Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-05-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 1990síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A TE Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miiller | Blaðfólk- Høgni Djurhuus Útgevari: P/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26 Postadressa: Postsmoga 76 Fyritaksstjóri: Kristjan Dahl Randi Jacobsen Uppseting: P/t Sosialurin Argir 110 Tórshavn : Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov | Térfinn Smith Prent: P/f Pressan 1981 Telefon: 11820 Teletax 4720 Før Vått i sam- bandsreidri SO kom fiskimálaráðharrin heimaftur úr Kanada, og vit bíða nú spent eftir at vita, hvat fer at spyrjast burtur úr tí "trætu", sum tykist hava tikið seg upp millum hann og tingmanning sambandsfloksins. TAÐ var 14. September, sum í farnu viku almannakunngjørdi eitt nýtt ráfiskabýti, ið J.I. Olsen skal hava gjørt saman við Finnboga Ísaksen og Olaf Olsen. Sambart hesum uppskoti skal nú býtast í tonsum ístaðin fyri í prosentum. TAÐ var sum at rætta hundi brand, tá nýggja uppskotið kom fyri oyru sambandshøvdingans Paula Ellefsens. Ikki tian um at vit taka undir við einum tilikum uppskoti. Øll ting- manning sambandsfloksins stendur fast við upprunauppskotið var svarið til nýggja uppskot fiskimálaráð- harrans. NÚ var fiskimálaráðharrin burtur- stæddur, tá tíðindini um uppskotið komu alment fram, og kundi hann tískil ikki svara sínum floksfelaga Paula Ellefsen aftur tá. Men nú er hann so heimafturkomin og varð hann mánadagin tråspurdur av útvarps- manninum, hvgrja avleiðing henda ósemja í sambandsflokkinum fær. Til tað svaraði hann, at tað fáa vit at síggja. Men hann stóð so klettafastur við, at nýggja uppskotið er nógv tað betra og mælti til, at tað verður sam- tykt. VIÐ ødrum orðum hava vit her ein sambandsmann, sum torir at tala "Róma mitt ímót", torir at leggja sjógv millum seg og formann flok- sins, sum longu hevur dikterað restini av tingmanningini eina stødutakan í hesum målinum eisini. Tad er komid vátt i sambandsreiðrið kann ein lovya sær at siga, nú tveir av stóru kanón- um floksins eru heilt og fult ósamdir í einum máli, sum kann seta kílar í samarbeiði í samgonguni. TAÐ verður áhugavert at fylgja við, hvussu leikur fer fram komandi dagarnar. Ikki skal tað undra okkum, at vit fara at síggja ein stødufastan fiskimálaráðharra, sum slær nevan í borðið og takkar fyri seg, tí hann ikki longur vil finna seg í at vera dikter- aður og yvirfusaður av formanninum í sínum egna flokki. HYGGJA vit nú eitt sindur nærri at leiklutinum hjá formanni sambands- floksins í hesi samgonguni, so er greitt, at bøkur kundu verið skrivaðar um tað, so nógv hevur hann rumblað hetta seinasta árið. Eitt av kapitlunum kundi hóskandi verið um, hvussu hann til fánýtis royndi at tveita tjóðveldið fyri borð og fáa teir kristi- ligu til róðurs ístaðin. Tað hava vit fyrr vidgjørt á hesum stað. VIT minnast øll, tá Pauli Ellefsen herfyri setti løgmanni knívin á barkan Arbeiðsgevarafelag: Niður við skattinum! -so fara samráðingarnar at ganga betri. Flestu lenarsáttmálar ganga út um eitt ár, men longu verður dúgliga gitt hvussu fer at gangast við samráðingunum. Serliga eftir at landsstýrið hevur sett åvis tiltøk í verk, sum hava ikki so lítið við reallgnina hjá fólki at gera. Herfyri hevði Føroya Arbeiðsgevarafelag aðal- fund har eisini hesin spurningur varð umrøddur. Í eini frágreiðing, sum felagið hevur sent út verður millum annað sagt, at felagið er ikki í iva um, at komandi lønarsamråd- ingar verða truplar vegna hækkingar í innflutnings- gjøldunum og avtøku av pristalinum. Hetta er kortini ikki soleidis at skilja, at felagið heldur hesi tiltøk eru skeiv. Men fyri at lætta um samráðingarnar heitir Før- oya Arbeiðsgevarafelag á landsstýrið um at borið verður so í bandi, at miðvíst verður farið undir at minka um skattatrýstið. A aðalfundinum varð eisini nevnd vald. Í hana komu: Oddfríður Greger- sen, Jógvan Vágsheyg, Sjúrður Jacobsen, Poul Mohr og Dánjal Jákup Andreasen. Tiltakslimir eru Svend Thulesen, Árni Joensen og Johan Dahl. tór.