Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 30 - 13. februar 2003 25 Don Ø væntar stórt arbeiðs- loysi Hvussu arbeiðs- loysið fer at ávirka føroyskan fótbólt er enn óvist. FÓTBÓLTUR Páll Holm Johannesen Í síðstu viku høvdu vit samrøðu við HB-venj- aran, Frank Skytte, sum segði seg vænta fleiri danskar fótbólts- leikarar til Føroya í framtíðini. Orsaka stóra talinum av arbeiðsleysum fót- bóltsspælarum, rokn- aði Frank Skytte við, at fleiri útlendskir fót- bóltsspælarar fóru at kanna sær møguleikan fyri at koma til Føroya at spæla. Í grein í ekstra-blað- num mikudagin, sigur stjórin í FCK, Flemm- ing Østergaard, at minst 5000 fótbólts- spælarar í Evropa fara at ganga fyri onki eftir 1. juli í ár. Ein orsøk til stóra arbeiðsloysið, sigur Østergaard verða, at flestu fót- bóltsleikarar hava enn ikki skilt fíggjarligu kreppuna á fótbólts- marknaðinum. Um stóra arbeiðs- loysið fer at ávirkan føroyskan fótbólt í framtíðini, er ilt at spáa, men eitt er vist, at tað helst fer at gerast lættari hjá føroyskum feløgum at knýta út- lendskar spælarar til sín. Røddir hava verið frammi um, at tað í fleiri dømum betur loysur seg hjá fótbólts- feløgum- fíggjarliga, at leita sær styrk uttanlanda, tí fremstu føroysku leikararnir skulu hava nógv í løn. Heldur kreppan á fótbóltsmarknaðinum á, so er ikki óhugsandi, at føroysku feløgini heldur fara at leggja seg eftir útlendskum leikararum, sum leik- liga eru á hædd við føroysku spælararnar, men sum fáast til vega fyri ein bíligari penga. BRIDGE Bogi Simonsen Sunnukvøldið 9. februar var ein landsliðskapp- ing í bridge spæld á internetinum. Spælt var inni á Swangames, eitt danskt - amerikanskt bridgefelag á internetinum, sum hevur játtað at skipa fyri millumtjóða venjingarkappingum. Hetta kvøldið luttóku trý føroysk lið, tvey úr Danmark, eitt úr Estland, Libanon og Kekkia. Leiktir vóru 7 dystir á 4 spøl, og í einari spenn- andi kapping mundi tað eydnast tí eina føroyska liðnum, Føroyar 1, at vinna kappingina. Libanon vann kappingina, og tey føroysku liðini endaðu sum nr 2, 4 og 6. Hetta má sigast at vera eitt frálíkt úrslit, ið gevur enn eina ábending um, at Føroyar eru á veg fram í altjóða bridge høpi. Kappingin var ein liður í fyrireikingini til NM 2003, sum verður leikt í Føroyum í mai. Teir, ið mannaðu Føroyar 1, vóru: Bogi Simonsen - Rói á Rógvu Joensen og Gunnar Mouritsen - Høgni Vesturklett Endaliga úrslitið av kappingini á netinum var hetta: 1. Libanon 2. Føroyar 1 3. Kekkia 4. Danmark 2 4. Føroyar 3 6. Føroyar 2 7. Danmark 1 8. Estland Tey, sum hava áhuga at vita meira um kapp- ingina, kunnu fara inn á heimasíðuna: http://www.swangames.com/national Steypakappingin Fyrsta umfar í steypakappingini er leikt. Úr- slitini vóru hesi: heimalið útilið Úrslit imp Jens Pauli G. Nolsøe Carl Mikkelsen 95-56 Jórun Johannesen Eyðun Anthoniussen 52-128 Finn Ougaard Danny Transport 71-74 Eyðun Jakobsen Marner Joensen 50-96 Ásla Weihe Jóna Grunnveit 63-106 Jákup Hjaltalin Per Kallsberg 48-82 Annað umfar í kappingini skal verða liðugt