vanliga leikar Juanna
Joensen hevari í Danmark,
meðan Maja hevur leikt
hetta pláss her heima.
Ringt at meta um
úrslitið
Sum
tað
framgongur
frammanfyri, verður tað
ringt at meta um úrslitið av
dystinum, men um hugt
verður eftir teimum sein-
astu dystunum, sum liðini
hava leikt sínamillum, so
hevur ÍF fyrimun av hesum,
tí tær hava funnið teir
flestu, og tí liggja tær eisini
á 2. plássi í landskappingini
framanfyri TB.
Og tá so talan er um eina
steypafinalur
kann
alt
henda, og tí vilja vit her
ikki
spáa
um
nakran
vinnara.
Á heimasíðuni hjá FBF
(www.fbf.fo) er ein quick-
poll kanning, og á henni
verður tippað, at tað verður
TB, sum vinnur finaluna
(54 um kvøldið 11. febru-
ar).
Reka til Havnar
Eftir hvat frættist av Tvør-
oyri og úr Fuglafirði, so
verður dugliga rikið, fyri at
fáa áskoðarar til Havnar
leygardagin, og frá báðum
støðum verður fyriskipaður
felags flutningur. Um tað er
onkur sum ætlar sær til
Havnar at hyggja eftir dyst-
inum, sum byrjar kl. 14,30
leygardagin,
frætta
tey
uttan iva um hetta seinni í
vikuni.
Kvinnufinalan:
Úr Brasil og Danmark
- men alt opið
TB
Nr. Navn
Leikpláss
Hædd Aldur Landsdystir
1
Sára Strøm
Kantur
169
15
0
2
Ingun Midjord
Miðja
182
18
0
3
Gudrid Nolsøe
Kantur
171
21
21
4
Sólva Dimon
Kantur
162
14
0
5
Marina Popovic
Kantur
175
23
5 (Bosnia)
6
Harriet Hammer
Libero
160
21
0
7
Matja Popovic
Hevari/Kantur
175
21
5 (Bosnia)
8
Kristina Steinkross Hevari
159
16
0
9
Gudrid Dimon
Diagonal
172
18
0
10 Juanna Joensen
Hevari
175
23
18
11 Torbera Joensen
Miðja
176
19
0
12 Svanna Nielsen
Miðja
182
28
9
Venjari Gudrid Nolsøe
Hjálparvenjari
Chris N. Petersen
Liðformaður
Svanna Nielsen
Liðleiðarar
Romica Øster og Anne-Mia Johannesen
ÍF
Nr. Navn
Leikpláss
Hædd Aldur Landsdystir
1
Sóley Philbrow
Kantur
182
22
2
Rønn Eliasen
Libero
168
32
3
Marija Ninkov
Miðja
183
27
4
Katrin Olsen
Diagonal
168
35
5
Randi Larsen
Hevari
168
35
15
6
Nikolina Alter
Kantur
180
21
7
Anna Maria Kruse Kantur/Miðja
178
21
8
Annika Rasmussen Miðja
172
26
9
Fríða Næs
Kantur/Diagonal
163
17
10 Sandra Kallsoy
Kantur
173
19
12 Ásla Joensen
Miðja
174
19
13 Herborg Jøkladal
Miðja
173
16
Venjari
Boban Ilic
Liðformaður
Randi Larsen
Liðleiðari
Eilif Eliasen
Bæði TB og ÍF hava verið uttanfyri landoddarnar eftir leikarum til steypafinaluna
leygardagin
Mynd: Savnsmynd
23
22
Nr. 30 - 13. februar 2003
Vectra 2,0
GTS turbo
Opel Vectra 2,0 GTS
turbo, við alumini-
umsmotori og 6 trins
girkassa, verður sýnd-
ur fram á bilafram-
sýningini í Geneve í
mars. Bilurin hevur
175 hk, koyrir frá 0-
100 km/t uppá 9,1
sek. bensinnýtslan er
11,2 km/l og topp-
ferðin er 230 km/t.
