leygardagur 28. apríl 1990síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 61 — 28. apríl 1990
Mynd: Sigurd Moe Hetland
sigur Katrin, sum fegnast
um samstarvið við Fridu
Ohrvik.
- Hvi man hon hava
boðið sær til at selja film-
in fyri tykkum?
- "Jeg liker filmen!",
svarar Hugin við orðunum
hjá Fridu Ohrvik. Henni
dámar filmin og tí vil
hon, fleiri skulu síggja
hann.
DANIR Í ØDINI
Danski filmsstovnurin
veitti í fjør figgjarliga
trygd, so "Atlanuc Rhap-
sody" kundi gerast lidug-
ur. Men dagin fyri frum-
framførsluna fekst føroysk
figging til tad, sum rest-
aði í og brúk var ikki
longu fyri donsku trygdini
ella veðhaldinum fyri at
brúka eitt orð, øll kenna.
Og av tí filmurin er goldin
við føroyskum krónum, er
hann eisini føroyskur burt-
urav.
Síðani hevur danski
filmsstovnurin onki viljað
gjørt fyri filmin, greiðir
Katrin frá. Hon skilir als
ikki hesa stóðu. Stýrinum
hjá filmsstovninum dámdi
onki at veita trygdina.
Danska filmslógin er ikki
galdandi fyri Føroyar og
pengarnir fóru ongantíð aí
koma úr Føroyum, vóru
sjónarmiðini. Men
gjørdu teir so.
"Atlanuc Rhapsody" er
føroyskur filmur. Men tað
ólukkuliga er, at í norður-
lendskum samstarvi um
filmslist eru Føroyar ikki
sjålvstødugt filmsland.
Tær eru undir suverena
statinum, móðurlandinum,
Danmark. Tí hevur eitt nú
danski filmsstovnurin ikki
so lítla ávirkan á lagnuna
hjá "Atlantic Rhapsody" í
hesum samstarvi.
Tað gav at bíta, tá 8.
Norðurlendska Films-
stevnan var i Kristiansand
i Noregi fyri einum mánað
síðani. Har gjørdist ein
lítil diplomatisk kreppa
millum Danmark og Nor-
eg. Eitt norskt tiltak
gjørdi, at "Atlantic Rhap-
sody" varð innstillaður til
fyrstu nordurlendsku
filmsvirdislønina. Danir í
ødini. Teir høvdu ikki
innstillad filmin og skulu
føroyskir filmar innstill-
tað
tíðindablaðið
ast, skal
stilla teir.
- Vit vistu av ongum,
fyrr enn Titte Tørnroth (ål-
endskur leikstjóri, bl.m.)
ringdi og segði okkum,
hvat var hent í Krist-
iansand, sigur Katrin.
Í BERLIN
Olukkuligt er tað eisini, at
nógv, sum spyrja um "At-
lantic Rhapsody", venda
sær til Danska filmsstovn-
in, tí tey halda, hann um-
boðar filmin. Og spurn-
ingar, innbjóðingar ella
onnur boð eru ofta leingi á
veg haðani til Katrina og
Hugin.
Hugin nevnir eitt dømi:
- Frida Ohrvik ringdi til
Danska filmsstovnin og
spurði, nær "Atlantic
Rhapsody" skuldi sýnast á
filmsstevnuni í Berlin.
Har skuldi vera ein nordur-
lendskur båsur å films-
marknadinum. Men Frida
fekk onki svar, ti likt var
til, danir ikki ætladu at
Danmark inn-
hava filmin vid sær til
Berlin. Frida segði so, at
hon fór at taka hann við í
norska filmsútboðið. Men
tá tóku danir hann við
kortini.
Katrin hevur annað
dómi:
- Eina ferð, eg ringdi til
Filmsstovnin og skuldi
spyrja um okkurt, spurdu
ley, um eg visti, at film
urin hjá mær skuldi til
Lúbeck. Tað visti eg onki
um, ongin hevði sagt mær
frå ti!
Har hendir okkurt langt
oman fyri okkara høvd,
sum vit als onki vita um.
Katrin er fegin um, at
filmurin var við á stóru
stevnuni í Berlin í februar.
Hann varð sýndur fýra
ferðir, eina ferð eystanfyri
og triggjar vestanfyri, fyri
fullum húsi, 400-500
fólkum hvørja ferð.
- Eftir sýningarnar var
kjak um filmin og fólk
spurdu nógv. Í Týsklandi
og eisini í USA hugsa
fólk ikki so nógv um, at
hetta er ein føroyskur
filmur. Tey taka hann fyri
tað, hann er. Og tey taka
hann í álvara. Tað er
størsta gleðin at uppliva,
filmurin verður tikin í
álvara, sigur Katrin. Hon
sigur, at ummælin: í týsk-
um og svenskum bløðum
hava verið tey mest seri-
øsu. Í Noregi til dømis
verdur meira tosad um, at
hetta er fyrsti føroyski
filmurin og Føroyar eru
"lillebror" hjá Noregi. I
donsku bløðunum Inform-
ation og Poliuken var hin-
vegin ongin náði. Um-
mælararnir hjá teimum
hildu lítið um fyrsta før-
oyska leikfilmin.
Hetta hevur tó ikki forð-
að fyri, at "Atlantic Rhap-
sody" hevur fiestar áskoð-
arar, nú "norðurlendski
filmspakkin" verður sýnd-
ur í 32 donskum biohøll-
um.
STEVNULIVID
Higartil er "Atlantic Rhap-
Síða 13
november i 1989 fekk
Katrin Ouarsdóttir "Der
Preis der Nordischen
Filminstitute" ella
'William Heinesen
Preis”, sum heidurslønin
eisini verður kallað, á 31
Norðurlendsku
filmsdøgunum í Lúbeck í
Vesturtysklandi
Katrin sigur, at hon hevur
ikki varnasi, at hesin
heidur hevur givid nakad
av sær enn. Men hon
vónar, at tað hevur onkra
ávirkan at kunna vísa á
hann, næstu ferð, hon
skal brúka pengar til
filmsgerð.
sody" einans sýndur al-
ment i Føroyum og Dan-
mark.
Annars er hann syndur å
filmsstevnum i Norður-
londunum ysklandi,
Fraklandi, India og USA
Og alla tidina cru bod eftir
honum.
- Beint í áðni vóru bod
úr Seattle á telefonsvarar-
anum. Vit høvdu ongantíð
droymt um, efuirspurning-
urin fór at gerast so stórur
og so nógv umsilingarar-
beiði fór at verða
ikkum til
Nú gleða v
at sleppa av filmin, sleppa
frá at hug im hann
yvirhøvur, r Katrin
læandi.
Og hon le; afturat:
- Eg eri lur ikki
egnað ul havs stevnuliv-
ið. Tað sigur mær onki at
standa og jongi-ra við ein-
um vínglasi og tosa um
onki. Fólk, ii hittir á
stevnunum u nógv
longur uppi enn tú sjálv,
keypmenn pcagafólk.
Vit tosa ikki sam mál.
Frida Ohrv:k heldur
hinvegin, tað er sera um-
ráðandi at vera við á gllum
stevnunum, í hvussu so
er, tá man er nýggjur og
ókendur.
Umráðandi ella ikki. Í
vár er ongin ferðing hjá
Katrini Ottarsdóttur. Hon
skal sjálv uppliva eina
myndina í filminum hjá
sær. Hon er við barn og
skal eiga i mai.
..09 her Sita vit"