leikt innan 21. februar. Teir dystirnir eru hesir: Per Kallsberg - Jónu Grunnveit Jens Pauli G. Nolsøe - Eyðun Anthoniussen Reimund Langgaard - Junior Buss Taxa Marner Joensen - Danny Transport FM lið kappingin Næsta umfar í FM kappingini fyri lið í 1. deild og 2. deild verður leikt í Handilsskúlanum á Kambsdali 21. og 22. februar. Byrjað verður fríggjakvøldið 21. feb. kl. 19.30, og hildið verður fram leygarmorgunin kl. 10.00. Liðugt verður at spæla leygarkvøldið uml. kl. 19. Brøndby hevur vunn- ið allar tríggjar venjingardystirnar higartil ÚTISETAFELAG Páll Holm Johannesen Danska meistaraliðið, Brøndby, er í hesum døgum á venjingarlegu í Turka- landi. Mánadagin leikti Brøndby fyrsta venjingar- dystin á ferðini. Dysturin var ímóti Red Dragons úr Suður Korea, og dysturin endaði við 1-0 sigri til Brøndby. Føroyski landsliðsleik- arin leikti allan dystin í miðverjuni undir liðini á liðskiparanum Per Nielsen. Hetta var triði venjingar- dysturin hjá Brøndby, og higartil eru allir dystirnir vunnir. Í føroyskum eygum má tað kann kennast væl, at Jón Rói hevur verið við allar dystirnar higartil. Hann tykist koma nærri og nærri einum føstum plássi í Brøndby-verjuni, og spennandi verður at síggja um hann verður í millum teir fyrstu ellivu, tá danska superligan aftur fer av bakkastokki um miðjan mars. Jón Rói leikti allan dystin Góð føroysk úrslit á internetinum Gunnar Mouritsen (t.v) og Høgni Vesturklett (t.h) vóru báðir við á føroyska bridgeliðnum, sum stóð seg frágera væl í kapping á internetinum um vikuskiftið Mynd: Savnsmynd 25 24 Nr. 30 - 13. februar 2003 Gudrid Nolsøe: -FM størri enn steypakappingin Hóast TB hevur tapt allar tríggjar dystir- nar ímóti ÍF í ár, so er steypafinalan leygar- dagin víð opin, sigur Gudrid Nolsøe. STEYPAFINALAN Páll Holm Johannesen Leikandi venjarin hjá TB, Gudrid Nolsøe, heldur at tað at vinna FM er størri enn at vinna steypakapp- ingina. – Fyri Flogbóltsamband- ið eru steypafinalurnar nakað heilt serligt, men hjá okkum sum felag, er FM tað fremsta máli, sigur Gudrid Nolsøe undan steypafinaluni leygardagin. TB-kvinnurnar vunnu greipuna í fjør, meðan tað hevur gingið eitt sindur striltið í ár. – Vit hava framvegis møguleika at vinna FM, men tað verður torført. Vit mugu tí leggja nógv fyri leygardagin fyri at vinna steypafinaluna, tí tað kann gerast einasti møguleiki hjá okkum at vinna nakað í ár, greiðir Gudrid frá. TB hevur tapt allar tríggj- ar dystirnar ímóti ÍF í ár, men tað væntar Gudrid ikki hevur so stóran týdning leygardagin. – ÍF hevur verið við yvir- lutan í ár, men finalur eru nakað serligt, og tí er dyst- urin víð opin, sigur leikandi venjarin hjá TB Gudrid sigur seg hava góðar vónir undan dystin- um, og væntar at siggja nógvar suðuroyingar í høll- ini á Hálsi leygardagin. Ætlanin er at koma norður til Havnar fríggjakvøldið, har tær síðstu fyrireikingar- nar verða gjørdar undan dystinum leygardagin. Leikandi venjarin hjá TB, Gudrid Nolsøe, sigur at steypakappingin kann gerast einasti møguleiki hjá TB at vinna nakað í ár. Mynd: Savnsmynd