Kelda: GM Danmark/
tíðindaskriv
Touran
í vár
VW Touran verður nú
framleiddur og kemur
á marknaðin í vár.
Touran er ein mini-
MPV við upp til sjey
sitiplássum. Bilurin
er í sama klassa sum
eitt nú Renault Scenic
og Opel Zafira.
Kelda: Motor Magasinet
Fiesta
í Kina
Ford Fiesta verður nú
eisini framleiddur í
Kina. Bilurin er heilt
eins við evropeisku
útgávuna.
Árliga
framleiðslan verður
50.000 bilar.
Kelda: Motor Magasinet
Tá eitt føroyskt ferða-
lag herfyri var í
Barcelona, í samband
við at ein nýggjur
Mazda bilur bleiv
sýndur fram, var eis-
ini ein FDM ráð-
stevna í býnum. Talan
var tó ikki um felags-
skapin, Forenede
Danske Motorejere
FDM
Magnus Gunnarsson
Á einum stórum kongress-
bygningi í Barcelona vísti
eitt skelti, at FDM hevði
ráðstevnu har. Tað vísti seg
tó, at talan ikki var um
danska FDM, Forenede
Danske
Motorejere,
ið
nógvir føroyingar eru limir
í. Í hesum føri stóð FDM
fyri "Forum Dental Medi-
terraeo". Ivaleyst ein ráð-
stevna um tenn og tanna-
røkt sum var í døgunum frá
23 - 25 januar. Her hjá okk-
um hevur FDM eisini stað-
ið fyri "Føroyskir Danskir
Motoreigarar".
Audi A3, ið fyrstu
ferð kom á markn-
aðin í 1996, verður nú
avloystur av einum
nýggjum A3, ið verð-
ur ein meira sports-
ligur bilur við 4 og 6
syl. motorum við upp
til 241 hk. Bilurin
kemur á marknaðin í
summar.
BILAR
Magnus Gunnarsson
Hóast nýggi Audi A3 líkist
sær sjálvum, er talan um
ein størri bil við meira
sportligum
designi
og
koyrieginleikum.
Undir-
vognurin er konstrueraður
til at geva bilinum sport-
ligar koyrieginleikar og
betri stabilitet í svingum.
Eisini hevur A3 "multi-
link-bakaksil" og møgu-
leika fyri 4x4 Quattro.
Lættmetalfelgurnar verða
16" ella 17", alt eftir hvat
útgáva bilurin er. Í fyrstu
atløgu kemur bilurin við
1,6 litur 148 hk bensin og
2,0 TDI 140 hk diesel-
motori. Seinni kemur hann
eisini við 1,9 litur 105 hk
diesel og 3,2 litur V6
bensinmotori við 241 hk.
Innan verður A3 nú meira
sportligur við sportsetrum
og alu-look luftdysum á
instrumentborðinum
og
eini smartari gardanboks.
Sum nakað nýtt kemur A3
nú við elektromekaniskum
róðurgreiðum og servo-
stýring sum tillagar seg
ferðina. Bilurin kemur á
danska og føroyska markn-
aðin í summar.
Audi A3 skift stíl
FDM ráðstevna í Barcelona
Á einum stórum kongressbygningi í
Barcelona vísti hetta skelti at FDM hevði
ráðstevnu har. FDM stóð fyri "Forum
Dental Mediterraeo"
Nýggi Audi A3 sum kemur á
marknaðin í summar. Størsti
motorurin er ein 3,2 litur V6
við 241 hk.
A3 sær nú meira lættur og sportligur út. Hjólini verða 16 ella 17", alt eftir hvat útgáva bilurin
er
Innan verur A3 nú meira sportligur við sport-
setrum og alu-look luftdysum í instrument-
borðinum
C
M
Y
K
22