mikudagur 25. apríl 1990síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
roynt at meta tann tydning, sum bu-
skaparliga menningin má haldast at
hava havt fyri framvøksturin av arbeið-
ararersluni.
Kapitalisman tekur dik á seg
Fra umleið 1850 hækkaðu fiskaprisirnir
um alt Suður- og Vestureuropa. Hetta er
ein tortreytin fyri tí búskaparligu menn-
ing. sum eyðkendi føryskt vinnulív frá
umleið 1875 til umleið 1920. Tað var í
hesum tíðarskeiði, at feroyska kapital-
isman av álvara tók dik á seg, eftir at
føroyska vinnulívið í 1856 var vorðið
privatiserað. Sum ellum kunnugt gjerd-
ist fiskivinnan hevuðsálitið og vaks
henda vinna í byrjanini fram í Havn og á
Tveroyri. Soleiðis vóru t.d. í 1901 40%
av flotanum heimahoyrandi í Havn ella
tilsamans 35 skip, meðan 30% ella 26
skip høvdu heimstað á Tvøroyri.
Fleiri stórar handils-idnadar og fiski-
vinnufyritøkur vórðu stovnaðar eftir
1856. Nevnast kunnu T. F. Thomsen
(1856), J. Mortensen (1859), Suderø
Handelsforening (1875), Færøernes Op-
halingsbedding (1894), Jørgen Morten-
sen & Søn (uml. 1915), Tverå Fiskeri-
selskab (1921) o.fl. Øl henda gongd,
sum er væl lyst í bókunum hjá Páll J.
Nolsøe og Joan Paula Joensen, skapti
ein eftirspurning eftir arbeiðsmegi, sum
ikki áður var sæddur i Føroyum og fólk
flutu í stórum tali til Tvøroyrar, har tey
seldu sina arbeiðsmegi til ein pris, sum
arbeiðsgevarin einsamallur ásetti.
Summi av hesum settust í fast bugv á
Tvøroyri — onnur, serstakiiga kvinnur,
vóru gestaarbeiðarar í styttri ella longri
tid
Soleidis vaks fram ein ognarleys stætt
á Tvøroyri. Arbeiðsmynstrið gjørdist
oftast soleidis, at madurin var til skips
summarhålvårid og tokst vid fyrifall-
andi arbeiði vetrarhálvárið, um nakað
arbeiði var. Aðrir menn vóru arbeiðs-
menn burturav. Konufólkini gingu í fisk
ta tíðina, fiskaturking var fyri. Alt hetta
er væl kent og eisini væl lýst í siðsegu-
ligu bókmentum okkara.
Fólkatalið í Frodbiar sókn
1801 — 1916
Ar 1801 1840 1880 1901 1906 1911 1916
Fólka-
tal 121 210 468 650 933 1251 1522
Tvøroyri — býur og bygd
Tvøroyri um aldamótið var sostatt tað
mest býarkenda plássið uttanfyri Tórs-
havn við ellum tí, sum eyðkendi býin tá
á degum — eitt nú eini borgarastætt av
vinnulívsmonnum og embætismonnum
ødrumegin og eini eftir umstødunum
stórari ognarleysari stætt hingumegin.
Tað er neyðugt at kenna eitt sindur til
livikorini hjá hesi ognarleysu stætt, um
vit skulu kunna skilja fortreytirnar fyri
tí fyrstu arbeiðararersluni. Hvussu vóru
livikorini hjá vanligum fólki hesi árini
frá aldamótinum og til 1915, tá Enig-
heden verður stovnað? Hvussu lívbjarg-
aðu tey sær? Hverjar dreymar hevdu
tey? Hverji krev settu tey lívinum?
Hverjar møguleikar høvdu tey í mun til
borgarastættina osfr.?
Líta vit at tí, sum higartil er fest á
blað um hetta tíðarskeið, síggja vit, at
tað er ymiskt, sum fólk meta um henda
spurning. Jóan Pauli Joensen hevur í
bókini Fiskafólk víst á ein sera stóran
stættamun á Tvoroyri um hetta mund-
ið. Aksel Mortensen hevur í bókini
Mortensensmenn eina aðra fatan un
viðurskiftunum og hevur tikið ti? orð
Nr. 59 — 25. apríl 1990
ímóti Jóan Paula Joensen og ti mynd,
hann gevur av stættaviðurskiftunum á
Tveroyri tey fyrstu tríati árini av okk-
ara eld.
Báðir hevundar ganga eftir eyðkenn-
um, sum víst siga nakað um stættamun-
in, men lítið um livikorini sum heild hjá
arbeiðarum og fiskimonnum. Annar tek-
ur fram tann sjónska stættamunin við
at avdúka yvirklassalótirnar hjá ávísum
keypmansættum. Hin afturvísir pá-
standin um stættamun og leggur alla
orku í at prógva tann týdning, sum
keypmenninir høvdu fyri fólkið í og við,
at virki teirra góvu arbeiði til nógvar
hendur. Vit fáa við eðrum orðum ikki so
nógv at vita um sjálv livikorini hjá van-
ligum fólki — hjá arbeiðsfólki og fiski-
monnum.
Tað, sum má haldast at hava áhuga í
hesum sambandi, er hvussu livikorini
sum heild vóru árini við búskaparliga
vekstrinum umleið 1875—1915 og
hverji viðurskifti annars í hesum skeiði
vóru medvirkandi til, at arbeiðsmenn
skipaðu seg í fakfelag. Tað má vera
beint at kanna eftir, um livikorini sum
heild vóru so vånalig, at tey elvdu til eitt
skipað aftursvar frá arbeiðarafjeldini.
Vit eiga eisini at spyrja, um onnur
viðurskifti gjørdu seg galdandi, eitt nú
ávirkan uttaneftir, tí sjálvt um vit taka
sum givið, at arbeiðararerslan er sprott-
in úr vánaligum livikorum, so eigur tann
hugmyndafrødiliga ella ideologiska
ávirkanin ikki at verða undirmett. Ella
sagt við oðrum orðum: tað var ikki nóg
mikið, at arbeiðararnir vóru misnøgdir
við arbeiðslenir og livikor, men teir
skuldu eisini hava nakað at hava hesa
misnegd í. Teimum tervaði eisini hug-
myndina og vitanina um, hvat ið átti at
verða gjørt og hvussuleiðis gjørt var
aðrastaðir. Uttan hesar fortreytir hevði
Tveroyri
mótmælið móti vánaligum arbeiðs- og
livikorum: ikki leitt til nakra rerslu, men
bert verið til hissini mótmæli so av og á,
tá ið trýstið frá arbeiðsgevara og sam-
felag gjørdist ov hart. Ut frá hesum
skilst, at tað ikki er nóg mikið at lýsa
livikorini frá 1875 —1915 fyri at fáa eina
hylling av fortreytunum fyri Enigheden.
Vit mugu eisini vita í hvenn mun fólk í
Feroyum og serstakliga á Tvøroyri
hevdu kunnleika til altjóða arbeiðara-
rersluna.
(framhald)
la! #0:
UR