Tað liggur ikki fyri hjá Fróða Benjaminsen at vera í Spania. Í hansara stað er Hans Fróði Hansen úttikin LANDSLIÐIÐ Páll Holm Johannesen Eftir beinbrotið hjá Bárði Mortansson, skal nýggjur maður finnast í hansara stað á landsliðnum. Lands- liðið fer til Spania fríggja- dagin, og væntandi verður nýggjur leikari funnin seinni í dag. Hans Fróði við B68-miðvallarin, Fróði Benjaminsen boðaði týs- dagin frá, at hann ikki verð- ur við á venjingarleguni kortini. Fróði er bundin av skúlanum, og tað liggur ikki fyri at vera burtur hesaferð. Í hansara stað er B68- verjuleikarin, Hans Fróði Hansen, úttikin Hans Fróði kundi upprunaliga ikki fara á venjingarleguna vegna arbeiðið, men nú liggur so fyri kortini. Bárður Mortansson verður tí ikki við á venjingarleguni hjá landsliðnum í Spania LANDSLIÐI Páll Holm Johannesen Nýggi landsliðsleikarin, Bárður Mortansson, úr B36 var so óheppin at bróta skinnabeinið undir venjing týskvøldi. Tað var eitt hendiligt óhapp, sum hevur við sær, at Bárður Mortansson má binda frið í fýra vikur. Tað verður sagt, at brotið var reint, og tí skuldi kviki B36-leikarin kunna byrja venjingina aftur um góðan mánað. Hetta má kennast svárt hjá kvika B36-leikaranum, sum júst var úttikin til venj- ingarleguna hjá lands- liðnum í Spania. Bárður stóð seg so mikið væl á B36-liðnum í fjør, at boð vóru eftir honum til landsliðsvenjing í januar. Landsliðsvenjingarnar mugu hava gingið væl, tí Bárður Mortansson var ímillum teir 20 leikararnar, Henrik Larsen ætlaði at hava við til Spania. Óhepni B36-leikarin má sláa seg til tols við, at lands- liðið í fyrstu atløgu má bíða. B36-leikarin Bárður Mort- ansson var so óheppin at bróta skinnabeinið undir venjing, og tí verður hann ikki við á venjingarleguni hjá landsliðnum í Spania Mynd: Savnsmynd Ongin úttikin fyri Bárð enn Hans Fróði Hansen fer kortini við landsliðnum til Spania fríggjadagin Mynd: Savnsmynd ÍF-kvinnurnar vilja ikki átaka sær leik- lutin sum favorittur leygardagin STEYPAFINALAN Páll Holm Johannesen Flogbóltskvinnurnar hjá ÍF skulu fyri fyrstu ferð royna seg í eini steyp- afinalu leygardagin. Í løt- uni liggja tær á øðrum plássi í landskappingini, men kortini vilja tær ikki átaka sær leiklutin sum favorittur í steypafinaluni. – Hóast vit hava havt gott tak á TB í ár, so er ongin favorittur leygar- dagin, tí alt kann henda í eini finalu, sigur Annika Rasmussen úr ÍF. Annika sigur tær eru sera spentar til finaluna, og tær hava góðar vónir undan dystinum. -Vit ætla gera alt fyri at vinna dystin, og fáa vit okkara spæl at hanga saman, so skuldi verið góðar fortreytir fyri tí, sigur miðjan á ÍF-liðnum Spurd um hon metti steypafinaluna vera tað størsta innan flogbóltin, svaraði Annika, at tað er tað blivið til seinastu árini. – Tað hevur stóran týdn- ing fyri flogbóltin, at fjøl- miðlarnir gera so nógv burturúr, og tað er eisini stuttligt fyri spælararnar, at tað verður gjørt so nógv burturúr, sigur Annika Rasmussen at enda. Fyrsta steypafinala hjá ÍF Nýkosin lands- liðsleikari brotið skinnabeinið C M Y K 24