mikudagur 2. mai 1990síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
på
Sida 3
Jógvan Páll Lassen, sakførari:
Framferðin
var odåmlig
- men neyndin fyri skúlabókagrunnin heyði
fullan juridiskan rætt til at koyra Rógva
Thomsen frá, og tí er onki eg kann gera við tað
- Eg vóni at skilið í
nevndini fyri skúlabóka-
grunnin er frægari í
dagliga arbeiðinum, enn
tað tey vístu tá stjórin
bleiv koyrdur frá - tí tá
visti hon óvanliga ópro-
fessionellan atburð.
Hetta sigur Jógvan Páll
Lassen í viðmerking til at
tað, fram er farið í
sambandi við tað nógv
umrøddu "uppsøgnina" av
Rógva Thomsen.
Jógvan Páll er sakførari
hjá Rógva, men hóast
hann heldur lítið um
framferðina, er ikki nógv,
hann kann gera við málið
nú.
- Ongin ivi er um, at tað
juridiska grundarlagið var
í lagi, sigur hann. - Ein
nevnd sum hevur sett ein
mann, hevur eisini loyvi at
siga honum upp, um hann
fær løn í uppsagnartíðini.
- Men finnast ongar
reglur fyri framferðar-
háttin í tílíkum føri?
- Nei, tað er bert ein
spurningur um hvussu
nevndin fer við sínum
arbeiðsfólki. Og tí fer
ongin dómari at spyrja
eftir. Spurningurin er bara
um tað var juridiskt í lagi -
og tað var tað!
Jógan Páll vísir annars á
hvussu veikur Rógvi stóð,
orsakað av at hann ongan
setanarsáttmála hevði.
Hevdi hann havt tað,
hevði málið komið undir
starvsmannalógina. Men
sum er er púrt einki at vísa
á.
Nevndin kundi gjørt
hvat hon vildi, við
hvørjum grundgevingum
tad skuldi verid.
- Tað einasta sum kundi
ført hetta mál víðari, var
um politikararnir settu
nevndina frá. Ongin annar
kann gera nakað, endar
Jógvan Páll Lassen.
Inga Høgenni, formaður
í Føroya Lærarafelag, sum
er fakfelagið hjá Rógva,
hevur onga almenna við-
merking til málið.
- Gera ella siga vit
nakað, verður tað í samráð
við Rógva Thomsen, sigur
hon.
S-S-
Aftur staðfest í Landsrættinum:
Harðari revsing
fyri hash i Førovum
- Ein 21 ára gamal maður hevur fingið triggjar mánaða fongsul
fyri 409 gramm av hashi.
I Danmark verður sagt, at millum 200 og 500 gramm geva
30-50 daga hefti.
Men Landsrætturin hevur enn einaferð givið fútanum og
Føroya rætti viðhald i, at Føroyar mugu verjast móti hashi.
Nú hevur Eystari lands-
rættur tvær ferðir staðfest,
at revsingin fyri at inn
flyta hash ul Føroya eigur
at vera eitt sindur harðari
enn fyri at hava hash í
Danmark.
Mánadagin staðfesti
Landsrætturin ein dóm hjá
Føroya rætti, sum fyrst í
november í fjør dømdi ein
21 ára gamlan mann
triggjar mánaða fongsuls-
revsing.
Landsrætturin segdi i
grundgevingunum fyri
dómin, at maðurin áður er
dømdur fyri hashssmugl-
ing. Rætturin legði eisini
dent á, at tann ungi mað-
urin var farin til Danmark-
ar við tí eina endamåli at
keypa hash. Maðurin fór
niður um morgunin og
kom aftur um kveldið.
Hann varð ukin á flog-
vøllinum í Vágum. Hann
hevði 409 gramm av hashi
uppi á sær, í undirbuksun-
um og jakkafóðrinum.
Maðurin varð eisini
dømdur at rinda 1.500 kr. í
sakarkostnaði fyri viðgerð-
ina í Landsrættinum.
Hashið keypti hann í
Christiania fyri 12.000 kr.
HARDARI/LINARI
Verjin hjå manninum,
Frida Patursson, avgjørdi
at royna målid i Lands-
rættinum, ti hon g6dt6k
ikki, at slík brot verða
revsað harðari í Føroyum
enn í Danmark, tá rættar-
skipanin er tann sama.
Verjin kravdi linari revs-
ing, í mesta lagi 30 daga
hefti. Tað er ikki prógvað,
at maðurin ætlaði at selja
nakað serligt burtur av
hashinum, segði hon.
Maðurin segði sjálvur í
. Føroya rætti, at hann
Framhald å sidu 19
Landsfundur
Føroya
Javnaðarfloks
verður í
Norðurlandahúsinum
4. og 5. mai
Skráin er henda:
Fríggjadagin 4. maí
KI. 19.30 Góðkenning av fundarskipan
Val av fólk til fundarskipan
Formansfrágreiðingin
Orðaskifti um formansfrágreiðingina
Aftursvar
Leygardagin 5. mai
Kl. 9.00 Frågreiding skrivarans og ordaskifti um har
Kl. 10.00 Frågreiding frå feløgur
Ki. 11.00 Val av starvsnevnd, floksleiðslu og åsetan
limagjaldi
KI. 12.00 Døgurdastedgur
KI. 14.00 Politiskt orðaskifti
KI. 17.00 Ymist innkomin uppskot landsf
samtyktin o.a.
Kl. 19.30 Landsfundarveitslar
LANDSFUNDARVEITSLAN verður í
Klubba leygarkvøldid 5. mai, kl. 19.30
Kostnaður 200.- kr.
Boðið frá luttøku í seinasta lagi hóskveldið 3.4. á telefon
ella 14919.
Vettsluhelln Havnat
Starvsnevndin