Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. februar 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 31 - 14. februar 2003 Nr. 31 - 14. februar 2003 3 Í dag, 13.februar, verður Julina Andersen, f. Olsen, á Toftum 70 ár. Julina er fødd og uppvaksin á Nesi. Eftir at hon sum ung hevði tænt í Havn, fór hon í 1955 til Danmarkar, har hon m.a. gekk á háskúla í Haslev. Tá hon kom heim aftur í 1956, giftist hon við Knud-Erik Andersen úr Bjerringbro í Danmark. Síðan 1957 hava tey búð á Toftum. Tey eiga fýra børn, tveir synir og tvær døtur. Seinastu 22 ár- ini hevur Julina arbeitt sum vaskikona við Tofta Skúla, har hon arbeiðir enn. Føð- ingardagurin verður hildin á Svangaskarði leygardagin 15. februar kl.19, har øll eru vælkomin. m.g. NØVN Í VIKUNI Julina Andersen á Toftum 70 ár Tá Føroyar skulu á Tórsvølli 11. juni ímóti Týsklandi, verður tað Brandur Enni, sum skal syngja føroyska tjóðsangin fyri áskoðarunum TJÓÐSANGUR Ingrid Bjarnastein – Hetta er ein stórur møgu- leiki, sigur stjørnuskotið Brandur Enni um tað at sleppa at syngja tjóðsangin á Tórsvølli tann 11. juni, tá Føroyar skulu taka ímóti Týsklandi í altjóða fót- bóltshøpi. Brandur er nevniliga tann, sum Fótbóltssamband Føroya hevur valt til at syngja fyri, tá landsliðið skal taka ímóti stóru fót- bóltstjóðini, Týsklandi í juni mánaða í ár. Dysturin, sum verður sendur beinleiðis í sjón- varpi í Týsklandi, gevur sjálvsagt eisini møguleika hjá Brandi at koma fram á týska marknaðinum. – Beint nú tosa vit um, hvussu tjóðsangurin skal syngjast, og fyrst og fremst skal Brandur læra seg hann væl og virðiliga uttanat, sigur Steintór Rasmussen, umboðsmaður hjá Brandi. – Tað skal jú hóska seg til stemningin og til blásarar- nar, so nú verður alt hetta lagt til rættis. Tað er jú ein stór æra og samstundis eisini ein stórur møguleiki Tað er FSF, sum hevur gjørt av, at tað verður Brandur, sum skal syngja tjóðsangin. Brandur skal syngja tjóðsangin Brandur Enni verður tann, sum kemur at syngja føroyska tjóðsangin, tá Føroyar skulu taka ímóti Týsklandi tann 11. juni á Tórsvøll Kunngjørt verður, at kæra mamma, vermanna, omma og langomma okkara Karolina Simonsen á Høgabóli, Saltangará andaðist í Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi 11. februar, 97 ára gomul. Farið verður úr Eystuaroyar Røktar- og Ellisheimi í Glyvra kirkju fríggjadagin kl. 18.00. Jarðarferðin verður leygardagin 15. februar kl. 14.00. Børnini við familjum Tey, sum vilja minnast Karolinu kunnu lata eina peningagávu til Eysturoyar Røktar- og Ellisheim, Runavík konto í peningastovnunum. C M Y K 3 2