Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-04-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. apríl 1990síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 57 — 21. apríl 1990 SA) s0Slalurin Kjartan, Olaf og Jógvan: Til Kanada at hjarga skattakronum og …S íða 3 arbeidsplåssum Mánadagin fara Kjartan Hoydal, Olaf Olsen og Jógvan Olsen til Kanada at royna at forda fyri, at føroysk skip fara undir kanadiskt flagg - og at einar 30 milliónir krónur enda i kanadiska landskassanum í staðin fyri ti føroyska Hvítanes og Arctic Viking er tvey av skipunum, Kjartan, Olaf og Jógvan fara at royna at varðveita í Føroyum - saman við skattakrónunum hjá manningini Fyri einum mánaði síðani søgdu vit frá ætlanunum hjá reiðaríunum á "Kanada-trolarunum" um at selja skipini, og sjálvir keypa tey aftur í Kanada. A hendan hátt kunnu tey halda fram at fiska í Kanada eftir 1. mai, tå útlendsk skip annars verða tveitt út hagani. Fleiri reiðarí hava kannað møguleikan, men tað er helst reiðaríið á Hvítanes, sum er komið longst. Hetta reiðarí heyði longu tá sekt um at fáa 16 av manningini kanadiskt pass, soleiðis at teir kundu fylgja við skipinum. Klára seg ikki uttan Gundgevingin hjá reiða- ríunum er heilt klár: Tey klára seg ikki við teirri kvotu, tey hava fingið tillutada av landsstýrinum. Tey hava bert fingið 50 tons vid Eysturgrønland, og hóast fiskiskapurin við Svalbard hevur verið góður, hava tær rækturnar ikki nóg góðan prís til at fáa bátarnar at bera seg. Missa teir Kanada- loyvi, er við gørum orðum ov líuð grundarlag ul at halda fram. Manningin lægri skatt Manningarnar á hesum skipum - sum eru burtur einar fimm mánaðir í senn - gjalda sum er eini 60% í skatti í Føroyum, rokna vit bundnu upsparingina uppí. Men verða teir kanadi- arar, verður skatturin uml. 30%! Tí hevur ongin mótstóða verið frá mannskapsins síðu. Samfelagsliga ein vanlukka Men hóast alt hetta er sera væl skiljandi sæð frá einum persónligum sjón- armiði, so er tað nærum ein vanlukka, sæð frá einum samfelagsligum sjónarmiði. Tí skipini geva til- samans eini hálvtannað hundrað føroyingum ar- beiði. Og teir gjalda skatt Í Føroyum. Taka vit Hvitanes sum dømi, so eru 45 mans knyttir at skipinum. Reiðaríið rindar árliga uml. 16 milliónir í hýrum. Og tað gevur landsskass- anum atta skatti Fer skipið undir Kanada-flagg, sleppa helst milliónir bert 16 føroyingar at vera við skipinum. Og skatturin verður goldin í Kanada! Myndugleikarnir vilja steðga tí Ein møguleiki hjá myndugleikunum var at givið skipunum størri kvotu vid Eysturgrønland. Men so mugu teir taka frå ødrum skipum, sum tá fara at standa við ov lítlum. Einasti møguleiki er tí at fáa kanadiarar at ganga frá ætlanunum. Og tað er hetta sum Kjartan Hoydal, Olaf Olsen og Jógvan Olsen fara at royna, tá teir mánadagin fara til Ka- Tað skilst at Kanada gevur fingið nýggjan fiskimálaráharra síðani ætlanimar vóru gjørdar, og at tann nyggi ikki er so avgjørdur um hetta sum tann undanfarni. Teir triggir hava ti vónir um, at tad fer at eydnast at fåa einhvørja avtalu. Men eydnast tað ikki, verður arbeiðsloysið í Føroyum munandi stórri eftir 1. maí - og lands- kassin fer kanska at missa einar 30 milliónir skatta- krónur komandi ár. S-S- Nú píkadekkini skulu av er eisini opið: vanl. dagar eftir kl. 17 — umframt leygardagar. Ringið og avtalið tid! Eisini verður alt umvælingararbeiði gjørt. Dánjal Johansen Bilverkstaður 370 Miðvágur . Tlf. 33177 - 33042 SU i Sudurstreymi Fundurin um ++ 1 settur til man Á tinum hjá S ir greitt t utbugvingarløn sun skuldi vera månakvøldid 23 ikvøldid 30. apr Á fundinun verði 1pni er ut t i (4 Óferan fiskiskap Hvítanes, sum er í Kanada í løtuni, fór at sigla inn hósdagin. Og reiðaríið letur sera væl at fiski- kapinum. Teir hava á hesum túrinum fingið heilt upp 30-40 tons um dagin, tá tað hevur verið uppá tað besta. Teir verða helst lidnir at landa einaferð í næstu viku - men eftir ta tíð, er ikki greiti hvat teir gera. - Eydnast tað at fáa Kanada-loyvið longt, gera vit helst ein túr afturat har, verður sagt av reiðarínum. Eydnast tað ikki, fara teir antin til Svalbard, ella Eysturgrønlands, har teir framvegis eiga síni 50 tons. Gott við Svalbard Eitt annað av Kanada- skipunum, Arctic Viking, fór fyri einum mánaði síðani til Svalbard. Har hava teir fingið upp í 10 tons um dagin, og hava í løtuni um 200 tons inni. Ætlanin er at fiska uppí - tað eru 450 tons - og síðani verður helst farið aftur til Karzda, eydnast tað at leingja loyvið. Reiðaríið á Arctic Viking hevur eisini kannað møguleikarnar fyri at skifta heimstað, men teir hava ongan hug at tosa um tað, fyrr enn nøkur avgerð er tikin. S-S-