- og kravdi av honum - skuldi sleppast undan samgongusliti - at hann gavst at samráðast við danir um broytingar í blokkstuðulinum, og at hann koyrdi rúsdrekkamálið í aftur skuffuna og læsti væl og virðiliga. Løgmaður, sum annars hevur roynt at "behaga" øllum meiningum og samgongufeløgum, helt tað nú vera ovboðið og lat hann formann sambandsfloksins greitt vita, at her fór hann ikki at slaka. Hesi málini skuldu sleppa ganga sína nátúrligu gongd. Hann góðtók tíansheldur grein 13 politikk í hesum málum. NÚ hendi so tað, sum eisini fyrr er hent, at sambandsformaðurin fer av landinum til Spania at halda frí. Fyrst setur hann alt á gos fyri síðani at ríma. Eftir stóð so ivin og Óvissan, um samgongan var ul longur. HEIMAFTURKOMIN ber sambandshøvdingin seg at sum smyril i staraflokki. Beinanvegin setir hann rumbul í við hesaferð at kveistra eitt uppskot frá hansara egna landsstýris- manni um nýtt ráfiskabýti av borðinum. Kanska hetta kann vera eitt høvi at fáa nýval! OG her stendur tað so. Heili tvey mál liggja nú og forða fyri víðari sam- arbeiði í samgonguni. Pauli Ellefsen hevur klárt og týðuliga sagt, at tað merkir samgonguslit, um løgmaður bara so mikið sum rørir við blokk- stuðulin ella rúsdrekkamálið - og løgmaður hevur eins greitt svarað honum aftur, at tað fer hann ikki at taka til eftirtektar. Hitt málið er ráfiskabýtið. Tað er ósemjan, sum hevur tíkið seg í sjálvum sambands- flokkinum millum landsstýrismannin ødrumegin og tingmanningina við formanninum á odda hinumegin. Í SKRIVANDI løtu vita vit ikki, hvat fer at spyrjast burtur úr hesum báðum málum. Men tað kann sjálvandi hugsast, at tað eina fer at hava við sær, at samgongan spreingist á ólav- søku, tí tá hevur ein "standhaftig" tjóðveldisdama av Velbastað bedýrað, at hon fer at leggja rúsdrekkamálið fram. Tað hevur staðið á forsíðu 14. September sum høvudsgrein, so tí mugu vit trúgva. Í hinum málinum kann hugsast, at fiskimálaráðharri sambandsfloksins rætt og slætt tekur avleiðingarnar og sigur seg úr sessi sínum. EFTIRHONDINI eru tað mong, sum hava gjøgnumskodad politikk Paula Ellefsens, nevniliga hann at seta kílar í samgonguhjólini fyri harvið at fáa nýval. Men sera umráðandi er tað fyri hann, at tað kann síggja út sum, at tað eru hinir flokkarnir, sum slíta uppá mál sum brennivín. Tá kann formaður sambandsfloksins tváa sínar hendur og siga veljarunum, at tjóðveldi og fólkaflokkur slitu eina samgongu uppá at sleppa at geva okkara ung- dómi meiri brennivín. So einfaldur er taktikkur Paula Eliefsens. Men neyv- an hevur tað verið partur av taktiska spæli Ellefsens, at tað skuldi koma vátt í reiðrið í hansara egna flokki. Nú fáa vit at síggja, hvønn tydning hetta fær fyri framhaldandi hundakunstir Paula Ellefsens. jamii GAMLAMANNADANSUR vid bólkinum »DRIV« og harmonikuliði verður í GUNDADALSHÓLLINI friggjakv. 4. mai frå kl. 22.00—2.00 Tónleikurin verður tann »g6di gamli« so sum country & western og annað. Til ber at seta seg við borðini og okkurt at leska seg við fæst eisini. Kostnaður 70,- kr. er opin mánadag, mikudag og friggjadag kl. 11.00—16.00 å Bryggjubakka. Tlf. 158 16 Dansinevndin