Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-04-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. apríl 1990síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 0 Nr. 61 — 28. apríl 1990 Orð: Karsten Hoydal Lag: Frits Johannesen Satsur: Heri Eysturlíð Fóru dagar handan bak, teir sum bygdu mína barnaverð, men alt stórt, sum inn í hugan rak, livir frískt og fult av undurgerð Hond, ið ráddi mini leið, varin hond, hon felist enn so eym, hond mín var í henni, tá eg steig fyrsta sinni út í áarstreym. Fyrsti kaldi hvøkkur av, undrandi eg síggi mínar tær, báðir fotur farnir undir kav, skaptir um og stórir standa har. Flættar streymur seg um bein, lokkar eygað við sær longur út hagar áin dýpist mek og rein nú er slóknað oll min fyrsta sut Vigdur ánni har eg stóð, 8 E hoyrdi fossin kvøda skamt ifrd, hond, id helt mær, vatnsins ríka ljóð eru nærri enn tey vóru tá. Fyri stuttum doyði Karsten Hovdal. Millum aðrar gávur atti hann ta at duga at skriva, bæði í bundnum nog óbundum máli. Í vekru yrkingini "Áin" sigur hann frá fyrstu ferð, hann stóð úti í ánni í þarnaverðini. Frits Johannesen i Fugiafirdi gjørdi fyri nøkrum årum sidani lag til yrkingina og nå hevur hann eisini gjørt eina tekning til hana.