fríggjadagur 14. februar 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
C
M
Y
K
2
3
VARPIÐ
2
VARPIÐ
GRAND PRIX
Ey›un Klakstein
Eivør Pálsdóttir stendur framman fyri eini n‡ggjari og spennandi
avbjó›ing. Songkvinnan úr Gøtu skal vera vi› í íslendska Grand
Prixnum, og har fer hon at kappast vi› 14 a›rar sangir um plássi›,
sum hevur vi› sær luttøku í altjó›a Grand Prixnum.
Í jólamána›inum hev›i Eivør tvær frálíkar konsertir saman vi› ís-
lendska bólki sínum. Í hesum bólki eru tríggir royndir og avbera
gó›ir tónleikarar, og ta› er ein av hesum, sum hevur skriva›
sangin, sum Eivør skal syngja.
Á jólakonsertunum var talan um jazzmerktan tónleik, hóast sumt
førka›i seg eitt sindur yvir í popp ella fólkatónleik. Sangurin, sum
Eivør skal syngja, er eisini jazzutur, og hann er fri›arligur. Hetta er
ein tónleikastílur, sum Eivør meistrar, men spurningurin er, um
ein slíkur sangur kann vinna eina kapping, sum ofta er merkt av
meira fer›amiklum og løttum popptónleik.
Trupult at vinna
Eisini í Íslandi kunnu øll senda sangir til eina upptøkunevnd, og
nógv eru, sum bjó›a seg fram til Grand Prixi›.
Hesafer› vera15 sangir vi› í kappingini, og talan er ikki bara um
bleytar poppsangir. Punk/grunge-bólkurin Botnle›ja, rocksangarin
Hei›a, rocklegendan Rúnar Júlíusson og Eivør Pálsdóttir eru vi›,
og ta› skapar størri breidd í kappingini.
Sambært íslendska tónleikabla›manninum, Jens Gu›, er song-
kvinnan Birgitta favorittur til at vinna kappingina hesafer›.
– Øll fólk kunnu atkvø›a fyri teimum 15 sangunum vi› at ringja til
ávís telefon nummur, og ikki minst ungfólk eru í›in at atkvø›a.
Hetta ger, at Birgitta er stórur favorittur. Hon er íslendska Britney
Spears, og ta› ger ta› sama, um hon fer at syngja ein gó›an ella
vánaliga sang. Hennara stóri fjepparaskari fer at atkvø›a fyri
henni, og so ver›ur trupult hjá nøkrum ø›rum at vinna, heldur
Jens Gu›.
Men hann heldur eisini, at Eivør kann fáa nógv burtur úr luttøkuni.
– Sjálvt um hon kanska ikki fer at vinna, so fara øll fólk í Íslandi at
kennast vi› navni› Eivør Pálsdóttir eftir Grand Prixi›.
Føroyar og Ísland
Eivør Pálsdóttir hevur seinasta ári› veri› nógv í Íslandi, har hon
hevur funni› sær ein bólk at spæla saman vi›. Talan er um virdar
íslendskar tónleikarar, sum hava royndir úr nógvum ymiskum
samanhangum.
Eivør hevur tó ikki slept føroyska tónleikinum, tí hon er framvegis
vi› í bólkinum Clickhaze, har hon eisini fekk sítt stóra gjøgnum-
brot. Ta› var til finaluna í Prix Føroyum í 2001, at Eivør reyk í-
gjøgnum ljó›múrin og gjørdist umtala allasta›ni í landinum. Hon
var jokarin, sum gjørdi Clickhaze til vinnara í kappingini, og sí›ani
hevur hon fer› eftir fer› víst, at hon helst er okkara fremsta song-
kvinna.
Fyri tveimum vikum sí›ani stó› Gu›run Jacobsen seg sera væl í
eini danskari kapping, og nú sleppur Eivør at royna seg í eini ís-
lendskari. Jú, føroyskur tónleikur hevur nógv at fegnast um í løt-
uni.
Sjónvarp Føroya fer at senda beinlei›is frá íslendska Grand Prix-
num leygarkvøldi›, og ta› ver›ur gjørt í samstarvi vi› íslenska
sjónvarpi›, sum stendur fyri kappingini.
Nú skal Eivør royna seg
Leygarkvøldi› fer Eivør Pálsdóttir at syngja í íslendska Grand Prixnum. Familja og vinir fara at fylgja luttøkuni í Reykjavík, og í
Føroyum ber til at uppliva alt í Sjónvarpi Føroya, sum fer at samsenda beinlei›is vi› íslendska sjónvarpi›
Hóast hon ikki vinnur, so fara øll fólk í Íslandi at kennast vi› navni› Eivør Pálsdóttir eftir Grand Prixi›, sum ver›ur hildi› leygarkvøldi›.
Mynd: Tom Laursen